Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 215 - 7. november 2001 Nr. 215 - 7. november 2001 13 Verkstaðurin Vón hevur 35 pláss og 40 brúkarar. Hetta vil siga, at teir 40 brúk- ararnir deilast um tey 35 plássini við tað, at onkur bert er á verk- staðnum hálva tíð. Sosialurin vitjaði í farnu viku á Verk- staðnum Vón á Argj- um og fekk eitt prát við nakrar av brúk- arunum har VERKSTAÐUR Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Klokkan var júst farin av níggju fyrrapartin, tá Sosi- alurin kom niðan á Verk- staðið Vón á Argjum. Brúkararnir vóru júst farnir í steðg, so meginparturin av teimum sótu í matarhøllini og leskaðu seg við onkrum góðum. Ógvuliga gott lív tóktist at vera í. Brúkararnir sótu runt í matarhøllini og prát- aðu, og vóru teir ógvuliga skjótir og beinasamir at vísa okkum, hvagar vit skuldu fara. Verkstaðið Vón hevur fýra ymiskar deildir. Tær eru: pappírsdeildin, seymideild- in, timburdeildin og so har er eisini deild har tey hava evning. Meginparturin av tí, sum verður framleitt á teimum ymsu deildunum, kanst tú keypa í krambúðini, sum er á sjálvum verkstaðnum. Í løtuni fyrireika brúkar- arnir seg til tað stóru jóla- søluna, sum stendur í durum. Stórtrívast Allir brúkararnir á Verk- staðnum Vón búgva í Havn. Nakrir eru tó av bygd, men búgva teir í Havn mitt í viku, soleiðis at teir kunnu fara til arbeiðis. Aftaná at hava gingið runt eina løtu og hugt runt á verkstaðnum, fingu vit eitt prát við nakrar av brúkar- unum. Ein av teimum var 43 ára gamla Elinborg Hansen, sum er frá Norða- gøtu, men dagliga heldur hon til á Marknagils- vegnum. – Hvønn morgun kemur tann reyði bussurin við Jón Midjord eftir mær, sigur Elinborg. – Hann kemur eftir mær hvønn morgun og heintar meg so aftur klokkan 16.00, og síðani koyrir hann meg aftur til hús. Elinborg plagar at skifta um at vera á teimum ymsu deildunum. Viðhvørt er hon á seymideildini og viðhvørt er hon á pappírsdeildini. Av tí, at Elinborg ikki sær so væl, so arbeiðir hon eisini á Blindastovninum hvønn týsdag og hósdag. – Mær dámar ógvuliga væl at vera her. Og so havi eg eisini ein so fittan sjeik. Hann eitur Demmus, og hann hevur júst givið fløgu út við M´s Blues Band, fortelur Elinborg stolt. Ger hondarbeiði Miriam Reinert er 30 ár og er úr Havn, har hon býr heima hjá foreldrunum. – Men eg eri hálvur klaksvíkingur, er hon skjót at leggja afturat. Eisini Miriam trívist væl á verkstaðnum. Hvønn morgun plagar hon at taka býbussin út á Argir, og tá klokkan er 16.00, tekur hon býbussin heimaftur. Miriam møtir klokkan 9.00 um morgunin, og plagar hon at gera hond- arbeiði á seymideildini. Eis- ini plagar hon at gera upp- hang. – Hvørt týskvøld eri eg á kvøldskúla, og hóskvøld gangi eg til matgerð, fortelur Miriam. Mála »prestar« Vit tosaðu eisini við tveir ungar dreingir, sum dagliga arbeiða á timburdeildini. Har gera teir »prestar« ella endurskinspelar, sum tað eitur. Hesir ungu dreingirnir eru Herfinn Haraldsen, 27 ár, úr Havn og Valdemar Dam, 25 ár, úr Streymnesi. Valdemar býr hjá beiggja sínum í Havn mitt í viku, tí annars hevði hann ikki sloppið til arbeiðis um morgnarnar. Í løtuni heldur Herfinn til á frítíðarheiminum. Hetta kemst av, at foreldrini eru farin til Onglands í eina tíð. – Vit plaga at taka bý- bussin til og frá Verk- staðnum, fortelja teir. – Okkum dámar væl at vera her. Vit plaga at gera endurskinspelar til Lands- verkfrøðingin, og mála teir reyðar og gular. Tá Landsverksfrøðingur- in ringir og sigur, at hann hevur brúk fyri meira pel- um, so koyra teir til Kolla- firðar