Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2001 19 Tveir týðandi dystir í triðja umfari í lið- kappingini blivu leiktir í Havnini um vikuskifti, men einki lið fór heim sum vinnari. Í Danmark hava útisetarnir fingið flúgvandi byrjan í 2. deild. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Klassikarin millum Havnar Telvingarfelag og Klaks- víkar Talvfelag endaði við javnleiki 2-2. Havnarmenn, sum høvdu heimavøll, kunnu iðra seg mest, eftir- sum teir høvdu støður til fleiri stig. Undan dystinum vóru klaksvíkingar favorittar, men tá talan er um dyst millum hesi stórlið kann alt henda. Á fyrsta borði vann Ólavur Simonsen eitt sera flott talv ímóti Martin Poulsen. Ein sonn perla, har Ólavur við hvíta fólk- inum snøgt sagt niður- spældi Martin. Sigurin hjá Ólavi var hin einasti hjá klaksvíkingum sunnudagin. 15 ára gamli Olaf Berg vann hinvegin einasta talv hjá havnarmonnum. Hann vann eitt spennandi talv í- móti tí roynda Rana Nolsøe. Olaf fekk kroyst Rana í miðspælinum, men Rani bardi seg tó frían og leingi var javnt. Olaf helt høvdið kalt og tá Rani flutti skeivt var Olaf skjótur og vann trygt. Á triðja og fjórða borði bjargaðu klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen sær hálvt stig hvørt ímóti ávíkavist Herluf Hansen og Andrias Ziska. Klaksvík- ingarnir vóru klárt við und- irlutan, men fingu onkurs- vegna snýtt havnarmenn- irnar fyri hálva stigið. 2-2 er eitt gott úrslit hjá havnarmonnum hóast fyrimun til fleiri stig. Komandi leygardag verð- ur sannur toppdystur mill- um VT og KTF. IM John Rødgaard hevur gott tak á Ólavi Simonsen, meðan alt kann henda millum Tor- bjørn Thomsen og Rana Nolsøe, eins og við triðja og fjórða borði. Spurningurin er um Ólavur kann bróta ringu ringrásina ímóti Rødgaard. Talvið teirra millum verður helst eisini avgerandi í júst hesum dysti. HT2 hjálpir KTF Í Havn var toppliðið úr Vestmanna á vitjan í dysti ímóti næstbesta havnarlið- num í fyrstu deild. Vest- menningar megnaðu bert at fáa tvey stig burturúr ferðini til Havnar, og má tað sigast at vera sera óvæntað og skuffandi fyri teir. Ikki fingu havnarmennirnir á næstbesta liði nógvar møguleikar undan kapping- arbyrjanini, men teir hava so sanniliga prógvað at teir møguliga kunna klára seg í fremstu deildini. Fyrsta yvirraskilsi hendi tá Jóhan Gaard fekk ein góðan javnleik ímóti IM John Rødgaard. Rødgaard bjóðaði Jóhan javnleik tá hann í tíðarneyð stóð nakað verri, og Jóhan var skjótur at taka av tilboðnum. Óli Joensen kláraði ikki uppgávuna ímóti Torbjørn Thomsen, og tapti ikki óvæntað ímóti sterka koll- firðinginum, sum hevur vunnið øll síni trý talv fyri vestmenningar í ár. Johan E. Hansen hevði finnu meir í rókaendatalvi ímóti John Jacobsen á triðja borði, men rakk tað bert til ein javnleik. Jógvan Næs úr Havn hevur eisini óvæntað vunnið øll síni talv á fjórða borði. Sunnudagin vann hann á Kára Durhuus, sum óneyðugt