Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 215 - 7. november 2001 Nr. 215 - 7. november 2001 21 Til allar heilsatstøðarar, sum eru limir í Almanna- og Heilsrøktarafelagnum Pallbroðsfundur verður á Hotel Hafnia mánadagin 12/11 kl. 15.30 Við á fundinum verða: Marin Vang, røktarleiðari, Landssjúkrahúsið. Elspa Lútzen, leiðari, Ellis- og røktarheimið, Klaksvík. Vinarliga Almanna- og Heilsurøktarafelagið Skattalistin Skattalistin fyri Hvalvíkar kommunu fyri árið 2000 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni frá 7. november til 21. november 2001. Kommunuskrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til 13.00. Hvalvíkar kommuna DEILDARLEIÐARASTØRV Á JARÐFRØÐISAVNINUM Deildarleiðarastørvini á Dátudeildini og á Kunningardeildini á Jarðfrøðisavninum eru leys at seta frá 1. januar 2002. Kunningarstjóri: Arbeiðsøki Høvuðsuppgávurnar og ábyrgdarøkini á Kunningardeildini fevna um eitt nú: • At skipa fyri jarðfrøðiligu framsýningunum á Føroya Náttúrugripasavni • Í samráð við Náttúruvísindadeildina at skipa fyri jarðfrøðiligu undirvísingini fyri stovnin á Fróðskaparsetri Føroya • At reka bókasavnið á Jarðfrøðisavninum og Oljumálastýrinum • At skipa fyri og umsita almenna og fakliga kunningararbeiðið á stovninum, herundir heimasíðu og ársfrágreiðing v.m. Roknað verður við,at kunningarstjórin somuleiðis eftir tørvi átekur sær vísinda- ligar uppgávur á stovninum. Krøv til umsøkjaran Umsøkjarar mugu hava hóskandi akademiska útbúgving í jarðfrøði ella øðrum viðkomandi fakøki, umframt góðar leiðslu- og samstarvseginleikar. Fyrimun hava umsøkjarar við hollum royndum innan undirvísingar-, savns- og kunn- ingaryrkið og innliti í føroysku jarðfrøðini. Jarðfrøðisavnið er vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumálastýrinum og virkar í kolvetnisumsitingini somuleiðis sum samskipaður partur av stýrinum við ábyrgd fyri øllum jarðfrøðiligum viðurskiftum. Jarðfrøðisavnið hevur til endamáls at savna,varðveita,handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúru- virðum. Stovnurin skal virka fyri, at lóggáva og umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum verður grundað á framkomna og dagførda jarðfrøðiliga vitan. Dátustjóri: Arbeiðsøki Høvuðsuppgávurnar og ábyrgdarøkini á Dátudeildini fevna um eitt nú: • At skipa fyri og umsita tað nationala jarðfrøðiliga arkivið, herundir - goymsluna av øllum jarðfrøðiligum dátum, lutum og kanningartilfari annars á Jarðfrøðisavninum. - í samráð við oljufeløg o.o. at finna fram til og stíla fyri haldgóðum goymsluskipanum fyri allar jarðfrøðiligar elektroniskar seismikk- og boridátur v.m. við tilknýti til oljuleitingarvirksemið á føroyska økinum. - evna til neyðugar reglur og kunngerðir v.m. • At leggja til rættis KT politikkin á Jarðfrøðisavninum og Oljumálastýrinum. • At skipa og umsita allar edv-funktiónir á Jarðfrøðisavninum og Oljumálastýrinum • Kortviðgerð Krøv til umsøkjaran Umsøkjarar mugu hava hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni, umframt góðar leiðslu- og samstarvseginleikar. Fyrimun hava umsøkjarar við hollum royndum innan dátufyrisiting og kunningartøkni og innan jarðfrøðiligt arkiv- arbeiði sum heild. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfeløg. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til stjóran á Jarðfrøðisavninum, tlf. 357000, fax 357001, t-bræv martinh@jfs.fo Umsóknir við hjáløgdum CV, avriti av embætisprógvi, frágreiðing um arbeiðs- royndir v.m., skulu vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 22. november 2001. Adressan er: Jarðfrøðisavnið, Brekkutún 1, Postsmoga 3169, 110 Tórshavn. CUP B36 bjóðar øllum dreingjum og gentum at gera lið til innandurakapping í fótbólti í høllini á Hálsi í døgunum Aldursbólkarnir eru hesir: 1. Pinkur 1992-1993 2. Gentur 10-12 1990-1991 3. Smágentur 12-14 1988-1989 4. Gentur 1985-1987 5. Pinkulingar 1994-1995 6. Smápiltar 1992-1993 7. Piltar 1990-1991 8. Smádreingir 1988-1989 9. Dreingir 1986-1987 10. Unglingar 1983-1985 Spælt verður við stórum málum og málmanni. Á hvørjum liði eru 5 leikarar (málmaður íroknaður). Loyvt er at hava ein skiftileikara. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn (Juventus, Rosenborg, B36 osfr.). Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri hvørt liðið. Føroya SHELL, ið stuðlar kappingini, letur heiðursmerki til trý tey fremstu liðini í hvørjum aldursbólki. Seinasta freist at boða frá luttøku er Tilmeldingin fer fram hjá umboðsmonnunum við hesar skúlar, ella við at ringja: Tórsh. Kommunsk. Jacob Thomsen 31 62 29 Venjingarskúlin Tórður Hentze (9b) 31 61 79 Eysturskúlin Jónas Næs (9a) 31 42 40 Hoyvíkar skúli Rúnar í L. Jacobsen (6d) 31 80 15 Santa Frans skúli Carl H. Olsen (7a) 31 78 62 Argja skúli Petur Mortensen (9a) 31 04 10 16. - 17. november 2001. týsdagin 13. november 2001. Nr. Aldursbólkur Føðiár Skúli Umboð Tel 85 • fo www • 2001 -tað loysir seg C M Y K 21 20