við pelunum. Verkstaðið Vón tykist at vera ein livandi Verkstaður. Brúkararnir ógvuliga fittur og fyrikomandi at tosa við. Uttan iva ein ógvuliga virkin verkstaður á Argjum. Verkstaðið Vón: Ein livandi verkstaður Herfinn Haraldsen og Valdemar Dam við 20 »prestum«, klárir at koyra til Landsverksfrøðingin Elinborg Hansen úr Norðagøtu heldur til bæði á Verkstaðnum Vón og á Blindastovninum Miriam Reinert úr Havn – Alt kann endur- vinnast, tað snýr seg um at skilja burtur- kastið sundur. Um fimm ár skilja vit uml. 25 prosent frá til endurnýtslu, av tí sum annars hevði farið til brennistøð- ina, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini hjá IRF, nú nýggj endurvinningarhøll er tikin í nýtslu í Leirvík ENDURVINNING Turið Kjølbro Burturkast er eitt gott barometur fyri, hvussu støðan er í landinum. Vaks- andi nøgd av burturkasti stendur beinleiðis í lutfalli við vaksandi peninganøgd- ina í landinum. Og øvugt, minkandi nøgd, verri tíðir, sum vit sóu tær í nítiárun- um. Fyri fýra árum síðani varð greitt, at brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík ikki fór at megna at taka ímóti alsamt vaksandi nøgdum av burturkasti. Burturkast varð sent til brennistøðina á Sandvíkarhjalla, men nøgd- irnar av burturkasti eru økt- ar so mikið nógv, at Tórs- havnar kommuna ikki megnar at brenna burtur- kast frá IRF frá 2003 at rokna. – Vit høvdu tí valið ímill- um at byggja eina nýggja brennistøð, at útbyggja brenniorkuna, at hyggja eft- ir øðrum møguleikum fyri at sleppa av við ruskið, ella bara lata standa til. Lótu vit bara standa til, høvdu vit longu komandi ár havt 4000 tons av burturkasti, sum vit ikki høvdu kunnað sloppið av við. Tí valdu vit at byggja endurnýtsluhøll- ina, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF í Leirvík. Í eina tíð og meðan endur nýtsluhøllin hevur staðið í gerð, hevur brennistøðin tikið ímóti ruski til endur- nýtslu. Í fyrsta umfari valdi brennistøðin at endurnýta trol, dekk og stórsekkir, ið svarar til 550 tons um árið. Endurnýtsluhøllin, sum nú er tikin í nýtslu, skal taka ímóti pappíri og pappi frá húsarhaldum og virkj- um í IRF-økinum. Í Leirvík rokna tey við, at nøgdin í ár verður 600 tons, komandi ár 1800 tons og um eini tvey ár 2-3000 tons. Um- roknað er hetta 40 ballir um dagin. – Endamálið er, at vit í 2006 skulu skilja uml. 25 prosent frá til endurnýtslu, av tí sum annars hevði farið til brennistøðina, sigur Poul Andrias Joensen. Endurnýtslupláss Veikasta liðið í IRF-økin- um eru bingjuplássini, har privatu húsarhaldini sleppa sær av við rusk, sum ikki pláss er fyri í vanliga pos- anum. Hesi verða broytt til endurnýtslupláss, helst longu frá komandi ári, sum verða opin ávísar tíðir. Fyri alt skal eydnast væl, er um- ráðandi at fólk seta seg inn í, hvussu burturkast skal skiljast og hvat kann endur- nýtast. – Tað snýr seg um at venja fólk til hetta, og í til- farinum, vit hava sent út, er góð kunning um, hvussu fólk eiga at gera. Alt kann endurvinnast, tað snýr seg bara um at skilja sundur, sigur Poul Andrias Joensen. Síðani fyrst í hesum árinum hevur Eiðis kommuna verið royndarkommunu hesum viðvíkjandi, og stjórin í IRF letur væl at úrslitinum. – Fólk eru áhugað í ein- um reinari umhvørvi og eru meiri tilvitað um, at burtur- kast kann endurvinnast. Tað ger arbeiðið hjá okkum hugaligari, sigur Poul Andrias Joensen. Ikki helma í Skulu vit framhaldandi hava tamarhald á vaksandi burturkastnøgdunum í Før- oyum, ber ikki til at steðga á her, heldur Poul Andrias Joensen. – Aðrar neyðugar íløgur mugu gerast í