týsdagur 23. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 • týsdagur • 23. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Bara ein lítil helm-
ingur av teimum, sum
fyri tveimum árum
síðani vórðu roknaðir
at eiga bjarta framtíð,
eru væl fyri á ferðini í
Slovenia
U–19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað er eingin loyna, at tað
skal drúgvt arbeiði og nógv
stríð til at ala fótbóltsspæl-
arar. Hetta eru royndirnar í
feløgunum, og hetta eru
eisini royndirnar á yngru
landsliðunum.
Spælarar
fella frá, tí teir verða skadd-
ir, ella tí teir missa hugin og
tískil vilja ikki halda fram
at leggja so nógv í venjing-
ina, sum teir hava gjørt.
Í gjár fór U–19 landsliðið
av landinum. Talan er um
síðstu fótbóltsferðina hjá
føroyingum í hesum árin-
um. Landsliðið skal luttaka
í EM undankapping í Slo-
venia. Mótstøðuliðini eru
Skotland,
Slovenia
og
Grikkaland.
Góð evni
Jógvan Martin Olsen, sum
leygardagin kom aftur at
U–17 landsliðsferð í Sveis,
er venjari hjá U–19 lands-
liðnum. Um hetta er síðsta
ferðin hjá honum í hesum
umfarinum saman við ein-
um landsliði er ikki greitt
enn, men tað er greitt, at
hann fer ikki at halda fram
at samstarvast við Fótbólts-
sambandið á sama hátt,
sum hann hevur gjørt hesi
seinastu árini, tá hann hev-
ur verið hjálparvenjari hjá
Allani Simonsen, venjari
hjá U–19 landsliðnum og
høvuðsábyrgdarmaður fyri
hinum yngru landsliðun-
um.
Tað eru átjan spælarar í
ferðalagnum, sum er farið
til Slovenia. 1983 árgang-
urin hevur leingi verið
mettur sum ein tann besti
av føroyskum fótbóltsspæl-
arum.
– Í 1999 stóð hetta liðið
seg sera væl. Í NM kapp-
ingini fyri U–17 landslið
megnaðu teir málleysan
javnleik ímóti Danmark, og
teir taptu tepurt 2–1 ímóti
Íslandi. Hevði tað gingið
eftir ætlanini, so høvdu
somu spælararnir nú luttik-
ið í síðstu kappingini fyri
U–19 landslið. Men vit
mugu staðfesta, at nógvir
av teimum eru ikki við
longur, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Árgangurin nógv
minkaður
Venjarin sipar m. a. til verj-
una, sum var við fyri tveim-
um árum síðani. Hon sá so-
leiðis út: Arnold Berg,
Skáli, Kristian á Lakjuni,
KÍ, Vagnur Mohr Morten-
sen, HB, Elfinn Ørvarodd,
FS Vágar. Eingin av hesum
spælarunum er í ferðalagn-
um í Slovenia. Arnold hev-
ur havt betri hug til hond-
bóltin síðsta árið, Kristian
er givin, Vagnur hevur síð-
ani í summar verið plágað-
ur av skaða í lærkrikanum,
og nú er hann eisini skadd-
ur í rygginum, og Elfinn
hevur verið til skips, og
hann er nú farin avstað
aftur.
Fróði Jóanesarson var
álopsmaður, men hann hev-
ur ikki gjørt so nógv við
venjingina síðsta árið. Atli
Danielsen, Jón Rói Jacob-
sen og Símun Joensen eru
við í Slovenia, men teir
kundu allir havt verið betri
fyri. Atli og Jón Rói hava
síðsta mánaðin verið so
mikið plágaðir av skaðum,
at teir ikki hava fingið vant
við fullari ferð, og Símun
Joensen er komin beinleið-
is úr USA og til Slovenia.
Har, sum hann er í USA,
ber ikki til at spæla fótbólt
á tí støðinum, sum lands-
liðsspælarar helst skulu
venja og spæla á. Símun
hevur luttikið í nógvum
ítrótti, og hann hevur vant
við bólti, men tað ber illa til
hjá honum at vera í dystar-
venjingini, sum hann var í,
tá hann fyrst í august fór
avstað.
– Vit hava havt fleiri av
næsta árganginum at hjálpa
til, men har hava teir eisini
verið óhepnir, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Í tí sambandinum sipar
hann m. a. til Inga Højsted í
Arsenal, sum ikki enn er
komin seg so mikið eftir
beinbrotið, at hann kundi
fara við til Slovenia.
