fríggjadagur 19. oktober 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2001
27
Neistakvinnur máttu
ásanna, at trøini hó-
ast alt ikki vaksa upp
í himmalin. Stjørnan
sýndi hinvegin heilt
gott spæl til tíðir, og
tær kunnu meira enn
so gerast drúgvar, tá
avtornar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir eina góða byrjan upp á
árið, komu neistakvinnur-
nar so dyggiliga niður aftur
á jørðina, tá tær miku-
kvøldið spældu framskund-
aða dystin móti Stjørnuni.
Flestu høvdu helst rokn-
að við, at Stjørnan fór at
sýnast dekan ov sterk hjá
teimum bláu, men Neistin
hevði víst góðar taktir í
teimum báðum fyrstu dyst-
unum, og tí vónaðu tey
helst, at tey kundu gera
okkurt við klaksvíkingar-
nar. Tað kundu tær ikki, og
tað kann hóskandi leggjast
afturat, at tað var so langt
ífrá.
Ferðin á muni
Tað var nevnliga hampuliga
skjótt greitt, at tað var
Stjørnan, sum var hitt betra
liðið á vøllinum. Við
litaviska stórskjúttanum,
Simona Dziugyte, á odda,
royndu tær alt fyri eitt at
leggja trýst á bláu verjuna
við kvikum álopsspæli, og
her kom eisini glið á
rættiliga skjótt.
Í verjupartinum vóru
gestirnir tó ikki eins nær-
lagdar, og fyrsta korterið
ella so fingu skjúttarnir hjá
Neistanum alla tíðina fylgt
við gestunum, eisini hóast
Stjørnan í Agne Masenite
hevur funnið ein framúr
góðan málverja. Fyrstu løt-
una fekk hon tó als onga
hjálp frá verjuni, men tá so
samskiftið millum verju og
málverja fekst at rigga, var
ballið búið hjá heimalið-
num.
Seinasta korterið ella so
av fyrra hálvleiki var verjan
hjá Stjørnuni snøgt sagt ein
múrur. Neistaliðið royndi at
spæla seg ígjøgnum, men
hetta eydnaðist ongantíð.
Úrslitið gjørdist í flestu
førum, at tær vórðu noydd-
ar at skjóta útifrá, ella
royndu tær at seta ferðina
somikið høgt upp, at tær
ikki megnaðu at fylgja
hesum sjálvar.
Ikki bert ein
Sum nevnt omanfyri, so var
tað serstakliga Simona
Dziugyte, sum gjørdi um
seg hjá gestnum fyrstu
løtuna, men at Stjørnan
eisini er annað og meira
enn hendan eina, varð so
týðiliga undirstrikað kort-
ini.
Neistin valdi nevnliga
rættiliga tíðliga at fara út at
mansverja litavan, men
hóast tað skerdi hennara
leiklut í dystinum, so
merkti hetta á ongan hátt, at
Stjørnan
steðgaði
upp.
Heldur gav hetta betri pláss
til serstakliga Joan M.
Joensen, sum við kvika fót-
skiftinum altíð er ein vandi,
og ikki minst, tá mansverja
av liðfeløgum gevur ein
eyka metur ella so at flyta
seg á.
Krydd skal til
Í seinna hálvleiki hendi ikki
stórt meira enn tað, sum
roknast kundi við. Stjørnan
hevði nú fult tamarhald á
dystinum, og settu tær tí
leikferðina nakað niður.
Hetta gav eisini Neistanum
møguleikan at koma við
aftur í dystin, men tað var
tó ongan tíð soleiðis, at tær
bláu megnaðu at skapa
nakran spenning um, hvønn
veg stigini skuldu fara.
Við sigrinum – og ikki
minst spælinum aftan fyri
hendan – staðfesti Stjørnan,
at tær aftur í ár skulu takast
í álvara. Hóast hondbóltsár-
ið enn er ungt, so megnaðu
tær í løtum at halda leik-
ferðini høgt uppi, og tá tað
so eisini eydnast verjuni at
stressa
mótstøðufólkini,
skal hampuliga nógv til,
áðrenn nakar skalar tær.
Enn hava tær so ikki
roynt seg móti VÍF ella VB,
og helst verður tað saman
við hesum, at Stjørnan fer
at stríðast um heiðurs-
merki.
Tað kann Neistin fram-
haldandi hava møguleika
til, men dysturin miku-
kvøldið staðfesti, at skalt tú
gera teg galdandi í hond-
bóltsoddinum í dag, so er
ikki nóg mikið »bert« at
hava ein góðan bul av
føroyskum leikarum. Neyð-
ugt er við útlendska krydd-
inum fyri at røkka tindun-
um.
