mikudagur 7. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 215 - 7. november 2001
Nr. 215 - 7. november 2001
11
VIÐMERKINGAR
Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni
Tjóðveldisfloksins
www.hafoss.com
Hví uppstilla til
Fólkatingið ?
Føroyar eru í dag í ríkis-
felagsskapi við Danmark
og hava vit umvegis heima-
stýrislógina latið donsku
stjórnini suverenitetin, tá ið
umræður ávís mál — eitt
nú uttanríkismál. So leingi
danska stjórnin burturav
umsitir hesi málsøki, ið
viðvíkja Føroyum og hevur
stóra ávirkan á yvirtøk-
urnar og tillagingina av
føroyska samfelagnum sum
heild, er neyðugt við um-
boðum á Fólkatingi til tess
at blanda seg í føroyskan
politikk — ikki danskan.
Neyðugt er, at nýta
okkara fólkaræðisliga rætt
til at fáa ávirkan á viður-
skifti, ið viðvíkja Føroyum.
Harvið skulu vit eisini nýta
okkara umboð til eitt nú, at
fáa Fólkatingið at viður-
kenna sjálvsavgerðarrætt,
tjóðarmál og ognarrætt
føroyinga.
Somuleiðis skal ein full-
veldisrødd virka til frama
fyri meira og betri upplýs-
ing til danska Fólkatingið,
donsku fjølmiðlarnar og
danska samfelagið sum
heild um føroysk sjónarmið
og viðurskifti til tess, at
leggja ein góðan gróðrar-
botn fyri framtíðar sam-
starvi.
Ongin fullveldisrødd
Undanfarnu 4 árini hevur
verið greitt, at ongin av
fólkatingsumboðunum
hava tala fyri føroyskum
fullveldi. Tá ið kjakið um
Føroyar og føroysk viður-
skifti var í Fólkatinginum
herfyri, gjørdist enn eina-
ferð greitt, at Jóannes
Eidesgaard, ið annars hevði
borið seg fram sum tað før-
oyska jarnbrotið, varð vorið
jarnbrot fyri politikkinum
hjá donsku stjórnini, meðan
Óli Breckmann heldur enn
at tala at og at seta kritiskar
spurningar bert kom við
smávegis viðmerkingum.
Staðfestast má, at ein
fullveldisrødd heilt klárt
hevur
verið
saknað
á
Fólkatingi.
Byggja upp — ikki bróta
niður
Sambandsmenn
hava
í
Dimmalætting
seinastu
tíðina brigslað núverandi
landsstýri fyri, at hava
brotið samstarvið millum
Danmark og Føroyar niður.
Veruleikin er meira fjøl-
táttaður.
Roynt hevur verið, at
skipa Føroyar og Danmark
í eitt samveldi, har tvær
sjálvstøðugar tjóðir sam-
starva um ymisk málsøki.
Hetta er ein roynd at menna
og nútíðmansgera sam-
starvið landanna millum —
og harvið at byggja upp
nakað nýtt. Í royndini at
byggja upp, er skaði óivað
hendur á samstarvið land-
anna millum, men eru tað
so sanniliga báðir partar, ið
hava skyld í hesum. Eitt nú
kann nevnast, at danska
stjórnin
framleiddi
ein
"etniskan" roknskap, ið
vísti hvussu nógv hvør
føroyingur kostaði danska
samfelagnum á ein sera
misvísandi hátt og somu-
leiðis vil danska stjórnin
ikki viðurkenna at føroy-
ingar sum tjóð ella føroyska
málið sum tjóðarmál v.m..
Neyðugt er, at hildið
verið áfram við kósini at
skipa Føroyar sum sjálv-
støðugt land og at virka fyri
góðum samstarvi partanna
millum.
Týdningarmikið val
Hóast tað hvørgan er fyrstu
ella seinastu ferð, at sagt
verður, at talan er um eitt
týdningarmikið val, so er
veruliga talan um eitt av
mest týðandi fólkatings-
valum — sæð við føroysk-
um eygum — nakrantíð.
