Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 79 - 27. apríl 2009 Obama betur enn Clinton Amerikanararnir eru væl nøgdir við Barrack Obama, nú hann hevur verið forseti í 100 dagar. Ein meiningakanning hjá ABC News og Washington Post vísir, at 69 prosent av teimum spurdu eru væl nøgd við forsetan, og tað eru 20 ár, síðani ein forseti var so væl umtóktur eftir teir fyrstu 100 dagarnar í Hvítu Húsunum. Men tað er stórur munur á, hvat veljararnir hjá teimum báðum flokkunum halda um Obama. Av teimum demokratisku veljaru­ num eru heili 93 prosent væl nøgd við Obama, men tað siga bara 36 prosent av teimum republikonsku veljarunum. Altingsumboðini hjá Samfylkingini halda fast um, at Ísland skal søkja um limaskap í ES sum skjótast, eftir at nýggj stjórn er skipað, og at flokkurin skal ikki slaka í hesum málinum, sama hvat tað kostar Ísland Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Flokkarnir, sum taka undir við íslendskum limaskapi í Evropasamveldinum, fingu meiriluta í Altinginum á valinum leygardagin, men tað er tó lítið hugsandi, at Samfylkingin og Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráð­ harri, fara at leita sær annan stjórnarmeiriluta enn saman við Vinstri Grønu sum und­ an valinum. Men líka so fast sum Samfylkingin held­ ur um ES­limasmapin, líka so avgjørd tykist leiðslan hjá teimum vintsragrønu at vera ímóti. Tá úrslitið av valinum var komið, segði Jóhanna Sigurðardóttir, at valið var ein uppgerð við tann gamla Sjálfstæðisflokkin, men samstundis ein staðfesting av, at veljararnir vilja hava eina greiða kós í ES­máli­ num. Eingin avsláttur Í gjár vóru Jóhanna Sigurðar­ dóttir og Dagur B. Egg­ ertsson, ávikavist formaður og næstformaður í Sam­ fylkingini, á fundi við leið­ ararnar hjá teimum vinstra­ grønu, formannin Stein­ grím J. Sigfússon og næst­ formannin Karin Jakobs­ dóttir, um at halda fram við stjórnarsamstarvinum. Aftaná brúkti Jóhanna Sigurðardóttir tey vanligu orðini "góður og gagnligur" um fundin, men hon og Steingrímur J. Sigfússon kundu tó ikki dylja, hvussu ósamd tey eru um tann týdningarmesta spurningin. Jóhanna Sigurðardóttir segði við fjølmiðlarnar, at ES­limaskapur verður uttan iva tað torførasta málið at loysa í samgongusamráðing­ unum. Steingrímur J. Sig­ fússon var meiri greiður: ­Hetta er eitt stórt og trupult mál, og tað er eingin brúgv um gjónna millum flokkarnar, segði hann. Sambært Morgunblað­ num ætlar tingmanningin hjá Samfylkingini ikki at slaka í ES­málinum. Ella sum sagt verður: Í hesum málinum verður eingin av­ sláttur latin. Ein av ráðharrunum í sit­ andi stjórnini fall á valinum leygardagin. Tað var Kolbrún Halldórsdóttir, umhvør­ vismálaráðharri, sum stillaði upp fyri tey vinstra­ grønu í Reykjavík. Kolbrún Halldórsdóttir varð vald í Altingið í 1999, sum eisini var fyrsta valið, sum gav teim­ um vinstragrønu umboð í Altinginum. Tá tey vinstragrønu og Samfylk­ ingin skipaðu stjórn í vetur, bleiv Kolbrún Halldórsdóttir tilnevnd umhvørvismálaráðharri. ES er knúturin og hvørgin vil slaka Fakligi lands­ felagsskapurin og handilsráðið í Íslandi eru ikki í iva um, at úrslitið av altingsvalinum skal tulkast sum ein áheitan á politikararnar at taka upp samráðingar við ES um limaskap Ísland Árni Joensen: arni@sosialurin.fo ­Niðurstøðan av valinum er í fyrra lagi eitt greitt krav frá veljarunum um aqt royna samráðingar við ES um limaskap. Í øðrum lagi er úrslitið eitt krav um at verja vælferðarsamfelagið eftir norðurlendskum leisti. Tí bleiv valið eisini ein upp­ gerð við Sjálfstæðisflokkin og ábyrgd hansara av búskaparpolitikkinum