Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 19. oktober 2001 29 Talan gjørdist ongan tíð um tað stóra leik- liga upplivilsi, tá H71 og Kyndil dystaðust mikukvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kyndil skuldi aftur miku- dagin dystast móti eitt av liðunum, sum hevur nýtt summarsteðgin til at taka leikarar frá teimum grønu. Hesa ferð vóru tað Bjarni Wardum og H71, sum vóru mótstøðumenninir, og aftur hesa ferð var tað Kyndil, sum var við undirlutan. Kyndil var longu frá byrjan skert, tí Janus Einar Sørensen ikki er komin seg eftir skaðan, sum hann fekk móti Neistanum, og tað var rættiliga skjótt greitt, at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru við yvirlutan. Teir hvítu vunnu seg at kalla alt fyri eitt nøkur mál fram um Kyndil, og hóast teir grønu royndu at muta ímóti, so hildu hoyvíking- arnir alla tíðina fast um munin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði so veruliga, tá Kyndil ikki fekk mál í knappar 10 minuttir, og so var bara eftir hjá H71 at koyra sigurin heim. 18 brotskøst Eitt, sum sermerkti dystin, var, at óvanliga nógv brots- køst vórðu dømd. Tað skilst eisini á lagnum, at talan til tíðir var um rættiliga hart spæl. Akkurát hvussu rætt tað var við øllum brotskøstun- um, eru partarnir tó eitt sindur misjavnir á málið um. Hoyvíkingar fingu tey flestu av hesum, og sjálv- sagt kom tað teimum væl við, at teir fingu rættiliga nógv mál á hendan hátt, meðan kyndilsleikararnir vilja vera við, at fleiri av hesum vóru av tí heldur bíligari slagnum. Hvussu er og ikki við hesum, so stendur tó fast, at hoyvíkingar framvegis hava fullar úrtøku, hóast spælið ikki hevur verið nakað at reypa um. Tað kann sum so heldur ikki væntast, nú eitt at kalla nýtt lið verður koyrt inn, men tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn veruligt glið kemur á hjá teimum, og so verður spennandi at síggja, hvussu langt teir fara at røkka hetta kappingaríð. Saman við Óla Han- sen fer toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Helgi L. Petersen, úr GÍ og aftur til barn- dómsfelagið í Runa- vík ÚR GÍ TIL NSÍ Jóannes Hansen Krzystof Popcsynski skal komandi ár spæla við GÍ, har hann er ætlaður at vera við til at gera álopið uppaftur meiri vandamikið, enn tað var í farna kapp- ingarárinum. Men nú eru greiðar á- bendingar um, at tyngdin í álopspartinum hjá GÍ komandi ár ikki verður tann, sum tað higartil hevur verið roknað við, at hon skuldi verða. Óli Hansen og Helgi L. Petersen mannaðu álops- sessirnar hjá GÍ í hesum kappingarárinum. Men komandi kappingarár skulu teir báðir spæla við NSÍ. – Eg havi skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ, sigur Helgi L. Petersen. Eg havi havt tvey góð ár í Gøtu, har eg havi spælt saman við góðum spælar- um, og vit hava havt ein fínan venjara. Men nú gongur leiðin aftur til Runavíkar, er tað, sum Helgi L. Petersen hevur at siga um nýggju avbóð- ingina. Og tá vit eitt sindur seinni fáa fatur á Óla Han- sen, tekur hann av fullum huga undir við tí, sum álopsmakkarin tvey tey seinastu árini í GÍ og tvey tey komandi árini í NSÍ hevur at siga um tíðina í Gøtu. Betri fyritreytir Vit skulu hava tríggjar profilar at hjálpa okkum, so halda vit okkum hava betri møguleikar at gera okkum galdandi í kappingini um heiðursmerkini. Hetta var boðskapurin frá NSÍ og Jógvan Martini Olsen, tá tað fyri einum góðum mánað síðani varð al- mannakunnugt, at Jógvan Martin