hósdagur 4. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2009
Fyrsta leitingarskipið á staðnum
Eitt skip hjá brasilska herflotanum kom í morgun á staðið, har vrakpetti av
tí franska flogfarinum eru funnin. Brasilski herflotin sigur, at skipið kom í
morgun á leitingarleiðina, sum er góðar 500 fjórðingar úr brasilsku
strondini. Sagt verður eisini, at eitt annað skip hjá herflotanum er á veg
hagar. Tey bæði skipini fara at leita eftir vrakpettum, sum flogfør hava sæð
teir seinastu dagarnar. Franski herflotin hevur sent eitt skip við tveimum
smáum kavbátum til leitingarleiðina. Hetta eru fjarstýrdir, ómannaðir
kavbátar, sum skulu leita eftir tí svarta kassanum úr Air France-
flogfarinum.
Væntar drúgva kreppu
Juan Somavia, sum er formaður í altjóða arbeiðarafelagsskapinum
ILO, væntar, at tað fara at ganga fleiri ár, áðrenn arbeiðsmarknaðurin
kemur fyri seg aftur aftan á kreppuna. Hann sigur við Reuters, at tað
kunnu ganga heilt upp í átta ár, áðrenn tey seinastu brotini leggja
seg. Á árliga arbeiðsmarknaðarfundinum hjá ST, sum er í hesum
døgum, segði Juan Somavia, at tað verður neyðugt at stovna 300
milliónir nýggj arbeiðspláss hetta til 2015. Árligi arbeiðsmarknað-
arfundurin hjá ST endar við einum leiðarafundi, og millum luttak-
ararnar tá eru Cristina Kirchner, forseti í Argentina, Luis Inacio
Lula da Silva, forseti í Brasil og Lech Kaczynski, forseti í Póllandi.
Royndin at ala tosk á
landi í Hvalba, hevur
eydnast so mikið
væl, at nú verður
farið undir stórar
útbyggingar, har
toskur skal alast í
risatangum á landi
Toskaaling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru stórir møguleikar
fyri at ala tosk á landi í
Føroyum.
Og tað er ein møguleiki,
sum
menninir
aftanfyri
toskaalingina í Hvalba ætla
sær at taka.
Í tvey ár hava teir gjørt
royndir við at ala tosk á
landi í Hvalba og tær
royndirnar hava hepnast so
mikið væl, at ætlanin er nú
at byggja alistøðina mun-
andi út.
Fyribils hava teir gjørt
royndir við at ala tosk í
tveimum tangum, sum eru
15 metrar í tvørmát.
Men nú er ætlanin at seta
seks tangar upp afturat, sum
eru 20 metrar í tvørmát.
Harafturat
skulu
seks
biofiltur í sambandi við
støðina.
Øll alistøðina skal byggj-
ast inni í eini høll, sum verð-
ur góðar 100 metrar long
metrar. Breiddin er ymisk,
men tilsamans verður hon
yvir 5500 fermetrar til vídd-
ar og einar 12 metrar høg.
Richard Rognsøy, sum er
høvuðsmaður
aftanfyri
toskaalingina
í
Hvalba,
sigur, at tá ið útbyggingin
er liðug, verður alingin so
mikið umfatandi, at teir
verða førir fyri at taka 1500
tons av toski um árið.
Hetta fer at gera støðina í
Hvalba til ein av teimum
heilt stóru toskaalistøðunum
á landi um okkara leiðir.
Byrja næsta ár
Hann sigur, at í løtuni
verður arbeitt við at fáa
fígging til endamálið.
Nakað av fígging er
fingið til vega, men enn er
nakað eftir á mál.
Hann sigur, at higartil eru
tað í høvuðsheitum fígging
úr Noregi, sum er fingin til
vega.
Men tað er ikki nóg mikið
og Richard Rognsøy sigur,
at tað hevur avgerandi
týdning, at íleggjarar eisini
fáast í Føroyum og tað
verður arbeitt við tí spurn-
inginum nú.
Hvussu stórari fígging,
teir hava brúk fyri og,
hvussu nógv útbyggingin
fer at kosta, hevur hann ikki
hug at siga nakað um enn.
Ætlanin er at fáa fígg-
ingina í rættlag í heyst, so
at farast kann undir sjálva
byggingina tíðliga næsta ár.
Sostatt
skuldi
alistøðin
staðið liðug longu á heysti í
2010.
Væntandi verða eini fýra
føst arbeiðspláss á ali-
støðini,
men
harafturat
verður brúk fyri einum seks
fólkum afturat í nakrar vik-
ur, tá ið toskur skal takast
Stórir møguleikar
Richard Rognsøy ivast ikki
í, at tað eru heilt stórir
møguleikar fyri at ala tosk í
Føroyum.
