Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 196 - 11. oktober 2001 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn Hóast bilurin er vorðin mattur í lakkinum, skitin innan og luktar av fiski, ella at sós er runnin niður í setrini, er ikki at missa mótið. Hjá Tidy Car kann bilurin viðgerast so, hann verður sum nýggjur aftur BILAR Magnus Gunnarsson Fyri at tryggja tað best møguliga úrslitið, byrja allar Tidy Car viðgerðir við at bilurin verður væl og virðiliga reinsaður. Síðan verða brúktar sergjørdar maskinur, sum reinsa lakk, plastikk og krom sera effektivt. Síðan verður bil- urin poleraður, soleiðis at skeinur og skøvur verða slípaðar burtur, og lakkið verður skínandi blankt. Til seinast verður lakkið ser- viðgjørt við Tidy Car for- segling, sum verður ein partur av lakkyvirflatuni. Úrslitið verður ein skínandi blankur bilur, sum er mót- støðuførur móti øllum veðri. Setrini impregnerað Bilarnir í Føroyum blíva munandi skitnari, enn til dømis í Danmark, bæði utt- an og innan, tí er ofta neyð- ugt at taka setrini úr bil- inum, og hátrýstreinsa tey. Tá setrini eru blivin rein, verða tey impregnerað, soleiðis at tey tola meira av. Um bilurin luktar illa innan av fiski, mjólk ella øðrum, er tað heldur ongin trupul- leiki hjá Tidy Car. Eisini sportsfelgurnar verða sum nýggjar eftir eina viðgerð. Hægri søluvirði Umframt at teir nýggju Toyota bilarnir verða Tidy Car viðgjørdir, fáa teir flestu brúktu bilarnir, sum Reyni Service tekur inn, eisini eina viðgerð áðrenn teir verða seldir. Ein brúkt- ur bilur, sum hevur fingið eina slíka viðgerð, fær munandi hægri søluvirði og verður lættari at sleppa av við. Tidy Car er eitt ameri- kanskt produkt, og alt til- farið kemur haðani. Í Dan- mark eru eini 40 Tidy Car sentur. Í Føroyum verða millum 70 og 100 bilar við- gjørdir um mánaðin, sigur Skylv Hartvigsson, leiðari hjá Tidy Car. Nr. 196 • hósdagur • 11. oktober 2001 • 75. árg. Tidy Car – bilurin verður sum nýggjur aftur Her vísir Skylv Hartvigsson, hvussu ein Tidy Car viðgerð fer fram Setrini verða tikin úr bilinum og reinsað. Her er Jóhannes Tauser í ferð við at reinsa setrini áðrenn tey verða impregnerað Skylv Hartvigsson er leiðari á Tidy Car í Føroyum C M Y K 13 12