Sjáldan hevur brúk verið
fyri fullveldirødd á Fólka-
tingið í so stóran mun sum
júst nú, tá ið arbeitt verður
fram ímóti at skipa Føroyar
sum eitt sjálvstøðugt tjóð-
veldi. Neyðugt er, at hava
umboð á Fólkatingi, ið
arbeiðir til frama fyri
hesum og ikki ímóti — og
harvið er neyðugt at fáa
nýggjar røddir á Fólkating
— fullveldisrøddir.
Heri Mohr
"Nú má røkka ella støkka,
nú verður ikki lisið meir!"
hugsar
Jógvan,
áðrenn
hann skal upp í búskap-
arfrøði. Ikki tí, hann heldur
sjálvur, at hann er væl fyri.
Eftir boðum frá lærara og
próvdómara fer Jógvan við
aðrari hondini í spurnar-
kassan
"Nágreinilig vitan hjá
fólki" og tekur ein tilvild-
arligan lepa: Heimastýris-
lógin og føroyskur búskap-
ur og vælferð?
Hann setur seg við tað
grøna borðið. "Hetta var nú
ikki heilt galið", hugsar
hann, men rúm tíð gekk,
áðrenn ljóð kom av hansara
munni, og próvdómarin
gjørdist ótolin.
"Í
bóklinginum
"Frá
heimastýri til fullveldi",
sum landsstýrið koyrdi í
hvørja smogu og hvørja
úthurð í Føroyum, er mill-
um annað tilskilað á síðu 5,
at "tann politiska viðgerðin
í
Føroyum
er
tískil
liðug…", og "tí er neyðugt,
at fólk nágreiniliga vita,
hvat hetta snýr seg um."
Eisini verður sagt á síðu 25,
"at um ríkisveitingarnar
minka eftir heilt fáum
árum, kann hetta hava við
sær uppsagnir og arbeiðs-
loysi".
Hvat er tað so, ið fólk
mugu vita nágreiniliga?
Sjálvandi er eitt ótal av to-
b e - o r - n o t - t o - b e -
spurningum, sum føroy-
ingar eiga at fáa greitt svar
uppá, áðrenn tímaglasið er
runnið.
Higartil
hava
upplýsingar, frágreiðingar
og
grundgevingar
um
loysingarfilosofiina verið
doktrinerar og dogmatiskar
og í versta føri merktar av
villleiðing og ósannleika.
Í 30-unum í farnu øld
vóru ringar tíðir í flest
øllum londum í Europa, og
í so máta vóru Føroyar
einki undantak. Tey, ið áttu
bát í neystinum og kúgv í
kjallaranum ella fjósinum,
vóru kanska frægast fyri.
Hungur og hall pikkaði
uppá í mongum heimum.
Men við seinna heims-
bardaga og bretsku her-
setingini av Føroyum
hendu stórar broytingar.
Føroysk skip fóru at sigla
til Onglands við ísfiski, har
hann varð seldur fyri góðan
prís, og hervaldið gav nógv
arbeiði á landi. Lívsgleði
og -megi avloysti hungur-
og
hall-tilveruna.
Men
prísurin fyri hesa nýggju
vælstandstíð var høgur.
Sambært bókini "Víkinga-
synir" fórust 39 skip við
l32 monnum, og 44 lang-
faramenn, 29 útróðrarmenn
og 6 mans lótu lív á annan
hátt á sjónum.
Tá ið bardagin hæsaði av
í 1945, áttu føroyskir
peningastovnar 52 milliónir
í Onglandi og Danmark,
men dansurin um gull-
kálvin gjørdist stokkutur:
Longu í august l952 vóru
peningaognirnar broyttar til
skuld uppá 4.1 mió.