komandi ár skal venja NSÍ. – At teir báðir fara at spæla við okkum aftur, eru vit fegnir um. Eingin ivi er um, at teir eru góðir spælar- ar, og vit halda, at tað eisini hevur stóran týdning, at vit fáa tveir spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum hjá okkum. Tað styrkir um lokala samleikan, og tað halda vit vera týdningar- mikið, sigur Jónsvein Knudsen, sum er ein av monnunum í leiðslubólk- inum hjá NSÍ. Um tað koma fleiri enn tveir nýggir spælarar til NSÍ, dugir Jónsvein Knud- sen ikki at siga í løtuni, men tað er ikki heilt óhugs- andi, at onkur annar nýggj- ur maður verður í hópinum, tá Jógvan Martin Olsen og hansara menn eftir árs- skiftið fara at leggja til brots aftur. Bæði Óli Hansen, sum 26. november verður 25 ár, og Helgi L. Petersen, sum verður 24 5. apríl, spældu øll barnaárini í NSÍ, og teir vóru við til at manna besta NSÍ liðið, inntil teir í fjør fóru at spæla við GÍ. Stóra úrtøku Í GÍ hava fyrrverandi NSÍ spælararnir, sum nú aftur fara at umboða barnsdóms- felagið, havt undanvind. Tað boða hagtølini frá. Í fjør fekk GÍ 41 mál, og teir báðir skoraðu seks mál í part. Í ár skoraði GÍ 53 mál. Helgi L. Petersen var toppskjútti í 1. deild við 19 málum, og Óli Hansen skoraði átta mál. Tað vil siga, at teir báðir skoraðu meiri enn helmingin av øllum málunum, sum GÍ fekk. Í kappingarárinum, sum var liðugt á mikkjalsmessu, skoraði NSÍ tilsaman 23 mál í átjan dystum. Tað boðar frá, at teir hava brúk fyri spælarum, sum eru førir fyri at fáa úrtøku burturúr, tá liðið spælir seg til møguleikar, og nú áttu fyritreytirnar at verið betri fyri at spælt seg til møgu- leikar og at fingið størri úrtøku. Í samstarvi við Atlantic Airways sendi Sosialurin í gjár ein ungan sørving til Danmarkar, har hann saman við einum vin- manni fer at hyggja at stórdystinum hjá FCK FÓTBÓLTSFERÐ Jákup Mørk Tað er helst fleiri sum minnast, at Sosialurin og Atlantsflog í samband við útgávuna av Fótbóltur 2001 høvdu eina kapping, har høvuðsvinningurin var ein ferð til dystin, sum skuldi vera millum FCK og Liverpool í summar, tá móðurfelagið hjá FCK, KB, skuldi halda 125 ára føðingardag. Orsakað av undankapp- ingardystum til UEAF- Champions League, gjørd- ist hesin dysturin av ong- um, men hóast hetta, so skuldi vinnarin av kapp- ingini ikki vera við sviðið soð. Ístaðin stóð vinnaranum, Andrass Weihe úr Sørvági, í boði at fara til ein heimadyst hjá FCK eftir egnum vali, og tá lutakastið til næsta umfarið í UEFA- cup kappingini vísti, at FCK skuldi royna seg móti hollenska stórfelagnum, Ajax, varð avgerðin tikin. Dysturin varð leiktur hósdagin eftir evstamark okkara, og mikudagin fekk Andrass so flogferðaseðlar og atgongumerki til dystin handaði frá stjóranum á føroyska flogfelagnum. Frá einum føroyskum sjónarhorni er vónin sjálv- andi, at FCK fer at standa seg væl í dystinum, og umframt at ynskja lið- feløgunum hjá Toda ein góðan dyst, vilja vit her á blaðnum eisini ynskja Andrassi eina góða ferð, sum vónandi kann gerast eitt minni fyri lívið. