fríggjadagur 26. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 207 - 26. oktober 2001
Nr. 207 - 26. oktober 2001
11
Gríma væl
nøgd
TÍÐINDASKRIV
Skemtileikurin "Fótur
í hosu" eftir Súsonnu
og Hans Torgarð hevur
verið ógvuliga væl
vitjaður. Nú hava tey í
Grímu spælt leikin 20
ferðir.
Um tú hevur hug at
sleppa at flenna eina
løtu
skalt
tú
eitt
kvøldið leita tær í
Gamla Meiaríið. Har
framførir Gríma júst
nú farsuna "Fótur í
hosu" Higartil hava 20
sýningar
verið
og
tilsamans hava umleið
1700 fólk sæð leikin,
og eru tey í Grímu sera
væl nøgd við hetta.
Leikurin hevur fing-
ið sera góða móttøku
bæði frá fjølmiðlunum
og áskoðararnar. Tað
hevur verið sagt, at
hetta er framføring á
allheimsstøði, og leik-
ararnir umframt rit-
høvundar hava fingið
sera góð skoðsmál.
Leikurin varð frum-
framførdur 29. sep-
tember, og nú nærkast
teimum seinastu sýn-
inugunum. Komandi
sýningarnar verða á
Gamla Meiarínum 27.
og 28. oktober klokkan
18.00 og týsdagin 30.
oktober
klokkan
20.00.
Atgongumerki eru
til sølu á Kunning-
arstovuni, tlf 31 57 88
og annars á Meiarínum
ein tíma undan sýning.
TELDUSNÍKAR
Ingrid Bjarnastein
Heimasíðan hjá Taliban
stýrinum, sum er at finna
undir
www.talibanonline.com
hevur verið úti fyri "her-
verki". Ein teldusníkur, við
navninum MaxMouse, hev-
ur hackað seg inn á heima-
síðuna.
Hesin MaxMouse hevur
broytt alt innihaldið á
heimasíðuni, og tá tú loggar
teg á síðuna hoyrir tú
amerikanska tjóðsangin, og
á síðuni stendur, at USA fer
nú at oyðileggja Afganist-
an. "Tit koma at gjalda fyri
hetta tykkara tápulingar –
Gud signi Amerika!"
Síðan er ognað teimum,
ið lótu lív undir álopunum á
World Trade Center 11.
september í ár.
Heimasíðan
www.talibanonline.com
hevur ongantíð verið hack-
að fyrr, men aðrar heima-
síður um taliban hava verið
útsettar fyri slíkum teldu-
sníkum.
Taliban-heimasíðan rakt av teldusníkum
Leygarkvøldið fer
poppbólkurin Aria at
spæla til dans í
ítróttarhøllini á
Kambsdali
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Klaksvíksbólkurin Aria fer
um vikuskiftið á pallin
aftur.
Tað verður á Kambsdali,
har stórur dansur verður í
ítróttarhøllini leygarkvøld-
ið.
Aria fer at spæla eitt
bland av sínum egnu sang-
um og sangum hjá øðrum.
Aria spældi á Kambsdali
í farna mánaði, og tá vóru
fleiri eini 500 fólk til
dansin.
Aria gjørdi serliga vart
við seg í 1999 og í 2000, tá
teir vóru við í Prix Før-
oyum og góvu væl dámdu
fløguna,
After
These
Messages, út.
Teir, sum manna Aria
leygarkvøldið, eru Jógvan
Hansen (sang), Petur Hans
Niclasen
(gittar),
Erik
Biskopstø (bass), Magni
Husgaard (ljómborð) og
Høgni Klakkstein.
Aria spælir á Kambsdali
– Trupulleikin er, at
Tórshavnar Býráð
ikki vil hava nakran
sáttmála við Føroya
Arbeiðarafelag, sigur
Mariann Dam, ið er
álitiskvinna hjá
dagrøktarum í
Kollafirði. Tær hava
ongan hug at boyggja
seg fyri kravinum hjá
býráðnum, og tí veit
hon ikki, hvussu
leingi verkfallið
verður
VERKFALL
Stefan í Skorini
Mikukvøldið gingu tvey
umboð frá starvsfólka-
deildini hjá Tórshavnar
býráði
húsagongd
í
Kollafirði. Við sær høvdu
tey brøv, har sagt varð frá,
at setanarviðurskiftini hjá
dagrøktarum í Kollafirði
við
Tórshavnar
býráð
hervið eru endað.
Dagrøktararnir
vórðu
sagdir úr starvi, um teir ikki
møttu til arbeiðis hósdagin.
Tað gjørdu teir ikki, og
harvið vórðu teir sagdir úr
starvi.
Mariann Dam metir hesi
brøv sum eina hóttan.
– Her komu tveir menn á
dyr við brævi, ið boðaði
frá, at eg varð uppsøgd,
møtti eg ikki til arbeiðis,
sigur Mariann Dam.
Hon heldur, at veruligi
trupulleikin er, at býráðið
ikki vil hava nakað sam-
starv við Føroya Arbeiðara-
felag. Hetta hevur býráðið
tó ongantíð sagt bart út,
men tað kann lesast millum
linjurnar.
Boygdu seg
– Vit gingu við til at fara
undir sáttmálan fyri dag-
røktarar hjá Starvsmanna-
felagnum,
hóast
hetta
merkir, at vit fóru niður í
løn. Hetta bar tó ikki til,
sigur Mariann.
Hetta er ikki í tráð við
tað, ið Jan Christiansen
sigur við útvarpið miku-
dagin. Har sigur hann, at
býráðið ikki hevur nakran
trupulleika við, at dagrøkt-
ararnir eru limir í Kolla-
fjarða Arbeiðsmannafelagi.
