týsdagur 23. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2001
15
Eftir stórtap á heima-
vølli eru líkindi fyri,
at Molde í síðsta
umfarinum kann
missa fjórða plássið,
sum ber europeiskan
fótbólt við sær
NOREG
Jóannes Hansen
Tað gekst ikki væl hjá
Molde
sunnukvøldið.
Brann úr Bergen vitjaði, og
gestirnir fóru avstað aftur
við øllum stigunum. 6.397
áskoðarar sóu teir vinna
3–0. Molde hevði kanska
bóltin næstan so nógv sum
mótstøðumenninir,
og
fyrstu løtuna høvdu teir
tveir stórar málmøguleikar.
Men spælararnir gjørdu
eina røð av persónligum
mistøkum, og tey vórðu
sektaði.
Brann var frammanfyri
2–0, tá fyrra umfarið var
hálvrunnið. Álopsmaðurin
Torstein Helstad skoraði í
14. og aftur í 20. minutti.
Fyrra málið var skot úr 20
metrum og dygst úti við
stólparótina, og í seinna
førinum tók hann bóltin frá
einum verjuspælara og
sneiddi framvið Jákupi
Mikkelsen, áðrenn hann
trillaði bóltin í tóma málið.
Tveir minuttir undan
leikloki staðfesti Petter
Furuseth Olsen trivaliga
sigurin. Hann fór framvið
allari verjuni, áðrenn hann
skoraði.
Sambært norskum fjøl-
miðlum var Jákup Mikkel-
sen besti maður á Molde
liðnum. Saman við lið-
formanninum Daniel Berg
Hestad á miðvøllinum fær
hann í dagblaðnum VG eitt
seks tal. Bara tvey máls
skjúttin hjá Brann fær
meiri. Hansara avrik varð
mett til eitt átta tal.
Trýst á sær
Tað var ikki heilt óvæntað,
at Brann skuldi vinna á
útivølli ímóti Molde. Tað
hava teir gjørt hvørja ferð,
teir hava spælt lands-
kappingardyst á nýggja
stadion í Molde. Torstein
Helstad skoraði eisini tvey
mál í hesum dystinum í
fjør.
Nú er bara eitt umfar eftir
í norsku tippuliguni. Molde
er framvegis á fjórða
plássinum, sum ber UEFA
Cup pláss við sær, men tað
er ikki frítt, at teir eru
kroystir. Stabæk er eftir
púra óvæntaðan 1–0 úti-
sigur á Rosenborg bara eitt
stig aftanfyri, og við sigrin-
um á Molde er Brann bara
tvey stig frá fjórða plássin-
um.
Í síðsta umfarinum tykist
Stabæk hava lættasta dystin
av teimum trimum. Teir
skulu spæla á heimavølli
ímóti Moss, sum ikki hevur
nakað at stríðast fyri.
Molde skal spæla á útivølli
ímóti Viking úr Stavanger,
sum hevur vunnið bronsu-
merkini.
Brann
fær
í
Bergen vitjan av Rosen-
borg.
Nýggjur spenningur
Tað varð annars lagt upp til,
at meistaraskapurin longu
leygardagin skuldi avger-
ast. Rosenborg er upptikið
av Europa Cup, og tí var
dysturin hjá teimum ímóti
Stabæk á skránni leygar-
dagin. Í norska fótbólts-
sambandinum roknaðu teir
– sum øll onnur – við, at
Rosenborg fór at vinna, og
tí vóru teir á staðnum við
steypinum og gullkrónun-
um, sum teir í Noreg handa
beinanvegin, tá tað er greitt,
at eitt lið er meistari. Men
umboðsmenninir noyddust
til hús aftur við skreytinum,
og nú er spenningur um,
hvør fer at vinna NM.
Lilleström vann 2–0 á
útivølli ímóti Moss, og teir
hava møguleikan. Í síðsta
umfarinum skal Lilleström
spæla á heimavølli ímóti
Tromsö. Um Lilleström
skal vinna NM, so skal
Brann, sum sunnudagin í
Bergen
fær
vitjan
av
Rosenborg, hjálpa teimum.
Sogndal
er
uttanfyri
vandan fyri niðurflyting.
Sunnudagin megnaðu teir
2–2 á útivølli ímóti Strøm-
godset. Kurt Mørkøre var
ikki á vøllinum.
