mikudagur 15. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 71 • 15. apríl 2009
1. Partur
Fyrr í vár høvdu vit fýra Miðvikur,
sum umrøddu tær stóru sjóvan
lukkurnar frá 1914 til 1924, og
sum serliga raktu Suðuroynna.
Fyrstu árini í 1930unum vóru
Føroyar eisini hart raktar. Í 1930
hendi vanlukkan við Ernustinu,
sum kostaði 9 mannalív, meðan
19 mans vórðu bjargaðir av
einum ótrúligum avriki hjá einum
av manningini, Ziska Jacobsen.
Heystið 1931 fórst Vestmanna
sluppin Dora við 17 monnum.
Laura og Immanuel úr Vági gingu
burtur í 1932 við 38 monnum.
43 menn gingu
burtur í senn
Árið 1934 var so aftur eitt rættu
ligt vanlukkuár hjá føroyskum
fiskimonnum og Føroyum sum
heild. Í mai mánaði hetta árið
hvurvu tvær sluppir samstundis.
Onnur var Nólsoy við 20 monnum,
og hin var Neptun við 23 monn
um. Við Neptun fóru ikki færri
enn 9 mans úr Mykinesi. Sama
tal fórst úr Vestmanna.
Tað fórust fórust átta hósvík
ingar við Nólsoy.
Onnur skip, sum fóru hetta árið,
men uttan tap av mannalívum,
vóru Standard, William Stephen
son, Sigrid og Tjaldrið.
Hetta er størsa vanlukka í Føroy
um síðan vit fóru at reka skips
fiskiskap í 1872. Neptun er eisini
størsta einstaka vanlukkan, sum
er hend í Føroyum við sínum 23
monnum. Tann, sum kom henni
næst, er vist Stella Argus í 1957
við 22 monnum.
Tað ber illa til at ímynda sær
eina slíka vanlukku. Tá ið vit
hugsa um fólkatalið í Føroyum fyri
75 árum síðani, so vildu 43 mans
tá svara til einar 100 í dag.
Hevði fyrr í vár vitjan av einum
enskum blaðmanni hjá Fishing
News International, har vit
tosaðu um hetta. Eftir fólkatali
num vildi hetta svara til, at
10.000 mans í besta aldri doyðu
bert ein dag í Danmark. Í Bret
landi hevði tað svara til 100.000
mans og í USA 500.000. Hetta
eru so ógvuslig tøl, at tað ber
snøgt sagt ikki til at skilja tey.
Henda greinarøð er partvíst
eitt savn av tí, sum er skrivað um
hesar vanlukkur, fyrst og fremst
í FFblaðnum. Nógv av hesum
hevur eisini veriåð í Føroya
Siglingarsøgu hjá Páll Nolsøe.
Men talan er eisini um nýtt tilfar,
sum er grundað á samrøður við
fólk, sum sótu eftir.
Endamálið er í samband við
henda serliga minningardagin at
savnað tað, sum kann sigast um
Nólsoy og Neptun.
Nólsoy hvørvur
Fyrst skal "Nólsoy" verða umrødd.
Tað var Müller reiðaríið í Havn,
sum átti skipið. Eiden Müller,
sonur reiðaran Ebbu Müller,
skrivar fylgjandi um hesa slupp,
og tað sum hendi:
“Nólsoy var ein lítil slupp, TN
202, bygd í Elmshorn í Týsklandi
í 1880. Til fiskiskap undir Íslandi
hvarv hon í 1934 og hvørki skip
ella manning spurdust aftur.
Hetta var ein sonn sorgarhending.
Skipari var Hans David Hansen úr
Hósvík og flestu av manningini,
vóru úr Hósvík og bygdunum har
nærindis. Hjá mammu var tað
ógvuliga sárt at boða familjunum
frá. Tað vóru djarvir og raskir
fiskimenn, sum vóru við Nólsoy,
og sjálvsagt rakti sorgin djúpt
í teimum mongu heimum sum
varaðu av. Ongantíð gjørdist
greitt, hvussu tilburðurin var farin
fram, men um nakað um somu
tíð fórst ein onnur føroysk slupp,
Neptun, og har spurdist heldur
eingin aftur, tíverri.”