misti finnu og tá var endatalvið lætt vunnið hjá Jógvani. Saman við havnarmonn- um kunnu klaksvíkingar fegnast um úrslitið, sum ger at støðan er tann sama í toppinum. Tiger aftur í Føroyum Kollfirðingar høvdu styrkt sær munandi um liðið ímóti hvalvíkingum. Svenski stórmeistarin Tiger H. Persson sum í mong ár hev- ur havt samband við Kolla- fjørð, var aftur at síggja á liðnum. Tiger telvar kring norðurevropa við ymsum liðum, eitt nú í Svøriki, Danmark, Týsklandi og eisini í Føroyum. Júst hetta vikuskifti hevur helst ligið væl fyri hjá honum í annars vælfylta kalendaranum at koma til Føroyar. Tiger vann eisini sum væntað á Martini Brekká meðan Hans Kristian Simonsen, júst afturkomin frá HM í Spania, leikti javnt ímóti Finnbjørn Zachariassen á øðrum borði. Eyðálvur Johannesen sum fyri tveimum vikum síðani vann á Martin Poul- sen, vann aftur í triðja leik- umfari, hesaferð á Sámal Christiansen. Bergur Magnussen vann sítt talv á fjórða borði ímóti tí unga Áranti Djurhuus. Ein kærkomin kollfjarða- sigur, sum hinvegin letur aftasta pláss til hvalvík- ingar. Tiger verður valla við kollfirðingum hvørt umfar og tí verður tungt hjá teimum at blanda seg í toppin. Støðan VT 9 stig KTF 8 HT 6 1/2 KT 4 1/2 HT2 4 1/2 TFS 3 1/2 Javnt í 2. deild Runavíkingar hildu fast um endan í toppinum við 2-2 ímóti gøtumonnum. Við Bjarka Ziska á liðnum kunnu runavíkingar røkka langt. Áhugaverdur dystur varð á Toftum har sandavágs- menn vitjaðu. Fyrrverandi føroyameistarnir Jens Kristian Hansen og Torkil Nielsen, sum mangan hava hitst yvir talvborðið, leiktu javnt á fyrsta borði, men dystin vunnu toftamenn 2 1/2-1 1/2. Triði dysturin í deildini varð millum vest- menningar og klaksvík- ingar og hendan vunnu klaksvíkingar sera óvæntað 4-0. Útisetin Finnbjørn Vang hjálpti klaksvíks- liðnum hetta vikuskifti. Í 3. deild er líkt til at tey bæði havnarliðini, HT3 og HT4, fara at stríðast um uppflyting. HT4 hevur munin í løtuni, men eisini kunnu sandavágsmenn møguliga blanda seg í topp- in. HT4 vann toppdystin 3 1/2-1/2 á Róki, sanda- vágsmenn vunnu trygt 3-1 á vestmenningum meðan kollfirðingar og HT3 býttu stigini. Úrslit og støður 1. Deild HT 2 - VT 2-2 Jóhan Gaard (1835) - IM John Rødgaard (2315) 0.5-0.5 Óli Joensen (1790) - Torbjørn Thomsen (2210) 0-1 Jóhan E. Hansen (1730) - John Jacobsen (1910) 0.5-0.5 Jógvan Næs (1715) - Kári Durhuus (1755) 1-0 HT - KTF 2-2 Martin Poulsen (2085) - Ólavur Simonsen (2235) 0-1 Olaf Berg (2040) - Rani Nolsøe (2185) 1-0 Herluf Hansen (2035) - Steintór Rasmussen (2090) 0.5-0.5 Andrias Ziska (1955) -Tummas M. Antoniussen (1965) 0.5-0.5 TFS - KT 1.5-2.5 Martin Brekká (2070) - Tiger H. Persson (2480) 0-1 Finnbjørn Zachariasen (2050) -Hans K. Simonsen (1965) 0.5-0.5 Sámal Christiansen (1850)-Eyðálvur Johannesen (1640) 0-1 Bergur Magnussen (1735)-Árant Djurhuus (1175) 1-0 Støðan eftir 3. umfar 1. VT, Vestmanna 9 2. KTF, Klaksvík 8 