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, handar her Andras Weihe flogferðaseðlar og atgongumerki til dystin í Keypmannahavn Mynd: Edvard Joensen H71-Kyndil 27-22 (14-9): Sigur í vánaligum líkindum Dysturin í tølum: H71-Kyndil 27-22 (14-9) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 6(2), Bjarni Wardum 6(2), Finnur Hansson 5(4), Petur Rosbach 4, Janus M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 2(1), Jonny Durhuus 1, Anfinn N. Debess 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 9(2), Høgni Klein 7(1), Josef Abrahamsen 2, Hanus Kúrberg 2, Ragnar Simonsen 1, Regin Johannesen 1 Brotskøst: H71 14, Kyndil 4 Útvísingar: H71 4, Kyndil 5 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústines Justinussen. Ferð at hyggja at FCK Óli Hansen og Helgi L. Petersen fegnast um enn eitt GÍ-mál, men komandi ár verður tað í NSÍ, at hesi skulu skjótast Helgi og Óli aftur til NSÍ 29 28 Nr. 202 - 19. oktober 2001 Skrivað á Sandi, 18.10.01 VIðMERKING Eli Hentze Alt fær ein enda!! Væl- gøddu veðrarnir eru komnir upp at hanga. Føroyski landsliðsvenj- arin eitur ikki Allan Simonsen meira og fótbóltskappingin er av, myrku heystardagarnir komnir á vitjan. Alt fær ein enda!! Herfyri boðaði Torleif Sigurðsson formaður í Fótbóltssambandi Før- oya frá, at hann leggur frá sær á komandi aðalfundi. Eftir 20 ár á ovastu rók er tíðin kom- in. Alt fær ein enda!! Nógvar og stórar broyt- ingar hava sæð dagsins ljós í tíð Torleifs. Tann størsta, tá ið avgerðin bleiv tikin, at Føroyar skuldu leika landsliðs- fótbólt móti stóru fiskunum úr fremmand- um sjógvi. Hetta var ein røtt avgerð!! Treyðugt so — onkrir brotasjógv- ar hava verið. Hesum slepst valla undan ígjøg- num so mong ár. Torleif eigur tøkk uppiborna fyri tey 20 árini. Nýggjar tíðir — nýggjir siðir. Fótbólts- verðin broytist eisini. Við miklari ferð enntá. Eisini føroyska fótbólts- verðin. Tískil er alneyð- ugt, at eftirmaður Tor- leifs ikki er hvør Hanus og Janus. Myrkrið er her, skýmaskotini eru nógv, men formanns- valevnini, um nøkur eru, eiga at traðka fram í ljósið. Valevnini skulu leggja fótbóltspolitisku ætlanirnar teirra á borðið. Tí valla verður ein formaður valdur, ið ongar slíkar hevur?!! Skýmaskotini vilja vera við, at Ísak Mikladal, Poul Michelsen og onkrir av verandi nevnd- arlimunum í Fótbólts- sambandinum eru mill- um valevnini. Um so er, so eiga hesir menn, ong- antið ov skjótt, at for- telja mær og øðrum hví júst teirra reyv passar best í formansstólin. Aðalfundurin er í februar. Í dag er hálvur oktober. Traðkið nú fram og sigi alment, hvønn veg føroyskur fótbóltur skal sparka!! Takk fyri kappingar- árið 2001 Við ítróttarkvøðu. Kvinnurnar hjá VÍF skulu spæla móti Hollendsku meistarunum, tá Europa-Cup hond- bóltur verður á skránni í januar mánaði HONDBÓLTUR Jákup Mørk Týsdagin var lutur kast- aður um, hvussu ymsu liðini hittast, tá tað í januar verður farið í holt við at spæla Europa-Cup fyri meistaralið. Føroyska íkastið til kappingina hesaferð verður VÍF, sjálvsagt hevur spenningurin ver- ið stórur, meðan bíðað hevur verið eftir luta- kastinum. Luturin hjá VÍF fall á Holland, og yvirhøvur mundi hetta vera eitt lutakast, sum hóskar suverenu meistarunum frá í fjør sera væl. Holland er ikki nakar altjóða risi í kvinnu- hondbólti, og tí eru ítróttarligu møguleik- arnir í hesum helst væl størri, enn um liðið hevði møtt meistaranum úr onkrum av sterkastu hondbóltstjóðunum. Haraftaruat kemur, at fyrireikingararbeiðið og tann fíggjarligi parturin ikki gerast alt ov tungir, tá talan verður um eina ferð til Hollands. Her kundi talan verið um munandi størri útreiðsl- ur, um talan um lið úr fjarskotnum londum. Enn er ikki greitt, um talan verður um dyst bæði í Føroyum og í Hollandi, ella um báðir dystirnir verða leiktir eitt og sama stað. a Felagið hjá Súna Olsen fer komandi