Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 79 - 27. apríl 2009 Ráðharar til Sri Lanka Mikudagin fara uttanríkisráðharrarnir í Svøríki, Bretlandi og Fraklandi til Sri Lanka at umrøða støðuna, eftir at stjórnin í Colombo hevur havnað tilboðnum frá teimum tamilsku uppreistrarmonnunum um vápnahvíld. Teir tríggir, Carl Bildt, David Miliband og Bernard Kouchner, fara fyrst og fremst at kanna umstøðurnar hjá teimum umleið 50.000 sivilfólkunum, sum eru í bardagaøkinum har norðuri í Sri Lanka. David Miliband segði í gjár, at hann hevur tosað við srilankiska forsetan, Mahinda Rajapaksa, í telefon og sagt seg stúra fyri lagnuni hjá sivilfólkinum. Tað sama sigur eitt umboð fyri ST, sum kannaði viðurskiftini í síðstu viku. Fleiri eru fátæk Altjóða fíggjarkreppan er í ferð við at gerast ein menniskjalig og menningarlig vanlukka, tí hon rakar tey fátækastu londini serliga meint, siga Altjóða Gjaldoyragrunnurin og Heimsbankin í einari felags frágreiðing. IMF og Heimsbankin siga, at um illa vil til, kann fíggjarkreppan senda meiri enn 50 milliónir fólk út í álvarssamt fátækradømi, og at uppaftur fleiri fara at kenna sviðan av fátækradømi í ár. Sum vant eru tað serliga lond í Afrika, sum verða meint rakt. Sum heild var afrikanski búskap­ arvøksturin 5,25 prosent í fjør, men í ár vænta IMF og Heims­ bankin afturgongd, sum verður um tvey prosent, skrivar NTB. Framsóknarflokkurin, Borgarahreyfingin og Samfylkingin eru fyri ES-limaskapi, og tey umboða 34 av teimum 63 altingslimunum. Vinstri Grøni, sum hevur verið partur av stjórnini, er tó ímóti ÍSLENDSKA VALIÐ Leo Poulsen sosialurin.fo Tað var ein stórur tapari á íslendska valinum leygar­ dagin. Sjálfstæðisflokkurin, sum hevur sitið í stjórn sein­ astu 20 árini gekk 12,8% aftur og misti tíggju sessir. Flokkurin er kortini fram­ vegis næst størstur við 15 altingslimum. Íslendska aðalkonsulátið skipaði fyri valkvøldi í Sjón­ leikarhúsinum í Havn, og har vóru savnaðir fitt av íslendingum, sum fylgdu við valinum í Íslandi. Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu fólk dáma úrslitið av valinum, men fólk flest munnu vera nøgd við, at ein broyting er komin í. Og nú hevur fólkið so eisini talað og skiftisstjórnin, sum sat, hevur nú heimild frá veljaranum. Vinstri Grøni flokkurin hevði størstu framgongdina við 7,2% og fór úr 9 upp í 14 altingslimir. Samfylking­ in fór fram við 3,2% upp í 30,3% og er nú størsti flokk­ ur við 20 altingslimum. Flestu íslendingar eru samdir um, at krónan hevur spælt fallitt, og tí er eitt samstarv um evruna fremsta málið hjá Íslandi í løtuni. Spurningurin er so, um teir sleppa upp í eitt samstarv um evruna uttan at gerast fullgildir limir í ES. Framsóknarflokkurin hev­ ur annars verið ímóti ES­ limaskapi. Frá gamlari tíð var flokkurin bóndaflokkur, men nú royna teir meira at tekkkjast býarfólki. Meiriluti í Føroyum Í desember 2006 var ein kanning gjørd, har tað fyri fyrstu ferð var ein meiriluti fyri føroyskum limaskapi í ES. Ein onnur kanning frá februar í ár vísir at ein meiri­ luti er ímóti føroyskum ES­ limaskapi. Av 819 spurdum vóru 279 fyri limaskapi, 340 ímóti, meðan 192 ikki vistu. Ein annar spurningur í hesi kanningini var, hvørja støðu fólk hava til ES­ limaskap um so er, at Ísland velur at fara upp í. Av teim­ um 532, sum antin søgdu nei ella vistu ikki søgdu 64 seg taka undir við ES­lima­ skapi um so var at Ísland eisini gjørdist limur. Kanningar heilt afturi frá 1984 og fram til dagin í dag vísa, at við einum undantaki eru fleiri ímóti ES­lima­ skapi enn fyri. Bert við kanningina í des­ ember 2006 eru fleiri fyri enn ímóti ES­limaskapi. Annars vísa tølini at mót­ støðan móti ES­limaskapi liggur millum 42 og 77 prosent. Tað hevur ávirkan á før­ oysku støðuna, um Ísland fer upp í ES ella ikki, og tá Samfylkingin tykist uppsett upp á