3. HT, Tórshavn 6.5 4. KT, Kollafjørður 4.5 5. HT 2, Tórshavn 4.5 6. TFS, Hvalvík 3.5 2. Deild RT - GT 2-2 Bjarki Ziska (1805) - John Joensen (1750) 0.5-0.5 Brandur K. Jacobsen (1665) -Jákup F. Joensen (1715) 0.5-0.5 Henrik W. Joensen (1655)-Reinhold Isaksen (1710) 0-1 Eyðun Lamhauge (1625)- Kári Mørkøre (1155 1-0 VT 2 - KTF 2 0-4 Jákup á R. Andreasen (1655)-Finnbjørn Vang (1845) 0-1 Jón Mikkelsen (1655)-Óli Joensen (1655) 0-1 Jóan P. Johannesen (1465)-Esbern Christiansen (1610) 0-1 Ingolf Debes (1220)-Rani Tómasson (1145) 0-1 TT - ST 2.5-1.5 Jens K. Hansen (2165) - Torkil Nielsen (2080) 0.5-0.5 Helgi Joensen (1740) - Bernhard Augustinussen (1835) 0.5-0.5 Wensil Højgaard (1730)-Jónfinn Thomsen (1795) 1-0 Justines Hansen (1650) - Gutti Petersen (1630) 0.5-0.5 Støðan eftir 3. umfar 1. RT, Runavík 8 2. TT, Toftir 7.5 3. ST, Sandavágur 7.5 4. KTF 2, Klaksvík 5.5 5. VT 2, Vestmanna 3.5 6. GT, Gøta 3 3. Deild Rókur - HT 4 0.5-3.5 Petur Sumberg (1635)-Jákup D. Joensen (1625) 0-1 Árni M. Dam - Jóannes Guttesen (1585) 0.5-0.5 Dánjal P. Olsen (1380) - Frants Eliasen (1470) 0-1 Archibald Andreasen (1305)-Herluf Mortensen (1325) 0-1 ST 2 - VT 3 3-1 Sonni Nielsen (1745) - Jógvan Egholm (1300) 1-0 Heri Christoffersen (1600) - Rógvi Hansen (1075) 0-1 Eivind Simonsen - Bárður Joensen 1-0 Ari Thomassen - Finnur Johannesen 1-0 KT 2 - HT 3 2-2 Niclas M. Joensen (1725) - Suni Ziska (1765) 0-1 Karl L. Johansen (1680) - Suni Jacobsen (1685) 0-1 Hans Petur Joensen (1655) - Jón Andreasen (1610) 1-0 Alvin Joensen (1640) - Ronny í Lon (1440) 1-0 Støðan eftir 3. umfar 1. HT 4, Tórshavn 7.5 2. HT 3, Tórshavn 7 3. ST 2, Sandavágur 6.5 4. Rókur, Oyri 5.5 5. VT 3, Vestmanna 4.5 6. KT 2, Kollafjørður 4 Nullloysn í Havn 19 18 Nr. 215 - 7. november 2001 Í Bridge vórðu trý umfør í liðkappingini leikt um vikuskiftið, og í fyrstu deild tykjast ongar stórar broytingar at vera ávegis BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Trý tey fyrstu umførini í FM kappingini fyri lið vórðu leikt í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið. Í 1. deild vóru ikki nógv óvæntað úrslit. Liðini, sum tey seinastu árini hava dominerað føroysku bridgekappingarnar, sýnast at halda fram við hesum. Tey bæði liðini, sum fluttu upp í fjør, taptu allar sínar dystir, og fáa tað eftir øllum at døma torført í vetur. Men enn er nógv eftir av kappingini, so hvør veit? Úrslit 1.deild Allan Dal-Christiansen — Hanus Bærentsen 25-00 Junior Buss Taxa — Carl Mikkelsen 15-15 Símin Lassaberg — Jóna Grunnveit 25-03 Jóna Grunnveit — Allan Dal-Christiansen 06-24 Junior Buss Taxa — Símin Lassaberg 18-12 Carl Mikkelsen — Hanus Bærentsen 18-12 Allan Dal-Christiansen — Carl Mikkelsen 25-00 Jóna Grunnveit — Junior Buss Taxa 00-25 Hanus Bærentsen — Símin Lassaberg 07-23 Støðan í 1.deild 1. Allan Dal-Christiansen 74 stig 2. Símin Lassaberg 60 3. Junior Buss Taxa 58 4. Carl Mikkelsen 33 