týsdagur 23. oktober 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
33
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Vit vilja hjartaliga takka øllum, sum á ymiskan hátt vóru
við til at gera hjúnabandsdag okkara 28/7-2001 ógloym-
andi. Takk fyri blómur, fjarrit og gávur.
Kára og Jes
Góða mamma, vermamma og omma
Hjartaliga tillukku við teim hálvt hundrað árunum. Tú er
tann besta. Vit elska teg.
Sámal Hanne & Krista, Jóhan Vilhelm
og Jonna v/ fam.
Góði, elskaði abbi!
Hjartaliga tillukku við 65 ára degnum 22. okt. Takk fyri
alt tú ert fyri okkum.
Kærar heilsanir frá John, Signhild S., Eliesar og
Solveig
Góði Mortan og abbin
Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum 19. og 21. okt.
ynskja
Marin, Maria og Anja
Góða Annika
Hjartaliga tillukku við 18
ára degnum 23. okt. Jesus
pápi signi teg í framtíðini.
Heilsan, mamma og
babba
Góða Annika systir
Her er ein heilsan frá
beiggja tínum úr Kbh. Vit
ynskja tær tillukku við
teimum 18 árunum. Síggj-
ast á jólum.
Heilsan, Jan og Høgni
Góði Adrian
Hjartaliga
tillukku við 3
ára degnum í
dag. Love you.
Heilsan,
mamma &
Magni babba
Góði Addi
Hjartaliga tillukku við 25
ára føðingardegnum 22.
oktober. Tíverri kunna vit
ikki koma í føðingardag.
Alt tað besta í framtíðini.
ynskja vit 3 á Høgabø
Góði Addi
Hjartaliga tillukku við 25
ára degnum 22. okt. Vit
gleða okkum at koma í
føðingardag í Ålborg
Heilsan frá okkum í
Hune
TÍÐINDASKRIV
Tað er rætt og slætt
vandamikið, at bilar koyra
við ljósum, sum ikki eru í
lagi. Endamálið við tiltak-
inum "Lyktakanning" er
stutt og greitt at fáa hvønn
einstakan
bilførara
at
steðga á og kanna viður-
skiftini. Tað skal ikki nógv
meira til enn at ganga eina
ferð rundan um bilin og
hyggja eftir, um øll ljósini
lýsa, sum tey eiga. Best er
at vera tvey um uppgávuna:
annað situr í bilinum og
tendrar fjarljósini, blunk-
ljósini og bakkiljósini og
traðkar á bremsuna, so
bremsuljósini lýsa.
Kanningarseðilin, sum
verður útflýggjaður, tá ið tú
keypir bensin ella olju, er
ætlaður sum "kekklisti", tá
ið hetta verður gjørt.
Finnur tú brek, má tað
sjálvandi verða rættað!
Lýsir onkur pera ikki, má
sjálvandi nýggj setast í. Er
t.d. nærljósið øðrumegin
farið, er best at skifta út
hinumegin eisini, annars
verður munur á ljósstyrk-
ini, og tað kann elva til
ótryggleika.
Tað er ikki altíð, at tað er
peran, sum er farin. Mang-
an stavar brekið frá vána-
ligum elektriskum sam-
bandi vegna rust ella irr.
Um tað ikki hjálpir at skava
og reinsa, er neyðugt at fara
á verkstað, har kønar
hendur kunnu rætta brekið.
Kanningarseðilin
Tá ið tú keypir bensin ella
olju í vikunum, tá ið
lyktakanningin er, fært tú
ein
kanningarseðil
út-
flýggjaðan. Á hesum seðili
eru 8 spurningar um ljós.
Tá ið tú kanst seta kross í
allar kassarnar, er kann-
ingin liðug fyri títt viðkom-
andi, og tú kanst lata
seðilin inn aftur á eina
bensinsølustøð hjá Statoil
ella Shell.
Lyktakanningin og
politiið
Lyktakanningin er í veru-
leikanum í tveimum pørt-
um. Fyrri parturin er
upplýsingarátakið, meðan
hin seinni er eftirkanningin,
sum politiið tekur sær av.
Fyrstu vikurnar í november
verður serligt átak at kanna
bilar.
Vinn ein tanga av
bensini ella olju.
Drigið
verður
ímillum
innkomnu seðlarnar um at
vinna áfyllingar av bensini
ella olju á kr. 300,- . Sein-
asta freist at lata svarseðilin
inn er mánadagin 5. no-
vember 2001 - (og ikki 30.
okober 2000, sum tað
stendur á kanningarseðil-
inum). Tjúgu vinningar
verða latnir, og Shell og
Statoil lata helvtina hvør.
Drigið verður fríggjadagin
16. november 2001.
Bilførarin ábyrgd av lyktunum
C
M
Y
K
33
32
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Lesið
-tað loysir seg