Í 1951 og l952 fór Sjó-
vinnubankin tvær ferðir á
heysin, og báðar ferðir varð
hann rekonstrueraður, men
l. februar l952 varð lykilin
dreyaður um, og bankin lat
ikki upp aftur fyrr enn 22.
februar
við
fylgjandi
innspræningum:
• Partapeningurin
niðurskrivaður við 99%
• Nýggjur parta-
peningur ……
0.5 mió.
• Løgtingslán … 2.8 mió.
• Løgtingsð
innlán ……… 1.35 mió.
• Útvegað til útgerðar-
lán til skip …… 4.0 mió.
Upphæddirnar frá løgting-
inum vóru samb. Beretning
angående Sjóvinnubankan
síðu 31-34 fingnar til vega
við lánum frá statskass-
anum.
Hetta var so fyrstuferð
eftir heimsbardagan, at
Jeppe av álvara vaknaði við
buldrandi timburmonnum.
Fólk í túsundatali rýmdu til
Íslands og Danmarkar. Tá
var ringt skil í Føroyum,
upp á seg kanska verri enn
skilið 4o ár seinri, men tað
ber tó ikki til at geva
heimastýrislógini skyldina,
tí tá var hon so nýggj í
garði, at umsitingarliga
pionerarbeiðið
úti
í
Tinganesi illa nok var fing-
ið frá hondum.
Viðvíkjandi
spurning-
inum um hvørja ávirkan
heimastýrislógin
hevur
havt mótvegis føroyskum
búskapi, so kann hesin
heldur torføri spurningur
kanska svarast við nøkrum
dømum:
• Til tess at endurnýggja
skipaflotan vórðu fyri
hálvari øld síðan før-
oyskar og danskar lógir
settar í gildi. Við hesum
lógum kundi landskassin
veita studningslán og
Fiskeribanken og finans-
ministeriið langfreistað
lán. Seinri komu fleiri
løgtingslógir um lánveit-
ing úr landskassanum, og
úr Danmark kom Fær-
øernes Realkreditinstitut
til fígging av skipum.
Harumframt álegði løg-
tingið við ótali av lógum
føroyska
skattaborgar-
anum at veðhalda fyri
lánum, ið skipaeigarar og
annað gott fólk fingu
bæði úti og heima. Hetta
kom okkum dýrt at
standa.
(Nú, nú, pippaði undan
skegginum á próvdómar-
anum).
• Við danskari lóg varð 60-
m i l l i ó n a g r u n n u r i n
(Íleggingargrunnurin fyri
Føroyar) settur á stovn.
Um hesin grunnur, sum
fyri meira enn 20 árum
síðan kom undir føroyska
umsitig, ikki hevði verið,
høvdu
SEV,
telefon-
verkið, berghol og lands-
vegir
kanska
verið
skuggar av sær sjálvum.
• Føroyagrunnurin, fíggj-
aður av statskassanum,
bjargaði Føroya stórsta
virki, P/f J. F. Kjølbro,
undan húsagangi.
Hetta var eitt sindur um bú-
skapin, og so er tað væl-
ferðin.
• Í 60-unum vórðu danskar
lógir á vælferðarøkinum,
t.v.s. almanna- og heilsu-
økinum, settar í gildi í
Føroyum, eins og risa-
stórt lands- og stats-
sjúkrahús
og
seinni
Klaksvíkar
sjúkrahús
vórðu bygd og fíggjað
soleiðis:
50% statsstudningur og
5o% statskassalán til
landskassan.
• Fólkapensiónsgrunnurin,
sum var, fíggjaði megin-
partin av byggingini av 7
ellis- og røktarheimum.
Landskassin og stats-
kassin rindaðu hvør sína
helvt av grunsins stovns-
fæi.
• Statskassin hevur goldið
alla bygging av lærara-
skúlanum (minus Venj-
ingarskúlan),
handils-
skúlanum,
tekniskum
skúlum, næmingaheim-
um o.ø.