5. Hanus Bærentsen 19 6. Jóna Grunnveit 09 Í 2.deild gongur meira javnt á, og sær út til, at vit her fáa eina spennandi kapping. Liðið hjá Øssuri Winthereig liggur á odda eftir tey fyrstu trý umførini. Úrslit 2.deild Hallur Ellingsgaard — John Reid Skoralíð 23-07 Øssur Winthereig — Hans Egil Joensen 20-10 Danny Transport — Álvur Klakk 13-17 Jórun Johannesen — Eyðun Jakobsen 18-12 Hans Egil Joensen — Hallur Ellingsgaard 14-16 Álvur Klakk — Øssur Winthereig 12-18 Eyðun Jakobsen — Danny Transport 08-22 John Reid Skoralíð — Jórun Johannesen 06-24 Hallur Ellingsgaard — Álvur Klakk 18-12 Øssur Winthereig — Eyðun Jakobsen 23-07 Danny Transport — John Reid Skoralíð 15-15 Jórun Johannesen — Hans Egil Joensen 15-15 Støðan í 2.deild 1. Øssur Winthereig 61 stig 2. Hallur Ellingsgaard 57 3. Jórun Johannesen 56 4. Danny Transport 50 5. Álvur Klakk 41 6. Hans Egil Joensen 39 7. John Reid Skoralíð 28 8. Eyðun Jakobsen 27 Sunnudagin var opin parakapping í Bridgehúsinum. 10 pør spældu við, og trý tey fremstu vóru hesi: (miðal = 108) 1. Kristina Ottosdóttir — Andras Róin 130 2. Henriette Svenstrup — Oddmar Danielsen 127 3. Hallberg Arnfríðsson — Heðin Mortensen 124 Tey næstu umførini í FM liðkappingini verða spæld í Eyst- uroynni í februar. Enn er ikki avgjørt, hvar spælt verður. Enn er ikki ov seint at tekna seg til steypakappingina fyri lið. Ring til Marjun Restorff tel. 31 91 42, um tit ætla tykkum við. EBL Simultan kappingin Simultan kappingin, sum europiska bridgesambandið skipar fyri á hvørjum árið, verður spæld í Føroyum mána- kvøldið 26. november í Bridgehúsinum í Havn og miku- kvøldið 28. november norðuri í Klaksvík. Tekning til kappingina í Havn er hjá Marjun Restorff. Til kappingina í Klaksvík kunnu fólk tekna seg hjá Oddi Fjallsbak tel 45 60 27. Oddaliðini halda fast Bridge Spølini, sum spæld verða í FM kappingini, eru givin við teldu. Tað vísir seg, at korthendurnar tá ofta gerast sera skeivar, og úrslitini av tí sama óvanlig og løgin. Vit skulu her síggja eitt av spølunum frá kappingini í 1.deild. E/NS Norður Sp 1098762 Hj 8 Rú 963 Kl 986 Vestur Eystur Sp KJ53 Sp — Hj Q953 Hj KJ10764 Rú — Rú 874 Kl KJ532 Kl AQ104 Suður Sp AQ4 Hj A2 Rú AKQJ1042 Kl 7 Suður hevur eina avbera sterka hond, 20 hp og ein gangandi 7 lit í rútara. Men við borðið vóru tað EV, ið gjørdu mest um seg. Vit skulu síggja, hvussu meldini gingu við tvey av borðunum: V N E S Heðin Steingrím Jóannes Hanus Mouritsen Weihe Mouritsen Bærentsen - - 1hj 4ut* 5hj pass 6hj!! D!!! pass pass pass 4ut spyr eftir essum. Pass frá makkaranum merkir, at hann einki ess hevur, og tí var ikki ráðiligt hjá Sunnan at melda 7rú. Men duplast skuldi, tað var so eingin ivi um tað! Tá E-V vóru renonce í hvør sínum liti, vann 6hj lættliga. Við eitt annað av borðunum gingu meldini soleiðis: V N E S Arnbjørn Atli Hans J Jógvan Sivertsen Hansen Petersen Ranghamar - - 1hj D 2ut* pass 3sp** 5rú 5hj pass pass D pass pass pass 2ut er Steens, sum lovar sterka hond við trumfstuðli og spyr um styrki og skap á hondini hjá makkaranum. 