at lata inn umksókn um limaskap, fær tað týdn­ ing fyri føroyingar eisini. Tað er fyrst og fremst fyri gjaldoyra, at íslendingar vilja sleppa upp í ES, og meðan Vinstra Grøni er ímóti ES­limaskapi kann roknast við, at Sjálfstæðis­ flokkurin heldur seg kyrran í hesum málinum. Flokkurin fekk ein framman á við valið, og mett verður, at flokkurin kann fara í tvíningar, verður ES­málið til ein kardinalspurning. Hvussu verður við íslendskari umsókn er sjálv­ andi ikki til at vita enn, men sambært ES keldum skal ein umsókn koma nú, ella skal Ísland rokna við at bíða í fleiri ár. Tað er fyrst og fremst gjaldoyra, sum dregur, men um Ísland sleppur upp í eitt evrusamstarv uttan at gerast fullur limur er so ein annar spurningur. Meiriluti fyri ES-limaskapi Spurningurin um ES-limaskap hevur javnan verið kannaður, men bert í einum føri var meiriluti fyri limaskapi Upphavskvinnan til umstríddu heilsubókina »10 ár yngri eftir 10 vikum« Thorbjørg Hafsteinsdottir kemur nú til Føroyar at geva góð ráð um heilsu og útsjónd Heilsa Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað vakti ans, tá danski heilsuráðgevin Thorbjørg Hafsteinsdottir í fjør kom við eini vegleiðing til, hvussu vit kunnu gerast 10 ár yngri eftir bert 10 vikum. Ráðini hevði hon savnað í bókini 10 ár yngri eftir 10 vikum, sum skjótt gjørdist metseljari í Danmark. Eisini føroyingar fáa nú høvi at hoyra Thorbjørg Hafstein­ sdóttir greiða frá sínum ofta umstríddu ráðum, tá hon fer at halda fyrilestur í Før­ oyum í mai mánað. Serfrøðingar ávara Hóast mong hava tikið øðrvísi ráðini hjá Thorbjørg Hafsteinsdottir um betri vælveru, heilsu og snøggari útsjónd til sín, hava fleiri læknar og serfrøðingar funnist hvassliga at hennara tilmælum. Eitt nú hevur Kim F. Michaelsen, professari á Institut for Human Ernær­ ing, ávarað staðiliga ímóti ráðunum í bókini um at børn ikki skulu hava mjólk, sambært Biovísundaliga Fakultetinum á Københavns Universitet. Eisini metir Christian Gluud, yvirlækni á Ríkisjúkrahúsinum, sam­ bært Ekstra Blaðnum, at stóru mongdirnar av vita­ minum, sum Hafsteinsdottir viðmælir, kunnu elva til krabbamein. Tað er felagið LIVA, sum hevur boðið Thorbjørg Haf­ steinsdóttir til Føroyar. Hóast stigtakararnir eru greiðar yvir kritikkin, hava tær ikki mett tað vera neyðugt at upplýsa fólk um hetta í sambandi við vitj­ anina hjá Hafsteinsdottir í Føroyum. ­ Vit hava ikki hildið kri­ tikkin verið so álvarsaman, at tað var neyðugt at ávara fólk. Thorbjørg Hafsteins­ dottir hevur eisini endur­ skoðað og broytt onkur av sínum heilsuráðum í bókini 10 ár yngri eftir 10 vikum, síðani bókin kom út, sigur Jóngerð Biskopstø, umboð fyri LIVA. Men hví vísa tit so til júst hesa bókina í tíðindaskriv­ inum, tit hava sent út? ­ Tí vit halda framvegis, at fleiri av ráðunum eru sera áhugaverd og nýhugs­ andi. Men tað merkir ikki, at vit halda Thorbjørg Haf­ steinsdottir hava endaliga svarið uppá allar okkara heilsutrupulleikar. Haf­ steinsdottir lagar jú síni ráð til tann einstaka, har tú so kanst taka tað til tín, sum tú heldur hóskar tær best, sigur Jóngerð Biskopstø, sum kortini heldur tað vera í lagi at atfinningarnar koma fram eisini í Føroy­ um Í donskum miðlum hevur Hafsteinsdottir sjálv víst kritikkinum aftur og kallað hann tápuligan og útrykk fyri, at fólk hugsa ov kon­ servativt. Í fyrilestrinum í Føroyum fer Thorbjørg Hafsteins­ dottir at vísa á, hvussu vit fáa tamarhald á trongdini til søtt og feitt, og hvussu kroppurin kann ávirkast av ymsum mati, so vit gerast sjúk og feit. Eisini gevur hon góð ráð um, hvussu tú kanst minka um og útseta rukkur, og fáa ein kropp, tú ert nøgd við ­ og kanska gerast 10 ár yngri eftir 10 vikum. Umstrídd heilsuguru til Føroyar Thorbjørg Hafsteinsdottir heldur kritikkin av sínum heilsuráðum vera tekin um, a fólk ofta hugsa ov siðbundið