• Tá ið bankarnir og so at
siga alt tað føroyska sam-
felagið fór á heysin í
l992/93, veðhelt stats-
kassin fyri tey mongu og
stóru lán, sum lands-
kassin hevði tikið í
ymiskum londum.
At landskassin - tann før-
oyski skattaborgarin - misti
milliardir upp á skipa-
bygging og aðrar privatar
íløgur, hevur einki við
heimastýrislógina at gera.
Løgtingsins veðhalds- og
útlánslógir vóru orsøkirnar
til, at hvørt mansbarn føldi
sviðan á sín kropp. (Aftur
eitt lítið pipp undir skegg-
inum).
Nú tann parturin av
løgtingsins fíggjarlóg, sum
statskassin sambært lóg
skal rinda l00% ella ein %-
part, er farin í blokk (í l988
og l993), er tað vorðið
mongum greitt, at væl-
ferðin hjá okkum føroy-
ingum er treytað av, at
blokkurin undir verandi
umstøðum verður brúktur
til tað, hann upprunaliga er
ætlaður
til,
nevniliga
heilsumál, almannamál og
skúlamál, og at hann, so
hvørt sum ávís málsøki í
blokkinum verða yvirtikin,
verður lækkaður samsvar-
andi".
Jógvan var væl nøgdir
við seg sjálvan, helt seg
hava klárað uppgávuna á
góðari leið, og vælhýrdur
spurdi hann læraran, um
hann hevði lisið bókina
"Der Prozess". "Jú," svar-
aði lærarin, tað hevði hann
og skoytti uppí, at "hon er
ikki fyri veikar sálir: stats-
terror - sálarleyst, vetrar-
kalt frælsi - sum so nógv
annað skrivað av sama
heimskenda rithøvundi."
"Allarhelst hava løg-
maður og varaløgmaður
eisini lisið Kafka", helt
Jógvan fyri, "tí báðir minna
teir okkum áhaldandi á, at
arbeiðið við at "tøma
heimastýrislógina" gongur
sum ætlað, og "processin"
heldur fram. Men hvussu
kunnu teir tøma eina eina
lóg, hvussu skal tað skilj-
ast, og hvørjar avleiðingar
kann tað fáa?"
"Um tú tømir ein hyl, og
einki rennur í hann aftur,
fær tað álvarsligar avleið-
ingar fyri alt livandi í hon-
um: kombikk, állur, smá-
kykt og annað livandi rópa
tá hvør í munnin á øðrum:
flýggið, flýggið, vit verða
týnd av einum terroristi,"
svaraði lærarin. Próvdóm-
arin tagdi, men undir
skegginum sóust varrarnar,
sum tá ið hestur vísir tenn
og gneggjar.
Í tí Jógvan reisti seg frá tí
grøna borðinum, hugdi
hann upp á læraran og
segði, at Kafka ynskti at
skapa loynidómar við tí í
huganum, at "tað, sum er
álagt okkum at fullføra, er
tað ónda, - tað góða er
longu givið".
Jógvan fór stillisliga út úr
skúlastovuni, og inn kom
Annika; nú átti hon tørn.
Fullveldisrødd á Fólkating
Próvtøka
Arni Gunnar Poulsen
Skrivað var, at neyst og ein
partur av Álakersvík skal
gera pláss fyri trolvirkinum
Vónini.
Eg havi mína dagligu
gongd har um leiðir, og tað
sum eg síggi er, at last-
vognar koma við greiðum
til Vónina og fara við
greiðum frá Vónini, higar
og hagar.
Hetta verður gongdin í
framtíðini. Vónin fer ong-
antíð at hava ein fraktbát
liggjandi har og bíða eftir
einum troli at sigla út á
keiina ella aðrastaðni í Før-
oyum.
Gevið Vónini eitt grund-
økið alla aðrastaðni, enn at
skamfíla tað, sum eftir er av
Álakersvík. Tí lastvognar
fara teir altíð at brúka.
