Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2009 Aldubáran venur í hesum døgum í nýggju operuni í Keypmannahavn, áðrenn leiðin gongur til Sveis, har tvær konsertir eru á skránni Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hesar dagarnar venur Aldu­ báran í stásiligum hølum í Keypmannahavn. Hornleik­ arin í Aldubáruni, Páll Sól­ stein, sum dagliga starvast í Kongaliga Kappellinum, hevur fingið innivist til venjingar í nýggju operuni í Keypmannahavn, nú Aldubáran ger klárt til nýggja ferð. Aldubáran er júst heim komin av íslandsferð, har hon luttók í framførslu av operuni »Í Óðamansgarði« á Tjóðleikhúsi Íslands. Framførslan í Íslandi varð stórliga fagnað av íslending­ um, og er Sunleif Rasmus­ sen nomineraður til eina Grímu, ið mett verður sum størsti heiðurin til líknandi verk í Íslandi. Næst gongur leiðin til Sveis. Tvær konsertir verða hildnar á ferðini, ein í Winterthur 4. juni og ein í Bern 5. juni. Á konsert­ ferðini verða fýra føroysk verk spæld, og eitt nýtt verk eftir amerikanska tóna­ skaldið Hseuh Yung­Shen. Aldubáran hevur seinastu árini havt samstarv við Shen, og er hetta annað verkið hann skrivar til Aldu­ báruna. Hini tónaskøldini á konsertini eru øll føroysk. Teir eru Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Andras Olsen og Tróndur Bogason. Fanfare Lontana eftir Sunleif Rasmussen er verk, sum er bygt á hansara verk til Sønderjyllands Symfoni­ orkester, ið hann skrivaði í fjør. Lontana, ið merkir fjart, er uppbygt á tann hátt at eitt orkestur situr á pallinum og spælir, meðan eitt minni orkestur er fjart frá og framførir. Kristian Blak hevur skrivað verk, ið á føroyskum kallast Norðan­ vindur. Verkið hjá Andras Olsen kallast, Eina nýggja ferð. Og er heitið, ein blanding av, at tað skal ímynda eina útferð, og at tað er ein nýggj ferð inn í eina verð hjá tónasmiðinum. Tróndur Bogason hevur gjørt eina nýggja útgávu av verkinum Aliens, ið er fyri klaver, trombone og "Back stage orchestra". Tónleikarnir á ferðini eru: Andrea Heindriksdótt­ ir, floyta. Anna klett, klarinett, Christina Ander­ sen, fagot, Malin Klingborg, obo, Páll Sólstein, horn, Ólavur Olsen og Johan Hentze, trompet, Andras Olsen, trombone, Jóhannes Andreasen, klaver, og Bern­ harður Wilkinson stjórnar. Konsertin kann eisini upp­ livast í samband við Summ­ artónar í ár í Havn í døgunum 26. juni til 3. juli. Aldubáran á ferð BYGMA BALSLEV SØKIR... Starvsfólk til nýggju Handverkarabúðina Sum heitið sigur, er hetta ein nýggjur handil, ið vendir sær beinleiðis til handverkaran. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. Best er um tú hevur hóskandi útbúgving, ella drúgvar royndir. Lønin verður ásett eftir avtalu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknarfreistin er 30. juni 2009 Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Eyðun Hansen (eh@balslev.fo) Bygma Balslev - Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 345000 Rás2 sendir beinleiðis frá U21-dystinum Føroyar-Rumenia FótbóltsRadio live á Rás2 leygardagin 18.30 - 21.00 Hilmar Jan Tróndur