hósdagur 11. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2009
11
tíðindi
gera sítt til, at fólk fara at
rýma av landinum.
Og tað er ein vanlukka av
dimensjónum.
Tvøroyri eitt
gott dømi
Hann sigur, at feskasta
dømi um hetta, er støðan,
sum Tvøroyrar kommuna
er komin í, har eini 14 fólk
eru søgd upp, tí at komm
unan er noydd at spara.
Heldur enn at koyra
fleiri fólk út í arbeiðsloysi,
hevði tað verið skilabetri,
at latið Tvøroyrar Kommunu
sloppið at vaksið um skuld
arbyrðuna tey næstu fáu
árini, til tíðirnar batna aftur,
tí kommunan kann brúka
ein mansaldur ella meiri,
upp á at betala skuldina
aftur.
Men fyri tey 14 fólkini,
sum eru uppsøgd, er støðan
ein heilt onnur. Tey hava
mist arbeiði, summi eru
kanska í vanda fyri at missa
hús og heim og vandi er
eisini fyri, at onkur teirra
rýmir og tað er ein vanlukka,
sigur búskaparfrøðingurin.
Hermann
Oskarsson
stað festir, at landskassin í
Føroyum er væl fyri at
átaka sær eina skuld, tí tað
almenna hevur onga skuld
frammanundan.
Í so máta eru vit so
ómeta liga væl betri fyri enn
okkara grannalond eru, har
fleiri av teimum hava stóra
skuld at dragast við framm
anundan.
Í Sosialinum í morgin
hava vit eina drúgvari sam
røðu við Hermann Oskars
son um kreppuna, um hvørji
krepputiltøk kunnu setast í
verk og um, hvørji tey
størstu vandamálini eru.
Vilja hava fólkaatkvøðu fyrst
Tríggir fjórðingar av teimum íslendsku veljarunum halda, at stjórnin eigur
at leggja uppskotið um samráðingar við ES út til fólkaatkvøðu. Tað vísir
ein nýggj kanning, sum Caparent Gallup hevur gjørt. Fólk vórðu spurd,
hvussu lítla ella stóra áherslu tey leggja á, at stjórnin spyr fólkið, áðrenn
hon fer undir samráðingar við ES um limaskap. 76,3 prosent av teimum
spurdu svaraðu, at tey leggja stóra áherslu á, at spurningurin kemur til
fólkaatkvøðu fyrst. 17,8 prosent svaraðu, at tey leggja lítla ella als onga
áherslu á spurningin, og 5,8 prosent hava onga hugsan um spurningin.
1.264 íslendingar vórðu spurdir í kanningini.
Danskur drongur svínakrím
Í gjárkvøldið bleiv staðfest, at ein seks ára gamal drongur í Vejle er
smittaður við svínakrími. Myndugleikarnir vilja ikki siga so nógv
um drongin og støðuna hjá honum, men ein talsmaður váttar fyri
danska kring varpinum, at ein drongur úr Vejle er fluttur á sjúkrahús í
Odense, og at læknarnir hava staðfest, at hann er smittaður við
H1N1, sum eisini verður rópt svínakrím. Drongurin liggur í einrúmi
og fær viðgerð, sigur talsmað urin. Drongurin gongur í einum
barnagarði í Vejle, og Heilsu stýrið hevur nú kunnað foreldrini at
hinum børnunum um støðuna. Týsku heilsumyndugleikarnir søgdu í
morgun, at teir hava staðfest 27 tilburðir av H1N1 á einum skúla.
Sosialurin í morgin:
Higartil hevur tað
bara gingið galið
– Tað er humbukk at tosa um, at Føroyar fara at
enda í eini skuldarfellu, tí eini slíkari støðu eru vit
ikki nær í námind av at koma í.
Tað sigur Hermann Oskarsson í samrøðu við
Sosialin í morgin.
– At skapa slíkan pannikk í Føroyum tænir bara
einum endamáli og tað er at halda fast um førda
politikkin-sum er skeivur.
Búskaparfrøðingurin heldur eisini, at tað er
margháttligt, at tað nú skal vera blivið eitt
mótaorð í føroyskum politikki, at vit hava eitt
bygnaðarligt hall á fíuggjarlógini, sum skal
burtur.
– Tað ljóðar kanska fínt at siga so, men
veruleikin er, at ongin hevur nakrantíð roknað út,
um vit yvirhøvur hava eitt bygnaðarligt hall og
enn minni hevur nakar roknað út, hvussu stór tað
er.
Hann sigur, at tann politikkurin, sum landsins
leiðarar hava fráboðað, er ein kensluleysur
politikkur og hann heldur bart út, at politikarar
svíkja vanliga borgaran við teimum ætlanum, teir
hava stungið út í kortið.
– Higartil hevur tað bara gingið galið, staðfestir
Hermann Oskarsson
Enn hava føroyskir politikarar ikki verið nóg
vaksnir til at ásanna, at hetta er ikki tíðin at
tosa um sparingar. Tað er í tíðum, sum hesari,
at politikarar skulu taka sína ábyrgd og lata
tað almenna taka skuldina av herðunum á
borgarunum, staðfestir Hermann Oskarsson,
búskaparfrøðingur
Mynd: Jens Kristian Vang