týsdagur 23. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
11
Gylt orð og hátíðarlig
lyfti síggjast ikki nóg
væl aftur á komandi
fíggjarlóg, tí psyki-
atriska økið fær aftur
ov lítla játtan
SINNISBATI
Turið Kjølbro
Hví skulu tey sálarsjúku
bíða ár eftir ár eftir at fáa
sømilig kor. Hendan spurn-
ingin og aðrar reisir felagið
Sinnisbati politisku mynd-
ugleikunum, nú enn eina
ferð er greitt, at ov lítið er
sett av á fíggjarlógini til tey
sálarsjúku.
Umstøðurnar hjá teim
sálarsjúku eru kendar. Álit
er skrivað, sum nágreiniliga
lýsir støðuna, við niður-
støðu og tilmælum. Umleið
40 fólk liggja inni á lands-
sjúkrahúsinum, sum kundu
verið útskrivað, men sum
ongan bústað hava at fara í.
Og 40 onnur búgva uttan-
fyri sjúkrahúsið, men sum
eisini tørva ein líkinda
bústað.
– Ábyrgdina av at útvega
okkara sálarsjúku hóskandi
bústað liggur á landsins
myndugleikum, sigur Sinn-
isbati.
Skulu hesi nógvu fólkini
hava eina vón um, at teirra
bráðfeingis bústaðartørvur
verður nøktaður í eini fram-
tíð, sum ikki liggur so langt
burturi, skulu nógv fleiri
pengar setast av á fíggjar-
lógini. Á fíggjarlógini í ár
eru 3,5 mió. krónur tøkar til
bygging av bústøðum til
sálarliga sjúk. Á komandi
fíggjarlóg eru settar av 4
mió. krónur til sama enda-
mál. Men veruleikin er, at
kostnaðurin av einum húsi
til 10 fólk er umleið 10-12
mió. krónur. Við øðrum
orðum: tey 40 fólkini, sum
liggja á psykiatrisku deild-
unum á landssjúkrahúsin-
um og bíða eftir at sleppa út
í annan bústað, mugu bíða
12 ár afturat. Og tá eru onn-
ur komin aftrat teimum.
Skal nakað muna, mugu í
minsta lagi 10 mió. krónur
setast av á fíggjarlógini fyri
komandi ár.
Fyri lítlum ári síðani
skipaði felagið Sinnisbati
fyri einum almennum pall-
borðsfundi um viðurskifti
teirra sálarsjúku. Við borð-
ið sótu fleiri av fremstu
viðgerðarfólkum á sálarliga
økinum, saman við heilsu-
málaráðharranum og um-
boðum fyri Sinnisbata.
Stóri íbúðartørvur teirra
sálarliga sjúku varð við-
gjørdur. Umboð fyri allar
politiskar flokkar vóru hjá-
stødd, og vissaðu um, at
teirra flokkur fór at gera sítt
til at hjálpa upp á støðuna.
Við støði í hesum fundi,
setti heilsumálaráðharrin
eina nevnd at kanna bústað-
artørvin hjá teim sálarliga
sjúku, og í vár lat nevndin
eitt álit úr hondum, kallað
»Ein glotti fyri framman«.
Í sama áliti kemur fram,
at neyðugt er at ein sam-
skipari verður settur á ser-
forsorgini til at standa fyri
ætlaðu framtíðar psykiatri-
ini burturav. Leiðslan á ser-
forsorgini hevur bart út
sagt, at tey hava ikki
arbeiðsorku at taka sær av
øktum virksemi á psykiatr-
iska økinum. Á komandi
fíggjarlóg eru ongir pengar
settir av til ein slíkan, sum
kostar árliga uml. 600.000
krónur við fyrisiting.
– Verður hesin samskip-
arin ikki settur frá 1. januar
2002, dettur øll ætlanin um
framtíðarpsykiastriina
á
gólvið, sigur Sinnisbati.
Ei heldur eru pengar
settir av til virkishús fyri
tey sálarsjúku. Bæði álitið
og serforsorgin mæla til, at
virkishús verður gjørt til
tey sálarsjúku, tí at tað er
neyðugt at sálarsjúk hava
okkurt at fara til, og hava
ein innihaldsríkan gerand-
isdag, eftir at tey eru út-
skrivað av psykiatrisku
deildunum.
Serforsorgin
ynskti 7 mió. krónur til tey
sálarsjúku, men einki er
sett av.