vikuna at hava tríggjar føroyskar leikarar á vøllinum, tá venjingarnar fara fram FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftirnavnið Eliasen hevur í mong ár verið ein fastur táttur í føroyska ítrótta- heiminum, og serstakliga hevur tað verið í Fuglafirði, at soleiðis hevur verið. Nú røkist tó fyri, at tað framyvir ikki bert verður í Fuglafirði og har um leiðir, at navnið verður at hoyra, tí leygardagin fara tveir fuglfirðingar til Hollands, har teir komandi vikuna skulu royndarvenja við hollendska FC Zwolle, har Súni Olsen nú í eitt gott ár hevur roynt seg. Ov gamal? Talan er um teir báðar, Bartal og Hanus Eliassen, úr ávíkavist GÍ og ÍF, sum nú fara at royna seg, og hóas talan í fyrstu atløgu bert er um royndarvenjing, so er tað ikki sørt, at hetta tykist eitt sindur spennandi. Hósmorgunin fingu vit orðið á Bartal Eliasen, og hóast hann sum so ikki roknar við nøkrum sum helst, so heldur hann hetta ljóðar sum ein sera spenn- andi uppliving. - Nú eri eg helst vorðin somikið gamal, at eg ikki eri so øgiliga áhugaverdur hjá útlendskum keyparum, men sjálvandi gleði eg meg til ferðina, sigur tann 25 ára gamli fuglfirðingurin. - Bara tað at sleppa venja saman við yrkisleikarum og yvir høvur at liva sum ein slíkur í eina viku, er nakað, sum eg síggi fram til. Hóast hetta ljóðar heldur lítillatið fyri stinna verju- leikaran hjá GÍ, so við- gongur hann sjálvandi, at um so er, at nakað spyrst úr venjingunum, so fer hann sjálvandi at umhugsa eitt møguligt tilboð. - Tað fari eg sjálvandi, men sum sagt, so rokni eg ikki við nøkrum framman- undan, sigur hann. Í hesum sambandi kann til stuttleikar nevnast, at ein av mætastu verjuleikarun- um í heiminum, hollendski Jaap Stam, sum nú spælir við Lazio, eisini var rættiliga tilkomin, tá hann gjørdist fulltíðar yrkisleik- ari, og at liðið, sum hann fekk fyrsta sáttmálan við var júst FC Zwolle. So hóast hollendsku feløgini helst vilja hava leikararnar knýttar at sær longu sum stórar dreingir, so skal møguleikin hjá Bartali ikki heilt útilokast. Ger sítt besta Hjá Hanusi Eliasen er støðan viðvíkjandi aldrin- um eitt sindur øðrvísi. Hann er enn blaðungur, og hóast royndirnar í før- oyskum fótbólti eru av- markaðar til næstbestu røðina, so er einki at ivast í, at fótbóltsevnini hjá 17 ára gamla fuglfirðinginum eru í lagi. Sjálvur er Hanus tó ikki so øgiliga nógv fyri at leggja nakað trýst á seg sjálvan, tá vit hittu hann á orði um frammanfyristand- andi ferðina. - Pauli hevur alla tíðina havt samband við Zwolle, síðani hann hjálpti Súna Olsen at koma til felagið, og nú sleppa Bartal og eg so at royna hetta, Spurdur, hvørjum hann roknar við, nú farið verður avstað, sigur hann heldur smæðin, at tað veit hann sum so ikki. - Tað er bara at gera sítt besta. So fáa vit at síggja. Tað er so ikki soleiðis, at eg verði vónbrotin, um einki hendir, heldur hann fyri. Annars leggja teir báðir dent á, at teir sum so ikki kenna tað heilt stóra til felagið. Ikki annað enn tað, at Súni Olsen er í felag- num, men sum sagt, so gleða teir seg báðir til ferðina. Umframt teir báðar leik- ararnar, verða eisini tveir føroyskir venjarar við á feðrini. Talan er um venj- ararnar hjá ÍF og GÍ, Paula Jarnskor og Johan Nielsen. Sótu í skýmaskoti!!! VÍF fer til Hollands Tveir fuglfirðingar til Zwolle Teir báðir fuglfirðingarnir, Bartal og Hanus Eliasen, fara komandi vikuna at venja við Súna Olsen og hollendska FC Zwolle C M Y K 28