Norrøna felagið
í Føroyum
Áðrenn Mikkjal Helmsdal
settist í stjórastólin hjá
Sjónvarpi Føroya, var hann
í nøkur ár stjóri á Norður-
lendska
stovninum
á
Álandi.
Um hetta starvið hjá sær
og um norðurlendska ar-
beiðið á Álandi fer Mikkjal
Helmsdal at greiða frá á
fundi hjá Norrøna felagn-
um mikukvøldið tann 14.
november. Fundurin verður
í Listaskálanum kl. 19.30.
Tíverri gjørdist neyðugt
at gera nakrar broytingar í
skránni fyri veturin. Fyri-
lesturin
hjá
Sveini
I.
Tummassoni, sum skuldi
vera mikukvøldið 7. nov-
ember, er útsettur. Og fyri-
lesturin hjá Niels á Velba-
stað verður mikukvøldið 9.
januar 2002 í Norðurlanda-
húsinum.
Annars verður 50 ára
veitslan sum ætlað leygar-
kvøldið 17. november kl.
19.30 í Müllers pakkhúsi.
Freistin at tekna seg til
veitsluna er úti mikudagin
7.
november.
Limirnir
kunnu tekna seg við at
gjalda girokortið, sum varð
sent saman við vetrar-
skránni hjá felagnum.
Gurli Restorff
Der tales og skrives så
meget om, at det er ønske-
ligt, at gamle mennesker
får lov til at blive i eget
hjem så længe som muligt.
Det er så sandt som det er
sagt, og er nok også, hvad
de fleste gamle mennesker
ønsker; men med årene
kommer der jo for de fles-
tes vedkommende forskel-
lige skavanker, større eller
mindre. Hvad gør man for
at hjælpe? En nat fra kl. 24
til 8 morgen er streng, hvis
man trænger til hjælp, men
ikke ved, hvor man skal
henvende sig.
Otte timer er lang tid,
hvis man f.eks. har ledde-
gigt og ikke orker at vende
sig i sengen uden hjælp.
Leddegigt kan angribe
både unge og gamle; eller
hvordan er det at ligge
alene om natten efter at
have været indlagt på hos-
pital med f.eks. en blod-
prop; så vil det være godt at
kunne kontakte hjemme-
sygeplejersken
eller
hjemmehjælp. En hånd og
et beroligende ord kan
hjælpe på nervøsiteten.
Eller hvad med de ikke så
få mennesker, som har
kræft og mange smerter;
også de trænger til et ven-
ligt ord – måske lidt ekstra
for smerterne.
Der er også gamle men-
nesker, som måske kan
blive lidt konfuse, tænde
for de elektriske plader,
måske gå en tur, hvilket jo i
højeste grad er farligt om
natten. Ja man kunne blive
ved i en uendelighed.
Der er og har været i
mange år hårdt brug for
hjemmesygeplejerske og
hjemmehjælp om natten. I
Danmark har ordningen
virket en del år til beroli-
gelse og mange gamle og
syge, som bor alene. Det
kan næppe vælte samfun-
dets økonomi, så jo før
ordningen bliver gennem-
ført her, des bedre til gavn
for gamle og syge.
Jenis av Rana
løgtingslimur fyri
Miðflokkin
»Undrunnarvert«, er ein av
viðmerkingunum til upp-
skot Miðfloksins um fólka-
atkvøðu um lækkanina av
blokkinum
(hesin
við-
merkjarin er blaðmaður),
meðan annar viðmerkjari
(advokatur) hevur leika í
um uppskotið síðani tað
frættist. Og ein undrast –
tað snýr seg jú bert um at
geva tí einstaka føroyingin-
um, honum, sum uppskotið
viðvíkur, honum, sum nið-
urskurðurin rakar, møgu-
leika at siga sína hugsan,
siga um hann heldur heta
verða skilagottt ella ikki.
Hví meta nøkur slíkt vera
óneyðugt, undrunnarsamt
og beinleiðis skeivt?
Mest uttanumtos!
