fríggjadagur 19. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 202 - 19. oktober 2001
Nr. 202 - 19. oktober 2001
19
MÓTTØKA
Orð og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Hon er væl umtókt millum
politikkarar, Vibeke Lar-
sen, og vøkur vóru orðini,
hon fekk við sær í skjátt-
una, tá hon segði viðskifta-
fólkunum farvæl, seinna-
partin mikudagin í Amt-
mannsborgini á veg niður
til Danmarkar, har hon skal
vera amtmaður í Sorø.
Vit komu eitt sindur
áðrenn og fingu stundir at
hyggja okkum um bæði
uttan og innan. Vakur er
urtagarðurin og hevur tú
ikki verið innangarðs, so
hevur tú heldur ikki var-
hugan av hvussu stásiliga
garðurin er anlagdur. Eitt
slott í byggifrøðiliga fá-
tæku Havnini. Og nú hava
teir sandblást spekkingina,
so tilhøgdi grótveggurin er
sjónligur aftur. Tú sær
hvørt meitlaslag og tevjar-
sveittadroparnar, sum hvør
einasti av hesum túsundtals
steinum, ið samanlagt eru
Amtsmannsborgin,
hava
drukkið í seg. Føroyskt
basalt vakurt tilevnað, hví
hava vit ikki fleiri sovornar
bygningar í landinum, ið
einki annað er enn basalt,
heilar tríggjar kilometrar
niður í jørðina.
-Sandoyingar skóru torv
til Amtmannsborgina og alt
parkeringsøkið framman-
fyri varð nýtt til at goyma
torvið. Her gekk nógv torv,
tí ovnur var í hvørjum rúmi
og nógv skuldi til fyri at
húsini flógv. Nú eru ovn-
arnir burtur og miðstøðu-
hiti er í øllum húsinum,
sigur Vibeke Larsen, með-
an vit standa á bonaðu
gólvunum inni í stovuni.
Eg
hyggi
meg
um.
Vibeke dámar tónleik og
onkur hevur forerað henni
allan tónleikin hjá Bach.
Tað er slett ikki so lítið. 153
fløgur, sum standa í einum
kufferti í eini av stovunum.
Útsýnið hevur einaferð ver-
ið gott, men nú sær tú antin
Hafnia ella Cafe Natúr, líka
mikið hvønn veg tú hyggur
út.
Tey eru við at flyta.
Maðurin er komin heim at
hjálpa til. Hann er lærari í
matematikk og bókment-
um, serliga russiskum bók-
mentum.
Hann
lesir
russiskt sum brent, men
undirvísir ikki longur í
russiskum, og tí hevur hann
givið bókasavninum heilar
10 kassar við russiskum
bókum, skrivaðar á russ-
iskum, og bókasavnið var
fegið um gávuna. Tey eru
spent at flyta niður aftur og
at fáa eitt familjulív saman.
Og niðri bíðar eitt barna-
barn, sum er komið í heim-
in, meðan Vibeka hevur
verið ríkisins umboð í Før-
oyum.
Á borðinum í miðstovuni
standa leskiligir canapeir,
vín, øl og sodavatn. Alt
bíðar, móttøkan skal byrja
um eina løtu, og fráfarandi
ríkisumboðsmaðurin gong-
ur eitt sindur fjálturskotin
aftur og fram. -Man nakar
fara at koma, tykist hon at
hugsa
Vælumtókt
Og so koma gestirnir. Eftir
lítlari løtu fyllir elitan
innan føroyskan politikk,
vinnu og andslív, saman við
embætisfólki, stovurnar og
ekkóið er horvið úr rúm-
unum. Samlað ljóðar prátið
sum rumbul, men fokuserar
tú oyrað, ein og tú ger við
myndatólinum, so er mangt
áhugavert at hoyra, og tú
hoyrir
beinanvegin,
at
Vibeke Larsen er ein virdur
ríkisumboðsmaður.
Og knappliga, so fánar
prátið burtur. Vibeka hevur
sligið á glasið, og tíðuliga
rørd, takkar hon fyri tíðina.
-Eg veit ikki um tað var
við vilja, men eitt lá fast, tá
eg kom til Føroya.. Eg visti
einki um føroysk viður-
skiftir, eg hevði ikki slitið
skógvarnar á Christians-
borg og eg hevði einki sum
so
havt
við
danskan
politikk at gera. Eg kom til
Føroyar í eini ógvuligari
turbulentari tíð, hvar øðin í
fólkinum var stór aftan á
kreppu og bankakanning.
Tað hevur verið hart, og
mangan hevur kókað inni í
mær, men eg havi megnað
at stýrt tunguni og eri ikki
lopin framav í orðaleiki.
Um vreiðin onkuntíð hevur
gingið útyvir køttin heima
ella okkurt annað skal vera
ósagt, segði Vibeke Lar-
sen.
Og løgmaður takkaði
henni fyri hennara arbeiði.
Løgmaður hevði góð orð at
bera Vibeku.
-Eg haldi, at Nyrup valdi
rætt, tá hann valdi teg sum
ríkisumboðsmann. Tú hev-
ur dugað væl og samstarvið
okkara millum hevur verið
framúr gott, segði løgmað-
ur, Anfinn Kallsberg og
handaði henni eina gávu frá
landsstýrinum. Ein køku-
knív og gaffil, skeft við
ibenholt, við inløgdum
beinmyndum av áttamanna-
fari, grind og tí sum tí
tilhoyrir. Føroyskt lista-
handverk í odd og egg.
