mikudagur 27. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2009
Marin Katrina Frýdal,
forkvinna í teknisku
nevnd hjá Tórshavnar
Kommunu, vónar, at
tað verður innan eitt
ár, at parkeringsgjald
verður kravt
Parkering
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sum Sosialurin skrivaði í
gjár, so arbeiðir Tórshavnar
kommuna við eini ætlan,
har tað millum annað er
meiningin at krevja gjald
fyri parkering á parkerings
plássum í miðbýnum.
Stendur tað til Marina
Katrinu Frýdal, so kemur
hetta í gildi, áðrenn eitt ár
er farið.
Vit hava arbeitt konkret
við hesum í eitt ár, og eg
vóni, at hetta verður klárt
innan eitt ár, men tú veitst,
hvussu tað er við politikki.
Tað kann skjótt draga út, og
taka eitt sindur longri tíð,
staðfestir forkvinnan í tekn
isku nevnd.
Hjálpir aðrastaðni
Hóast
handilsfólk
helst
vilja, at kundin kann koyra
til handilsdiskin, so heldur
Marin Katrina Frýdal, at
tað er eitt gott hugskot, at
hava ein bilfrían miðbý.
Aðrastaðni hava tey
gjørt hesi tiltøk, og har var
stór mótstøða, men tað kom
ígjøgnum. Handlarnir sóu
eina afturgongd fyrstu tíð
ina, men sum tíðin leið,
gjørdist
umsetningurin
størri enn hann var framm
anundan,
sigur
Marin
Katrina Frýdal.
Tvey ávís pláss
Í uppskotinum til forfundin,
sum verður hósdagin, eru
tvey ávís parkeringspláss
nevnd. Skálatrøð og tað í
Mortanstovubrekku.
Men
sambært Marini Katrinu
Frýdal er ikki ætlanin at
steðga har.
Eg dugi væl at ímynda
mær, at tey flestu parker
ingsplássini í miðbýnum
verða umfatað av einum
gjaldi, sigur forkvinnan í
teknisku nevnd.
Hon staðfestir eisini, at
ferðslan í býnum er ein
ruðuleiki, og at ein bilfríur
miðbýur hevði bøtt munandi
um hetta.
Parkeringsgjald í
2010
Fult lógligt at krevja gjald
Sambært fútanum, Karen Marie Olsen, er tað ongin lóg, sum forðar Tórshavnar
kommunu, at krevja gjald fyri parkering á økjum hjá kommununi.
Eigur tú eitt stykki, so kanst tú leiga tað út til parkering, um tú hevur hug til tað,
sigur Karen Marie Olesen.
Fólk hava tørv
á bilinum
Hans G. Thomsen, sum arbeiðir í hand
ilsvinnuni í miðbýnum, heldur tað vera
øgiliga langt úti, at fólk verða noydd at
rinda fyri parkering í Miðbýnum.
Eg haldi tað er øgiliga langt úti, tað
eru longu heilt fá parkeringsplássi framm
anundan, og tí átti kommunan heldur at
útvega fleiri parkeringspláss, og tørvurin
hevur ongantíð verið so stórur, sigur Hans
G.Thomsen.
Hann heldur tað eisini vera skeivt at
hava ein bilfrían miðbý.
Eg arbeiði sjálvur í miðbýnum, og fólk
hava tørv á at koma við bilinum í miðbýin.
Og at seta bilin í Gundadali hoyrir einari
farnari tíð til, tí fólk hava ikki tíð til tað,
sigur hann
Hans G. Thomsen, arbeiðir í miðbýnum og
dugir illa at ímynda sær, at fólk skulu rinda
fyri parkering
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Tey plaga at
herma
Kristian R. Petersen av Stykkinum setti
bilin á Skálatrøð í morgun, og hann visti
av ongum.
Skulu tey seta parkometur upp, spyr
hann, tá hann fær at vita um ætlanirnar.
Tey plaga eisini at herma eftir útlend
ingum, bæði til gott og ilt, men hetta er
einasta staðið vit hava at seta bilin, har
hann stendur ekkaleysur, sigur hann.
Spurdur um hann ikki kundi gingið í
góða veðrinum í dag, er hann avgjørdur.
Eg búgvi á stykkinum, so tað hevði
verið nakað langt, staðfestir hann.
Kristian R. Petersen av Stykkinum
heldur tað vera íðan ov langt at ganga av
Stykkinum til Havnar
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Fólkið noktar
at rinda
Sosialurin tosaði við nøkur fólk, sum høvdu sett bilin á Skálatrøð
í morgun, og næstan øll eru ímóti at rinda fyri at parkera.
Høvuðsargumentið er, at Skálatrøð er eitt av fáu støðunum, har tú
fært sett bilin í óavmarkaða tíð, umframt, at mann ikki hevur tíð at
ganga til ymisku støðini í býnum
Jan Christiansen ivasamur
um parkeringsgjald
Fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ivast stórliga, um tað er eitt gott
hugskot at krevja gjald fyri parkering í býnum. Jan Christiansen, fyrrverandi
borgarstjóri og núverandi andstøðulimur í Tórshavnar býráð, heldur, at ætlanini at krevja
gjald fyri parkering, kann geva eitt stórt bakkast. Miðbýurin er longu næstan deyður,
og tað plagar at vera lætt at finna parkeringspláss, so eg ivist stórliga, um tað fer at tæna
miðbýnum, at fólk verða noydd at rinda fyri at parkera har, metir hann. Tað er stórur
vandi fyri, at ongin fer at tíma oman í býin, sigur hann somuleiðis. Men Jan
Christiansen heldur hinvegin, at kanska er tað ein háttur at fáa meiri pening inn til
kommunukassan, sum ikki hevur tað so øgiliga gott í løtuni.
Nr. 98 • Týsdagur • 26. mai 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00
Hósvíkingar
mintust
sjólætnar
Elin er nú leið
andi miðlaser
frøðinghur
Starvsfólk
á Dimmu
niður í løn
Síða 6
Champions League:
Sætta
uppgerðin
millum
risarnar
Síða 9
Síða 10
- Havnin er
ein stórbýur,
og í einum
stórbýi rindar
tú fyri at seta
bilin. Tað
sigur Heðin
Mortensen,
borgarstjóri
í Tórshavnar
kommunu
Vit sóknast eftir
Verkstaðsleiðara/blikksmiði
les meira á síðu 8
Demich P/F
demich@demich.fo
www.demich.fo
hiti | vatn | sanitet
Tú SkalT gjalDa
fyri aT parkEra
Les meira á fhk.fo
VASTI
Umsóknarfreistin er 12. JUNI
FHS OG HH
SUM FJARLESTUR
TÍN ÚTBÚGVING – TÍN FRAMTÍÐ
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Síða 4
Ítr 19-22
Brek á prentmiðstøðini
Fyrrapartin í dag hendi eitt óhapp á Prentmið
støðini sum førir við sær, at teir ikki fáa prent
að fleiri enn 40 síður. Av hesi orsøk máttu vit
á Sosialinum taka fýra síðu ú bl
tí
Marin Katrina Frýdal,
forkvinna í teknisku nevnd,
sum her setir skivuna, vónar,
at tað verður minni enn eitt
ár, til tú skalt rinda fyri at
seta bilin í miðbýnum
Mynd: Jens Kristian Vang