Ætlanin var, at Rasmus
Nolsøe úr TB skuldi fara
við, men hann varð skaddur
í síðstu viku, tá U–17
landsliðið var í Sveis. Ein
annar av yngra árgangin-
um, sum hevur sýnt sera
góð evni, er Rani D.
Christiansen. Í fjør fekk
hann trupulleikar við kross-
bandinum. Hann hevur ikki
spælt í ár, men tað gongur
rætta vegin hjá honum.
Nýggir taka við
avbjóðingini
At so nógvir av ymiskum
orsøkum ikki eru tøkir
hevur sjálvandi stórt árin í
einum so lítlum samfelag
sum tí føroyska.
Teir, sum nú eru í
Slovenia, eru evnaríkir,
men sjálvandi fer tað at
kennast aftur, at tað nú eru
fleiri, sum eru eitt og tvey
ár yngri, enn spælararnir
eru á liðunum, sum teir fara
at spæla ímóti. Liðið varð
úttikið, áðrenn U–17 lands-
liðið fór til Sveis. Nú Ras-
mus Nolsøe noyddist at
geva avboð, er Eli Thorst-
einsson úr HB úttikin í
staðin. Saman við liðfelag-
anum Róki Jespersen er
hann á Hesselgods fótbólts-
skúlanum, sum Brøndby
rekur í Grenå. Talan er um
10. skúlaár við nógvum
fótbólti á skránni. Millum
lærararnar eru Kent Niels-
en og Flemming Povlsen,
sum í 1992 vóru við til at
vinna EM heitið til Dan-
markar.
Spælararnir í føroyska
U–19 hópinum eru Pól
Næs Joensen, HB, Áki
Petersen, ÍF, Atli Danielsen,
KÍ, Bárður Christiansen,
HB, Bjarni Jørgensen, HB,
Jón Rói Jacobsen, HB, Jann
Ingi Petersen, B68, Símun
Joensen, KÍ, Gilli Harald-
sen, Frederikshavn, Heini í
Skorini, B36, Hjalgrím Elt-
tør, KÍ, Kári í Lágabø, VB,
Bárður Dimon, TB, Eli
Thorsteinsson, HB, Áki L.
Hansen, NSÍ, Heini Jacob-
sen, Sumba, Kai Ennigarð,
GÍ, og Rókur Jespersen,
HB.
Umframt Jógvan Martin
Olsen hava Mathias David-
sen og Bill Jacobsen verið
heima og vent og skulu nú
aftur til Slovenia. Rúni
Mohr er liðleiðari, og Øssur
Steinhólm er fysioterap-
eutur.
Eitt lið av landsliðsspælarum er burtur
Jón Rói Jacobsen, sum longu hevur roynt seg á A-landsliðinum, telist millum týdningarmestu
leikararnar á føroyska U-19 landsliðnum í fótbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
13
12
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Leygarkvøldið 20. oktob-
er andaðist Birgir Dan-
ielsen. Í fleiri ár hevur
hevur Birgir striðst við
heldur vánaliga heilsu,
uttan at tú hevur merkt
nakað serligt á honum.
Men seinastu vikurnar
var heilsan rættiliga farin
at bila. Hann hevur ligið
álvarsliga sjúkur á Rík-
issjúkrahúsinum í eina
tíð, og vit hildu okkum
hóma, hvønn veg tað bar.
Birgir varð føddur í
Kvívík hin 5. juli 1928,
og var sostatt 73 ára
gamal, nú hann doyði.
Hann var sonur kenda
skiparan Christian Dan-
ielsen og konuna Honnu.
Hóast hann flutti heim-
anífrá á ungum árum og
kom at virka víða um í
heiminum, varð hann alla
sína tíð Kvívíkskingur.
Hann var familju- og
bygdakærur.
Birgir Danielsen gjørd-
ist ein av okkara fremstu
vinnulívsmonnum. Hann
byrjaði við at fáa sær
dygga útbúgving. Sum
ungur drongur kom hann
til Havnar, tað var undir
krígnum, at ganga á
prelimininer- og stud-
entaskúla.
Síðani
fór
hann til Danmarkar, har
hann tók prógv sum
civilverkfrøðingur á Dan-
marks Tekniske Højskole
í 1954. Hann starvaðist so
fyrst í nøkur ár sum
amanuensis
á
hesum
lærustovni, fyri síðani at
fara víðari innan vinnu-
lívið úti í víðu verð. Frá
1957 til 1961 arbeiddi
hann sum verkfrøðingur
hjá KGH og frá 1961 til
1964 var hann í starvi
sum stjóri hjá Findus A/S
í Noregi. Í 1965 fór hann
til Sveits, har hann var
leiðari av menningar-
deildini hjá Nestlé Vevey
til 1969.
