mikudagur 6. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 86 • 06. mai 2009
4. partur
Heima hjá pápa vóru tey átta
systkin, fimm beiggjar og tríggjar
systrar. Tey vóru úr Ísakshúsi,
sum tað kallaðist. Foreldrini vóru
Grækaris í Skálum, sum var ættað
ur úr Gásadali og Anna Margreta,
sum var ættað av Skælingi.
So hendi tað, at tey mistu
mammuna í 1897. Tá sat abbi
eftir við átta børnum. Onkur av
teimum vóru tó tilkomin. Elias fór
so til Sandavágs at vaksa upp hjá
fastur síni. Pápi okkara fór oman
at vera á Mørk í Vestmanna, har
pápasystirin var gift. Har var hann
so, til hann var tilkomin.
Pápi giftist so við Helanna
f. Joensen, sum var ættað úr
Útistovu í Hvalvík. Vit blivu átta
systkin, seks brøður og tvær
systar. Pápi fór til skips sum aðrir
menn. Hann fór við Doru í 1905.
Teir, sum áttu Doru, vóru beiggjar
nir hjá honum Tummas, Kristoffur
og Pól og so tveir aðrir menn.
Pápi tók skiparaprógv hjá Jens
í Dali í 1912. Í 1913 fór hann at
føra Doceu hjá Vága Kristoffur. Í
1914 fór hann við enskum trolara
Fizenta sum Christian Evensen
stóð fyri.
Í 1915 fór hann aftur sum skipari
við Doru fyri beiggjan Kristoffur.
Í 1917 var hann skipari á
Mary Boyes. Hetta var undir 1.
heimsbardaga, og tá kom pápi út
fyri eini serligari hending.
Bretar kravdu hesa tíðina, at
føroysku skipini landaðu sín fisk
í Bretlandi til ásettan prís. Men í
Noregi fekst dupult so nógv fyri
fiskin, og fleiri tóku kjansin at
fara kortini.
Hetta vildu bretar ikki lata sær
lynda og vildu fyribyrgja hesum.
Teir seta fólk umborð á Mary
Boyes at noyða teir til Stornoway
at landa fiskin.
Tá ið teir fara aftur til Føroyar
úr Stornoway verða teir steðg
aðir av týskum kavbáti. Tá ið
tað kemur fram, at teir hava
landað fiskin í fíggindalandinum
Bretlandi er skipið deyðadømt,
og tað verður søkt, eftir at
manningin er sloppin í bátarnar.
Teir høvdu 52 tímar til lands.
Í 1918 førdi pápi Guiding Star,
og í 1919 og 1920 førdi hann
Fram. Hann var heima í 1921 og
førdi so aftur Doru í 1922.
Pápi verður burtur
Pápi keypti Neptun í 1923. Teir
blíva so burtur í 1934. Tá kom
mamma at sita einsamøll við
okkum átta. Eg var elstur, 12 ára
gamal, yngstur var Trygvi, sum
var eitt ára gamal.
Pápi hevði tosað við læraran
um, at eg skuldi fara at ganga í
realskúla árið fyri, at teir fórust.
Men eg segði so kortanei. Eg
ætlaði mær ongan veg at fara
til Havnar at ganga í skúla. Eg
havi seinni hugsað um, hvussu
tað hevði verið vorðið, um eg
gekk í Havn tá. Eg var hóast alt
frægastur at vera heima, tí eg var
elstur. Næsti beiggin Kristoffur
fór so í staðin fyri. Pápi kendi so
væl Richard Long, sum var lærari
við realskúlan og seinni kendur
sum landsstýrismaður. Kristoffur
kom at búgva hjá Richardi.
Tað, sum eg minnist í samband
við Neptun, var, at vestmanna
skipið Dora, sum var deyðsiglari,
skuldi hava motor sama árið,
sum hon gekk burtur við allari
manningini í 1931. Motorurin
var komin til Vestmanna, men
Dora kom ikki aftur. Motorurin
var so standandi. Hann stóð í
1932. Hann stóð eisini í 1933.
Tá varð avgjørt, at Neptun skuldi
skifta motor, og teir skuldu fáa
motorin hjá Doru, sum var størri
enn tann, teir høvdu. So fóru teir
veturin 1933/34 at seta motorin
í Neptun. Teir fingu eisini eina
nýggja mesanmastur (aftasti
mastur á skipi.)
Eg var ofta umborð, meðan
hetta arbeiðið gekk fyri seg. Men
sum ofta er við tílíkum arbeiði,
dró tað út. Eg minnist, at eg var
eitt sindur illa tilfriðs, tí teir vóru
so seinir avstað. Eg helt tað vera
skomm, at Neptun skuldi vera
seinasta skip at fara til fiskiskap.
Hetta helt eg eisini fyri við ein
mann. Hann svaraði, at hetta var
tí, at teir høvdu skift motorin og
mastur. Hetta var so
ein frágreiðing, sum
var nóg góð fyri meg.
Steingrim Kristoffersen:
Hoyri enn seinastu orðini
hjá pápa fyri mær
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Í hesi røðini um vanlukkuna fyri 75 árum síðani, tá ið Neptun og Nólsoy gingu burtur, hava vit hesa
ferð samrøðu við Steingrim Kristoffersen, son skiparan á Neptun, Óla Jákup. Í hesum partinum
greiðir hann frá tíðini, tá ið hann misti pápan
Óla Jákup mátar positiónina. Hann var kendur sum ein skilamaður