Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2001 15 15 14 Nr. 215 - 7. november 2001 Boðskapurin um Jesus varð í farnu viku boðaður í rúmdarumhvørvi í Betesda. Fleiri hundrað børn vóru hvørt kvøld á møti BARNAMØTI Eyðun Klakstein Klaksvík: Børnini áttu farnu viku í Betesda í Klaksvík. Frá mikudegnum til leygardag vóru barna- møti, har nógv varð gjørt burtur úr kulissum, søgum, kappingum og sangi. Fyrstu barnamøtini av hesum slagi vóru í Betesda í fjør, men tað er ikki nýtt at hava barnamøti innan brøðrasamkomuna. Í 60’unum ferðaðust til dømis Zacharis Zacha- riasen og Brynleif Hansen kring landið at halda møti,og nógv onnur hava eisini hildið møti fyri børnini. Á Zarepta hevur eisini verið gjørt umfatandi barnaarbeiði í nógv ár. Í fjør fór alt fram í einum havumhvørvi, sum var gjørt serliga til møtini. Í ár varð farið út í rúmdina, og í kjallaranum í Betesda, har møtini fóru fram, vóru planetir, stjørnur, rúmdar- maður og eingil at síggja. Tað varð gjørt nógv burtur úr, og børnini trivust væl í hugnaliga umhvørv- inum. – Endamálið við møtun- um er fyrst og fremst at boða Jesus, men vit vilja eisini geva børnunum nakað serligt í nakrar dagar, sigur Beinta Vang, sum var ein av teimum 10 fólk- unum, sum høvdu møtini. Eisini á ferð Møtini byrjaðu mikukvøld- ið, og síðani varð hildið á til leygarkvøldið. Á møt- inunum var nógvur sangur, børnini sluppu at kappast á ymsan hátt, tey hoyrdu søgu, og tey fingu eisini onkran leik. – Tað skal meira til at im- ponera børn nú á døgunum, tá tað ræður um teknikk, men tey vilja fegin hoyra søgur, kappast og hava beinleiðis samband við vaksin, heldur Beinta Vang. Barnamøtini endaðu leygarkvøldið, men sunnu- dagin var familjumøti, og tá møtti hópin av fólki. Í fjør vóru tey, sum stóðu fyri barnamøtunum í Betesda, á ferð við kuliss- unum og øllum innihald- inum í møtinum, og tað er eisini ætlanin hesaferð. Seinasta vetur vóru tey á Viðareiði og í Lorvík, og í heyst vóru tey í Sørvági. Enn er ikki greitt, hvagar tey fara fyri rúmdarmøt- unum, men tey ætla sær á onkra ferð við teimum. Barnamøti í rúmdini C M Y K 14