mikudagur 27. mai 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2009
Nei til samkynd hjúnarløg
Hægstirættur í Kalifornia hevur víst aftur einari kæru frá teimum samkyndu í statinum, sum eru
misnøgd við, at ein fólkaatkvøða í november í fjør bannaði samkyndum at giftast. Rætturin sigur í
sínum úrskurði, at hann kann ikki ganga ímóti fólksins vilja og vísir á, at meirilutin av teimum, sum
vóru á fólkaatkvøðu, vóru ímóti samkyndum hjúnarlagi. Fyri einum ári síðani staðfesti hægstirættur
annars, at samkynd kundu giftast, og tað eydnaðist 18.000 samkyndum hjúnum at fáa pappírini
avgreidd, áðrenn fólkaatkvøðan bannaði fleiri samkyndum hjúnarløgum.
Á Selatrað leggja
tey nú síðstu hond á
størsta og flottasta
bálpláss í landinum
og tað verður tikið í
brúk fyrstu vikuna
í juli við stórari
almennari familju
legu, har tað ber til
hjá øllum at liva sum
skóti í eina heila viku
Skótalív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyrstu vikuna í juli verður
høvi hjá øllum familjum í
landinum at royna seg sum
skóti í eina viku.
Tað verður, tá ið KFUM-
skótarnir bjóða øllum før-
oyskum familjum á almenna
legu í skótadeplinum á
Selatrað
Tað gera tey í sambandi
við, at tey nú leggja síðstu
hond á arbeiðið at gera tað
stóra bálplássið, sum verður
miðdepilin í skótadeplinum.
Tað er ikki hissini bál-
pláss, talan er um, tí tað
hevur
kostað
700.000
krónur at gera og tað verður
pláss fyri einum 1000
fólkum til prát, sang og
hugna rundan um bálið.
Men Magni Laksáfoss,
skótaovasti, sigur, at tá ið
skótarnir gera so nógv
burtur úr einum bálplássi,
er tað júst tí, at tað er bálið
og hugnin rundan um tað,
sum er miðdepilin í skóta-
lívinum.
Og hetta bálplássið er
eisini nakað heilt serligt, tí
tað er bygt sum ein
hálvrundingur við fyrimynd
í uttandura leikpallunum í
gamla Róm.
Skótaovastin
sigur,
at
endamálið er eisini, at tað
skal bera til hjá uttanvelt-
aðum at leiga skótadepilin
og bálplássið til uttandura
sjónleik, fólkafund, ella
onnur tiltøk.
Skótalív í eina viku
Bálplássið er bara fyrsta
byggistig í arbeiðnum at
nýtímansgera allan skóta-
depilin og tá ið hetta er liðugt,
verður arbeitt víðari og hvørt,
sum ráðini vera til tað.
Magni Laksáfoss sigur, at
nú bálplássið er liðugt,
verður tað tikið alment í
nýtslu og tað verður tað við
eini stórari familjulegu, sum
verður fyrstu vikuna í juni.
Tað verður ein almenn
familjulega, fyri familjur
við børnum í øllum aldri,
har øll eru vælkomin, eisini
tey, sum ikki eru skótar.
Á leguni sleppa øll at
búgva í tjaldi og at royna
skótalívið í eina viku og tað
verður rættiliga nógv uttan-
dura ítriv á skránni, bæði
jarnsmíð, útróður, forða-
breyt, postarenning, síging
drekabygging, matgerð á
báli og mangt annað.
Av tí, at talan er um
skótalív, er familjulegan
sjálvandi rúsfrí.
Tey, sum ikki hava um-
støður at hava tjald við sær,
kunnu leiga sær kamar á
skótadeplinum, men tað ber
eisini til at koma á legu í
kampingvogni.
Men tað er eisini køkur í
skótahúsinum,
sum
tey,
sum ikki gera mat sjálvi,
kunnu keypa sær døgverða
og annan mat.
Og miðdepilin í øllum
hesum
uttanduralívinum
verður so tað stóra legubálið,
sum er mitt í skótadeplinum
og tá verður bálplássið eisini
tikið alment í brúk.
Danskur listamálari
er í hesum døgum í
Føroyum og leitar eftir
málningum eftir danska
málaran, Niels Bjerre
Tað er listamálarin Jørgen Rud,
sum eisini er útbúgvin í
listsøgu, sum í hesum døgum
er í Føroyum og leitar eftir
málningum eftir kenda, danska
listamálaran, Niels Bjerre.
Tá ið Jørgen Rud las listsøgu
á
universitetinum,
skrivaði
hann sergrein um Niels Bjerre
og í hesum sambandi hevur
hann stóran áhuga í at vita,
hvar allir málningarnir, sum
liggja eftir hann, eru.
Tí er hann áhugaður í at
sleppa at skráseta so nógvar
málningar eftir Niels Bjerre,
sum gjørligt.
Og tá ið Jørgen Rud er komin
til Føroya í hesum sambandi er
tað ikki av tilvild, tí Niels
Bjerre var í Føroyum í tveimum
skiftum í 1925 og 1926.
Í Føroyum málaði hann eisini
fleiri málningar og hann hevði
listaframsýning her á landi,
sum avbera nógv fólk vitjaðu
eftir tátíðar metum.
Hann undirskrivaði ofta sínar
málningar við forbókstavunum
NB.
Tí ivast Jørgen Rud ikki í, at
onkrir málningar eftir Niels
Bjerre eru í Føroyum og teir
vil hann fegin hava høvi at
skráseta.
Tá ið Niels Bjerre var í
Føroyum, var hann serliga á
Eiði, men hann hevur eisini
málað í Kvívík og við Gjógv.
Tey, sum hava málningar
eftir Niels Bjerre, fáa fatur á
Jørgen Rud á telefon nummari
26 68 52.
Lata Selatrað upp fyri
familjuni Føroyum
Her fæst ein hóming
av, hvussu nýggja, stóra
bálplássið í skótadeplinum
á Selatrað, sær út.
Tað er bygt sum ein
hálvrundingur við
fyrimynd í leikpallunum í
gamla Róm og tað verður
tikið í nýtslu við stórari
familjulegu fyrst í juli, har
øll eru vælkomin, eisini
tey, sum ikki eru skótar
Leitar eftir málningum
í Føroyum
Hendan myndin av Kvívík er rættiliga eyðkend fyri listina hjá Niels Bjerre