Hann sigur, at á sjónum
eru møguleikarnir avmark-
aðir, tí aliøkini eru so lítil.
Men hinvegin er hann
sannførdur um, at verður
toskaalingin flutt í tangar
uppi á landi, eru tað
møguleikar fyri at ala fleiri
túsund tons.
Hann sigur, at hitin í
sjónum er akkurát passa-
ligur at ala tosk í.
Og so hava vit tann
fyrimun í Føroyum, at hitin
er at kalla tann sami summ-
ar og vetur.
Tað merkir, at sjógvurin
verður hvørki ov heitur um
summarið ella ov kaldur
um veturin.
Annars hevur nógv verið
tosað um, at toskurin av
Føroya Banka skal hava
serligar eginleikar at veksa.
Men Richard Rognsøy
sigur, at royndirnar, teir
hava gjørt, benda ikki á, at
nakar serligur munur er á
toski av Føroya Banka og
av landgrunninum.
Men enn eru ov fáar
royndir gjørdar til at nakað
heilt einvíst kann sigast um
tann spurningin.
Tað ber til
Tað ræðir ikki Richard
Rognsøy, at prísurin á toski
er ógvuliga lágur í løtuni.
Tað ræðir hann heldur
ikki, at í Noregi halda
alistøðir til tosk upp at dag
og dagliga.
- Prísurin kann bara
ganga ein veg og meting-
arnar siga, at prísurin á
toski fer at hækka aftur
longu í heyst.
Hann sigur eisini, at
royndirnar higartil hava
víst, at tað ber til at halda
framleiðslukostnaðin niðri
á einum støði, sum ger, at
tað loysir seg at ala toskin á
landi.
- Royndirnar vísa, at vit
klára at ala ein tosk fyri
sama prís, sum tað kostar at
ala ein laks.
- So klára vit at selja
toskin fyri 30 krónur kilo,
fer raksturin at bera seg og
tað eru øll útlit fyri tí.
Og hann vil ikki saman-
bera støðuna við toskaaling
á sjónum í Noregi við aling
á landi í Føroyum.
- Í Noregi hava tey havt
stórar trupulleikar, sum vit
ikki hava við sjúku, kyns-
búning og so tað at toskur
sleppur úr ringunum og
øðrum svinni.
- Tá ið vit ala á landi,
sleppa vit undan nógvum
av hesum trupulleikum, tí
vit ala í einum fullkomiliga
afturlætnum umhvørvi, har
vit stýra ljósi og øllum
øðrum
niður
í
minstu
smálutir.
Nógv arbeiði
Men tá ið metast skal um,
burðardygdina í íløguni,
sigur toskaalarin, at tað
hevur stóran týdning, hvar
støðin liggur.
Og í hesum sambandi
liggur støðin væl fyri, beint
við flakavirkið hjá TG-
seafood í Hvalba.
Hann sigur, at ætlanin er
at tá ið toskurin er búgvin
at taka, verður hann blóð-
gaður og sløgdur á ali-
støðini, men so verður hann
førdur yvir á flakavirkið at
verða virkaður víðari og
pakkaður.
Men teir hava eisini tikið
upp samstarv við Atlantic
Biotechnology á Oyri um at
gagnnýta slógvið.
Í hesum sambandi fer tað
helst at verða grundarlag
hjá Atlantic Biotechnology
fyri at brúka flakavirkið í
Hvalba, har slógvið kann
partvís virkast, áðrenn tað
verður
sent
norður
á
Atlantic Biotechnology at
hávirkast.
- Tað fer at gera tað
lættari at gagnnýta slógvið
úr fiskinum, sum flakavirkið
annars tekur ímóti og tað
skuldi so aftur gjørt tað
lættari hjá trolarunum at
tikið slógvið til høldar,
sigur Richard Rognsøy.
Og tilsamans kann tað
kasta heilt fitt av arbeiði av
sær, umframt tey arbeiðs-
plássini, sum eru á sjálvari
alistøðini.
Seta risa tangar upp
í Hvalba at ala tosk í
Soleiðs fær høllin í Hvalba at síggja út, sum um hálvt annað ár fer at hýsa einari av teimum heilt stóru alistøðunum til tosk á
landi. Í høllini verða seks risastórir tangar til at ala tosk í, umframt tveir minni tangar. Tað minna húsið er tað, sum stendur á
havnarlagnum frammanundan og sum húsar skrivstovum og øðrum