Munurin var stórur,
tá føroyameistararnir
úr Vestmanna í fyrsta
heimadystinum tóku
ímóti uppflytarunum
av vestara arminum á
Skálafjørðinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki annað vænt-
andi, enn at talan skuldi
gerast um ein tryggan
heimasigur, tá kvinnurnar
hjá VÍF mikukvølidð tóku
ímóti teimum av Strondum.
Eingin ivi
Kvinnuliðið úr Vestmanna
var í fjør nógv tað sterkasta
í føroysku kappingini, og
liðið tykist ikki á nakran
hátt viknað hetta kapping-
arárið. StÍF er hinvegin júst
afturkomið í bestu deildina,
so at rokna við nøkrum
stigi fyri teirra viðkomandi,
var helst at seta nøsina
nakað langt uppeftir.
Tað var heldur ongan tíð
nakar ivi um, at VÍF fór at
vinna ein tryggan sigur
mikukvøldið. Eftir fáum
minuttum høvdu tær skapt
sær eitt hampuliga stórt
glopp niður til mótstøðuna,
og hóast tær ongan tíð
løgdu so øgiliga nógv fyri,
so hildu meistararnir á at
útbyggja leiðsluna ígjøgn-
um dystin.
Væl koyrandi
meistarar
Hóast tað nevyan kunnu
dragast so nógvar staðfest-
ingar burtur úr einum slík-
um dysti, so er tó einki at
ivast í, at kvinnurnar úr
Vestmanna aftur fara at
gerast drúgvar í ár. Sera
drúgvar.
Bulurin á liðnum er hin
sami, sum fór ósigraður
ígjøgnum kappingarárið í
fjør, og nú Nicoleta Radu er
komin fyri seg eftir bein-
brotið og Jórun Ludvig har
afturat er komin í hópin, er
breiddni eisini økt nakað,
so veikari eru tær á ongan
hátt.
Skal nakar veikleiki finn-
ast, er tað helst, at Manuela
Stan í málinum er úti við
bruna í hælsinuni. Ein
skaði, sum við hvørt hevur
lyndi at gerast drúgvari enn
tær fýra vikurnar, sum talan
í fyrsta umfarinum er um.
Hallfríð Isaksen hevur tó
áður sýnt seg sum eitt gott
alternativ, men spurning-
urin í hesum sambandinum
er helst, um hon megnar at
halda eitt javnt gott støði
ígøgnum eitt longri tíðar-
skeið. Mikudagin hevði
hon tó ikki hetta fyri neyð-
ini, men stóra styrkisroynd-
in í so máta verður helst
annan sunnudag, tá Stjørn-
an kemur á vitjan í Vest-
manna.
Neistin-Stjørnan 19-27 (8-16):
Klassamunur
Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 19-27 (8-16)
Málskjúttar:
Neistin: Birita Wardum 7(1), Katrin á Neystabø 6(3),
Gunnleyg Berg 3, Mildrid Jacobsen 1, Kára á Dunga
1, Susan Brockie 1
Stjørnan: Simona Dziugyte 13(6), Joan M. Joensen
5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 2, Andrijana
Milodanovic 2(1), Beinta Klakstein 1
Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 7
Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 3
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum og Hannis
Wardum. Stýrdu uttan stórvegis hóvasták dystinum
við góðum myndugleika.
Tað var Stjørnan, sum alla tíðina var við yvirlutan, tá tær
mikukvøldið vitjaðu Neistan í Gundadalshøllini
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-StÍF 39-16 (18-8):
Avgreiðsluspurningur
Dysturin í tølum
VÍF-STÍF 39-16 (18-8)
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 8(1), Nicoleta Radu 7, Jacklin
Durhuus 6, Jórun Ludvic 5(1), Sóley Mikkelsen 3,
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Alis Høghamar 3, Fríða
Marjunardóttir 2(1), Randi Kúrberg 2
StÍF: Súnfríð Mikkelsen 5(2), Birna Mikkelsen 2,
Ileana Manolescu 3, Anna Maria Berthelsen 2, Poula
Olsen 2, Anna Berg 1
Brostkøst: VÍF 3, StÍF 2
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 3
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen &
Kári Hansen
Her er tað Nikolina, sum er á
veg móti málinum, og yvir
høvur hevði VÍF ongar
trupulleikar av
uppflytarunum av Strondum
og Skála
Mynd: Álvur Haraldsen
27
26
Nr. 202 - 19. oktober 2001
Talan gjørdist um ein
undirhaldandi dyst,
tá tvær av stóru før-
oysku hondbólts-
bygdunum tørnaðu
saman mikukvøldið.
