Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 blaðsíður um Fish Expo Faroes Í sambandi við, at fiskivinnustevnan – Fish Expo Faroes 2009 – verður hildin í høvuðsstaðnum um dagarnar, hava vit í dag eitt innlegsblað í Sosialinum, sum er tilsamans 28 síður stórt. Í blaðnum hava vit greinar og lýsingar av nøkrum fyritøkum, og her hava vit gjørt av at prenta greinarnar bæði á enskum og føroyskum, tá fleiri útlendskar fyritøkur eru við á stevnuni. Væntandi er eisini, at nakrir vitjandi gestir koma úr útlandinum. Tí halda vit tað vera hóskandi og nærliggjandi, at greinateksturin í innlegsblaðnum eisini kann lesast á enskum. Fish Expo Faroes 2009 varð sett í morgun og heldur fram til og við fríggjadagin, 29. mai. Sosialurin vil nýta høvi at ynskja øllum eina góða og væleydnaða fiskivinnustevnu.