fríggjadagur 3. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125
Serliga stórur er
spenningurin í kappingini
millum 10-mannaførini,
har Klaksvíkingur og
Eysturoyingur eru stavn
um stavn
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað verður FM kappróður í
Fuglafirði í morgin. Talan verður um
fimta FM kappróðurin í ár, og tá ið
kappróðurin á varmakeldu verður
av, verða tveir kappróðrar eftir í
hesum kappingarárinum.
Tað er gott pláss og góðar
umstøður at rógva í Fuglafirði. Tí er
eingin trupulleiki at kappast á 1000
metrum, 1500 metrum og 2000
metrum. Hetta verður síðsta ferðin í
ár, at tað verður kappast á longru
teinunum.
Vestanstevnan verður um eina
viku í Sandavági, har tað bara
verður kappast á 1000 metrum, og
á ólavsøku er róðrarteinurin av
Argjahøvda og inn undir
Skipafelagið 901,3 metrar.
Trý undir borðinum
Frá 1973 og fram til í fjør vórðu sjey
stig givin vinnarabátinum, meðan
tann næstfremsti fekk fimm stig.
Undan hesum kappingarárinum
varð hetta broytt soleiðis, at
vinnarabáturin fær sjey stig, og
tann næstfremsti fær seks stig.
Málið við broytingini var at skapa
fyritreytir fyri, at spenningurin
skuldi varðveitast eitt sindur longri.
Kortini er tað soleiðis, at tríggjar
manningar í morgin mest sum
kunnu tryggja sær FM heitið.
Talan er um dreingjamanningina
á Tjaldrinum, kvinnumanningina á
Gongurólvi og Argjabátin. At
spenningurin framvegis er stórur í
hinum kappingunum sæst aftur í,
at Jallurin bara er eitt stig
frammanfyri Firvald í
gentukappingini, at Frúgvin og Erla
Kongsdóttir hava eins nógv stig í
kvinnukappingini, og at Riddarin er
tvey stig frammanfyri Tvørabátin.
Tað er langt frá á hvørjum ári, at
bátur úr Fuglafirði er millum teir,
sum hava møguleika at vinna á
varmakeldu. Soleiðis er tað hesa
ferð. Kvinnurnar umborð á Erlu
Kongsdóttir hava staðið seg væl.
Tær vunnu tvær tær fyrstu ferðirnar,
men á sundalagsstevnu og á
jóansøku vann Frúgvin á
fuglfjarðarbátinum.
Størsti spenningurin
Kappingin millum 10-mannaførini
er ógvuliga intens. Á
norðoyastevnu fóru Eysturoyingur
og Klaksvíkingur stavn um stavn
um málið. Á fjarðastevnu var
Eysturoyingur fremstur, og síðani
hevur Klaksvíkingur vunnið á
sundalagsstevnu og á jóansøku.
Í stigum er púra javnt, tí
Eysturoyingur varð kosin vinnari á
norðoyastevnu.
Meðan tað tríggjar tær fyrstu
ferðirnar var ógvuliga javnt, so var
sigurin hjá Klaksvíkingi meiri
trivaligur á Jóansøku.
Ta ferðina luttóku teir á
Eysturoyingi fyri fyrstu ferð við
nýggjum báti. Tá var tað serliga í
startinum, at munurin var stórur.
Bæði Klaksvíkingur og
Eysturoyingur hava síðani
sunnudagin vant startin nógv. Í
morgin fæst at síggja, um gongdin
og úrslitið fara at verða øðrvísi, enn
tey vóru fyri einari viku síðani.
Trý FM heiti eru
undir borðinum
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig íalt
1 Tjaldrið
28
2 Blikur
20
3 Junkarin
18
4 Teistin
14
5 Báran
11
7 Royndin Fríða
11
8 Kollur
6
9 Havfrúgvin
3
10 Jallurin
1
6-mannafør, kvinnur
1 Gongurólvur
28
2 Páll Fangi
23
3 Sølmundur
20
4 Jarnbardur
16
5 Hvessingur
13
6 Romvlvs
8
5-mannafør, gentur
1 Jallurin
25
2 Firvaldur
24
3 Sílið
17
4 Hvassi
13
5 Havfrúgvin
11
6 Falkur
9
7 Báran
7
8 Kollur
3
9 Katla
1
10 Junkarin
1
5-mannafør, kvinnur
1 Frúgvin
26
2 Erla Kongsdóttir
26
3 Hvassi
19
4 Ritan
17
5 Blikur
12
6-mannafør, menn
1 Riddarin
27
2 Tvørabáturin
25
3 Smyril
18
4 Sundabáturin
14
5 Gongurólvur
12
6 Skúgvur
10
7 Rádni
5
8 Jarnbardur
1
8-mannafør
1 Argjabáturin
28
2 Ørvur
21
3 Árnfirðingur
18
4 Knørrur
17
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
26
2 Eysturoyingur
26
3 Havnarbáturin
20
Størsti spenn ingurin er í 10-manna fars-
róðrinum, har Eysturoyingur og Klaks-
víkingur liggja púrasta javnir í stigum
Terry fer ongan veg
John Terry spælur eftir øllum at døma eisini í Chelsea í
komandi kappingarári. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at
teir hava víst aftur einum tilboði frá Manchester City. – Chelsea
Football Club váttar her við, at vit hava takkað nei til tilboð frá
Manchester City. Vit hava gjørt City greitt, at vit ikki vilja
kjakast um framtíðina hjá John Terry, skrivar heimasíðan. 28
ára gamli John Terry hevur spælt í Chelsea í 13 ár.
Steypafinalan í morgin
Ovari vøllur í Gundadali verður í morgin karmur um
steypafinaluna hjá kvinnum. Finaluliðini eru eisini oddaliðini
í bestu kvinnudeildini, KÍ og AB. Liðini hava sama stigatal í
landskappingini, og tí er lagt upp til eitt brak. Dysturin
byrjar klokkan 16.00. KÍ hevur verið einaráðandi í føroyskum
kvinnufótbólti seinnu árini, og nú hava argjakvinnur
møguleika at steðga sigursrøðini í steypakappingini.