Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 86 - 6. mai 2009 Ynskja politikkararnir nýskapan í alivinnuni, og vilja teir hava ali­ vinnu við einum útflutn­ ings­virði omanfyri 50 milli­ardir um eini 15 ár, má uppskotið til nýggja ali­lóg broytast. Broyt­­ing­ ar eiga ikki nú at verða gjørdir í eigarastrukt­ur­ inum í alivinnuni, ið kunnu føra til at bert tvær alifyritøkur sita á øllum aliloyvunum Hvussu skal alivinnan síggja út um 15 ár, hvat er visjónin og hvørji lang­tíð­armál verða sett fyri eina føroyska alivinnu? Hesir spurningar mugu diskuterast og langtíðar­ mál mugu setast, áðrenn broyt­ingar innan eigaravið­ ur­skifti verða gjørdir. Ein nýskapanaðarpolitikkur innan loyvistreytir verður ein av avgerandi faktor­un­ um í samband við nýskap­ an í alivinnuni. Fyrrv. nevndarforkvinna í P/f Fiskaaling (í 8 ár) Virði á einari føroyskari alivinnu eigur innan fá ár at verða fleiri ferðir størri enn samlaða virðið í fiski­ vinnuni. Nær útflutnings­ virðið fyri alivinnuna kann fara uppum 50 mill­ iardir, er torført at siga, men talan er um ógvuliga stór virðir í einari kom­ andi alivinnu. Hvørjir møguleikar eru í alivinnuni? Í dag fevnir føroyska ali­ vinnan í høvuðsheitum um eina laksaframleiðslu, sum brúkar um 20 km2 av før­ oyska sjóøkinum til aling. Undir Føroyum liva yvir 200 fiskasløg, ymisk skeljasløg, td. hummari og krabbi, ymiskar algur og tari av ymiskum sløgum. Hetta merkir, at umhvørvið á føroyska sjóøkinum kann rúma eina sera fjølbroytta ali­ vinnu. Hartil er før­oyska sjóøkið størri enn 200.000 km2, tvs góðar 10.000 ferðir størri enn aliøki, sum verða nýtt í dag. Tað fara at vera yvir túsund møguleikar at velja ímillum. Føroyska alivinn­an troytir bert ein lítlan part av teimum møgu­leik­um, ið eru innan aling. Men hvat skal til fyri at vaksa munandi um virðið á einari føroyskari alivinnu. Fólk við vitan er for­ treytin fyri nýskapn og menning í alivinnuni Fólk við vitan og fólk við áræði er fortreytin fyri einari menning av ali­vinn­ uni. Skulu vit fáa fólk við vitan til Føroya, mugu tey trívast her og hava møgu­ leika fyri at granska og gera royndir innan øki, sum eru viðkomandi í Føroyum. Verða bert tveir aktørar í Føroyum og eingin aktivur loyvispolitikkur, koma hesir báðir eigarar­ nir (før­oyingar ella útlend­ ingar) at avgera hvat er viðkomandi fyri Føroyar. Hesir eigarar hava ongan møguleika at kenna til allar møguleikar­nir, sum eru innan alivinn­una, og eitt einstakt felag fer neyvan at arbeiða við nógvum ymiskum vatnliv­ andi djórum og plantum. Motivatiónin hjá vitun­ að­arfólki at koma til Føroya at granska og gera royndir verður sera av­ mark­að. Uttan vitunað­ar­ fólk verður nærum eingin nýskapan í alivinnuni. Kapitalur Kapitalur verður ikki fløsku­hálsurin í einari vaksandi alivinnu. Er fólkið við røttu førleikum, áræði og ikki minst burð­ ar­dyggum verkætlanum til­staðar, verður ikki trup­ ult at fáa fatur á kapitali. Hesin kann gott vera útlendskur. Havast skal í huga, at ein stór broyting er við at fara fram innan heilivágs- og matvøruvinnuna, sum við­førir at øktur kapitalur kem­ur inn í matvøru­ vinnuna. Hvat er trupulleikin við at broyta eigaraviður­ skiftini í alivinnuni nú? Fram til nú er tøknin at ala onnur fiskasløg enn laks ikki serliga kend í norður­høvum, men arbeitt verður við at menna nýggja tøkni. Stórt trýst er at finna nýggj øki til at ala á, og tá um 70% av jørðini er vatn og sjógvur, er stórt fokus á at finna fram til tøkni innan aling á landi og sjógvi. At laksaframleiðslan verður savnað hjá færri aktørum enn í dag, er sum so eingin forðing fyri menn­ing av einari kom­ andi alivinnu. Tað eru gott 35 ár síðani, at Fiskaaling byrjaði at arbeiða við aling av sílum og síðani laksi, og laksafram­leiðsl­ an er nú vorðin ein so­ kallað “stand­ardfram­ leiðsla”. Trupulleikin við at broyta eigaraviðurskiftini fyri aliloyvini nú, har hædd ikki er tikin fyri einum nýskapandi loyvis­ politikki, viðførir at alivinnan ikki hevur neyðugu karmarnar til at troyta allar møguleik­ arnar, sum fara at vera innan aling í Føroyum. Her verður serliga hugsað um nýggjar aktørar innan alivinnuna, sum ynskja at framleiða annað enn laks. Havast skal í huga, at tað eru tey bestu loyvini, sum alararnir sita á í dag. At ala á hesum loyvum er bíligari enn at ala longri úti. Tí er neyðugt at nøkur av hesum “góðu” økjum, kunnu nýtast til at gera royndir við øðrum vatnlivandi djórum og plantum enn laksi. Skal ein nýggjur alari í gongd við at gera royndir úti á streymasjóvi, verður hetta sera dýrt og tí avmarkað, hvussu nógvar royndir fara at verða gjørdar. Nógv bíligari er at flyta eina væleydnaða fram­ leiðslu frá einum fjørði og út á streymasjógv. Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m. ikki rokkið Uppskotið til alilóg, sum liggur í Løgtinginum, hevur til endamáls at skapa karmar fyri burðardyggari menning av alivinnuni og at skapa karmar fyri, at alivinnan er kappingarfør og kastar sum mest av sær. Uppskotið livir, eftir mínari sannføring, ikki upp til endamáls­orðing­ ina, og skapar ikki karmar fyri einari alivinnu, sum kastar mest av sær. Tað er eingin ivi um, at komandi fimm árini fer føroyska alingin nærum bert at fevna um laks. Høvdu vit longu nú gjørt royndir við øðrum alisløg­um, tara v.m., kunnu hesi gerast vinnu­ lig um nøkur ár. Tað eru hesi nýggju fiskasløgini v. m., sum kunnu hækka virðið á alivinnuni munandi. Tí er tað ikki skilagott at broyta eigarastruktur, so­leiðis at møguleiki er fyri, at tað bara verða tveir alarar í føroyskari alivinnu, áðrenn greið mál eru sett fyri hvussu ein alivinna skal síggja út um 15 ár, og ein ætlan er gjørd fyri, hvussu málini verða rokkin. Viðmerkingar til ætlaðu broytingar í alilógini Ynskja politikkararnir nýskapan í alivinnuni? Fyrrv. nevndar­ for­kvinna í P/f Fiskaaling (í 8 ár) Janet Fríða Johannesen Obama leverede følgende salut til det tyrkiske parla­ ment d. 6/4.09: ”Vi vil gerne give udtryk for vor dybe påskønnelse af den islam­ iske tro for hvad den genn­ em århundreder har gjort for at danne vor verd­en, inkl. mit eget land.” Amerikanerne reagerer forskelligt på denne stærke udtalelse. Nogle tager det meget afslappet og siger som mange af os: ”Enhver bliver salig i sin tro.”Andre mener, han som ameri­kansk præsi­dent er gået for vidt, men vælger at opfatte hans ord som en harmløs politisk finte. På andre igen, inkl. mig selv, gør denne flirten med islam ondt. Det Ameri­ ka, vi elsker, er fædrenes USA. En af dem var Patrick Henry, som er kendt for ordene:  ”Giv mig frihed eller giv mig død!” Men han sagde også: ”Denne nation er ikke grundlagt på religion eller religiøse mennesker, men på evangeliet om Jesus Kristus.” Men nu rækker Obama i stedet Muhammed lille­fing­ eren. Men, hr. præsi­dent, på hvad måde har islam dannet USA og den frie verden? Den ameri­kanske grundlov har sikret dets borgere frihed og ligeret og ikke favoriseret nogen bestemt religion. Den­ gang ønskede man Bibel­en i højsædet i skoler­ne, men tog afstand fra, at kristendomm­ en skulle forvaltes af én bestemt kirke a la en europæ­ isk folkekirke. Anderledes er det, som vi alle, véd med islam. Får den magt som den har agt, vil islam blive statsreligion sådan, som den er i det i lande med Sharia som grundlov. Det var ikke muhamed­ anerne, der afskaffede slaver­ iet i USA. De har tværtimod ned gennem historien og i vor tid holdt mange i slaver­ iets lænker, både fysisk og åndeligt. Jeg tror ikke, vi kan finde spor af noget som helst positivt i USA, som skyldes islam. Men Obama kan alligevel hylde islam og slippe godt fra det. De fleste amerikanere trækker højst resigneret på skuldr­ene. Ligesom i Europa. Hermed ønsker jeg ingen hetz mod muslimerne. De lever jo side om side med de kristne. Men deres lære og deres koran er diametralt mod alt, hvad der hedder kristendom, som de hader af et sandt Allah´s hjerte. Obamas knæfald for islam USA Jørn Nielsen Í samband við sparingar og rationaliseringar, var mangt uppi at venda, hvussu tað kundi gerast á besta hátt. Eitt tað fyrsta, sum var uppi at venda, vóru stovn­ar­nir/ tilboðini hjá Klaks­víkar Kommunu, sum ikki eru lóg­ arkrøv. Spurning­ur­in var so, um tað ikki var best, at