hósdagur 4. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2009
Eini 50 fólk vóru møtt
á borgarafundinum,
sum Tórshavnar
kommuna skipaði
fyri í Nólsoy í gjár
kvøldið. Fleiri mál
vóru um rødd á sera
siði liga fund i num
BORGARAFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað vóru serliga tvey mál,
sum fingu drúgva umrøðu á
borgarafundinum í Nólsoy í
gjárkvøldið.
Ferða sam
band ið – nýggj Rita – var
ann að, og vetrarfriðing av
bygd ini var hitt. Hetta sein
na er umrøtt á síðu 2 í blað
num í dag, og vit venda
aftur til ferðasambandið í
blað num í morgin.
Hesi bæði oman fyri
nevndu málini vóru tey
fyrstu á skránni.
Næst greiddi havna meist
ar in, Jónsvein Lamhauge,
frá bátaviðurskiftunum í
Nól s oy.
Hann upplýsti, at tað eru
eini 25 bátapláss fram við
kei kan tinum, og at Nólsoyar
havn er einasta havn í
kommu nuni, har ikki øll
pláss ini eru upptikin.
Havnameistarin nevndi,
at eltalvur eru settar upp
fram við øllum keikantinum,
so bátar hava møguleika at
fáa landstreym. Hetta er
gjørt, síðani havnin í Nóls
oy er komin undir Tórs
havn ar havn.
Eisini er ein nýggj rampa
sett upp á molanum í Nóls
oy, har Ritan leggur at. Tað
hevur annars verið ógjørligt
hjá fólki í koyristóli at
sleppa umborð á Rituna –
ann að enn at onkur má hava
tikið viðkomandi á ryggin
og borið hann umborð. Ikki
júst tíðarhóskandi í 2009.
Trupulleikin er sjálvandi,
at eingin tilsvarandi rampi
er í Havn, so at seta ein upp
í Nólsoy, er sjálvandi bert
ein hálv loysn.
Teymarnir halda ikki
Inntil fyri tveimum árum
síðani var ein bíðiskúrur á
havna lagnum í Nólsoy, har
tað bar til hjá fólki at kroka
fyri vindi og regni, men tá
kunningarstova varð sett á
stovn har úti, skemdi hesin
skúr urin fyri, og avgjørt
varð tí at taka hann niður.
Í fjør varð so eitt buss
skýl ið sett upp á keiini,
væl sakt ans í einari góðari
mein ing. Men hesa loysnina
hal da nólsoyingar lítið um,
tí hon ger hvørki til ella frá
og lívir bert, um ættin
liggur beint inn á baksíðuna
á skýlinum, sum bert er
hálv an metur djúpt.
Borgarstjórin helt kortini
fyri, at ein bíðiskúrur fór
neyv an at koppa kommun
u ni fíggjarliga, og at ein
loysn tí lættliga kundi finn
ast á tí trupulleikanum.
Eitt annað, sum var ført
fram í hesum sambandi var,
at teymarnir, sum Tórs
havn ar havn hevur lagt út í
Nóls oy, als ikki megna at
hal da bátunum. Eitt tíðar
skeið høvdu hesir virka
eftir ætlan, men so flutti
Tórs havnar havn teymarnar
aftur, og ein bátaeigari
pá stóð, at hann nú mátti
skjút sast,
skuldi
hann
um borð á 8mannafarið hjá
sær!
Í hesum sambandi var
eisini nevnt, at kannað átti
verið eftir, um bátabrúgvar
hevði verið ein loysn. Ført
varð fram, at fleiri av báta
eigarunum er komnir væl
til árs, og at tað tí hevði
ver ið ein stór hjálp hjá
teim um, um bátarnir kundu
ligið við bátabrúgvar heldur
enn fyri teym.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, lovaði at kanna prís,
og hvussu ein møgulig
báta brúgv kundi leggjast.
Trupulleikin við
útstykking
Eitt annað mál, sum hevur
tikið sína rúmu tíð, er nógv
umrødda
útstykkingin
eystan vert barnagarðin í
Nóls oy.
