Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2009 Tá Tórsfagnaður verður í Havn tann 20. Juni, verða tvær serligar sýningar í Havnar Bio. Tá verður nevniliga fyrsti og einasti føroyskt fíggjaði spælifilmurin, Atlantic Rhapsody, vístur ummaftur. Í ár eru 20 ár síðan filmurin varð frumsýndur Filmur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Vart tú við? Ella kanska systir tín? Mamma tín, pápi tín? Omma, abbi, gumma, stjórin, grannin? Tórshavnar Kommuna bjóðar til sýningarnar í Havnar Bio tá Tórsfagnaður verður í Havn 20. juni 2009. Sýningarnar verða klokkan 15.30 og klokkan 17.15. Tá fær tú møguleika at síggja løgmann sum stunt- man, Budam sum smádrong, Elis áðrenn hann varð út- varpsstjørna, rektaran í Hoydølum sum ungan poet umframt mong onnur. Atlantic Rhapsody er eitt slag av filmsstafett gjøgnum ein dag í Havn, har ein per- sónur, ein bilur, ein bóltur, ein telefonsamrøða ella eitthvørt annað førir áskoð- aran frá einari senu til ta næstu. Atlantic Rhapsody er fyrsti og higartil einasti føroyskt fíggjaði spælifilmurin, ein sonevndur low-budget-film- ur, ið kostaði einans 1,7 milliónir at gera. Tað er í roynd og veru óðamannaverk at gera film fyri so fáar pengar, men við treiskni og áhaldni og ikki minst við ómetaligari væl- vild frá teimum fleiri enn 100 leikarunum, ið allir arbeiddu ókeypis, og frá havnarfólki annars og frá fyritøkum, stovnum og øðr- um, ið uttan at blunka læntu filmsliðnum hús, bilar og annað, eydnaðist kortini at gera óðamannaverkið til veruleika. Yvirhálaði oscarvinnara í biografsýningum Tá filmurin varð sýndur í Norðurlandahúsinum, Sjón- leikarhúsinum og kring landið í 1989, fór maður av húsi í biograf. Við útivið 10.000 seldum atgongumerkj- um yvirhálaði hann tey bæði stóru biografhittini tað árið , sum vóru Rambo og Oscar- vinnarin Out of Africa. Filmurin varð eisini væl fagnaður úti í heimi. Í Lübeck í Týsklandi vann hann fyrstuvirðisløn á árligu filmsstevnuni har, og hann varð sýndur á hópin av filmsstevnum um allan heim, bæði í Evropa, USA og Suðuramerika. Í Norra gjørdist hann kultfilmur í norsku filmsfeløgunum. Ikki øll líka fegin Føroyingar vóru tó ikki allir so fegnir um filmin. Í einum lesarabrævið stóð millum annað hetta at lesa: "Um ætlanin var at spilla Havnina út og sýna tað ljótasta og skammleysasta, ið filmast kann har og í Føroyum, so er tað eydnast væl. (...) Teir Føroyingar, eg havi talað við um filmin, hava ógvast við, hvat tey hava sæð og hoyrt og kalla filmin eitt skemdarverk." Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Havn er spæli- filmur eftir Katrina Ottars- dóttur. Filmurin, ið varir 75 minuttir, varð frumsýndur á norðurlendskari films- stevnu, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Norðurlanda- húsinum í 1989. Atgongu- merkjaprísurin fyri Atlantic Rhapsody í Havnar Bio Tórsfagnaðin 20. juni er 50 krónur. Tiltøkini á Tórsfagnaðin- um í Havn 20. juni 2009 eru partar av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Atlantic Rhapsody - Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani Á myndini sæst Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, við klapptrænum, ið varð brúkt undir upptøkunum av Atlantic Rhapsody Framvegis færri løntakarar Í mars 2009 vóru slakir 25.000 løntakarar, hetta eru um 850 færri enn í mars 2008. Frá oktober 2008 til februar 2009 var støðug minking. Í februar vóru góð 3 prosent færri løntakarar, men tað tykist sum afturgongdin er steðgað. Í mars var afturgongdin framvegis 3 prosent. Tað er serliga innan fiski- og byggivinnuna at færri løntakarar eru. Í báðum bólkunum er afturgongdin yvir 10 prosent. Av teimum umleið 850 færri løntakarunum eru nærum 90 prosent mannfólk. Orsøkin er at tað er serliga innan fiski- og byggivinnuna at færri løntakarar eru. Hetta eru yrki har tað eru munandi fleiri mannligir løntakarar, skrivar Hagstovan. Henrik prinsur fyllir 75 Henrik prinsur fyllir 75 ár í dag. Føðingardagshaldið byrjaði í gjárkvøldið við stórari konsert í Keypmannahavn, har verk hjá prinsinum vóru á skránni. Í dag eru 75 ár, síðani Henrik prinsur varð borin í heim, og føðingardagurin verður hildin við ymsum tiltøkum allan dagin. Hátíðarhaldið byrjaði annars í gjárkvøldið við stórum tiltaki í konserthøllini hjá danska kringvarpinum, har bæði yrkingar og tónlistarverk hjá prinsinum vóru á skránni. Henrik prinsur var franskur greivi, áðrenn hann giftist Margretu krún- prinsessu í 1967. Hann hevur egnan víngarð í Fraklandi og hevur harumframt stóran áhuga fyri skaldskapi og afrikanskari list.