Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 • mikudagur • 7. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Málmøguleikarnir vóru ov fáir og smáir í oysandi regninum, tá Esbjerg vitjaði AaB SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað eru framvegis fleiri umfør eftir, áðrenn danska superligan fer í vetrarfrí. At tað av álv- ara var vorðið vetrarligt – bæði hjá spælarunum áskoðarunum – sást væl mánakvøldið, tá AaB hevði vitjan av Esbjerg. Hóast oysandi regn møttu 5.576 áskoðarar upp. Í kuldanum og regninum høvdu teir ikki nógvar málmøgu- leikar at klappa fyri. Og dysturin endaði mál- leysur. Christian Høgni Ja- cobsen var ikki á liðnum hjá Esbjerg. Gestirnir trýstu í 2. hálvleiki fyri at fáa sigursmálið, men teir komu ikki nærri enn onkur vandamikil hornaspørk og innlegg úr vinstru. Í síðstu løtu royndi heimaliðið at trýsta. Tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tað hevði verið synd fyri Esbjerg, um teir einki høvdu fingið við sær til hús. Tá hugsað verður um gongdina hjá topplið- num úr Brøndby, so kundu hvørki Aab ella Esbjerg vera nøgd við bara at fáa eitt stig mánakvøldið. Leiðslan í felagnum er bangin fyri, at teir ikki fara at fáa eitt oyra burturúr, um spælarin fer í okkurt útlendskt felag FCK Jóannes Hansen Fótbóltur er handils- skapur. Kenslan av at hoyra til í einum felag, og at gera alt tað besta fyri felagið og ikki at hugsa so nógv um seg sjálvan, er ikki so sjónsk longur, sum hon áður hevur verið. Thomas Rytter er ein av lyklaspælarunum hjá FCK. Sáttmálin millum hann og felagið er gald- andi fram til komandi summar. Felagið hevur aftur og aftur roynt at fáa spælaran at leingja avtalutíðarskeiðið. Hetta gera teir, bæði tí teir halda hann vera ein góðan spælara, og tí teir vilja hava pengar fyri hann, um hann verður seldur til eitt annað felag. Men Thomas Rytter hevur higartil ikki viljað skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Hann vil fegin hava allar pengarnar, um hann verður seldur til eitt út- lendskt felag. Og tað kann hann bara fáa, um hann ikki framman undan er bundin av sátt- mála. Nú er tolið hjá FCK um at vera uppi. Teir hava boðað góða spæl- aranum frá, at um hann ikki skrivar undir ein nýggjan sáttmála við teir, so er stórur møgu- leiki fyri, at hann tað, sum er eftir av kapp- ingarárinum og harvið sáttmálaskeiðnum, verð- ur noyddur at sita á beinkinum ella millum áskoðararnar. Harvið leggur FCK trýst á Thomas Rytter. Um spælarin ikki verður á liðnum, so verða ván- irnar fyri at verða seldur til útlandið verri, enn tær eru nú. Einki mál í Ålborg FCK hóttir Rytter við beinkinum Dánial Hansen úr NSÍ og Kári Nielsen úr B71 skulu hjálpa nýggja liðnum í bestu deildini SÁTTMÁLAR Jóannes Hansen Nýggja liðið í bestu fót- bóltsdeildini hevur nú styrkt seg til stóru avbjóð- ingina, sum stendur fyri framman. Tveir spælarar, sum hava royndir av at spæla í 1. deild við øðrum liðum, hava skrivað sátt- mála við Skála. Talan er um Dánial Hansen, sum hevur spælt við NSÍ, og Kára Nielsen, sum hevur spælt við B71. Kári Nielsen er sera evnaríkur framrættaður spælari. Hann er 20 ára gamal, og síðani hann var nóg gamal til tað, ehvur hann verið millum bestu spælararnar hjá B71 – burt- ursæð frá tá hann hevur verið skaddur. Kári Nielsen hevur eisini verið á ungl- ingalandsliðunum. Dánial