Nógv er gjørt burturúr utt-
anumtosi, so seint sum í
seinastu útgávu viðgerð
Fregnir fyrra partin av upp-
skotinum, tað at Landsstýr-
ið ikki hevur verið í Løg-
tinginum við hesum álvars-
ama fíggjarliga máli. (Teir
á Fregnum hava forrestin
ikki havt áhuga í at tosa við
teir, ið uppskotið eiga, men
spyrja aðrar!!!) Høvdu allir
hesir havt tímað at lurta
eftir 1. viðgerð á Løgtingi,
ella tosa við uppskotsstill-
aran, so høvdu teir hoyrt, at
orsøkin einfalt er eitt krav
frá Løgtingsskrivstovuni,
frá sefrøðini har, sum
kravdi handan partin við,
fyri at vit í heila tikið
kundu leggja uppskotið
fram. Mær og Miðflokkin-
um er fólkaatkvøðan tað
avgerandi, tað løgfrøðiliga
kunnu løgfrøðingar klandr-
ast um so galið teir vilja,
men journalistar áttu at
kunna
gjøgnumskoða
orðaskvaldur teirra!!!
Hoyra teir ikki
neyðarrópini?
Meira og meira er okkum
tó vorðið greitt, at fleiri av
aktørunum í hesum leiki
mangla ein grundleggjandi
førleika fyri at meta um
uppskotið, fyrst av øllum at
teir neyvan ikki kenna støð-
una, ið vanligi føringurin
dagliga livir undir. Best og
ódámligast kemur hetta til
sjóndar í omanfyrinevndu
samrøðu Fregnir hevur við
advokatin.
Niðurstøða
hansara er at:
… fólkaatkvøðu hevur tú
bert, um týðandi, tyngjandi,
avgerandi og djúptøknar
avgerðir, sum kunnu ávirka
hvønn einstakan borgara
munandi bæði nú og í fram-
tíðini… (samandáttur úr
greinini) og síðani letst
hann sum um samfelagsliga
støðan í løtuni er bæði
trygg og góð.
Slík niðurstøða um støðu
samfelagsins kann bert
koma frá manni, sum
dagliga letur aftur bæði
oyru og eygu!!!, tí: ikki er
dagur uttan neyðarróp frá
onkrum av veiku samfel-
agsbólkunum.
…tey rópa um hjálp, tey,
sum eiga børn, ið bera brek,
tí sum ellisárini nærkast
frykta tey fyri hvussu verð-
ur við óhálpnu børnum
teirra, tá tey sjálvi nátt-
úrliga flyta burtur…
…runt
landið
liggja
hjálparleys gomul og biðja
og vóna ta røkt, sum sam-
felagið tey hava bygt upp
átti at veitt teimum, meðan
advokaturin og fylgi meta
at væl stendur til…
…foreldur sleppa ikki út
á arbeiðsmarknaðin afur, tí
byggjan av stovnum til
børn teirra verður afturum-
prioriterað – og frá skúla-
leiðarum hoyrast harmaljóð
um m.a. manglandi játtan at
hjálpa teimum børnum, ið
serligan tørv hava. Og sam-
stundis finnur tolni føroy-
ingurin seg í at standa á
mánaðarlongum bíðilistum
fyri at koma á sjúkrahús til
neyðugar viðgerðir.
Meðan alt hetta hendir
biður samgongutinglimur
Landsstýrið og Løgting um
at seta kanning í verk av
Jenis av Rana, tí hesin á
Løgtingi vágar sær at vísa á
hesar veikleikar.
At tú ikki sær, merkir,
hoyrir ella á annan hátt
registrerar hesa samfelags-
støðuna kann bert skuldast,
at tú ferðast á samfelagslig-
um rókum har trupulleikar
eru eitt ókent fyribrigdi.
Men tað gevur tær ikki rætt
at nokta fyri at støðan hjá
mongum er beinleiðis vón-
leys!!!
Hvør eigur blokkin?