Tann tíðin tá "Nólsoy" hvarv,
aprílmai, skuldi heldur ikki verið
ringasta tíð av árinum. Men í
bókini ”Tað hendi umborð” hjá
Svenning av Lofti er ein frásøgn
frá Christian Olsen, ættaður av
Eiði, men sum var búsitandi í
Klaksvík. Hann var undir Íslandi
tá og minnist illveðri fyrst í mai
í 1934 sum tað ringasta, hann
hevði upplivað. So roknað varð
við, at sovæl Nólsoy sum Neptun
eru farin í hesum veðrinum.
Gitingar hava verið um, hvørt
skipini kunnu hava rent saman.
Hetta fara vit at koma aftur til.
Andreas í Tarti:
Seinastu sum sóu
Nólsoynna
Í 2006 byrjaði í FFblaðnum ein
greinarøð við tí tá nærum 100 ára
gamla Andeas í Tarti úr Oyndar
firði, har hann greiddi frá sínum
langa lívi til sjós. Hann mintist so
ótrúliga væl, og tað, hann segði
um hesa vanlukku var fylgjandi:
“Vit vóru helst teir síðstu, sum
sóu Nólsoynna. Ein stormur var
á Suðurlandinum 27. apríl, hetta
var ein rokstormur. So blíva nakrir
dagar, har tað var gott veður,
og nú fóru skipini vesturum. Vit
sigldu í fínasta veðri vestureftir
og brúktu bara motorin. Eg átti
frívakt, tá vit komu um Reykjanes.
Tá vit eru komin nakað forbí,
fortaldu teir fyri mær, at vit høvdu
passerað sluppina Nólsoynna,
og hon fór eysturyvir við størstu
seglum við toppsegli, og eg hugsi,
at hon hevði breiðfokkuna eisini.
Vit kláraðu tað ikki longur
enn á Skagen, tá brendi hann
á. At koma undir tað veðrið við
størstu seglum hevur ikki verið
lukkuligt. Hon eigur ikki at vera
komin longur enn eystur um
Grindavíkina. Eg kann ikki siga
tað sikkurt, at eg sá hana, tá
eg kom upp og fór á vakt, men
hetta fortaldu teir so. Tað var so
ringt veður, at vit lógu inn móti
rivunum á Skagen og tordu ikki
at venda. Men tíbetur, tað linkaði
so mikið, og tá veðrið blíðkaði, tá
slitnaði stagið hjá okkum.
Eg vil fortelja, hvat ein hósvíking
ur fortaldi mær. Vit vóru saman við
Nólsoyar Páll. Hann fortaldi fyri
mær, at eitt konufólk hevði droymt
skiparan á Nólsoynni tríggjar
nætur uppí slag. Hann stóð so
syrgin í kappanum og fortaldi fyri
henni, hvar teir vóru.
Eg rokni við, at Nólsoyggin
hevur verið flótandi tá, og skipar
in segði bæði frá breidd og longd,
hvar teir vóru staddir. Henda
konan spurdi í dreyminum eftir
Neptun, men hann svaraði ikki
uppá tað. Eg trúgvi ikki, at skipini
hava stoytt saman, sum summi
hava hildið.
Eg havi eisini verið saman við
manninum á Eyrabakka í Íslandi,
sum fann líkið á kokkinum á
Nólsoynni,” sum greitt verður frá
seinni í greinini.
Tað eru fleiri slíkar frásagnir um
Nólsoynna, og vit fara í komandi
pørtum av hava fleiri. Millum
aðrar eina hugtakandi frásøgn
hjá Petreu Olsen, sum hevði fleiri
avvarðandi við Nólsoynna.
Ringurin, sum
kom aftur
Tað einasta, sum frættist aftur
frá Nólsoy, var, at 27. mai 1934
rak eitt lík av einum manni á land
við Eyrabakka í Íslandi. Maðurin
hevði ring á fingrinum og av hon
um kundi staðfestast,
at hetta var 31 ára
gamli Bernhard
Nólsoy og Neptun:
75 ár síðan størstu
vanlukku í nýggjari tíð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Í Miðvikuna hevur eins og fyrr í FF-blaðnum verið roynt at festa lagnusøguna hjá føroyskum
fiskimonnum á blað. Her er tíverri nógv at tríva í. Henda greinarøðin verður gjørd til minnis um
teir 43 menninar, sum sjólótust í 1934 við Neptun og Nólsoy
Nólsoy, avmyndað í danska Blá Krossblaðnum