Hansen verður 25 ár 28. november. Hann hev- ur altíð spælt fótbólt í NSÍ, og tað eru átta ár síðani, at hann kom á besta liðið. Tey seinastu árini hevur hann verið millum stuðulsspæl- ararnar. Hann hevur spælt í miðverjuni, á vongverjan- um í høgru, á miðvøllinum og í álopinum. – Eg hugsaði um at royna onkra nýggja avbjóðing. Skálamenn komu við ein- um tilboði, eg havi skrivað undir, og eg gleði meg til at spæla saman við teimum. Roknar tú við, at tit hava nakran møguleika at standa tykkum? – Eg sá onkrar dystir hjá Skála í summar, og eg haldi, at teir hava fleiri góð- ar spælarar. Tað verður sjálvandi nakað nýtt hjá teimum at spæla í 1. deild, men eg havi ta fatan, at hugburðurin er góður í fel- agnum og millum spælar- arnar, og at teir eru sinnaðir at leggja nógv fyri. Tað er eitt gott grundarlag, og so má tíðin bara vísa, hvussu langt vit fara at røkka, sigur Dánial Hansen. Grundarlagið skal vera í lagi Kurt Rasmussen er formað- ur í Skála Ítróttarfelag. Hann er fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa tveir spælarar, sum hava royndir úr bestu deildini, at spæla við teimum. Hann sigur eisini, at talan verður ikki um fleiri spælarar aðra staðni frá. – Onkur av okkara egnu, sum er evnaríkur, men sum ikki hevur gjørt so nógv við tað tey seinnu árini, fer at venja aftur. Tað fer at gera hópin uppaftur breiðari. Vit fara ikki eftir øðrum spæl- arum, tí vit halda ikki, at fíggjarliga grundarlagið ber meiri, enn tað, sum vit nú hava bundið okkum til. Tað er sera týdningarmikið hjá okkum, at vit megna at halda tær avtalurnar, sum vit gera, undirstrikar Kurt Rasmussen. Umframt Kurt er starvs- nevndin hjá Skála Ítróttar- felag mannað við Paula Poulsen, Andrassi Hansen, Olinu Berg og Kaysten Rasmussen. Venjari hjá Skála kom- andi ár verður Mathias Davidsen. Skála styrkir seg við tveimum spælarum Dánial Hansen 17 16 Nr. 215 - 7. november 2001 STARVSVENJING Annika Joensen, praktikantur Dómaraskrivstovan í Havn hevur síðan mánadagin 22. oktober havt ein næming í starvsvenjing. Tað er Jónvá Joensen, sum gongur í 9. flokki í Runavíkar skúla. Orsøkin til, at Jónvá valdi Dómaraskrivstovuna er, at henni dámar væl skriv- stovuarbeiði, og hon helt at tað kundi verið áhugavert at roynt Dómaraskrivstovuna. Hon heldur, at tað er ógvu- liga spennandi og áhuga- vert at síggja, hvussu fólkini arbeiða, og at royna ymiskt arbeiði sjálv. Hon hevur verið í øllum bygningunum, sum hoyra til Dómaraskrivstovuna, og sæð hvat tey gera har. Fyrsta dagin hon var til arbeiðis, vísti onkur henni runt, hvar alt var, og hvat tey gjørdu á teimum ym- isku arbeiðsplássunum. Eftir tað fór hon til ein dómara, sum greiddi henni frá, hvussu ein rættarsak fer fram. Jónvá hevur roynt alt, sum tey gera á Dómara- skrivstovuni. Hon hevur skrivað sakir inn á teldu, lagt sakir upp á pláss og skrivað bræv til onkran, ið ikki hevur goldið sjón- varpsgjald. Hon hevur eisini verið í rættinum og lurtað eftir ákærumáli. Tað helt hon vera sera spennandi. Hon fær tó ikki greitt nærri frá arbeiðinum, tí hon hevur tagnarskyldu, og tað verður hon noydd at virða. Jónvá skal møta klokkan 9:00 hvønn morgun. Frá mánadag til mikudag sleppir hon heim klokkan 16:00, meðan hósdag og fríggjadag sleppir hon heim klokkan 15:00. Hon heldur, at fólkini eru sera fitt og blíð. Tey hava øll