Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 79 - 27. apríl 2009 - Jú, leggur Randi uppí, -men tað skal væl eisini vera eitt sindur av autoriteti í okkara ráðgeving og sam- skifti. Tað nyttar einki, um vit gerast for smartar. Tær eru samdar um, at tað eisini merktist, tá tær fingu heimasíðuna www. rad gev ingin.dk. Har standa nógv ir upplýsningar, sum fólk sjálvi kunnu lesa seg fram til. Er tørvur á at ring- ja, so verður ráðgevingin ofta betri tá, tí fólk hava sett seg eitt sindur inn í ting ini. - Vit ganga høgt uppí, at fólk fáa so góða vegleiðing sum gjørligt, og har er heima síðan ótrúliga hent. Tað tók okkum eisini langa tíð at gera hana, tí vit vildu hava hana greiða og neyva, sigur Randi. Men hóast tøknin hevur lætt arbeiðsbyrðuna á summ um økjum, merkir tað ikki, at tær hava minni at gera fyri tað. - Seinastu árini eru lógir- nar broyttar ótrúliga ofta, so vit mugu sláa alt upp, hvørja ferð vit veita eina tænastu, fyri at tryggja, at tað nú er rætt, sum vit siga, vísir Ruth á. Randi leggur afturat, at trupu lleikarnir, sum fólk nú koma við, eru nógv meiri saman settir og torførir, enn teir vóru fyrr. Og tað gevur støðugt teimum báðum nýggj ar avbjóðingar. - Eftir 25 ár hendir tað meiri enn so, at vit fáa spurn ingar, sum vit ongan- tíð hava fingið fyrr, eru tær samdar um. Stórt takksemi - Hetta er eitt gott starv í so máta, at vit merkja eitt stórt takksemi frá teimum, vit hjál pa, sigur Randi. Ofta snýr sosial ráð- gevara arbeiðið seg um kontant hjálp, og tað sum har til hoyrir. Høvdu tær arbeitt sum sosialráðgevar á eini kommunu, so høvdu hesar minni stuttligu upp- gávurnar helst eisini verið ger andis kostur. Men í Ráð- gevingini er ikki neyðugt at hava eftirlit við við skifta- fólkinum. -Øll, sum koma til okkara, koma sjálvboðin, tí teimum veru liga tørvar hjálp og ráð geving. Nógv vita ikki síni livandi ráð, og eru glað at kunna venda sær til okkara, sigur Randi - At kunna fáa ráð gev ing- ina á føroyskum hevur nógv at týða fyri tey, sum koma higar. Tað er altíð lættari at tosa um trupulleikar á móður málinum, sigur Ruth. At fólk kunnu tosa sítt egna mál er helst eisini ein av orsøkunum til, at so nógv fólk árliga venda sær til Ráðgevingina. - Tað eru eisini fleiri, sum ringja og spyrja hvat ráð- gevingin kostar, sigur Randi flennandi, og letur hanga í luftini, at ráðgevingin, tær lata, er púra ókeypis. Randi og Ruth starvast ávika vist 32 og 30 tímar um vikuna á Ráðgevingini, og harav fer ein dagur inni á sjúk linga hotellinum Tórs- havn. - Tað eru fleiri, sum verða send akutt niður, og sum fáa boð um at verða her í langa tíð. Tá er nógv, sum skal fáast uppá pláss, bæði fíggjar liga -men eisini sosialt, greiðir Randi frá. Tað kemur meiri enn so fyri, at heilar familjur brád- liga verða noyddar at flyta niður, fyri at vera í nánd av Ríkissjúkrahúsinum. - Tey fólkini eru í kreppu, og hava ikki yvirskot til at finna útav øllum sosialu viðurskiftunum sjálvi. Tey hava tørv á kvalifiseraðari ráð geving. Eisini tá merkja vit veruliga eitt takksemi, og tað ger hetta starvið so gott. At man ger ein mun, stað festir Randi. Hjálpa hvørji aðrari Eftir at hava sitið yvirav hvørji aðrari í 25 ár kenna tær hvørja aðra út og inn. - Vit eru vinkonur, og vit hava fylgt hvørji aðrari í sorg og gleði øll hesi árini. Vit sita jú so tætt, so vit hava eisini lært at