Sinnisbati heitir tí á
fíggjarnevndina og løgting-
ið um at kanna hesi viður-
skifti, og játta 10 mió.
krónur til tey sálarsjúku á
fíggjarlógini fyri 2002, og
sum heild raðfesta tey sál-
arsjúku hægri.
Eingin bati at hóma
PRÓGV
Turið Kjølbro
Fríggjadagin í farnu
viku fingu 21 sjúkra-
systrar prógv sum prakt-
ikkvegleiðarar.
Hesar
starva allar á sjúkrahús-
deildum, ellis- og røkt-
arheimum, og í heima-
røktini. Á hesi støð fara
sjúkrasystralesandi
í
starvsvenjing og knýttar
at teimum hava tær eina
sjúkrasystir,
sum
er
teirra vegleiðari.
Nýggju praktikkveg-
leiðararnir hava tikið eitt
skeið, sum hevur vart
sjey í vikur.
– Fyrr hevur verið
skipað
fyri
smærri
skeiðum fyri vegleiðar-
ar. Hetta langa skeiðið,
sum hesar 21 nú hava
fingið, ger teirra før-
leika at vegleiða sjúkra-
systrar undir starvsvenj-
ingini munandi betri,
sigur Hildur við Høga-
dalsá, lærari á Sjúkra-
systraskúla Føroya.
Hesar 21 sjúkrasystr-
arnar, sum nú hava fing-
ið prógv sum praktikk-
vegleiðarar, nøkta ikki
tørvin. Tí er eitt nýtt
skeið er í umbúna.
21 praktikkvegleiðarar
klaktir
– Trupulleikarnir,
sum síggjast í Havn,
koma spakuliga út á
bygd. Vit síggja, at
heimið ikki í nóg
stóran mun átekur
sær uppgávuna og
skylduna tað eigur
yvir fyri barninum,
sigur Suni í Hjøllum,
skúlastjóri í Fugla-
firði
VANSORGAN
Turið Kjølbro
Fuglafjarðar skúli og skúla-
stýrið á staðnum skipa
mikukvøldið fyri áhuga-
verdum fundi um vansorg-
an. Vansorgan merkir vant-
andi umsorgan, umsorgan-
arsvík ella danska omsorgs-
svigt.
Fundurin
verður
skipaður sum pallborðs-
fundur, har Sólrun Jacobæ-
us, fyrrverandi leiðari á
Føroya Barnaheimi, og
Karin Kjølbro, leiðari á
Kriminalforsorgini, leggja
fyri. Spurningarnir, sum
eitt nú verða umrøddir, eru,
hvat vansorgan er, hvussu
støðan í Føroyum er, hvør
eigur ábyrgdina at hjálpa, tá
ið talan er um vansorgan,
og hvønn leiklut skúlin
hevur í hesum sambandi.
Seinnu árini hava skúla-
fólk javnan gjørt vart við, at
uppalingarliga skyldan yvir
fyri barninum í stóran mun
er flutt yvir á skúlan.
– Trupulleikarnir, sum
síggjast í Havn, koma
spakuliga út á bygd. Vit
síggja, at heimið ikki í nóg
stóran mun átekur sær upp-
gávuna og skylduna tað
eigur yvir fyri barninum,
sigur Suni í Hjøllum, skúla-
stjóri í Fuglafirði.
Gott samstarv millum
skúla og heim er ein for-
treyt fyri, at barnið fær eina
góða skúlagongd. Ein onn-
ur avgerandi fortreyt er, at
foreldur stuðla barninum í
gerandisdegnum og innlær-
ingini.
– Skúlin væntar av næm-
inginum, at hann møtir til
tíðina, er úthvíldur, hevur
matpakka við og er til reið-
ar at taka ímóti undirvís-
ingini. Nógv teir flestu
næmingarnir liva upp til
hetta, men eitt vaksandi tal
av næmingum haltar aftur-
úr, tí heimið ikki ger sína
skyldu mótvegis barninum,
sigur Suni í Hjøllum.
– Vit vænta eisini av
næminginum, at hann vísir
umsorgan,
ábyrgdarfulla
sosiala atferð, og sámiligan
málburð í samskiftinum við
lærarar og næmingar. Av
foreldrunum vænta vit, at
tey eru til reiðar at fara inn
í eitt skapandi og mennandi
samstarv við skúlan, og at
tey kenna ábyrgd fyri børn-
um sínum, tá ið tað snýr seg
um spurningar so sum
seksualupplýsing, royking,
alkohol og onnur rúsevni,
sigur Suni í Hjøllum.
