Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2009 Hóast nógv tos um kreppu, vísa nýggj­ astu tølini, at inntøk­ urnar hjá fólki eru ikki nógv minkaðar seinastu tíðina. Men hjá summum komm­ unum er talan um eitt rættiligt skrædl Skattainntøkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um kreppu og skrædl í búskapinum. Men tað er í hvussu so er ikki nakað, sum sæst aftur inntøkunum hjá føroyingum. Ein nýggj uppgerð vísir, at tað er ikki stórt fall í inntøkunum, sum landið og kommunurnar hava av vanligum skatti. Verða fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár samanbornir við fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, sæst, at inntøkan hjá landinum av skatti er bara 1,22 % minni í ár, enn hon var í fjør og inntøkurnar hjá kommun­ unum eru 2,99 % minni. Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, var inntøkan hjá kommunum av skatti slakar 548,1milliónir og sama tíðarskeið í ár var inntøkan 531,7 milliónir. Tað er ein minking upp á 16,4 milliónir. Inntøkan hjá landinum var 586,2 milliónir í januar til mai í fjør og í ár var inntøkan 579,1 millión. Tað er ein minking upp á 7,1 millión. Her skal kortini leggjast afturat, at skattaprosentið er hækkað eitt lítið sindur í ár, bæði hjá landið og kommunum, so skal saman­ beringin verið, er minkingin eitt lítið vet størri. Men tølini vísa undir øllum umstøðum, at fyribils sæst búskaparliga kreppan ikki aftur í einum van­ lukkuligum arbeiðsloysi og inntøkuminking. Hartil skal havast í huga, at nógvir fiskaprísir eru í botni og kunnu kanska væntast at hækka aftur. Og harafturat eru nýliga munandi ábøtur gjørdar í ALS skipanini og tað fer eisini at síggjast aftur í inntøkunum, sum árið fer at líða. At inntøkurnar hjá lands­ kassanum kortini eru nógv minkaðar, kemst av, løntak­ ararnir eru trekir at brúka peningin. Fyri at binda um heilan fingur, vilja fólk heldur seta peningin á bók fyri at hava nakað at standa ímóti við, skuldi kreppan versnað, ella kanska tey seta ferð á at betala húsaskuld niður. Í øllum førum er forbrúk­ ið heilt nógv minkað og sostatt er inntøkan hjá lands­ kassin av mvg og øðrum avgjøldum, rættiliga nógv minkað. Skrædl í summum kommunu Men hóast støðan er góð sum heild, vísir nýggja uppgerðin, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar eru fyri. Hjá onkrum kommunum eru inntøkurnar hækkaðar eitt vet, hjá teimum flestu eru tær minkaðar eitt vet. Men hjá nøkrum komm­ unum má staðfestast, at talan er um eitt rættiligt skrædl. Ringast stendur til hjá Skúvoyar kommunu, har inntøkan er minkað 19,27 % higartil í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør og á Viðareiði er eisini talan um eina stóra minking, tí har er inntøkuminkingin heili 18,79 %. Her kann talan vera um, at afturgongdin í fiski­ vinnuni og lækkandi prísir, rættiliga er farin at gera seg galdandi. Hinvegin hevur Klaksvík mangan verið rópt fiski­ vinnuhøvuðsstaður føroy­ ingar og har vórðu tey harafturat eisini rakt av teirri vanlukku, at stóra fiskavirkið í býnum, Kósin, varð stongd. Men tað hevur ikki víst seg, at givið eina vanlukku­ liga afturgongd í skatta­ inntøkunum, tí fryktandi var fyri, at inntøkan fór at minka meiri enn tey 5,19%, sum tølini vísa, at talan er um. Tað er kanska tekin um, at tað eru fleiri klaksvík­ ingar, enn hildið, sum arbeiða í øðrum vinnum og tað kann eisini vera eitt tekin um, at klaksvíkingar, sum eru raktir av arbeiðs­ loysi, ella minkandi inntøk­ um, hava verið raskir at finna sær onnur størv. Tó skal eisini havast í huga, at tey, sum mistu arbeiðið á Kósini, hava verið í fiskavirkisskipanini hjá ALS, og tað ofta er ikki so stórur munur at vera í henni og at missa arbeiðið heilt. Fyribilsskattur fyri januar og mai : Kommuna: 2008 2009 Munur kr. Munur % Fugloyar 384.146 389.511 5.365 1,40 Viðareiðis 2.974.850 2.415.877 -558.973 -18,79 Hvannasunds 4.189.204 3.744.382 -444.822 -10,62 Klaksvíkar 52.040.440 49.341.108 -2.699.332 -5,19 Kunoyar 1.205.997 1.310.168 104.171 8,64 Húsa 534.955 473.982 -60.973 -11,40 Fuglafjarðar 18.912.593 17.470.392 -1.442.201 -7,63 Eystur 22.529.739 22.130.209 -399.530 -1,77 Nes 13.307.573 12.644.158 -663.415 -4,99 Runavíkar 44.647.850 42.480.050 -2.167.800 -4,86 Sjóar 9.870.300 9.207.496 -662.804 -6,72 Eiðis 6.825.570 6.533.362 -292.208 -4,28 Sunda 17.257.259 16.811.718 -445.541 -2,58 Kvívíkar 7.430.438 7.288.919 -141.519 -1,90 Vestmanna 14.352.054 14.186.483 -165.571 -1,15 Vága 19.797.610 19.029.504 -768.106 -3,88 Sørvágs 11.711.765 12.147.735 435.970 3,72 Sands 5.453.364 5.546.664 93.300 1,71 Skopunar 4.901.176 4.685.030 -216.146 -4,41 Skálavíkar 1.803.563 1.632.380 -171.183 -9,49 Húsavíkar 1.518.929 1.322.791 -196.138 -12,91 Skúvoyar 461.695 372.721 -88.974 -19,27 Hvalbiar 7.088.440 7.091.580 3.140 0,04 Tvøroyrar 20.033.182 19.425.496 -607.686 -3,03 Fámjins 877.229 889.699 12.470 1,42 Hovs 1.326.534 1.332.952 6.418 0,48 Porkeris 3.327.416 3.136.876 -190.540 -5,73 Vágs 14.020.071 13.758.188 -261.883 -1,87 Sumbiar 3.237.480 3.106.023 -131.457 -4,06 Tórshavnar 236.073.559 231.820.594 -4.252.965 -1,80 Tilsamans 548.094.981 531.726.048 -16.368.933 -2,99 Landsskattur 586.213.332 579.090.412 -7.122.920 -1,22 Kirkjuskattur 16.123.873 15.485.319 -638.554 -3,96 Hendan talvan vísir, hvussu inntøkurnar hjá landi, kommunum og kirkjuni hevur verið fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør. Sum heild er minkingin ikki stór, men hjá summum kommunum er talan um eina vanlukku Inntøkan fallin eitt lítið sindur Viðareiði er ein kommuna, sum er sera hart rakt av afturgongdini, tí har er inntøkan nógv minkað