tikið væl ímóti henni og verið sera hjálparsom. Tá Jónvá verður vaksin, ætlar hon at vera skriv- stovufólk. Enn veit hon ikki, um tað skal vera nak- að innanfyri lóg - tað skal bara vera spennandi og áhugavert. Praktikktíðin hjá Jónvá endaði fríggjadagin 2. nov- ember. SJÓNLEIKUR Maria Kristina Smith, praktikantur Í oktober mánaða í ár vóru børn úr føroyska Drama- verkstaðnum hjá Hjørdis Johansen, í Svøríki, har tey skuldu framføra leikin »Fremmanda Gentan« á Norðurlendskum sjónleik- arafagnaði í Sødertalje. Leikurin er um Meyru, sum er flóttafólk, og av tí sama verður hon illa við- farin av bygdafólkunum. Serliga eru tað hinar gent- urnar í bygdini, sum eru ljótar við Meyru.Tær gera gjøldur burtur úr klæðun- um, sum hon gongur í, og tær vilja vera við, at Meyra luktar illa. Men ein onnur genta, sum eitur Disa, vil ikki vera við í happingini, og gerst vinkona nýggju gentuna, og fær ein ring frá henni. Hetta hevur seinni við sær, at tá Disa dettur niður í ein brunn, og er tað eingin uttan Meyra, ið bjargar henni. Nú finna hinar genturnar útav, at nýggja gentan er stak fitt, og at hon als ikki luktar illa. »Fremmanda Gentan« varð framførdur á føroysk- um, men áskoðarnir tyktust ikki at hava stórar trupul- leikar við at skilja leikin, tí at børnini dugdu so væl við kroppsmálinum, at hini skiltu hvat tey tosaðu um. Føroyska Dramaverk- staðið er ein av níggju barnasjónleikarabólkum, sum hava vitjað Norður- lendska sjónleikarafagnað- in í Sødertalje. Eisini hevði Barnaskúli Havnar Sjón- leikarafelags v/ Hedvig Westerlund ein bólk við á fagnaðinum, og framførdu tey leikin Snjódrottningin eftir H.C Andersen. Hvønn dag varð í minsta lagið ein leikur framførdur. Málini, ið tosað vóru í teimum ymsu sjónleikun- um, skiftu millum svenskt, norskt, danskt, íslendskt, sámiskt og sjálvandi før- oyskt. Tey føroysku børnini kundu eftir at hava framført leikin tvær ferðir, sleppa at njóta alt hitt man kundi gera á barnasjónleikafagn- aðinum t.d at hyggja eftir framførslum hjá øðrum sjónleikarabólkum. Føroyskir barnasjónleikarar: Fingu góða móttøku Í starvsvenjing á Dómaraskrivstovuni Norðurlandahúsið hevur nógv ymisk tiltøk á skránni í november. Til dømis verður barnadansur við Dansifelagnum í Havn hvønn fríggjadag kl 20:00. NORA skipar fyri ein- ari ráðstevnu 7. og 8. nov- ember, og ein oljuráð- stevna verður 27. og 28. november. Føroya Arb- eiðsgevarafelag er fyri- skipari á tí ráðstevnuni. 16. november klokkan 14:00 verður vinnudagur, sum Vinnuhúsið skipar fyri. Eisini verður sjónleikur við Klockrike Teatern frá Finlandi. Sjónleikurin eitur »Om Månen, Finn- landssvenskarna Och Alla De Andra«, hann verður sýndur leygardagin 24. november klokkan 19:30. Í november vera tvær konsertir, ein við Føroya symfoniorkestri og ein við Havnarkórinum. Eisini verður ein orfeuskonsert, har Andrea Heindriksdótt- ir spælir upp á floytu. Sunnudagin 18. novem- ber klokkan 16:00 verður bókadagur við Føroya Rit- høvundafelag. Eisini verð- ur vetrarjazzur við »Mal- an Thomsen band« og ungum føroyskum jazzko- metum, og workshop, ið Havnarkórið skipar fyri. Framsýningin hjá An- ette Holdesen, Danmark, er í Norðurlandahúsinum til og við 11. november og 24. november kl. 14:00 opnar málningaframsýn- ingin hjá Inge Jensen, Noreg. Tiltøk í Norðurlanda- húsinum í november C M Y K 16