Úti í gongini liggja gáv-
urnar og á hvítum seðlum
góðynskini.
Her
liggja
gávur
og
blómur
frá
vinnulívi, frá tryggingar-
feløgum og bankum, frá
politikkarum, sum ynskja
framhaldandi samband við
Danmark. Frá politikkar-
um, sum hugsa um loysing
tað eygað er opið og
droyma um sama evnði, tá
náttin doyvir sinnið.
Og sjálvsagt var eisini
tosað um framtíðina hjá
Amtmannsborgini. Semja
er um, at hendan byggiperla
er framtíð lagað á donskum
hondum, antin sum býli hjá
okkara ríkisumboði ella
sum donsk ambassada í
Føroyum, alt velst um
hvørja ríkisrættarliga støðu
føroyingar velja í fram-
tíðini.
Vælumtóktur ríkisumboðsmaður segði farvæl
Er hetta næstseinasti
ríkisumboðsmaðurin okkara
fíggjarmálaráðharri tosar
við?
Frá vinstru nnan, skatturin og fíggjarin. Mohr, Lamhauge og Astrup.
Tingformaðurin, Finnbogi
Ísakson og Hans Jacob
Joensen, biskupur hava altíð
tætt samstarv við tann til ein
hvørja tíð sitandi
ríkisumboðsmannin.
Nýggja mentanar-
húsið, Stóra Pakkhús
í Vági, letur upp
leygardagin. Arbeitt
hevur verið seinasta
árið við at seta í stand
og ummvæla.
Umframt, at fólk fáa
høvi at síggja húsini
leygadagin, verður
eisini skipað fyri
uppboðssølu av seyði
MENTAN
Dagfinn Olsen
Virksemið
hevur
verið
nógv framvið Garðabrúnni
í Vági, síðani hon varð
umvæld og tikin í nýtslu
aftur fyri nøkrum árum
síðani. Partur av hesum
virkseminum hevur stavað
frá, at Stóra Pakkhús, ið
stendur beint við brúnna,
hevur verið sett í stand, sum
partur av stórari ætlan um
mentanarhús.
Hetta er nú veruleiki og
Stóra
Pakkhús,
nýggja
mentanarhúsið, letur upp
leygardagin. Tá verður opið
hús, har fólk fáa høvi at
síggja Stóra Pakkhús.
Byrjað verður klokkan
15, tá eitt sindur verður sagt
um ætlanirnar við nýggja
mentanarhúsinum.
Eftir
hetta eru kaffi og køkur at
fáa, umframt at okkurt
sjálvsagt
eisini
er
til
børnini.
Á skránni er eisini upp-
boðssøla av seyði, sum
Stóra Pakkhús hevur fingið
til gávus í samband við, at
húsið er liðugt og nú letur
upp. Øll eru vælkomin at
vitja í Stóra Pakkhús leyg-
ardagin, siga fyrireikarar-
nir.
Ivory spælir til
cafékvøld í kvøld í
Keypmannahavn
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Í kvøld verður cafékvøld í
Føroyahúsinum í Keyp-
mannahavn. Tað er bólk-
urin Ivory, ið fer at spæla.
Bólkurin er til tiltakið
mannaður við Mikael Blak,
Brandi Jacobsen, Leivi
Thomsen og Eivør Palls-
dóttir. Kostnaðurin fyri at
koma innar er 50 krónur.
Skótarnir í Vági skipa
í dag fyri drúgvari
gonguferð, har
Suðuroyggin nærum
verður gingin úr enda
í annan. Skótar úr
Fuglafirði verða við á
ferðini
FRÍTÍÐ OG NÁTTÚRA
Dagfinn Olsen
Tað er ikki smávegis, sum
skótarnir í Vági hava set
sær fyri, tá teir í morgun
settu kós í hagan. Ætlanin
er at ganga úr Sandvík til
Vágs og at liggja nátt í
tjaldi, um veðrið loyvir tí.
Í morgun tíðliga fóru
skótarnir avstað úr Sand-
vík. Ætlanin er ikki at
skunda sær. Patvís, tí
ungfólk eru við og partvís
fyri ikki at leggja ov nógv
fyri, nú fólk ikki eru so von
at ganga í haganum longur.
Heldur
verður
dentur
lagdur á at hava ein góðan
og hugnaligan gongutúr.
Ætlanin er at sova í tjaldi
á leiðini við Øravík, um
veðrið loyvir tí. Hildið
verður so fram leygarmorg-
unin, tá kósin verður sett
móti Porkeri. Har verður
viðføri heintað og so halda
skótarnir leiðina til Vágs
eftir koyrivegnum.
Við á ferðini eru eisini
skótar úr Fuglafirði, ið
hoyrdu um ætlaðu ferðina
og hildu hugskotið vera
áhugavert. Teir komu til
Vágs í gjár og hava ligið
nátt í skótahúsinum í Vági,
áðrenn drúgva túrin, sum
byrjaði í morgun, fríggja-
morgun,
árla.
Umleið
klokkan sjey varð farið úr
Vági til Sandvíkar við bili,
men síðani vóru bert bein-
ini at líta á, á heimferðini
til Vágs.
Ivory í Føroyahúsinum
Skótar á drúgvari
gonguferð
Stóra Pakkhús letur upp leygardagin
Stóra Pakkhús, nýggja
mentanarhúsið, letur upp
leygardagin. Tá verður opið
hús, har fólk fáa høvi at
síggja Stóra Pakkhús
(Mynd: D. Olsen)
C
M
Y
K
19
18