Somu liðini vinna
hvørja ferð, og í
botninum gongst illa
at fáa stig hjá Vejle og
Silkeborg, sum í gjár
skifti venjaran út
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Hóast
tríggir
føroyskir
spælarar hava sáttmála við
feløg í superliguni, so
spældi eingin í hesum
umfarinum.
Christian
Høgni Jacobsen royndi seg
fyrstu
ferð
næstsíðsta
sunnudag. Men, sum vit
søgdu í leygardagsblað-
num, so var hann hesu ferð
á næstbesta Esbjerg lið-
num.
Tað er einki stuttligt at
spæla á seriuliðnum hjá
Esbjerg. Teir eru í bólki við
nógvum liðum á Sælandi,
so talan er um nógva
ferðing. Hesa ferð vóru teir
í Ballerup, og Christian
Høgni tykist miðvíst at
arbeiða við at sannføra
venjaran um, at hann eigur
at vera á besta liðnum.
Esbjerg tapti 3–2 íBallerup,
og Christian Høgni skoraði
fyrra málið.
Besta liðið hjá Esbjerg
hevur í átta teimum sein-
astu dystunum fingið 21
stig. Hesa ferð vóru teir í
Viborg, har teir vunnu 1–0.
Tríggjar minuttir undan
steðginum skoraði Michael
Hansen
einasta
málið.
Talan var ikki um nakað
fótbóltsupplivilsi, men tað
leggja teir í Esbjerg ivaleyst
vertin á.
Nógv ferðsla í
FCK álopinum
Todi Jónsson bíðar fram-
vegis. Skaðin heldur hon-
um uttanfyri FCK álopið,
har tað er nógv ferðsla,
bæði so og so. Í síðstu viku
hoyrdist, at Peter Møller
hevði skrivað sáttmála við
FCK. Í heimadystinum
ímóti Lyngby varð hann
settur á vøllin, tá tað restaði
eitt korter. Viðhaldsfólkini
hjá FCK hava ikki verið
serliga fegin um henda
handilin, og tað vóru nógv
argandi bríksl at hoyra
sunnudagin.
Ein annar FCK álops-
spælari, 21 ára gamli
Thomas Kjærbye, hevur
givið skarvin yvir. Hann
sær ongar møguleikar fyri,
at hann skal fáa møgu-
leikan á besta liðnum, og tí
hevur hann skrivað sátt-
mála við AGF, har hann
skuldi spæla fyrsta dystin
longu í gjárkvøldið.
Á vøllinum gekk tað væl
hjá FCK álopinum sunnu-
dagin. At Lyngby er í stór-
ari kreppu sæst alt betur á
spælarunum og avrikunum.
FCK vann 4–1 í Parkini, og
tað sóu 8.812 áskoðarar.
Miðvallarin Christian Poul-
sen skoraði tvær ferðir, og
Zuma og Morten Bisgaard
skoraðu eitt í part.
Brøndby framvegis
fremst
Brøndby spælararnir vóru í
Ikast, har veteranmálverjin
hjá
teimum,
Mogens
Krogh, spældi nógvu síni
fyrstu fótbóltsár. Vónbrotið
frá Europa Cup dystinum í
Kroatia tóktist ikki darva.
FCM megnaði ikki at gera
nakað, og Brøndby vann
3–1.
AB hevur síðani teir
mistu fleiri landsliðsspæl-
arar, og síðani tað varð
alment, at felagið er illa
fyri fíggjarliga, vunnið
nógvar dystir. Sunnudagin
á Gladsaxe stadion smurdu
teir Vejle av 4–0. Christian
Lundberg, sum er annar av
toppskjúttunum í super-
liguni við átta málum, skor-
aði tvær ferðir.
AaB er næstfremst, men
teir skuldu ikki spæla
fyrrenn í gjárkvøldið, tá
AGF skuldi vitja í Aalborg.
Venjarin farin
Umframt AGF og Vejle er
Silkeborg heilt illa fyri í
botninum. Teir hava bara
fingið trý stig higartil, og í
gjár gekk tað, sum tað ofta
ger hjá botnliðum. Eftir at
Silkeborg
í
fyrradagin
hevði tapt 2–1 í Odense
ímóti OB, so varð venjarin,
Benny Johansen, loystur úr
starvinum í gjár. Morten
Bruun, sum í mong ár var
ein av stuðulsspælarunum,
hevur nú ábyrgdina av
liðnum. Hann er útlærdur
tíðindamaður og hevur ta
seinastu tíðina verið við-
merkjari í fótbóltssending-
unum á TV Danmark
rásini.