stongja/lukka okk­urt av hes­ um tilboðunum soleiðis, at tey tilboðini, sum so vóru eftir í komm­ununi, ikki skuldi skerjast í alt ov stóran mun. Spurningurin var, um tað ikki var best at stongja frítíðarskúlan, sum kostar 1,7 milliónir brutto árliga, svarandi til 1,4 milliónir netto(tá foreldraparturin er goldin). Her kundi man so við at stongja ein stovn, spara so mikið nógv av pen­ ingi, at hetta vildi við­ført, at aðrar tænastur ikki í líka stóran mun skuldu skerjast. Eftir drúgvar samráð­ing­ar, bleiv samgongan tó samd um, at frítíðarskúlin fram­ haldandi skuldi verða opin. Men, at frítíðar­skúl­in, sum eina fyribilsloysn skuldi flytast út í Virkis­húsið fyri á tann hátt spara pening. Tað var eisini frammi at stongja fríðtíðar­skúlan, men vit komu so til hesa loysnina. Og tá eg sigi ein fyribils­ loysn, meinast tað við, at frítíðarskúlin skjótast gjør­ ligt skal flyta inn í gamla Tekniska Skúla. Flytingin skal í seinasta lagi verða tá Ósáskúlin verður liðugur. Ein samtykt frá seinasta býráði sigur jú, at frítíðar­ skúlin skal flyta inn í hendan skúlan. Í løtuni húsast næmingar og lærarar frá Ósáskúlan­um í Tekniska Skúla ímeð­an Ósá­skúlin verður bygd­ur. Haldi tað er vert at nevna, at samgongan valdi, at bygg­ ingin av Ósáskúlan­um ikki skal útsetast. Grundað frammanfyri metti eg, at best var at semj­ ast um, at frítíðar­skúlin fyri­ bils kundi flyta út í Virkis­ húsið, sum jú er fult av møgu­leikum. Og eitt gott og stórt spælipláss liggur um­ leið 50 metur frá Virkis­húsi­ num. Her skulu einans heilt smáar ábøtur gerast fyri at fáa eitt 1.floks spælipláss/ sparkivøll til í summar. Eis­ ini er eitt snotisligt pláss (núverandi p-pláss) oman­ fyri/vestan­fyri Virkishúsið sum, um neyðugt, lættliga kann gerast til spælipláss ímeð­an frítíðarskúlin heldur til har. Her kundi ein rampa, sum børnini eru glað fyri, verið sett. Havi tosað við handverkara hjá kommun­uni og hesin rampin kann lætt­ liga gerast fyri ein sera bíligan penga. Hvussu dagligi dagurin verður, vita vit ikki heilt nágreiniliga enn, tí hetta er so nýtt. Men eg ivist onga løtu í, at við tí fólki, sum starvast innan økið, verður besta loysnin funnin. Møgu­ liga kann tað eisini verða ein fyrimunur fyri Virkis­ húsið, at børnini longu frá 1. flokki læra húsið at kenna. Trygdin Áðrenn virkishúsið verður tikið í brúk til frítíðar­skúl­an, skulu dagstovna­krøvini sjálvandi verða í lagi. Hvar eru sparingarnar Sparingar við at flyta frí­ tíðarskúlan eru góðar 300.000,- kr árliga. Frá august og restina av 2009 er sparingin kr. 150.000,-. Her kann verða skoytt uppí, at Virkishúsið helst kemur at brúka nakað meir av olju, el. og telefon, tá sornhúsið flytir út har. Men tað sigur seg sjálvt, at tað undir øllum umstøðum verður ein spar­ ing, tí tað er bíligari at reka eitt hús enn tvey, bæði í rakstri og viðlíkahaldi. Leigaðu hølini skulu vera í sama standi sum tá ið frí­ tíðarskúlin flutti inn! Rætt er tað. Men líka mik­ ið um frítíðarskúlin flytur út nú ella seinni, er tað neyð­ ugt, at hølini skulu gerast aftur í sama stand, sum tá ið frítíðarskúlin flutti inn. Niðurstøða Sjálvandi er hettar ikki nøkur ynskilig støða hjá nøkrum, og serliga ikki hjá teimum, sum tað rakar. Mín sannføring er, at tá ið nú fíggjarliga støðan er so álvarslig sum hon er, og drastisk stig skulu takast, er best at gera tað á ein so skyn­ saman hátt sum tað yvir­ høvur ber til. Eg føli, at tað er ein góð loysn, sum samgongan tók, at frítíðarskúlin skal halda fram. Tað er sera positivt fyri kommununa, at hon ikki misti hesa tænastu. Og ikki minst, at arbeiðspláss eisini verða varðveitt. Tí ein skal ongantíð gloyma, at tað er ein lagna aftanfyri hvørja uppsøgn. So saman um tikið eri eg glað fyri at politiski viljin bleiv: At frítíðarskúlin skal halda fram. Sjálvt um tað er neyðugt við eini fyribils­ loysn, við at frítíðarskúlin flytur út í Virkishúsið til klárt er at flyta inn í gamla Tekniska Skúla. Ongin ivi skal vera um, at frítíðarskúlin flytur inn í gamla Tekniska Skúla skjótast tilber. Hví flyta Sornhúsið út í Virksishúsið? býráðslimur Elsebeth Gunnleygs­ dóttur Hansen