Spenningurin var tó í
minna lagi, og átti
ikki minst málverjin
hjá VÍF skuldina í –
ella æruna fyri –
hesum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Spenningurin var hampu-
liga stórur, tá mannfólkini í
Vestmanna
fóru
undir
fyrsta heimadystin hetta
kappingarárið.
Mótstøðuliðið var StÍF,
og var tað nakað lið, sum í
fjør megnaði at seta kílar í
VÍF-maskinuna, so vóru
tað júst strandingar, sum
umframt at vinna steypa-
kappingina eisini syrgdu
fyri, at vestmenningar ikki
kundu ogna sær greipuna.
Ymisk upplegg
Hjá báðum hava tó nakrar
broytingar verið í ár, í mun
til í fjør, men hóast hetta, so
løgdu bæði liðini ógvuliga
hart út, tða dysturin miku-
kvøldið varð blástur í
gongd.
Bæði ferð og kraft var í
spælinum frá byrjan, og frá
báðum pørtum varð roynt at
leggja stórt trýst á mót-
støðuverjurnar. Tað var tó
stuttligt at síggja, hvussu
ymisk liðini vóru í hesum
royndum, eins og stórur
munur var á verjuspælinum
hjá pørtunum báðum.
Hjá VÍF gekk tað kanska
meira tungt f¥ri seg, skilt á
tann hátt, at tað serliga vóru
tær báðar stóru kanónirnar,
Sámal Joensen og Piddi
Negru, sum hóttu, meðan
kvikleikin og fótskifti hjá
Inga Olsen var tað kreativa
íkastið, sum av og á megn-
aði at taga strandaverjuna
sundur, um so var, at hann
ikki breyt ígjøgnum sjálvur.
Strandingarnir royndu at
fáa sítt vørumerki – tað
skjóttgangandi álopsspælið
- at koyra uttan um VÍF
verjuna, fyri síðani at bróta
ígjøgnum, tá hol stóðust av
hesum.
Í verjunum var tað serliga
stuttligt at síggja, hvussu
gestirnir royndu at takla
VÍF álopini nakað úti frá
málteiginu, og fyrstu løtuna
eydnaðist hetta eisini sera
væl til tíðir. Vestmenningar
koyrdu her meira við flatari
verju, har risastóri mið-
blokkurin skuldi byrgja fyri
bakkunum hjá mótstøðuni.
Eli á muni
Málskjótingin hesa løtuna
sýnir, at tað var hjá heima-
liðnum, at spæliætlanin
eydnaðist best, men burtur-
sæð frá álopi og verju, so
var tað serliga ein orsøk til,
at so varð. Málverjarnir.
Strandingar hava í ár
fingið ein rumenska mál-
verja, men hóast hesin so
sanniliga
hevur
sínar
dygdir, so var hann minni
maðurin, um sammett verð-
ur við avrikið hjá Eli
Müller í VÍF málinum.
Stóru styrki hansara er at
lesa mótstøðumenninar av,
tá hesir lata skotini ganga,
og um onkur strandingur
hevði marruna hósnáttina,
so er tað einki forgjørt í tí.
Til tíðir sá tað út til, at tað
snøgt sagt kundi gera tað
sama, hvussu skotroynd-
irnar vóru. Sjálvsagt fekk
málverjin eisini hjálp frá
verjuni, men nakrar av
bjargingum hansara vóru
veruliga í serflokki.
Bjargingar hansara við-
førdi fyri tað fyrsta, at
vestmenningar
kundu
skræða seg eitt sindur
leysar á máltalvuni, og í
øðrum lagi, at dirvi hjá
strandingum
at
skjóta
minkaði í stórum, soleiðis
at tað at enda nærum bert
var leikandi venjarin, sum
gjørdi nakað um seg.
Serstakliga var hetta sjón-
ligt seinasta partin av fyrra
hálvleiki, og tað var eisini
júst hendan løtan, sum
legði lunnar undir trygga
heimasigurin.
Áki við aftur
Tað mundi tó kennast sum
ein smeitur fyri VÍF, at
Piddi
Negru
tíðliga
í
dystinum noyddist út við
einum skaða í hondini.
Serliga í verjupartinum var
saknur í hædd hansara, men
í
álopspartinum
høvdu
vestmenningar tó eitt fult
so gott alternativ at seta
inn.
Áki Olsen hevur drigist
við ein knæskaða undan
kappingini, og var ikki við í
fyrsta dystinum hjá VÍF,
men hesa ferð var hann so á
beinkinum. Helst var ikki
ætlanin, at hann skuldi
spæla
nakran
serligan
leiklut í dystinum, men tá
Piddi so varð skaddur,
mátti stórskjúttin inn.
