mikudagur 6. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvikan
16
Nr. 86 • 06. mai 2009
Eg helt eisini fyri við hendan
mannin, at flaggið hekk aftur
av hekkuna í eini bambustráðu.
Hetta dámdi mær enn verri, tí
tað, sum eg hevði sæð, var, at
skipini flaggaðu á mesanmastrini.
Men her var orsøkin tann, at
mesanmasturin var nýggj, og tí
var ikki flagglína drigin í hana
enn. Hetta ljóðaði eisini sum ein
góð frágreiðing.
Seinastu orðini
hjá pápa
Eg var umborð allan tann dagin,
teir fóru avstað. Teir lógu við eina
træbrúgv hjá Óla á Heygum, sum
var einasta bryggja í Vestmanna.
Hon var ikki longri enn longdin
á eini slupp. Hetta gjørdi tað
lættari at fáa útgerð umborð. Tað
vanliga var annars, at skipini lógu
úti á vánni og fingu útgerðina og
manningina førda umborð.
So eina ferð sigur pápi: “Nú
haldi eg, at tú má sleppa tær í
land, tí eg haldi, at teir fara at
loysa.” Eg hugdi rundan um meg.
Eg sá ongan mann loysa, so eg
látst ikki um vón. Menn vóru við
úr ymiskum bygdum, og teir vóru
allir komnir til skipið.
So gekk enn ein lítil løta. Tá
kemur pápi aftur: “Ja, nú mást tú
fara í land. Nú eru teir so farnir
at loysa.” Tá sá eg, at tað var
álvari í. Tað hekk ein stormleytari
av bolverkinum niður móti
lúnningini. Eg minnist væl, at tá
ið eg stóð í niðasta trininum á
leytaranum, tá rópar pápi til mín:
“Skikka tær nú so væl. Heilsa
mammu og sig, at vit koma aftur.”
Hetta hevur ljóðað í oyrunum á
mær hvønn dag síðani. Eg svaraði
orðarætt: “Ja, tað skal eg gera.”
Teir fóru so. Tað var so lítið at
fiska á Suðurlandinum tað várið.
Tað hevði verið so gott til fisk
árini frammanundan frá 1929 til
1932. Hetta vóru góð fiskiár. Ì
1933 var meira vánaligt, og tað
var enn verri í 1934. Eg haldi meg
minnast, at teir fóru tann 24.
mars. Eg fari so ikki meira enn ein
dag skeivur.
Tað einasta, vit frættu aftur,
var, at Kristoffur, beiggi mín,
fekk eitt bræv frá pápa. Tað
var skrivað, tá ið teir vóru inni
í Íslandi, sum vanligt var hjá
skipunum. Pápi skrivar, at teir
liggja inni í Reykjavík, og at
fiskaríið hevði verið so vánaligt.
Hann skrivar eisini, at teir koma
ikki heim fyrr enn nakað væl er
liðið út í mai mánaða.
Tað einastandandi er, at hetta
brævið framvegis er til, og vit
kunnu endurgeva tað í fullum líki.
Mamma man helst hava fingið
bræv eisini, men tað er so ikki til.
Aðrir av manningini hava rímiligt
eisini skrivað heim. Um onnur
brøv eru til, hevði tað eisini verið
áhugavert at frætta.
Ikki eitt orð um at
pápin er deyður
So hendir tað, at skipini sum van
ligt koma heim aftur út í mai. Hjá
okkum systkjum var tað á sama
hátt sum hjá systkinabarninum
Julionnu, sum greitt frá fyrr í
hesi røð. Pápi hennara Julius var
eisini við. Hvørja ferð eitt skip
hómaðist, vónaðu vit, at hetta
var Neptun, men tað kom eingin
Neptun. Eina ferð birtist ein vóm,
tá ið tað frættist, at skiparin
á Sjóløvuni skuldi hava sæð
Neptun uppi á Vesturlandinum í
Íslandi. Hetta var tó ikki so.
Einki verður tosað við okkum
børnini um støðuna. Eg hoyrdi
menninar práta, táið allir komu
heim av Suðurlandinum tað
várið, og eg royndi at lurta eftir
teirra práti. Eg haldi meg avgjørt
minnast, at allir søgdu tað sama,
at Neptun mundi vera farin 3.
mai, tá ið tað hevði verið so ringt
veður. Eingin hevði sæð skipið
eftir hendan dag.
Tað var á hendan hátt, at eg
kom at skilja, at pápi var burtur
med alla!