tey seinastu árini. Soleiðis tulkar formaðurin í fakliga landsfelagsskapi­ num í Íslandi, Gylfi Arn­ bjørnsson, úrslitið av al­ tingsvalinum. Hann sigur við Morgunblaðið, at val­ úrslitið hevur ein greiðan boðskap um, at veljararnir vilja hava teir politisku flokkarnar at semjast um eina kós í ES­málinum. Gylfi Arnbjørnsson held­ ur ikki, at tað góða valúr­ slitið hjá teimum vinstra­ grønu kemst av teirra mót­ støðu ella iva um ES­lima­ skap. ­Tað góða úrslitið hjá Samfylkingini og teimum vinstragrønu endurspeglar viljan hjá veljarunum. Í fyrra lagi at fáa gongd á samráðingar við ES og í øðrum lagi at varðveita væl­ ferðarsamfelagiuð, sigur formaðurin í ASÍ. Veljararin og vinnan samd Stjórin í íslendska Vinnu­ ráðnum, Finnur Oddsson, er samdur við formanninum í fakliga landsfelagsskapi­ num. ­Tað er týðiligt, at tjóðin vil hava samráðingar við ES um limaskap, og somu hugsan hevur ein stórur partur av vinnulívinum, sig­ ur Finnur Oddsson við Mor­ gunblaðið. Hann sigur, at í íslendska vinnulívinum er semja um, at tann íslendska krónan er ikki nóg trygt gjaldoyra, og at tað er neyð­ ugt at fara aðra leið. ­Mær tykir, at veljararnir hava somu áskoðan sum vinnulívið, sigur Finnur Oddsson og leggur afturat, at hann er sannførdur um, at tað var júst ES­politikkur­ in, sum gav Samfylkingini tað úrslitið, sum flokkurin fekk. Veljarin vil hava samráðingar við ES 27 nýggj andlit Ikki færri enn 27 nýggj andlit eru í tí nýggja Altinginum. Átta ting­ menn, sum stillaðu upp­ aftur og lótu framvið at koma aftur á ting, fullu. Samfylkingin er stø'rsti flokkur. Hann fekk 29,8 prosent av atkvøðunum og 20 tingmenn. Tað eru tveir fleiri enn undan vali­ num. Sjálfstæðisflokkurin fekk 23,7 prosent av at­ kvøðunum. Tað gav 16 tingmenn, og sostatt misti flokkurin níggju umboð. Tað vánaliga úrslitið gjørdi, at Sjálfstæðisflokk­ urin hevur ongantíð verið so fámentur í Altinginum fyrr. Vinstri hreyfingin grænt framboð ella tey vinstra­ grønu fingu 21,7% av atkvøðunum og 14 ting­ menn. Tað eru fimm fleiri enn undan valinum. Framsóknarflokkurin f fekk eitt betri úrslit enn væntað Flokkurin fekk 14,8 prosent av atkvøðu­ num og tríggjar tingmenn afturat teimum seks, sum flokkurin hevði. Borgarahreyfingin er nýggjur flokkur í Altingi­ num. Hann fekk 7,2 pro­ sent og fýra tinglimir. Frjálslyndi flokkurin misti sína umboðan. Flokk­ urin fekk 2,2 prosent av atkvøðunum og misti tey fýra umboðini í Altingi­ num. Altingsvalið leygardagin var søguligt, tí ongantíð áður hava íslendsku veljar­ arnir valt so nógvar kvinn­ ur á ting. Av teimum 63 tinglimunum eru 27 kvinn­ ur, og tað svarar til 43 prosent. Tað var 31,2 í tí gamla Altinginum. Her er eisini vert at geva gætur, at tvær kvinnur stillaðu ikki uppaftur. Her kann eisini verða nevnt, at fyri 30 árum síðani vóru bara fimm prosent av íslendsku tingmanningini kvinnur. Eitt annað sermerkt við valinum er, at í trimum tingbólkum eru líka nógvar kvinnur sum menn ­ ella øvugt. Samfylkingin hevur 10 menn og 10 kvinnur í Altinginum, hjá teimum vinstragrønu eru sjey av hvørjum kyni, og hjá Borgarahreyfingini eru tveir menn og tvær kvinnur í tingbólkinum. Hjá Sjálfstæðisflokkinum eru fimm kvinnur og 11 menn, og hjá Framsóknar­ flokkinum telur tingmann­ ingin seks menn og tríggj­ ar kvinnur. Besta kvinnu­ umboðanin Ráðharri fall Jóhanna Sigurðardóttir og Steingrímur J. Sigfússon hittast til fundar í gjár. Kvinnan aftanfyri í miðjuni er Karin Jakobsdóttir, næstformaður hjá teimum vinstragrønu (Mynd: Morgunblaðið) Finnur Oddsson, stjóri í Vinnuráðnum (Mynd: Moegunblaðið)