Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2009 Búskaparkreppa Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt í eini kreppustøðu. Tað heldur Hermann Oskarsson, búskapar frøð- ingur og fyrrverandi for- mað ur í Búskaparráðnum. Hann sigur, at tær polit- isku útmeldingarnar, sum higartil eru komnar um ætl- aða politikkin, sum skal føra okkum burtur úr krepp- uni, føra ikki til annað enn ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum. Búskaparfrøðingurin stað festir, at í eini kreppu- støðu, sum hesari, verður samlaða úrslitið, at vit koma at hava hall mótvegis umheiminum. Tað einasta, sum spurn- ing urin snýr seg um, er, hvør skal bera hetta hallið. - Eitt samfelag kann býtast sundur í trý, sum eru privatu borgararnir, privata vinnulívið og teir almennu kassarnir. - Privatu borgararnir hava sína avmáldu tíð her á jørð, so doyggja vit og so verður gjørt upp eftir okkum. Vinnulívið hugsar nøkur fá ár fram, í tíðina, kanska eini 20 ár fyri tær mest fram rættaðu fyritøkurnar. - Men almennu kassarnir eru her í allar ævir og tí er tað almenna tað einasta, sum kann átaka sær skuld í allar ævir. Hermann Oskarsson stað festir, at tískil er ongin ivi um, at tað er tað almenna, sum er nógv best brynjað til at átaka sær hallið, sum vit fáa mótvegis tí almenna. - Tað almenna er tað ein- asta, sum kann átaka sær eitt hall og betala tað aftur yvir tey næstu 100 árini. Tí hevur tað almenna eina heilt serliga støðu sum skuldari. Fyri at sleingja eitt tal út, er tað einki í vegin fyri, at landskassin átekur sær eina skuld upp á eini 10% av bruttotjóðarúrtøkuni í eitt ella tvey ár, er tað ein skuld, sum, sum landið kann betala aftur tey næstu 20 árini ella longri - Men skulu borgararnir og privata vinnulívið átaka sær eina skuld slíka skuld, verður tað ein rúgva, sum rýmir av landinum, tí tað fer at broyta teirra tilveru- grundarlag so grund leggj- andi við arbeiðsloysi og húsagangi. Hann sigur, at hetta er tann boðskapurin, sum politik ararnir í øllum øðrum londum senda sínum borg- arum. Sostatt er boðskapurin hjá politikarum í øðrum londunm, at tað almenna er til reiðar at átaka sær eina skuld fyri at tryggja borg- ararnar - Í øðrum londum sissa politikararnir sínar borg ar- arar við boðskapinum um, at teir skulu kenna seg tryggar, tí tað almenna skal átaka sær tað neyðugu skuldina fyri at stýra ígjøg- num kreppuna. Púra skeivt Hermann Oskarsson stað- festir, at í Føroyum gera politikararnir tað øvugta. - Tær politisku útmeld- ing arnar vit hava fingið higartil, er at landskassin skal tátta í. Vit hava fingið at vita, at hallið á fíggjar- lógini skal vera burtur um 3-5 ár og at næsta ár skal hallið í øllum førum vera undir 500 milliónir. - Tað er ein púra skeiv út søgn at koma við í eini krepputíð, sum hesari. Ístaðin fyri at fráboða spar- ingar, áttu politikararnir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðsloysinum niðri. - Hetta er akkurát tíðin, tá ið politikararnir skulu gera seg út til at átaka sær skuld og at brúka pening skilagott so at so fá sum gjørligt verða arbeiðsloys. - Tað avgerðina hava før- oyskir politikarar ikki verið nóg vaksnir til at taka, leggur Hermann Oskarsson afturat. Ístaðin fyri koma teir við útsøgnum, sum elva til ótt- an og stúran og sum kann Politikarar ræða fólk av landinum Mátin, sum politikararnir hava handfarið kreppuna upp á, er púra skeiv, heldur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur. Hann sigur, at tær politisku útmeldingarnar, sum vit hava hoyrt tæna ongum endamáli enn at skapa ótta og stúran og ræða fólk av landinum Bagger kann fáa avsláttur Ákærin heldur, at Stein Bagger kann fáa linari revsing enn ta kravdu sum samsýning fyri at hava samstarvað við myndugleikarnar. Ákæruvaldið kravdi upprunaliga, at Stein Bagger skuldi fáa 12 ára fongsul fyri umfatandi svik, men Per Justesen, ákæri, sigur nú, at Stein Bagger kann fáa heldur linari revsing, tí hann hevur samstarvað við løgregluna. Per Justesen segði í rættinum í morgun, at ákæruvaldið heldur framvegis fast um, at revsingin eigur at vera millum átta og tólv ár. Ákærin vildi ikki vísa aftur frágreiðingini hjá Stein Bagger um, hvussu lætt tað var at læna pengar í bankunum. Men vælvildin hjá bankunum var eisini eitt tekin um, at teir høvdu álit á IT Factory og stjóranum, segði Per Justesen. Eingin fiskur um 40 ár Ovurfisking kann sambært einum nýggjum dokumentarfilmi hava við sær, at eingin fiskur verður eftir í heimshøvunum um 40 ár. Filmurin, sum hevur fingið heiti «The End of the Line», kemur til ta niðurstøðu, at tá fiskurin hvørvur, fara 1,2 milliard fólk at líða hungur. Tey, sum hava gjørt filmin, geva fleiri skyldina av, at fiskurin kann hvørva. Filmurin hartar fólk, sum eta fiskasløg, ið eru í vanda fyri at doyggja út, og fiskimenn, sum fiska meiri enn sínar kvotur. Tað hevur tikið meiri enn tvey ár at gera filmin, ið byggir á samrøður, sum tíðindamaðurin Charles Clover hevur havt við politikarar, granskarar, fiskimenn og onnur, ið hava tilknýti til fiskivinnu.