brúka hvørja aðra, sigur Ruth og held ur fram, - Eg hoyri tað beinanvegin á Randi, um hon hevur eina trupla samrøðu. Tá leggi eg alt frá mær, og eri til reiðar at hjálpa henni. Og hon ger tað sama fyri meg. - Ja, tað eru farnir nógvir seðlar við uppfylgandi spurn ing um tvørturum skrivi borðini her, leggur Randi afturat. – Nógvar av sam røðunum eru krevjandi, og trupulleikarnir kunnu vera ógvuliga samansettir. Tá er gott, at vit kunnu hjálp ast at. – Vit eru ymiskar, men vit kenna veikleikar og stykir hjá hvørji aðrari. Og av tí, at vit eru ymiskar, so supplera vit hvørja aðra væl, slær Randi fast. Men tær leggja báðar dent á, at tað aldri er fallið eitt øvugt orð, hóast tær av og á eru ósamdar. - Tað er jú eisini ein styrki at kunna vera ósamdur við- hvørt. Tað hevði ikki verið so gott, um vit bara sótu her og klappaðu hvørji aðrari á ryggin, staðfestir Randi. - Vit semjast altíð fakliga, tí okkara visjónir eru eins. Vit ynskja at hava eitt høgt tænastustøði, so ráðgevingin er so góð og neyv, sum gjør ligt, staðfestir Ruth. Dreymurin um Føroyar Randi og Ruth vóru báðar 17 ára gamlar, tá tær fluttu niður til Keypmannahavnar at nema sær miðnáms út- búgv ing. Randi sigur, at ætlanin alla tíðina var at venda heim aftur eftir lesnaðin. Men so vildi hon fyrst hava nakrar arbeiðsroyndir, áðr- enn hon flutti heim. - Ja, og so fekk man mann og børn, og so bleiv tað aldri til nakað, leggur Ruth aftur at. Báðar siga tær, at hugs- anin um at flyta heimaftur stundum hevur verið uppi og vent. - Men eg veit ikki, her sita vit við sama lag, flenn ir Randi. Og tað eru helst mangir úti setar, sum vóna, at tær verða sitandi í nøkur ár aftur at. i ger, at stríðið er tað vert Hósdagin 30. apríl verður hátíðarhald í Føroyahúsinum, tá Ráðgevingin fyllir 25 ár, og Randi samstundis hevur 25 ára starvsdag. Øll eru vælkomin. * Ruth og Randi eru einastu starvsfólkini á Ráðgevingini. Tær eru báðar útbúnar sosialráðgevar, og hava drúgvar royndir. * Ráðgevingin í Føroyahúsinum er ein sjálvsognarstovnur, sum er fíggjaður á fíggjarlógini, og tí verður einki gjald kravt fyri ráðgevingina. * Hetta er einasta staðið, sum einans ráðgevur føroyingum í sosialum viðurskiftum í Danmark. * Til ber at vera dulnevndur, tá spurt verður um ráðgeving, og tær hava tagnarskyldu. Sakirnar verða burturbeindar, tá málið er loyst. * í 2008 vóru 6820 vitjandi á heimasíðuni. * Umleið 1300 fólk seta seg árliga í samband við Ráðgevingina. * Randi og Ruth hava onkuntíð havt ein fingur við í spælinum, tá lógir verða gjørdar. Nevnast kann m.a. lógin um føroyafrádráttin. FAKTA um Ráðgevingina Les meiri á www.radgevingin.dk Krevja umbering frá pávanum Umboð fyri upprunafólkið í Kanada, teirra millum inuittarnar, krevja nú eina umbering frá katólsku kirkjuni og Benedikt páva. Inuittarnir og hini upprunafólkini vísa á, at í mong ár vórðu børnini tikin frá foreldtunum ímóti teirra vilja og koyrd í kostskúlar hjá katólsku kirkjuni í Kanada. Í skúlunum fingu børnini ofta ringa viðferð, og millum annað vórðu tey revsað, um tey tosaðu teirra egna mál. Umboðini fyri upprunafólkini vilja eisini vera við, at fleiri av børnunum vóru fyri kynsligum ágangi í teimum katólsku kostskúlunum, og nú vilja tey hava eina umbering frá pávanum, skrivar AP. Ruth Dahl-Christiansen Randi Johannesen Skrivstovan hjá Føroysku Ráðgevingini í Keypmannahavn