Longu tá Nólsoyar og
Tórs havn ar
kommunur
løgdu saman 1. januar 2005
var klárt at stykkja út
grund stykkir
í
Nólsoy.
Vega skapi l si var longu tá
gjørt, og tað tóktist bara
vera ein av greiðs lu spurn
ing ur at sundurmatrikulera
grund stykkini.
Men
nústaðni, fýra og eitt hálvt
ár seinni, er klárt at fara
undir
at
gera
stykkini
byggi klár.
Men nú er støðan hon, at
eingin fær fígging at ogna
sær eitt so lutfalsliga dýrt
grund stykki. Hetta skal jú
síggjast í ljósinum av, at
seinas tu grundstykkini í
oyn ni
kostaðu
20.000
krónur at keypa. Nú kosta
tey væl omanfyri 300.000.
Tað, at tað hevur drigið
so langt út, hevur gjørt, at
flestu av teimum, sum stóðu
á bíðilista fyri tveimum,
trim um árum síðani, nú
hava funnið aðrar loysnir.
Summa r familjur eru enntá
flutt av oynni.
Við í stóru útstykkingini
hjá Tórshavnar kommunu
er eisini ein ætlan um
randar hús, og hóast henda
æt lan fyri tveimum árum
síðani – á seinasta borgara
fundi – ikki fekk nakra
undirtøku millum fólk, so
eru tíðirnar nú soleiðis, at
hetta kanska hevði verið
ein loysn, sum fólk hava
ráð til.
Borgarstjórin lovaði at
taka hesa ætlan fram aftur,
tí hon liggur fyri so vítt
púra klár at far undir.
At enda greiddi brand
meistarin, Kartni Jacobsen,
frá
brandtilbúgvingini
í
Nóls oy. Liðið hevur fingið
ein brandbil, og somuleiðis
eru nú øll í sløkkiliðnum í
Nóls oy útbúgvin við brand
skeiði
og
fyrstuhjálpar
skeiði.
Stórur áhugi fyri borgarafundi
Ein nýggj rampa er sett upp á molanum í Nólsoy, so fólk í
koyristóli kunnu koyra umborð á Rituna. Men loysnin er bara
hálv, tí ikki ber til at koyra í land í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
Eini 50 fólk vóru møtt á borgarafundinum í skúlanum í Nólsoy í gjárkvøldið. Fundurin var ógvuliga konstruktivur og siðiligur
Mynd: Leo Poulsen
Kuba inn í hitan
Felagsskapurin hjá londunum í Norður, Mið og
Suðuramerika samtykti í gjár at geva Kuba limaskap í
felagsskapinum. Tað hevur landið ikki havt síðani 1962.
AP skrivar, tí øll tey 34 londini í felagsskapinum og
harvið eisini USA atkvøddu fyri henni. Politiskir
eygleiðarar halda, at USA gjørdi av at taka undir við
semjuni fyri at tekkjast fleiri av teimum vinstravendu
leiðarunum í Mið og Suðuramerika. Í hesi støðuni helt
USA seg kunna loyva Kuba inn í kuldan uttan at styggja
ov mong onnur frá sær, siga teir politisku eygleiðararnir.
Kvinnur í Landstingið
Ikki færri enn átta av teimum fjúrtan tinglimunum hjá
grønlendska flokkinum IA eru kvinnur, og nakrar teirra
fingu fleiri persónligar atkvøður enn teir flestu
floksfelagarnir. Flestar fekk Maliina Abelsen, sum fekk
1.410 persónligar atkvøður. Hon sigur við grønlendska
kringvarpið, at valúrslitið er sera týdningarmikið fyri tær
grønlendsku kvinnurnar, tí tað vísir, at veljararnir hava
álit á kvinnunum sum politikarum. Tvær aðrar kvinnur,
sum fingu nógvar persónligar atkvøður, eru Juliane
Henningsen úr IA og Aleqa Hammond úr Siumut.