3sp lovar single ella renonce í spaðara. 5hjD við einum yvirstikki telur tó minni enn 6hj. Fimleikarar og venj- arar hugnaðu sær ó- ført, tá felagsvenjing var í Havnar Fim- leikafelag FIMLEIKUR Tíðindaskriv Sunnuudagin 28. oktober skipaði fimleikadeildin fyri innanhýsis felgasvenjing fyri amboðsliðini í Havnar Fimleikafelag. Hendan felagsvenjingin var sett til 11. november, men av tí at gólvið í høllini á Stórheyggi skuldi skift- ast, var hetta tiltakið fram- skundað. 11 lið við samanlagt 250 fimleikarum og 14 venj- arum, kundu luttaka í felagsvenjingini, og upp- møtingin var heilt góð. 12 venjarar og 120 fimleik- arar. Felagsvenjingin gekk væl, og børnini stuttleikaðu sær óført. Byrjað varð við upphiting, ið Heini og Maria skipaðu fyri. Luttakararnir sluppu at royna ymisk amboð, ið tey vanliga ikki nýta. Her kunnu nevnast ringarnir, barr, bummar og air-track. Tá tey professionellu venja í ringum og á barr stroyða tey magnesia á hendurnar, og hetta sluppu luttakar- arnir eisini at royna – og serliga stuttligt var tað at kunna geva herðaklapp, so rokið stóð frá. Gekk væl Undir venjingini vóru yms- ar broytingar, so alt, sum upprunaliga var á skránni, varð ikki gjøgnumført. Seks ymiskar amboðs- breytir vórðu settar upp, og fimleikararnir vóru býtti sundir í eins nógvar bólkar. Síðani skiftust bólkarnir um at venja á teimum ymsu breytunum. Venjingin gekk væl, og hóast ein forleingjari til air- track maskinuna brendi saman, so kundi tað heldur ikki steðga venjingini. Ein mamma var skjót til húsa eftir einum nýggjum for- leingjara, og so bar aftur til at venja á air-track mask- inuni. Í steðginum fingu børnini frukt og PopTop. Fruktin var stuðul frá p/f Poul Hansen og FK í miðbýnum, og MBM hevði latið PopTop drykkirnar. Tey, sum skipaðu fyri, eru fegin um stuðul og hjálpina, sum foreldrini veittu. Aftaná venjingina hugn- aðu venjararnir, sum eru veteranar innan fimleikin, sær við at leypa á air track. Nú er greitt, nær FM-róðr- arnir í kappróðri verða kom- andi summar. Tað vera sum vanligt seks róðrar, og byrjað verður á norðoyastevnu. Komandi ár verður fyrsti róðurin 1. juni, og tað er eina viku fyrri, enn tað var í ár. Síðani verður róð á Skála- fjarðastevnuni í Runavík 15. juni, á Sundalags- stevnuni í Hósvík 22. juni, á jóansøku í Vági 29. juni, á vestanstevnu í Miðvági 13. juli, og á ólavsøku 28. juli. Seinni í ár fer aðalfund- urin hjá Róðrarsamband- inum at taka støðu til, um ein FM-róður skal vera afturat á hvørjum ári. Um undirtøka er fyri hesum, so verður tað fyrstu ferð í 2002, og róðurin verður á varmakeldustevnu í Fuglafirði 6. juni. Amboðslið høvdu felagsvenjing 120 børn og 12 venjarar vóru við til felagsvenjing hjá amboðsliðunum í Havnar Fimleikafelag FM-róðrarnir ásettir C M Y K 18