Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 apríl 2009 lýsingartilfar Summarfrí í Danmark Ribe er ikki bert ein gamal býur, men eisini ein hugnaligur býur, sum hevur nógv at bjóða teimum, sum ætla at leggja sær leiðina til fyrndargamla staðin Danskarar eiga ein bý, sum veruliga er kappingarførur við Lubeck í Týsklandi og Gamla Stan í Stockholm, tá tað kemur til tann søguríkan hugnan. Talan er um Ribe, sum liggur sunnanfyri Esbjerg. Ribe er meiri enn 1.300 ára gamal býur, og røkkur søgan hjá býnum langt aftur í víkingatíð­ ina. Esbjerg var størsti býurin í tí gamla Ribe Amt, men langa søgan hjá Ribe gjørdi tað nátúrligt, at høvuðssætið og navnið hjá amtinum var knýtt fast til fyrndargamla býin. Býurin hevur ikki nakað skak­ andi stórt fólkatal. Fólkatalið liggur millum fólkatalið hjá Klaksvík og Havnini (uttan Hoyvík og Argir). 8.100 fólk hava heima í Ribe. Men hóast eitt smáligt fólkatal, so tekur býurin seg væl út kortini. Dómkirkjubýur Eins og Viborg, so er Ribe ein sonevndur dómkirkjubýur. Dómkirkjan er høvuðseyðkenn­ ið fyri býin, og er eitt tað fyrsta føroyski ferðamaðurin eigur at hava í huga, tá hann vitjar Ribe. Inni í dómkirkjuni ber eisini til at uppliva glaslistar­ verkini, sum listamaðurin, Carl Henning Pedersen hevur gjørt. Í dómkirkjuni rennur tað gamla saman við tí nýggja. Vert er eisini at leggja sær í geyma at uppliva útsýnið frá Borgara­ torninum. Vert er eisini at hava í huga, at kenda danska sálma­ skaldið, Hans Adolf Brorson var ættaður úr Ribe. Hansara sálmaskattur náddi eisini oyggjar okkara. Fólk hava altíð ferðast til Ribe ígjøgnum øldir­ nar. Í víkingatíðini komu fólk fyri at handla á marknaðinum. Í dag vælfarta fólk til fyrndar­ gamla staðin, fyri at uppliva tær søguligu gøturnar, serliga rómin í býnum, tey mongu forngripasøvnini og mangt annað, sum er vert at geva gætur, tá ein vitjar býin. Serligt víkingasavn Eitt serligt víkingasavn er í Ribe, sum nevnist »Ribes Vik­ inger«. Á hesum savninum verður ein leiddur trettan øldir aftur í tíðina. Á hesum serliga víkingasavninum ber til at síggja menningina, og broyt­ ingina hjá Ribe upp gjøgnum mongu øldirnar, sum býurin hevur staðið. Á víkinga­mið­ støðini, sum nevnist »Ribe VikingeCenter« stígur ein inn í heimin hjá víkingunum. Her ber til at síggja rekonstruksjónir av Ribe í víkingatíðini. Savnið er so veruleikakent, at ein fær tørv á øllum sínum sansum. Og ævintýraferðin hjá teim­ um søgufróðu steðgar ikki her. Til ber eisini at vitja Sankt Catharinæ Kirkjuna. Har ber til at ganga ein túr í tí vakra kleysturgarðinum, og har kann ein veruliga kenna, at tíðin stendur í stað. Ráðhúsið í Ribe er eisini aldargamalt, og tann søgufróði má eisini seta tíð av at vitja Ráðhúsið, Ráðhús­ savnið og Taarnborg. Fyri tey, sum ynska at upp­ liva nýggjari søgu eisini, so er møguleiki at vitja listasavnið í Ribe. Har eru nógv donsk lista­ verk at síggja frá tíðarskeiðnum 1750-1950. Ymisku søvnini bera øll vitnisburð um longu, drúgvu og spennandi søguna hjá Ribe. Vøkur náttúra Vakra náttúran spælir eisini sín leiklut í Ribe, og økinum kring Ribe. Ein spennandi miðstøð, sum eisini má skrivast aftanfyri oyra, er »Vadehavscentret«. Har er nýggjasti tjóðargarður Danmarkar, sum nevnist »Nationalpark Vadehavet«. Til ber eisini at gera ein túr í náttúrina har um leiðir, og er møguleiki eisini at vitja oynna, Mandø, sum liggur vestanfyri. Serligt handilsøki Tað fyrndargamla býarum­ hvørvi ger ein handilstúr í Ribe ógvuliga serstakan. Í gamla býnum er eitt breitt úrval av matvøruhandlum, sum hava frískar vørur til húsarhaldini, sum eru í feriu. Ígjøgnum árið bjóðar Ribe býur til fleiri sonevnd »Late Night« tiltøk, og hvønn miku­ dag fyrrapart í tíðarskeiðnum maj til sep­tember, eru serligir torgdagar á »Skibbroen«. Serliga umhvørv­ið í Ribe tekur seg eisini væl út í desemb­er mánað, tá jólahug­ nin leggur seg yvir bý og land. Og í jólamánaðinum eru tað eisini mong, sum leita sær til handlarnar í søguríka býnum. Ongum nýtist at ganga svang­ ur í Ribe. Serliga umhvørvið hevur gjørt tað høggligt at hava eina matstovu- og kaffi­ stovumentan, sum hevur eina breiða vifta av ymiskum tilboð­ um. Tá veðrið er til vildar, og hitastigini gerast fleiri, eru tað fleiri av matstøðunum, sum bjóða servering uttandura, so fremmandafólkini kunnu fáa bæði ein góðan bita, og sam­ stundis liva seg inn í umhvørv­ ið í tí gamla býnum. Hvørt fólk ynska at fáa ein lættan millum­ máli, eina búrmáltíð, ella bara ein kopp við kaffi, so er møgu­ leikin til hetta í Ribe. Tey for­ vitnu kunnu eisini bíleggja sær ein rætt, sum hevur rávørur frá nærøkinum kring Ribe, ella eisini kunnu tey fara eftir tí suðureuropeiska ella tí orien­ talska, tá tey skulu stilla svongdina. Ein dagur er ikki nóg mikið Ribe og nærøkið kring Ribe hevur so nógv spennandi at bjóða uppá, at ráðiligt er at brúka meir enn ein dag á stað­ num. Eitt ríkt og blómu- og plantulív er at finna við Vade­ havet, og er útsýnið eina­stand­ andi, tá ein stendur og skoðar út í havsbrúnna. Jútland er alt, sum tað er eitt einastandi gott súkkluøki. Til ber at leiga sær eina súkklu, men er ynski um at sleppa ein túr á rossabaki, so kann tað ynskið eisini vera eftirlíkað. Kanotúrar standa eisini á bredd­ anum, og til ber eisini at fara ein túr við tráðuni. Er ein fallin fyri golf sum ítrótti og frítíðar­ ítrivi, so er eisini møguleiki fyri tí. Ferðaleiðarar eru eisini tøkir, sum kunnu greiða frá spenn­ andi náttúruni og økinum kring Ribe. Serliga umhvørvið, náttúran og søgan hava drigið mong listarfólk til Ribe. Ribe hevur elstu mentanar­søgu í Danmark, og alt hetta hevur givið mongum listarfólki møguleikan at stimbra sínum listargávum og sínum hugflogi. Ribe kann eisini stimbra føroyska ferðamannin. ____________________________ Heri Simonsen heris@sosialurin.fo ____________________________ Forni dómkirkju­býurin í Jútlandi