Kasper Dalgas, sum í
summar flutti frá Vejle og
til OB, skoraði bæði OB
málini sunnudagin. Hann er
annar av toppskjúttunum í
superliguni. Einki er at
ivast í, at teir í Vejle væl
kundu hugsað sær at havt
hann á liðnum.
Altjóða luttøkan hjá Molde er hótt
Superligan líkist sær sjálvari
Jákup Mikkelsen og teir í Molde taptu greitt í næst seinasta umfarinum í Noreg, og nú er neyðgut við sigri í seinasta umfarinum,
um Europeiskur fótbóltur skal tryggjast til komandi kappingarárið
15
14
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Sørvingar snávaðu í
Eysturskúlanum móti
Fram, sum nú hevur
lagt seg einsamalt á
odda í meistara-
deildini hjá monnum.
Fleyr spældi sín fyrsta
dyst í kappingini og
vann 3-0 móti ÍF.
Samanumtikið sær út
til, at kappingin hjá
monnunum verður
meira spennandi, enn
nógv høvdu roknað
við
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Fram-SÍ 3-1 (19-25, 25-
23, 25-20, 25-21)
ÍF-Fleyr 0-3 (12-25, 22-
25, 22-25)
SÍ hevur víst styrki seinastu
vikurnar, og teir høvdu
eisini gott mót til topp-
dystin móti Fram leyg-
ardagin. Sørvingar byrjaðu
kappingina við at vinna
sera
sannførandi
móti
einum illa mannaðum ÍF-
liði, meðan Fram við neyð
og deyð hevði bast Mjølni
3-2 í Klaksvík.
Hetta umframt tað, at SÍ
vann móti júst Fram í
finaluni í Fleyr-kappingini
fyri tveimum vikum síðani
gjørdi, at nógv høvdu SÍ
sum favoritt í Eysturskúl-
anum leygardagin.
Men tað gongur jú ikki
altíð so sum prestur præ-
dikar. Í einum tøttum og
sera spennandi dysti eydn-
aðist tað teimum úr Fram at
vinna 3-1 og soleiðis leggja
seg einsamallar á odda í
meistaradeildini eftir tvey
tey fyrstu umførini.
Tað var SÍ, sum legði
best út og vann fyrsta settið
25-19. Men so fekk Fram
so líðandi betri tak á. Teir
hildu uppat við at gera tær
villurnar, teir høvdu gjørt í
fyrsta setti, og gjørdi ikki
mætari enn at vinna trý tey
næstu settini. Men tað vóru
trý sera tøtt sett. Fram vann
tey 25-23, 25-20 og 25-21.
Og tað var eisini talan um
tvey sera jøvn lið. Hesaferð
dróg Fram longra stráið, tí
teir høvdu ein betri dag.
Meðan SÍ vísti javnt gott
spæl allan vegin, mentist
spælið hjá Fram gjøgnum
dystin, og tað var tað, sum í
síðsta enda førdi til sigurin.
Og spælið hjá havnar-
monnunum var nógv fræg-
ari enn í Klaksvík eina viku
frammanundan, tá teir ikki
fingu vent dystinum fyrr
enn í evstu løtu.
Fleyr byrjaði við sigri
Útfallið av dystinum í
Havn er eisini áhugavert
fyri kappingina, tí við
úrslitunum og spælinum
hjá SÍ higartil hava summi
stúrt fyri, at teir fóru at
verða ov sterkir fyri øll
hini, og at kappingin tí ikki
fór
at
verða
serliga
spennandi. Men tað er
neyvan ov langt av leið at
siga, at sum tað sær út nú,
hava trý lið nærum eins
góðar møguleikar fyri at
vinna kappingina. Fleyr
vann á Kambsdali og kann
ivaleyst eisini geva bæði
Fram og SÍ harða kapping.
Fleyr vann 3-0 (25-12,
25-22 og 25-22), og kom-
andi leygardag spæla teir á
heimvølli móti SÍ. Tann
dysturin fer helst eisini at
geva eina góða ábending
um, hvussu liðini bæði
flóta. Hin dysturin í meist-
aradeildini næsta vikuskifti
er í Klaksvík millum Mjøl-
nir og ÍF. Hvørgin av teim-
um hevur fingið stig enn,
og taparin av tí dystinum
stendur einsamallur eftir á
botninum.