Í
Fuglafjarðar
skúla
ganga børn úr Leirvík,
Gøtu og Fuglafirði í fram-
haldsdeildini. Framhalds-
deildin á skúlanum er so-
statt millum størstu í land-
inum við umleið 160 næm-
ingum.
– Við fundinum vóna vit,
at foreldur taka ábending-
arnar í álvara, umrøða trup-
ulleikarnar í felag og tosa
um, hvat vit kunnu gera
betur. Eru trupulleikar,
mugu vit tosa um teir, tí
ofta síggja vit at teir verða
tagdir burtur, sigur Suni í
Hjøllum.
Seinnu árini hevur Fugla-
fjarðar skúli skipað fyri
áhugaverdum fundum við
góðari uppmøting frá for-
eldrum. Mikukvøldið verð-
ur høvi hjá fólki at seta
spurningar og verða við í
orðaskiftinum eftir fram-
løguna. Á skránni er eisini
sangur,
tónleikur
og
kaffimunnur.
Vansorgan meiri vanlig
– Vit vóna, at foreldur taka ábendingarnar í álvara, umrøða
trupulleikarnar í felag og tosa um, hvat vit kunnu gera betur,
sigur Suni í Hjøllum, skúlastjóri í Fuglafirði
VIRKISHÚS
Turið Kjølbro
Fyrst í komandi ári fáa ung
í Klaksvík eitt virkishús.
Hóskandi høli eru í kikar-
anum, men enn hevur borg-
arstjórin í Klaksvík, Stein-
bjørn O. Jacobsen, ikki hug
at avdúka, hvørji hesi eru.
Leiðari verður settur at
arbeiða burturav í húsinum.
– Tørvur er avgjørt á
einum slíkum húsum fyri
ung í aldrinum 14 til 18 ár.
Tey, sum íðka ítrótt, hava
nógv tilboð í frítíðini. Með-
an ung, sum ikki ganga upp
í ítrótt, hava ov lítið at tak-
ast við aftaná skúlatíð og í
frítíðini. Ætlanin at gera
eitt virkishús er tí væl mót-
tikin bæði av ungum og
foreldrum, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen.
Í fíggjarlógini hjá Klaks-
víkar kommunu fyri næsta
ár eru 200.000 krónur settar
av til endamálið. Og fitt av
pengum eru tøkir framman-
undan.
Umboð fyri Klaksvíkar
kommunu hava verið á
kunningarferð í Virkishús-
inum í Havn. Hugsandi er
tí, at tilboðið til tey ungu í
Klaksvík verður nøkulunda
tað sama, um enn kanska í
minni mun.
Ung í Klaksvík fáa virkishús
– Ætlanin at gera eitt
virkishús er væl móttikin
bæði av ungum og
foreldrum, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík
Síðani felagið varð
stovnað í 1998 hevur
tað gingið væl hjá før-
oyska oljufelagnum
Atlantic Petroleum.
Felagið er partur av
samtakinum The
Faroes Partnership, ið
hevur fingið tillutað
leitiloyvi á føroyskum
øki, og nú er tað eisini
á veg inn í enskt øki.
FØROYSKT OLJU-
FELAG GÓÐKENNING
Jan Müller
Føroyska oljufelagið P/F
Atlantic Petroleum fer í
næstum at víðka um sítt
starvsøkið. Felagið hevur
fingið góðkenning frá teim-
um ensku myndugleikun-
um til at virka á enskum
øki. Frammanundan er P/F
Atlantic Petroleum partur
av samtakinum The Faroes
Partnership, ið hevur fingið
tillutað loyvi nr. 001 á før-
oyskum øki. Wilhelm Pet-
ersen, stjóri í felagnum,
hevur brúkt nógv av síni tíð
til at fáa føroyska felagnum
góðkenning uttan fyri land-
oddarnar eisini. Nú hetta er
komið uppá pláss er hann
sera fegin og sigur, at hetta
er ikki minst einum sera
effektivum og profession-
ellum DTI fyri at takka og
so tí stóra stuðuli, sum før-
oyska felagið hevur fingið
frá sínum partnarum, her
ikki minst Amerada Hess
og Dong.