t.d. plastend- urnýtslu, elektronikendur- nýtslu, og eina skipan fyri lívrunnið burturkast, sam- stundis sum vit alla tíðina mugu arbeiða við at gera verandi skipanir betri. Vit mugu eisini læra okkum, at greinar, gras og seyðatøð ikki eru burturkast, men tilfeingi sum skal aftur í náttúruni. Í hesum sambandi hevur IRF keypt eina kvørn til greinar og reint timbur, sum ætlanin er at leiga út til kommunur, virki og onnur, sum hava brúk fyri hesum. Dýrari enn ætlað Nýggja høllin hjá IRF kostar 16,7 mió. krónur, sum er nakað meiri enn roknað varð við framman- undan. 15 mió. kr. av byggikostnaðinum eru fíggjaðar við lántøku frá Tryggingarfelagnum Før- oyar, meðan restin 1,74 mió. kr. er eginfígging. Hesin kostnaðurin skal síggjast í mun til, at kostn- aðurin av at byggja nýggja brennistøð, sum nú kann útsetast í nógv ár, hevði verið væl omanfyri 100 mió. kr. Leiðari og 4 fólk koma at arbeiða í skiljihøll- ini, meðan ein bilur við 2 monnum burturav kemur at heinta pappír og papp runt landið. Tann, sum hevði roknað við at koma í eina stóra og fína høll á tremur við fram- komnari tøkni, verður vón- brotin. Aðaltátturin við endurnýtslu er nevniliga ikki framkomnar tekniskar loysnir, men heldur at upp- gávan verður løgd út til hvønn einstakan borgara, ið hevur til uppgávu at skilja alt væl sundur. – Tað er eyðsýnt, at tann ov lága játtanin til fólkaskúlan hevur álvarsligar avleið- ingar fyri trivnaðin hjá lærarum og næmingum, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag SKÚLABLAÐIÐ Turið Kjølbro Økingin til fólkaskúlan og sernámsfrøðiliga virksemið í uppskotinum til løgtings- fíggjarlóg komandi ár, er góðar 14 mió. krónur. Hetta er ein bati í mun til verandi fíggjarár, men so leingi játt- anin ikki nøktar tann tørv, ið fólkaskúlanum krevst fyri at útinna fólkaskúla- lógina í verki, er hetta bert ein lappaloysn, sum hvørki er fuglur ella fiskur, skrivar nevndin í Føroya Lærara- felag í oddagrein í Skúla- blaðnum, sum júst er komið út. Og tað er eyðsýnt, at tann ov lága játtanin hevur álvarsligar avleiðingar fyri trivnaðin hjá lærarum og næmingum í fólkaskúlan- um. Tískil hevur Føroya Lærarafelag sett ein bólk við serfrøðingi sum sam- skipara at kanna hesi viður- skifti. Kanningin fatar um allar lærarar og úrslitið av henni verður almannakunn- gjørt fyrst í komandi ári. Í oddagreinini kemur nevndin eisini inn á óloystu viðurskiftini í savnsrøktini og KT-varðaøkinum, sum er partur av semjuni millum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Lærarafelag. Av tí at hesi viðurskifti framvegis ikki eru loyst, hevur Føroya Lærarafelg noktað limum sínum at gera próvtøkuupp- gávur til skrivliga próvtøk- urnar komandi ár. Og felag- ið ætlar ikki at víkja frá hesi avgerð, sum um einki hendir, førir við sær, at eingin næmingur sleppur upp til roynd og próvtøku komandi ár. At kommunurnar skulu umsita fólkaskúlan, heldur Føroya Lærarafelag lítið um. Onnur lond hava iva- samar royndir av tí, og hví skulu vit endurtaka mistøk, sum onnur gera, ístaðin fyri at læra av teimum, spyr nevndin í felagnum. Burturkast er tilfeingi – Endamálið er, at vit í 2006 skulu skilja uml. 25 prosent frá til endurnýtslu, av tí sum annars hevði farið til brennistøðina, sigur Poul Andrias Joensen, nú nýggj endurvinningarhøll er tikin í nýtslu á Hagaleiti í Leirvík. Mynd: Jens Kristian Vang Stórur dagur fyri umhvørvið, nú endurvinningarhøll er tikin í nýtslu. Á myndini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvis- málum Mynd: Jens Kristian Vang Økingin ein lappaloysn C M Y K 13 12