Í 1969 leitaði nevndin í
Føroya Fiskasølu eftir
nýggjum stjóra til felagið
aftaná Dánjal Niclasen,
sum vegna aldur ynskti at
leggja frá sær. Heitt varð
tá á Birgir um at taka við
hesum starvi, og játtaði
hann. Frá 1. juli 1969 til
31. desember 1990 røkti
hann hetta stjórastarv í
eini fyritøku, sum var
Føroya størsta og umsat
útfluttningin av vørunum
hjá flestu av landsins
framleiðslufyritøkum.
Fiskasølan
átti
eisini
partar í øðrum stórum
virkjum, og á hendan hátt
kom hann eisini í næstan
líka mong ár at hava stóra
ávirkan á hesi feløg.
Hann var meginpartin av
hesum tíðarskeiði nevnd-
arformaður í Havsbrún í
Fuglafirði og líka til 1992
var hann nevndarfor-
maður í Sjóvinnubank-
anum. Eisini var han
nevndarlimur
í
Faroe
Seafood Hirtshals og
Grimsby.
Tað var óiva ein stór
avgerð at taka, bæði fyri
Birgir sjálvan og familj-
una, tá hann flutti úr
Sveits og kom heimaftur.
Men hann sá skjótt at
nógv arbeiði lá fyri hann í
Føroyum og stórar vóru
avbjóðingarnar.
Hann
legði eisini alla sína
arbeiðsorku í at virka fyri
tey feløg, sum hann kom
at hava við at gera. Hann
var bæði dugnaligur og
nærlagdur, og hann var
heilt greiður yvir, at ar-
beiði hansara hevði al-
stóran
samfelagsligan
týdning, tí fyritøkurnar
taldu so nógv í samfelag-
num. Birgir Danielsen
kemur at standa sum ein
stórur varði í føroyskari
vinnulívssøgu
seinastu
tríati árini.
Arbeiðssemi hansara
og áhugi fyri samfelag-
num vísti seg eisini í, at
aftaná at vera fráfarin
sum Fiskasølustjóri tók
hann uppá seg arbeiðs-
uppgávur í alivinnuni
sum stjóri í P/F Navir, og
harafturat stillaði hann
upp til løgtingsvalið í
1990 og varð valdur inn á
ting.
Fyrsta eg minnist Birgir
var, tá hann kom til Havn-
ar at ganga í skúla. Hann
kom tá at búgva hjá
mostur míni. Hann var
nøkur ár eldri enn eg, so
nakar veruligur kenn-
skapur bleiv tað ikki til tá,
men aftaná 1969 hava vit
havt nógv við hvønn
annan at gera. Sum
grannskoðari kom eg at
arbeiða nógv saman við
honum bæði í Fiska-
søluni, Sjóvinnubankan-
um og Havsbrún. Eg kom
at kenna ein álitismann,
ein mann, sum tað altíð
bar til at tosa við, eisini at
skifta orð, tá vit ikki vóru
heilt samdir. Birgir setti
seg inn í málini, hann
vitsti, hvat hann hevði við
at gera og royndi altíð at
finna loysnir.
Eisini í politikki høvdu
vit eitt gott samarbeiði.
Onkuntíð vísti tað seg, at
vit vóru ósamdir, men
virðingin var alla tíðina
til staðar og ongatíð
stóðst ilt ímillum okkara.
Stórstu royndirnar saman
høvdu vit helst í 1992, tá
vit sótu í Keypmanna-
havn og viðgjørdu Sjó-
vinnubankan. Tá brutu
nakrir
sjógvar
bæði
fíggjarliga og politiskt.
Men Birgir stóð sum ein
maður. Menniskjansligu
eginleikarnar sær ein best
í royndarstundum. Hjá
mær er ein góður vinur
farin.
Birgir var giftur við
Binu úr Klaksvík. Hjúna-
lag teirra var langt og
gott. Saknurin hjá henni
verður stórur og tað sama
hjá børnunum, Una og
Gunn, og familjum teirra.
Má Harrin styrkja tykk-
um í hesi tungu tíð.
Friður veri yvir minn-
inum um Birgir Daniel-
sen.
Jógvan Sundstein
Birgir Danielsen farin
C
M
Y
K
12
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Sky digital og Orbit Network.
Kort og móttakari, alt fæst
nú á einum stað.
á tlf 421411
ella
215328
Fí
ú
Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta loysnin.
SERTILBOÐ
4.995,-
prísur
avmarkað