Høvuðsendamálið
við
stovnanini av felagnum
varð at tryggja føroyska lut-
tøku í einari møguligari
føroyskari oljuvinnu. Hetta
skuldi gerast við at fáa í lag
eina samstarvsavtalu við
eitt av teimum feløgum ella
bólkum, ið søktu um leiti-
loyvi á føroyskum øki.
Treytirnar í samstarvsavtal-
uni við The Faroes Partner-
ship eru sera góðar fyri At-
lantic Petroleum, td. kann
nevnast at:
• felagið tekur lut í leiti-
arbeiðinum
við
einum
ognarparti uppá 0,1%, men
hevur møguleika fyri at
keypa upp til 5% av
loyvinum
um
leitingin
gevur góð úrslit
• felagið hevur møgu-
leika fyri at vera við í øllum
leitiarbeiðinum á jøvnum
føti við hini feløgini, og
kann við hesum ogna sær
tann kunnleika og ta vitan
ið er neyðug fyri luttøku í
oljuleiting
og
oljuframleiðslu.
Samstarvsfelagarnir hjá
Atlantic Petroleum fingu í
19.
enska
útbjóðingar-
umfari tillutað 3 loyvir, og
við
góðkenningini
frá
ensku myndugleikunum fer
felagið nú formelt uppí
samarbeiðið
hinumegin
markið. Atlantic Petroleum
hevur longu keypt seg inn í
tvey av hesum loyvum,
P.1027 og P.1029, sum
liggja í blokki 176/20,
204/16 & 21. Hesi loyvi
liggja upp at loyvinum hjá
The Faroes Partnership í
føroyskum øki, og eru
sostatt ein nattúrlig víðkan
av tí samarbeiði feløgini
hava á føroyska sokklinum.
Loyvini, ið Atlantic Petro-
leum nú hevur ein ognar-
part í ensku megin markið,
eru sera lovandi. Fyrstu
boringarnar verða nærsta
ár.
Wilhelm Petersen sigur,
at felagið sær hesa víðkan
sum strategiskt sera góða
fyri víðari menning. Atlan-
tic Petroleum hevur síðan
stovnanina haft ætlanir um
trý virkisøkir: oljuleiting á
føroyskum øki, oljuleiting í
enskum øki, og sum tað
triðja ætlar felagið at keypa
seg inn í økir, sum eru
framleiðandi.
Avtalan viðvíkjandi loyv-
unum í enskum øki er lík
avtaluni í føroyskum øki.
Felagið byrjar við einum
lítlum ognarparti, og hevur
møguleika fyri at økja
ognarpartin seinni.
Sovereign Explorer hevur
síðan 20. september borað
fyrsta brunnin fyri The
Faroes Partnership. Hjá At-
lants Kolvetni fylgja tey
sera væl við og sigur Wil-
helm Petersen, at arbeiðið
hevur sum heild gingið eftir
ætlan, og rokna tey við at
verða liðug um miðjan
november.
Um The Faroes Partner-
ship finnur kolvetni í før-
oyskum øki í slíkum nøgd-
um, at til ber at útvinna tað
vinnuliga, hevur Atlantic
Petroleum ætlanir um at
økja sín ognarpart í loyvin-
um til 5%. Kostnaðurin av
eini útbygging í samband
við eitt slíkt fund verður
mettur at verða um 10 mia.
kr., og við einum 5%
ognarparti skal Atlantic
Petroleum av við 500 mio.
kr. Saman við kostnaðinum
fyri at luttaka í loyvunum
ensku megin markið kemur
Atlantic Petroleum sostatt í
næstum at hava ein stóran
kapitaltørv, og felagið fyri-
reikar í løtuni sína triðju
partabrævaútgávu. Ætlanin
er at økja partapeningin til
100 mio. kr. Á aðalfundi
felagsins tann 22. juni varð
samtykt at loyva útlendsk-
um investorum at keypa
partabrøv
í
felagnum.
Partabrævaútgávan verður
gjørd í samstarvi við bæði
føroyskar og útlendskar
bankar, og verður væntandi
fyrst í komandi ári.
Umframt stjóran, Wil-
helm Petersen, arbeiða í
løtuni tvey fólk á skriv-
stovuni hjá Atlantic Petrol-
eum í Havn. Harafturat er
ein konsulentur í London
knýttur at felagnum.