Eg havi so seinni roynt at fáa
meira at vita um tað sum hendi.
Eg kendi Andreas á Marknagili,
búsitandi í Klaksvík. Hann var
sonur Justines í Oyndarfirði, sum
eisini var á Suðurlandinum hesa
tíðina, helst við Silver Lining.
Andreas hevði fingið dagbókina
hjá pápanum, og hann hugdi eftir,
hvat ið stóð har. Hann váttaði
tað sama. Her stóð, at “natten
til den 3. maj blev forrygende
uvejr.” Hetta var so tann endaliga
váttanin um dagfestingina av
hesum illveðrinum, sum helst
hevur verið banin hjá pápa og
øllum hinum.
Orkaði ikki
til minningar
gudstænastu
Skipini komu heim um hálvan
mai. Hetta var kanska eitt sindur
seinni enn vanligt. Helst hava
skipini totast eitt sindur longri fyri
at fáa meira upp í lastina.
Eg minnist ikki sum systkina
barnið Julianna, at prestur kom
á vitjan, men tað mann hann
hava verið, tá ið hann kom inn í
grannahúsið.
Men prestur hevur so ikki verið
beinanvegin, tí eg hoyrdi eina
ferð mammu og mammu Julionnu
tutla um, at tað var merkiligt,
at prestur ikki hevði verið. Hann
mann so hava verið aftaná tað.
Í eini frásøgn um Frelsunarherin
varð sagt, at fólk frá teimum gingu í
tey húsini í Vestmanna, sum høvdu
mist. Her verður sagt: “Aldrig har
jeg vel følt mig så fattig, som da
vi i den lille bygden Vestmanna
havn besøgte de mange hjem som
ulykken havde ramt.”
Frelsunarherurin hevði annars
eisini ein hjálpargrunn til slík
endamál, og hava tey helst
leskað tey eftirsitandi.
Eg minnist eina ferð, at tvær
konur úr Havnini komu inn til
okkara, og tær munnu hava verið
í hesum ørindum. Eg minnist, at
tær sungu inni í stovuni. Hetta
kann væl hava verið fólkið frá
Frelsunarherinum.
Vit børn fingu ikki beinleiðis
boð um, at pápin var deyður. Vit
hoyrdu bara, hvat hini tosaðu um
sínámillum. Sum frá leið skilti ein
so, hvussu tað var vorðið.
Eina ferð kemur so próst Dahl
at halda minningargudstænastu.
Mamma fór í kirkju kanska við
onkrum av smærru børnunum.
Men eg hevði hoyrt so nógv
leysaprát um hetta, at nú orkaði
eg ikki meira. Eg fór niðan í hag
an og setti meg har uppi at bíða.
Eg kom ikki heim aftur, fyrr enn
eg metti, at gudstænastan var av,
og fór eg tá oman aftur. Tá var
mamma komin aftur í køkin. Hon
segði einki, og eg segði einki.
Vit systkin tosaðu heldur ikki
um hetta okkara millum, tað
kann eg nokk siga. Soleiðis var
hugburðurin tá, meðan tað í dag
verður ásannað, at tað ræður
um at tosa sum mest um slíkar
hendingar fyri tess skjótari at
sleppa víðari í lívinum.
Eisini sorg í Íslandi
Tá ið ein slík greinarøð verður
skrivað kunnu koma íkøst
frá lesarum. Ein av hesum er
Demmus Hentze. Hann greiddi
nú um dagarnar frá, at hann í
1960 var á einum fundi í Íslandi,
har hann kom at hitta ein starvs
felaga frá Siglufjørðinum.
Hann fortaldi Demmusi, at tey
kendu væl Óla Jákup. Teir vóru
javnan inni á Siglufjørðinum, og
tá plagdi Óla Jákup at koma við
keks, sum var forkunnugt í Íslandi
tá. Men í 1934 komu teir ikki. Og
ikki fyrr enn á heysti í 1934 frætta
tey hesi syrgiligu tíðindini um
Neptun. Tá græt mamman!
Pápi hevði nógvar góðar vinir í
Íslandi, sum hann kom sera væl
út av tí við, og tað er eingin ivi
um, at hann eisini var syrgdur í
Íslandi.
Kristoffur fekk seinasta brævið frá pápa sínum
Helanna gjørdist einkja við átta børnum
➘
Abbin í Hvalvík, Hans Christoffer Joensen saman við børnunum Helannu og
Julius. Julius gekk burtur og Helanna misti mannin við Neptun