mikudagur 6. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 6. mai 2009
13
Høvundar og yrkjarar geva
okkum nakað at lesa, og
viðførið, vit fáa, er ofta við til
at víðka sjónarringin. Lat
ongan iva vera um tað
V
ið áhuga lurtaði eg eftir
Ctr-e í Útvarpi Føroya
seinastu viku.
Vertur var hin altíð skilagóði
Suni Merkistein. Við sær hevði
hann Hanus Kamban, Onnu
Ellingsgaard og Jógvan Isaksen.
Dentur var lagdur á skriving,
høvundar og um at taka lut í
samfelagskjakinum.
Alt í alt ein góð sending,
hóast breiddin kanska ikki var.
Ikki so løgið, tí hesi vóru samd
og seldu samfeld egnan
boðskap væl.
Tað hevur undrað meg, at
skrivandi fólk lutfalsliga hava
tikið so lítlan tátt í heildini í
samfelagskjakinum. Tey eru
skrivandi við góðum evnum.
Hesi høvdu varhugan av, at
samfelagið hevði sæð øðrvísi
og betri út, um tey vóru meiri
virkin á økinum. – Eg eri ikki
ósamdur í øðrvísi, betri, ja tað
kann vera.
Hanus Kamban helt fyri,
soleiðis skilti eg hann, at
høvundar vóru kanska í »serlig
ari støðu, har teirra handverk er
at skriva«.
Ja, møguliga!
Høvundar og yrkjarar geva
okkum nakað at lesa og við
førið, vit fáa, er ofta við til at
víðka sjónarringin, skapar
góðar løtur, umframt at hetta
ofta er einasti møguleiki at
koma tætt at skrivandi kapasi
teti. Tey hava jú lisið fleirfalt
tað tey hava skrivað.
Hvat er eitt listafólk
Av og á havi eg hugsað, hvat er
í veruleikanum eitt listafólk.
Jú, vanliga hugsa vit t.d. um
myndlist, skriving, tónlist
o.s.fr. – Soleiðis verður oftast
staðfest.
Taka vit t.d. donsku gulløld
ina, har serliga vælevnað fólk
gjørdu vart við seg, Bertel
Thorvaldsen, Søren Kierke
gaard, C. F. Tietgen, Hjerl
Hansen, bara fyri at taka
onkrar spjaddar tættir. Øll
hesi vóru listafólk á sera
ymiskum økjum.
Ikki bara høvundar áttu at
tikið meiri lut í samfelagskak
inum, men sanniliga eisini
aðrir listatættir sum t.d.
vinnulívsfólk.
Hvat er so eitt listafólk í
víðastu merking?
Hanus Kamban sigur, at
høvundar eru »í serligari støðu,
har teirra handverk er at
skriva«. Ja, helst er tað so, men
eru tey nú kortini í meiri
»serligari støðu« enn onnur.
Spurningur er, um ikki øll
listafólk, hvør á sínum øki eru í
meiri »serligari støðu«. Tey,
sum hevja seg upp um tað
vanliga, eru listafólk?
Kann ikki roknast við at
vinnulívsfólk, ella ein dyggur
fiskiskipari eru listafólk hvør á
sínum øki? Er t. d. fótbóltss
pælarin Ryan Giggs ikki lista
maður, ella fyri alt tað Todi
Jónsson? Hvat siga vit t. d. um
Susan Boyle, sum hevur
»goymt« seg í Skotlandi? Poul
Mohr, Kjølbro, Eiler Jacobsen,
John Dam, Kristian Martin
Rasmussen, Hanus Hansen,
Júst í Túni, fyri at nevna onkr
ar? Í málningalistini, Ruth
Smith, Mikines, Ingálvur av
Reyni, sangarar sum Ernst S.
Dalgsgarð, Rúni Brattaberg,
Eivør og Teitur.
Onnur áttu at tikið meiri lut
Jú tey eru øll dygg listafólk og
handverkarar øll av »serligum
slagi«, hóast tey ikki eru
skrivandi fólk. Eisini vinnu
lívsfólk eru »í síni serligu
støðu«, og eiga at vera við í
samfelagkjakinum, fyri at
fingið breiddina.
Aftur til listina í vinnulívin
um. T.d. hugsa vit um Herning-
handils-, virkis- og listafólkini,
ella hví fingu fyrrverandi
klædnavirki mangastaðni, sum
gjørdust mentanardeplar ser
ligan status í mentanarhøpi?
Tað hevði sína serligu orsøk!
Eri samdur við høvundarnar,
at skrivandi fólk áttu at verið
meiri ágrýtið í samfelagskjak
inum, men tað áttu aðrir sam
felagstættir eisini.
Listin er sera fjøltáttað, tí er
umráðandi, at fólk ikki gongur
– óvitandi - og heldur, at júst
listatátturin ella handverkið ein
fekk í vøggugávu, at »hesin júst
er so serligur«!
Samstundis hevur tað ofta
harmað meg, at lista- og hand
verk hjá vinnulívsfólki ov ofta -
júst av skrivandi fólki og høv
undum - hesi fólk verða gjørd
sera ivasom fyri at siga tað
milt. So einfalt og grunt kann
hetta illa gerast. Ella kann tað?
Munir eru á umtalu
Í hesum sambandi sá eg í bók
um danska vinnulívið grein end
urgivnað, sum stóð í Berlingske
Tidende um kenda danska
vinnulívsmannin, Otto E. And
ersen, sum doyðí fyrra helming
av fyrru øldini. Um hann verð
ur so vakurt sagt m.a.:
»Otto E. Andersen var en
købmand af format, selvom
hans købmandsbane ikke var
uden skuffelser. Det tjener ham
til ære, at han i modgangs som
i medgangs dage forstod at
holde ryggen rank, således at
der stadig stod respekt om hans
retlinede karakter og virk
somme købmandsnatur, og det
gav hans liv en smuk afslutn
ing, at han på sine ældre dage
kunne se det firma trives, som
han havde været knyttet til fra
sin ungdom«. Hesin var sannur
listamaður á vinnulívsøkinum,
verður sagt.
Lat meg eisini taka tað við, at
Hanus Kamban sigur í frælsari
sending generelt og einfalt, at
tað er religiøsi massin, sum
lækkar mentanarstøðið: »Religi
øsar rørslur, sum standa fyri
antiupplýsing«. So grunt ber
ikki til at fara um. Ella ber tað?
Hetta vísir, at heldur ikki
høvundar vita alt, hóast teir lesa
fleirfalt tað, teir skriva.
Vinnulívsfólk eru eisini lista
fólk, hóast vit ikki vanliga
hoyra tað nevnt. Tað er tí av
stórum týdningi, at hesin bólkur
eisini er við í samfelagskjakin
um, so javnvágin er meiri
sjónsk.
Tættir við fólki sum hevja
seg upp um tað vanliga, har eg
havi nevnt onkrar, eru eisini
»handverkarar av serligum
slagi«.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vinnulívsfólk eru
eisini listafólk
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jógvan við Keldu