Føroyskt oljufelag við í oljuleiting utttanlands
FØROYSKT OLJU-
FELAG GÓÐKENNING
Jan Müller
– At koma út um land-
oddarnar meti eg sum eitt
stórt framstig fyri Atlants
Kolvetni. Hetta sigur ein av
stovnarunum og nevndar-
limur í føroyska oljufelagn-
um, Poul Mohr, nú bretska
vinnumálastýrið DTI hevur
givið føroyska felagnum
grønt ljós at arbeiða í
bretskum øki javnbjóðis
øðrum útlendskum oljufel-
øgum.
Poul Mohr sigur, at tað
alla tíðina hevur ligið í
kortunum hjá felagnum eis-
ini at kunna menna eina
føroyska oljuvinnu uttan-
lands. At hetta so eisini er
beint í grannalagnum ella
sum Poul Mohr málber seg
»beint hinumegin hegnið«
ger tað ikki verri. Hann sig-
ur seg annars vera sera
fegnan um at tann stóra
stuðul, sum Atlants Kol-
vetni hevur fingið frá sín-
um partnarum og her ser-
stakliga Amerada Hess.
Poul Mohr hevur sum
nevndarlimur eisini verið
við í arbeiðinum at fáa før-
oyska felagnum loyvi at
leita eftir olju og gassi í
bretskum øki. Hann dylur
ikki fyri, at bretar og her
serstakliga Simon Toole,
stjóri í DTI hava verið
ótrúliga fyrikomandi og
góðir at samskifta við.
Fyrst skuldu samstarvs-
partnararnir hjá Atlants
Kolvetni, tvs. Amerada
Hess, Dong og British Gas
góðtaka at fáa føroyska
felagið við í teirra loyvi í
bretskum øki og síðani
skuldi DTI góðkenna fel-
agið.
Samtíðis sum Atlants
Kolvetni hevur fingið eitt
slag av altjóða góðkenning
er felagið eisini við í boring
á føroyska landgrunninum.
Poul Mohr dugir ikki at
siga, hvussu gongst, men
hann heldur ikki, at føroy-
ingar eiga at fella í fátt, um
eisini henda triðja boringin
verður turr. – Tað er sera
bjartskygt at rokna við at
finna olju bara eftir at hava
borað tríggjar brunnar.
Mær vitandi er tað ongantíð
hent nakra aðrastaðni, at
man hevur funnið olju í
einum nýggjum øki við so
fáum brunnum.
Hann heldur tí ikki, at vit
eiga at missa mótið, um
teirra boring heldur ikki
gevur úrslit. Tað kann
kanska fáa føroyingar, sum
hava havt veruligan olju-
febur, at sláa kalt vatn í
blóðið og at fáa eitt meira
realistiskt tilknýti til oljuna.
Poul Mohr heldur ikki, at
hetta kemur so óvart á
oljufeløguni, sum jú eru
von við slíkt og tí eisini
hava hetta við í sínum met-
ingum. Poul Mohr fer so
langt sum at siga, at tað ger
ikki petti, um vit ikki finna
olju her og nú, tí virksemi
er so stórt í samfelagnum
sum er.
– Men tað eru tey, sum
halda, at oljan hevði komið
væl við politiskt nú undan
valinum?
– Tað er spurningurin,
um tað hevði verið so gott.
Tað er spurningurin, um tað
ikki hevði verið líka so gott
tá við ongari olju í hesum
umfarinum, tí tá stóð man
líkasum meira á fastari
grund. Poul Mohr ber eisini
ótta fyri, at eitt stórt olju-
fund nú hevði gjørt, at fólk
gjørdust frá sær sjálvum. –
Alt hevði helst blivið púra
vilt sum hann málber seg.
Men leggur hann aftrat: –
Vit leita eftir olju, tí vit
halda hon er har. Fyrr ella
seinni trúgvi eg vit finna
hana.
Rætt at fara út um landoddarnar
Á kortinum síggja vit loyvini,
báðumegin markið, sum
Atlants Kolvetni er við í
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni her saman við
høvuðseigaranum og nevndarformanninum í Amerada Hess,
John Hess á samkomu fyri løgmanni í London í februar.
Mynd Jan Müller
Simon Toole, stjóri í DTI, uttast til høgru eigur ein týðandi
leiklut í at tað hevur eydnast at fáa føroyska oljufelagið góðkent
at leita í bretskum øki. Her saman við Kjartan Hoydal, nevnd-
arformanni í Atlants Kolvetni og Herálvi Joensen, aðalstóra í
Oljumálastýrinum. Teir eru stæddir í London í sambandi við
løgmansvitjan.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
11
10