Fram
hevur
frívikuskifti næstu ferð.
Teirra næsti dystur verður
um tvær vikur móti Fleyr.
Flogbóltur: Alt
bendir á, at besta
kvinnudeildin í
vetur fer at snúgva
seg um TB og so
hini. Í øllum førum
hava TB-kvinnur-
nar fingið best
hugsandi byrjan
uppá kappingina.
Leygardagin vunnu
tær 3-0 á Giljanesi
móti føroyameist-
arunum Drátti
Emil Lisberg Jacobsen
Dráttur-TB 0-3 (11-25,
13-25, 23-25)
Tað er eingin ivi um, at
TB-kvinnurnar ætla sær
okkurt stórt í ár. Tvey tey
fyrstu umførini av lands-
kappingini
hava
tær
vunnið sannførandi á úti-
vølli móti teimum báðum
liðunum, ið endaðu ovast
og næstovast seinasta
kappingarár. Útidystirnir
móti Mjølni og Drátti
síggja á pappírinum út til
at vera teir torførastu
dystirnir, og báðir eru
vunnir 3-0.
Leygardagin var TB
vesturi í Vágum og
spældi móti Drátti. Tær
vunnu fyrsta sett so trygt
sum 25-11, og tað næsta
vunnu tær 25-13. Triðja
sett var eitt sindur javn-
ari, men endaði 25-23 til
TB, sum sostatt vann
dystin.
Góðar móttøkur
Størsti munurin á liðun-
um leygardagin var iva-
leyst í móttøkunum. Her
vóru TB-kvinnurnar og
serliga Maja Popovich
nógv stinnari, og av tí
sama lá eisini betur fyri
hjá teimum at fáa gongd
á álopsspælið. Og tað lá
enntá so væl fyri, at
rumenska Lili Popescu
sat á beinkinum ein stór-
an part av øðrum setti og
alt triðja sett.
Hjá Drátti gekk einki
serligt. Sum vit fyrr hava
nevnt, hava tær mist fleiri
av leikarunum, sum áttu
stóran part í meistara-
heitinum,
sum
varð
vunnið í vár. Serliga man
saknurin í teimum báð-
um landsliðsleikarunum
Helgu
Nordendal
og
Gerdu Nattestad vera
stórur. Hevarin Torgunn
Jónsdóttir var við aftur
leygardagin, men hon
hevur einki vant og er tí
langt frá vanliga formin-
um.
Fyri TB sær tað sera
ljóst út, og hjá teimum
ræður mest um at halda
høvdið kalt og ikki hugsa
ov langt fram í tíðina.
Tær hava frí næsta viku-
skifti, men um tvær vikur
kemur Fleyr suður. Hetta
verður fyrsti heimadystur
hjá TB-kvinnunum í hesi
kappingini, og tær kunnu
ivaleyst rokna við dygg-
ari áskoðaraundirtøku til
tann dystin, nú tær hava
fingið so góða byrjan
uppá kappingina.
Flogbóltur: Fleyr
byrjaði betur, men
tað gekk skjótt hjá
ÍF at seta seg á
dystin og vinna 3-0
ÍF-Fleyr 3-0 (25-13, 25-
18, 25-20)
Emil Lisberg Jacobsen
Á
Kambsdali
vunnu
kvinnurnar hjá ÍF 3-0
móti Fleyr. Tað var
annars Fleyr, sum legði
harðast út og kom á odda
7-1, men so vendi, og
eftir tað gekk tað bara
tann
eina
vegin.
Settúrslitini vóru 25-13,
25-18 og 25-20, men
hóast okkurt av settunum
var nokkso javnt í stig-
um, so hevði heimaliðið
allatíðina tamarhald á
støðuni, og við sigrinum
hava tær lagt seg á næst-
ovast á stigatalvuni.
Komandi
vikuskifti
spæla Mjølnir og ÍF í
Klaksvík, og í Havn hitt-
ast Fleyr og Dráttur.
TB fingið
flúgvandi
byrjan
Ruddiligur
sigur til ÍF
Fram lagt seg
á odda
Í einum tøttum og sera spennandi dysti eydnaðist tað teimum úr Fram at vinna 3-1 á SÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14