Lat tað verða sagt alt fyri
eitt, at enn er venjingar-
støðan hjá Áka ikki so-
mikið góð, at full nytta fæst
burtur úr evnum hansara,
men hinvegin eru hesi
somikið stór, at sjálvt við
hálvari ferð var hann ein
ríkiliga stórur biti hjá
mótstøðuverjuni og ikki
minst – málverjanum
Undrunarvert
At vestmenningar høvdu
vunnið sær eina somikið
greiða leiðslu í hálv-
leikinum viðførdi, at gestir-
nir noyddust at satsa í
seinna hálvleiki. Eina løtu
sá eisini út til, at nakað av
biti var í hesum royndun-
um, men tá teir so tvær
ferðir upp í slag mistu í
álopspartinum, samstundis
sum vestmenningar revs-
aðu, fór seinasti ferðilin av
spenningi úr dystinum.
Hóast hendan royndin hjá
strandingum at venda dyst-
inum sá út til órógva VÍF
eina løtu, so vóru tað tó
tveir lutir, sum undraðu
ikki sørt í hesum roynd-
unum.
Annar var, at StÍF ongan
tíð fór út í eina mansverju
av Inga Olsen, sum heilt
greitt var stóri profilurin
hjá VÍF. Ingi snøgt sagt
stýrdi øllum álopunum hjá
vestmenningum, og megn-
aði hann ikki at spæla við-
leikarar leysar, var hann
altíð maður fyri at bróta
ígjøgnum sjálvur.
Hin var, at tað skuldu
ganga 40 minuttir av dyst-
inum, fyrr enn StÍF royndi
at broyta nakað í striku-
spælinum. StÍF hevði eisini
sínar trupulleikar í hesum
partinum í fyrsta dystinum
móti Neistanum, og hóast
hesin ikki kann loysast við
nøkrum gandaorði, so var
tað merkisvert, at Bent
Djurhuus mátti bíða so-
mikið leingi á beinkinum.
Tað var nevnliga ikki fyrr
enn hann kom inn, at talan
veruliga gjørdist um striku-
spæl hjá gestunum.
Sterkir meistarar
Sum sagt, so gjørdist talan,
tá alt kom til alt, um ein
hampuliga tryggan heima-
sigur, og hóast tað enn bert
eru leiktir tveir dystir, so er
tó sannlíkt, at VÍF aftur fer
at gera nógv um seg í ár.
Størsti meinbogin undan
kappingini varð roknaður at
vera vongspælið, har bæði
John
Zachariasen
og
Martin Hummeland hava
sagt fyribils farvæl, men
nakar veruligur trupulleiki
tóktist hetta tó ikki at vera
mikukvøldið. Serliga tí
Harald Bjørgvin og Johnny
Joensen rúgvaðu sera væl
upp á hesum plássi, men
yvir høvur tí hópurin hjá
VÍF tykist somikið breiður,
at teir altíð hava onkrar
alternativar møguleikar at
tippa tey hol, sum íkoma á
vøllinum.
Strandingar hava higartil
tapt báðar sínar dystir, men
hinvegin skal leggjast aftur-
at, at hesir hava verið móti
tveimum liðum, sum øll
rona við í hondbóltsodd-
inum.
Í báðum dystunum hava
tó verið tekin um, at StÍF
eisini í ár fer at gera nakað
um
seg
í
hondbólts-
oddinum. Útlendski íkastið
á liðnum er av slíkum slag,
at talan er um profilar, sum
kunnu avgera dystir, og
føroyski bulurin er avgjørt
ikki veikur á nakran hátt.
Tað kann væl vera, at
strandingar ikki fara at gera
meistarar í ár, men hinvegin
er tað einki at ivast í, at teir
fara at geva sítt íkast til, at
talan aftur í vetur kann
gerast um eina spennandi
hondbóltskapping.
VÍF-StÍF 28-22 (14-7):
Tað sær spennandi út í Vestmanna
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 7(2), Áki Olsen 5(2), Harald Bjørg-
vin 5, Sámal Joensen 4, Johnny Joensen 4, Ragnar
Zachariasen 1, Agnar Joensen 1, Piddi Negru 1
StÍF: Costin Dumitrescu 11(5), Artur Johansen 3,
Bent Djurhuus 2, Sveinur Justinussen 2, Janus
Trúgvason 2, Andre F. Danielsen 2
Brotskøst: VÍF 5, StÍF 5
Útvísingar: VÍF 6, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen og Kári
Hansen. Framdu avgjørt síni mistøk á vegnum, men
myndugleiki teirra syrgdi tó fyri, at teir alla tíðina
høvdu tamarhald á tí, sum fyrifórst á vøllinum.
Tað var merkisvert, at strandingar ongan tíð fóru út í mansverju av Inga Olsen, sum saman við Eli Müller í málinum var stóri
profilurin hjá VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26