Tað er mitt í hesum veru-
leika at Føroya Landsstýri,
ið skuldi verið tænari og
verji hins einstaka, sendir
boð til danir og biður teir
endiliga ikki senda okkum
kr. 340 mió!!! Er tað undar-
ligt at Miðflokkurin heitir á
Landsstýrið um at umhugsa
hesa avgerð og um ikki
annað so at geva teimum, ið
avgerðin rakar, høvið at
verða hoyrd? Er tað ikki
annað enn rímiligt?
Frá byrjan av hevur Mið-
flokkurin ført fram og heitt
á landsstýrið um at fáa
gjørt eina fíggjarliga upp-
gerð við danir. Vit ynsktu at
fáa avlíva tosið um at
blokkurin er ein gáva frá
dønum. Vit meta nevniliga,
til annað verður prógvað, at
danir á hvørjum ári vinna
pening uppá Føroyar (
hugsa bert um tað upphædd
teir hvørt ár spara uppá
Nato »limagjald« vegna
Nato virksemi í Føroyum.
Ella tað upphædd, ið hvørt
ár fellur í fremmandar rík-
iskassar vegna gjald fyri at
flúgva í Føroyskum loft-
rúmi).
Landsstýrissam-
gongan segði seg frá byrjan
av verða samda í hesum
sjónarmiðum Miðfloksins
og ynskti at fáa samráðing-
ar við danir um hetta, men
knappliga hálsaðu teir um,
søgdu at danir vildu ikki
tosa um slíka fíggjarliga
uppgerð, spurningurin er so
hví? Varð onki um pástand
okra, so átti at vera lætt á
hendan hátt at avlíva hann.
Landsstýrisins
grundleysa knæfall
Tíverri boygdi Landsstýrið
seg – samstundis sum hesir
í vár sleptu fullveldisætlan-
ini, so bert eitt ivasamt
neyðaregg er eftir. Men tí-
verri boðaðu teir eisini
dønum frá, at vit skulu hava
350 mió. minni í blokk-
stuðli komandi ár. Hetta
metir Miðflokkurin er ør-
skapur
og
beinleiðis
ábyrgdarleyst, vilja danir
ikki samstarva um at kanna
fíggjarligu viðurskiftini, so
skulu vit ikki kapitulera og
einsæris bjóða teimum pen-
ing, pening, sum vit meta er
ogn hjá hvørjum einstøkum
føroyingi. Tað minsta vit
mugu krevja er, at lands-
stýrið letur vanliga føroy-
ingin taka støðu til hendan
niðurskurð av blokkinum, tí
tað er hóast alt hesin, sum í
síðsta enda eigur tann pen-
ing, sum nú »skal sendast«
dønum, uttan skjalprógv
fyri at hesir eiga meira rætt
til hann enn vit.
Eitt er at Landsstýrið ikki
við fólkaatkvøðu vil(di)/
tordi geva føringum av-
gerandi orðið um fullveldið
ella ikki, tað er so rættur
teirra. Men ógrundað er av-
gerð teirra at taka 30-
40.000 kr. frá hvørjum før-
oyskum húski (og tað bert
fyri ár 2002) við einastu
grundgeving
at
skula
prógva eitt ella annað yvir-
fyri sær sjálvum – nærmast
barnsligt, fyri at siga tað
milt.
Tí hendan áheitan á ein-
staka lesaran/borgaran og
veljaran:
…nýt tín sjálvsagda rætt
at krevja at hann/hon, sum
tú valdi at umboða teg á
Løgtingi virðir teg so frætt,
at geva tær møguleikan at
kunna siga tína hugsan um
hetta stórmál á tí fólka-
atkvøðu sum Miðflokkurin
hevur skotið upp.
Hví ræðast fólkaatkvøðuuppskot Miðfloksins ?
VIÐMERKINGAR
Gamle som bor hjemme
Stjóri í Álandi
Álaker, bátar og P/F Vónin
C
M
Y
K
11
10