mikudagur 15. apríl 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
12
nr. 71 • 15. apríl 2009
Henriksen úr Sandavági.
Hetta gevur grundarlag fyri
eini sera áhugaverda søgu. Men
fyrst skal sigast, at við hesum
forlissinum var tað á sama hátt,
sum við so nógvum øðrum forliss
um. Fólk gingu í óvissu. Skipini
plagdu at koma heim ávísa tíð,
og tað komu tey flestu eisini.
Men so vóru tað onnur, sum ikki
komu vegin fram. Her var einki
annað at gera enn at bíða og
vóna, men sum dagarnir gingu
minkaði vónin, og ein dag varð
so staðfest, at skipið var farið og
kom ikki aftur.
Men aftur til ringin hjá Bern
hard, sum henda vakra søgan
kom burturúr. Gentan hjá Bern
hard var Anna Jacobsen, eisini úr
Sandavági. Tey bæði høvdu verið
trúlovað í 4 ár og høvdu havt ring
í hálvt annað ár. Tá í tíðini varð
ikki lopið framav á hesum økinum
við at giftast í skundi.
Bernhard varð jarðaður á Eyra
bakka og á grøv hansara stendur
ein vakur minnissteinur, sum Óli
Arge, e, hevur gjørt. Har standa
eisini nøvnini á hinum, sum fórust
við Nólsoy.
Anna fekk ringin sendandi, og
hon lat gera eitt hjarta, sum hon
setti á ringin, og bar hon hann
allar sínar dagar. Hon giftist
ongantíð, og hon doyði í 1972,
bert 65 ára gomul.
Ein slíkur skaðatilburður
elvdi sjálvsagt til stóra sorg
hjá teimum nærmasta. Í hesum
førinum vóru tveir beiggjar farnir.
Hin kallaðist Johannes.
Men teir báðir deyðu hjálptu
sjálvir sínum næstu at koma yvir
sorgina. Eina náttina droymdi
systirin Elsa, at tað varð bankað
uppá hurðina. Í fyrsta umfari
latst hon sum einki, men so varð
rópt: ”Elsa, lat upp.” Hon so
gjørdi. Tá stóðu beiggjarnir báðir
uttanfyri í líki av einglum. Teir
hildu um hvønn annan og søgdu
við systrina: ”Syrg ikki meira yvir
okkum. Vit hava tað gott!”.
Bíðaði heilan túr eftir
“ja” frá gentuni
Í samband við Bernhard er eisini
ein onnur áhugaverd søga, og
tað er dagbókin hjá honum. Hon
er frá árinum 1930. Bernhard
hevði skrivað niður fyri hvønn
dag í árinum tað, sum hann hevur
upplivað, t.v.s. bæði á landi og
sjógvi. Hetta er tískil ein samtíð
arsøga frá einum tíðarskeiði, sum
liggur nærum 80 ár afturi í tíðina.
Her fæst eisini ein mynd av eini
persónligheit, sum vit eisini hava
fingið váttað av teimum, sum
mintust Bernhard.
Bernhard var virkin missíóns
maður, og hann var eisini blákross
ari. Hann var sera fittur í hondun
um og millum annað bant hann
bøkur inn, tá ið hann var heima.
Dagbókin hjá honum er eisini
um kærleikssøgu hansara. Hann
hevði hug á Onnu, men fekk ikki
sagt tað við hana, áðrenn hann
fór til Havnar at rigga til at fara
til skips á vári 1930. Dagin fyri,
at teir fara avstað, sendir hann
henni bræv um hetta. So túrurin
gekk við at hugsa um, hvat svarið
mundi fara at vera.
Hann fer avstað, og nú er
spenningurin at fáa bræv frá
Onnu. Men túrurin kemur til enda,
og teir fara heim uttan, at hava
verið inni har, sum brøvini eru
send!
Tá hann kemur heim aftur,
vísir tað seg, at hon hevur somu
hugsan sum hann, og Bernhard
kann nú kalla seg forlovaðan.
Framúr lýsing av
fiskimanni
Frásøgnin hjá Bernhard er ein
einastandandi lýsing av lívinum
umborð á eini slupp og umstøð
unum tá. Millum annað greiðir
hann frá teirri stóru broyting, táið
teir fingu radio umborð, og tað
bar til at lurta eftir sendingum
ymsastaðni frá í heiminum. Sjálv
ir var Bernhard kokkur, so tað lá
væl fyri hjá honum at lurta. Tað,
sum hann sjálvur legði størstan
dent á, vóru tær gudstænastur
hann hoyrdi, millum annað úr
Stockholm, har hann eisini skilti
hvørt orð.
Og so greiðir hann frá, hvussu
stórt afturstig tað var, tá radio
gjørdist í ólagi, og einki hoyrdist.
Bernhard greiðir eisini frá,
hvussu hann sum fiskimaður
upplivdi sáttmálasamráðingarnar
í 1930, tá tað veruliga var útlit
fyri verkfalli. Men semja gjørdist
og teir fóru avstað sum ætlað.
Tað sum eisini lýsir lyndið hjá
Bernhard er, at fyri dag hann
skrivar endar hann við: ”Alt væl”.
Hetta árið í 1930 var Bernhard
við "Suðuroy", sum eisini var eitt
skip hjá Müllerreiðarínum. Skipar
in var tann sami Hans David, so
teir eru farnir saman av Suðuroy
umborð á Nólsoy.
Min elskaði Bernhard
fór til gravar
Anna hevur eisini sjálv skrivað í
dagbókina hjá Bernhardi, eftir at
hann er farin. Og skal partur av
hesum endurgevast. Hetta lýsir
eisini, at talan hevur verið um eitt
serligt og álvarsamt par.
Anna skrivar aftast í dagbókina
hjá Bernhardi:
“9. juni 1934 fór Bernhard
mín elskaði til gravar á
Eyrabakka í Íslandi.
Hann hevði fylt 32
ár tann 29. desember.
Teir sum fórust við Nólsoy
Í miðjuni skiparin Hans David Hansen. Ovara rað f.v. Sámal Jákup Jacobsen, Hósvík, Vilhelm Hansen, Hósvík, Magnus Pauli Hansen, Hósvík, Óli Jákup
Jacobsen, Oyrabakki. Niðara rað: Meinhard Petersen, Hósvík, Jóan Petur Petersen, Hósvík, Jóhannes Olsen, Hósvík, Alif Danberg, Hósvík
Ovara rað: Jens Christian Petersen, Kollafirði, Hans Jákup Eidesgaard, Eiði, Petur Joensen, Sandi, Bernhard Henriksen, Sandavágur. Niðara rað: Jógvan
Nybo, Hvítanesi, Hans Andreas Johansen, Eiði, Magnus Poulsen Kollafirði, Poul Martin Johansen, Eiði, Jóhannes Hendriksen, Sandavágur.
Her resta tvær myndir, Edvard Hansen og Poul Poulsen úr Hósvík. Tær koma í einum seinni parti í hesi røð
➘