mánadagur 27. apríl 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 79 - 27. apríl 2009
- Fólk eru ótrúliga
takk som fyri, at tey
kunnu fáa ráðgeving á
føroysk um. Vit skilja
og tosa føroyska mál-
ið, vit vita hvagani tey
eru, og vit kenna før-
oysku mentanina. Tað
lættir nógv um, greið-
ir Ruth Dal-Chris-
tian sen frá. Saman
við Randi Johannesen
hev ur hon verið á
Ráð geving ini í 25 ár
Ráðgevingin
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Í lítlu skrivstovuni við gam
la, avpussaða træ gólvi num
standa tvey skriviborð mitt
í rúminum. Har sita Randi
og Ruth og hjálpa før oy ing
um, sum eru vilstir í donsku
lógu num. Soleiðis hava tær
sit ið seinastu 25 árini og
tos að tvørturum skrivi borð
ini. Í eina fjórð ings øld hava
hesar báðar kvinnurnar ráð
giv ið før oy ing um í lestrar
ørinum, í sjúkra ørindum og
før oy ing um, sum arbeiða
og búgva í Danmark.
Tær hava bygt Ráð gev
ing ina upp frá grundini, og
ar beiða stútt við at halda
sa ma høga tænastustøðið,
sum tær eru so kendar fyri
at veita.
Byrjaði sum
ein roynd
Eg var formaður í nevndini
Ráðgevingina fyri 25 árum
síðani, so tað var eg, sum
setti Randi í starv, sigur
Ruth smílandi.
Tá var talan um eina
roynd í tvey ár, fyri at vita,
um tørvur var á eini før
oysk ari ráðgeving í Dan
mark. Skjótt staðfestu tær,
at tørvurin var ovurhonds
stór ur. Nú 25 ár eftir er
hann tað framvegis.
Hóast Ráðgevingin nú
verð ur 25 ár, so hava Ruth
og Randi arbeitt við Ráð
gev ingini enn longri av tí,
at tær eisini vóru við í fyri
reik andi nevndini. Randi
byrj aði í 1981 og Ruth í
1982. Tær hava sostatt báð
ar verið við síðani byrjan
ina.
Komandi hósdag verður
stórt hátíðarhald í Føroya
húsi num, tí tá eru 25 ár lið
in, síðani Randi varð sett í
fast starv, og sama dag
verð ur Ráðgevingin 25 ár.
Vit fara ordiliga at feiðra
dag in. Tað verða talur, mat
u r og drekka. Øll eru hjarta
l iga vælkomin, so vit ána
ikki hvussu nógv fólk
mun nu fara at koma, sigur
Ruth.
Men tær vita tó, at Hans
Pauli Strøm kemur. Hann
var einaferð leiðari av før
oysku hølunum í Rosen
borg gade, so tað er nokkso
stutt ligt, at hann nú kemur
aftur sum ráðharri at há
tíðar halda stóra dagin.
Frá skrivimaskinu
til e-mail
Tankarnir leita 25 ár aftur í
tíðina, til tá tær byrjaðu.
Ja, tað var ikki tað sama.
Tá høvdu vit ein metur av
ring bindum á hyllini, sum
vóru full av lógum. Tá
máttu vit sjálvar ganga
reglu liga ígjøgnum øll ring
bind ini, fyri at ajourføra
lógir nar við hond. Nú er alt
elektroniskt, og vit kunnu
sláa lógirnar upp á netinum,
visir Randi á.
Ruth leggur afturat, at tá
man fór yvir til at brúka
email broyttist arbeiðið
ei si ni heilt nógv.
Fyrr sótu vit her og
skriv aðu øll brøvini á mask
in. Síðani skuldu tey í
bræv bjálvar, frankerast og
so í postkassan. Av tí sama
bleiv tað meiri formelt og
lang drig ið, tað heila. Nú
kann man maila aftur og
fram fleiri ferðir sama dag.
So emailurin hevur broytt
nógv og stytt um tíðina,
sum sakirnar taka.
Tær eru tó samdar um, at
hóast tær nýta emailin
nógv hvønn einasta dag, so
skriva tær enn í sama
formel la stíli, sum um tær
sótu við skrivimaskinuna.
Eg dugi ikki at sleppa tí.
Tey ungu senda púra ófor
mell ar mailar, sum var tað
ein samrøða. Tað dugi eg
ikki ordiliga við, sigur
Ruth.
Takksemi
Jógvan Isaksen fyrilestur í Berlin
Føroyskar bókmentir seinastu 100 árini verður evni í fyrilestri, sum føroyski
rithøvundurin og bókmentafrøðingurin Jógvan Isaksen fer at halda á
Humboldt Universitetinum í Berlin 7. mai. Í fyrilestrinum fer Jógvan
Isaksen at viðgera tey mest týðandi skeiðini í føroysku bókmentasøguni
seinastu 100 árini. Eisini fer hann at lýsa trupla sambandið millum danska
og føroyska málið í føroyskum bókmentum, sum tað endurspeglar Føroyar
sum post kolonialt samfelag. Fyrilesturin, ið er á donskum, verður hósdagin
7. mai klokkan 18.00 á NordeuropaInstituttinum á Humboldt
Universitetinum í Berlin, høli 3.134 (Georg Brandes)
Ráðgeving fyri føroyingar í Danmark er í Føroyahúsinum, sum
liggur mitt í Keypmannahavn á Vesterbrogade 17A. Har ber til at fáa
dulnevnda hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum trupuleikum,
og lestrar-málum.
Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30 - 15.30.
Mikudag kl. 14.00 - 18.00.
www.radgevingin.dk