Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 15. apríl 2009 13 Um jóltíðir vóru fundir, krøv vórðu sett fram, og politikkarar tosaðu og lovaðu. Støðan var og er enn í dag óverdug. Men nú hava landspolitikarar boðað frá sparingum á eldraøkinum Garanti: bíða í mesta lagi tveir mánaðir, (men hetta er ikki galdandi í Føroyum) Í Danmark hevur man nakað, sum kallast »tveir mánaðar garanti«. Hendan trygd ber í sær, at øll eldri og gomul, sum gjøgnum eina visitatiónsnevnd (’upptøkunevnd’) metast at hava tørv á einum pleygu- ella røktarheims plássi, skulu hava eitt slíkt pláss innan tveir mán- aðar. Hesin rættur er lógarfest- ur, og ikki ert eitt gummi-lyfti. Tíverri er hendan lóg ikki galdandi í Føroyum. Við øðrum orðum, so er hes- in garantiur ein rættur sum borgararnir hava – ikki ein óverdug olmussa, sum man skal liggja á knøunum og biðja um. Flestallar kommunur í Danmark uppfylla hetta krav. Tær komm- unur, sum hava trupulleikar í løtuni, byggja, so hesi smærri problemini eru útruddaði um stutta tíð. Í Roskilde til dømis er í løtuni bert 1 fólk á bíðilista, sambært heimasíðuni hjá kommununi, og tað er einki problem. Tað klára teir áðrenn tveir mánaðir eru farnir. Tað mangla 100 pláss í Havn Men í Havn standa umleið 100 eldri við akuttum tørvi á bíði- lista, sambært býráðsins egnu heimasíðu á netinum. Sært tú hetta í mun til tey plássini, sum kommunan hevur, so sæst at tað hevur verið politiskur ódugna- skapur uppií. Kommunan hevur 97 røktarpláss og haraftrat 16 sambýlispláss. Kommunan átti, við øðrum orðum, at havt dup- ult so nógv røktarpláss, sum hon hevur í dag. Teir hava umleið 100 pláss, men skuldu havt 200. Í løtuni er tað so, at Land- skassin skal gjalda fyri rakst- urin av røktarheimum. Tá nýtt skal byggjast letur Landið ein studning, sum hevur verið 500.000 pr. pláss (verður hækk- að til 700.000). Men kommun- an skal taka initiativið og sjálv betala restina, sum eftir somu heimasíðu er 700.000 (helst eitt nakað gamalt tal). Havnin svav í tímanum Hvussu ber tað so til, at Eystur- oyggin og Norðstreym, til døm- is, hava bygt, og klára tørvin. Tá Landið í árunum 2002-5 setti pengar av til endamálið, vóru hesar kommunur skjótar og søktu. Men Tórshavnar kommuna, við Jan Christiansen sum borgmeistara, gloymdi ella var ov sein at søkja um ta røttu upphæddina, sum kundi dekkað tørvin í Havn. Ein borgmeistari svav í tímanum. Asocialur javnaðarformaður? Meðan elendigheitin er stór og skjótt vaksandi, so kemur knappliga landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, formaður Javn- aðarfloksins Jóannes Eides- gaard, og sigur at nú skulu sparingar finnast á eldraøki- num, (Portalurin 9.4.09) Ov fáir pengar koma inn í landskassan. Hall er á fíggjarlógini. Okkurt skal gerast. »Vit síggja, at út­ reiðslurnar til ymisk øki á almannaøkinum veksa nógv skjótari enn allir hinir postar­ nir…. útreiðslurnar til eldra­ økið vaksa óvanliga skjótt.« Men skera á eldraøkinum, sum heldur átti at verið útbygt til at dekka tann tørv, ið longu er á hesum forsømda øki? Er tað rætt? Ber tað til, at Javnað- arflokkurin leggur rygg til at avmontera vælferðarsamfelag- ið? Er ikki skomm skapt í tykkum? Hvar er hjartað á Javnaðarflokkinum? Í hesum sambandi noyðist eg at siga, at eg nokk aldri havi lisið nakra grein ella hoyrt nakra talu, har JE tosar um javnaðar- ella socialdemokratisk prin- cippir. Hvar eru visiónirnar og leiðaraskapurin? Hann hevur hildið nationalistiskar flagg- dagsrøður. Men nakrar stórar politiskar talur floksins vegna um socialistiskar ella social- demokratiskar hugsjónir, havi eg enn ikki hoyrt. Er tað kanska tí, at hann skjýtur seg sjálvan í fótin politiskt nú, og hetta er jú ikki fyrsta ferðin? Men Rósa Samuelsen úr Sam- bandsflokkinum er farin á somu gøtu. Hon kallar tað rationali- seringar. Hon sigur, (Portalurin 9.4.09) at tá allir kassar eru eftir hugdir »er ætlanin, at brúkarin skal hava eina betri tænastu enn í dag.« Sjálvandi skal driftin altíð kontrollerast, og er nakað, sum bara koyrir í tómgongd, so skal tað burtur. Eg fái meg illa at trúgva, at rationaliseringar ella sparingar kunnu geva betri tænastu, enn minni loysa øll tey óloystu problemini á eldraøkinum, har Føroyar - sum ikki einaferð - eru eftirbátur. Modernað vælferðarsamfelag ella einki? Sjálvandi kostar tað at hava eitt vælfungerandi modernað væl- ferðarsamfelag. Men eg ivist ikki í, at fólk flest gjarna vilja gjalda, um vissa er fyri at peng- arnir vera brúktir við skili. Royndir úr Danmark vísa, at sjálvt um skattatrýstið er høgt, so betala fólk flest við gleði, tí afturfyri fæst eitt vælfungerandi samfelag, uttan gjógv millum ríkfólk og vanlig menniskju, har útbúgving, heilsuverk og alt tað sociala økið virkar. Ikki alt er í topp, men skandinaviska modellið er helst tað, sum fólk um allan heim oftast taka fram sum nakað fyrimyndarligt. Mín hugsan er, at um før- oyska samfelagið ikki er á nøku- lunda sama støði sum Danmark og hini skandinavisku granna- londini, so minkar solidari- teturin og samanhangskraftin. Og har kann ein hartpumpað, reaktioner nationalisma ikki avrika nakað. Hon hevur einki at seta í staðin. Tann flokkur, sum formulerar eitt »tvey-mánaða-krav« á eldra- økinum ella okkurt, ið er líka gott, skal fáa mín fulla stuðul. Gerið tað til ein borgara-rætt, at tey sum hava tørvin, eisini í bræði fáa neyðugu røkt og hjálp. Støðan í dag er stutt sagt – óverdug. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Í Havn er støðan hjá teim eldru, sum krevja røkt, ikki góð Tíðargreinin tíðargreinin Rolf Guttesen