Trupulleikin er, at býráðið
ikki fer at gera tveir sátt-
málar um sama starvsøki.
Mariann Dam sigur, at
hon ongantíð hevði droymt
um, at tað fór at enda við
verkfalli. Eini 80 børn hava
verið í dagrøkt í Kollafirði,
og tí eru fleiri foreldur, ið
ikki sleppa til arbeiðis.
Enn er óvist um Tórs-
havnar býráð fer at søkja
eftir nýggjum dagrøktarum
í Kollafirði, men tað verður
óivað torført at finna
nakran, ið vil átaka sær
hetta.
Fingu hóttanarbrøv á miðari nátt
Uppskotið um at
broyta núverandi
navnalóggávu er lagt
fyri tingið. Ætlanin
er, at løgtingið skal
viðgera málið í kom-
andi viku. Høgni
Hoydal, landsstýris-
maður, kallar endur-
skoðaðu lógina fyri
eina liberalisering
NAVNALÓG
Heri á Rógvi
Tað er Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í lógar-
málum, sum umsitur málið
í landsstýrinum. Hann sigur
í sambandi við endurskoð-
aðu lógina, at tað var neyð-
ugt at endurskoða navna-
lóggávuna. Hann sigur eis-
ini, at navnalóggávan hig-
artil hevur roynst væl, og
royndirnar, sum eru higartil
eru gjørdar við navnalóg-
gávuni, vísa, at tað bæði er
neyðugt við navnalóggáv-
uni og at endurskoða hesa
somu lóg. Hann kallar tað
eina
liberalisering
av
navnalóggávuni.
Hóast nevndin eftir øllum
at døma varð sett longu
aftur í 1999, so merkir tað
ikki, at einki hevur verið at
hoyrt um málið í løgting-
inum.
Lisbeth L. Petersen, løg-
tingsmaður fyri Sambands-
flokkin, legði 3. mars í ár
eitt uppskot til samtyktar
fyri løgtingið, har varð á
landsstýrið um at leggja
lógaruppskot fyri tingið um
broytingar í løgtingslógini
um fólkanøvn.
Eftir viðgerð í tingi og í
nevnd, so varð uppskotið
samtykt, hóast ein meiriluti
í rættarnevndini ikki tók
undir við uppskotinum.
Lisbeth L. Petersen sigur,
at tað hon helt tað vera
neyðugt at gera broytingar.
Hon fíltist eisini á, at
navnanevndin ikki altíð
virkaði sum hon skuldi.
Eisini helt hon fyri, at einki
uppskot var komið frá
landsstýrismanninum,
hóast hetta hevði verið
væntandi í longri tíð.
Nevnd sett
Tað var í 1992, at føroying-
ar fingu hina nógv umtal-
aðu navnalógina. Í nov-
ember 1999 setti landsstýr-
ismaðurin í lógarmálum,
Høgni Hoydal, eina nevnd
at endurskoða navnalóg-
gávuna. Nevndin, sum varð
sett at endorskoða navna-
lóggávuna, varð mannað
av:
Anfinni
Johansen,
Onnu Brimnes, Marjun
Bæk, Jákupi Nielsen, Sørin
Pram Sørensen og Eyð-
bjørn Larsen. Nevndin hev-
ur skrivað 1. juni 2001 sum
dagin, tá álitið varð latið úr
hondum við viðmerking-
um.
Greiðari
Endurskoðaða navnalógin
ætlar at broyta galdandi lóg
á nøkrum økjum. Tað verð-
ur tó ikki nøkur grund-
leggjandi broyting, sum
verður gjørd. Tað verður
framvegis navnanevndin og
í serligum førum landsstýr-
ismaðurin, sum framvegis
fara at áseta, hvussu skal
vera við nøvnunum.
Tað verður sagt í við-
merkingunum til endur-
skoðaðu lógina, at enda-
málið er at gera navnalóg-
ina greiðari og harvið lætt-
ari at umsita. Eisini verður
dentur lagdur á, at endur-
skoðaða navnalógin skal
fáa til vegar heimild fyri at
taka onnur fyrilit enn bert
tey málfrøðiligu. Eisini
verður lættari hjá ættleidd-
um at broyta navn. Sum
heild verður tað í uppskot-
inum roynt at gera hana
greiðari, tá nógvar atfinn-
ingar hava verið hesum við-
víkjandi.
Hóast vit fingu eina
navnalóg í 1992, so
steðgaði almenna
kjaki ikki av hesi
orsøk. Hóast vit í
næstum eftir ætlan
skulu fáa eina
greiðari og
liberaliseraða lóg, so
eru fleiri av teimum
grundleggjandi
spurningunum
framvegis ósvaraðir
NAVNALÓG
Heri á Rógvi
Tað var altso í tí guds ári
1992, at føroyingar fingu
eina navnalóg. Henda góða
lóg ásetti føroysku foreldr-
um, at hesi skuldu navn-
geva børn teirra eftir einum
lista hjá navnanevndini.
Hetta vakti ans ímillum
fólk. Serliga tá fleiri av
teimum nøvnunum, sum
hava verið nýtt í Føroyum í
langa tíð, ikki fingu innivist
á listanum hjá navnanevnd-
ini. Fleiri dømi eru eisini
um fólk, sum leitaðu í onn-
ur lond fyri at doypa ella
navngeva teirra børnum.
Eisini finnst dømi um eina
gentu, sum slapp at vera
»til«, tá stavsetingin í navni
hennara ikki samsvaraði
við ásetingarnar um snið í
lógini. Gentan var fleiri ára
gomul, áðrenn tað eydnað-
ist henni at vera »til«.
Málfrøðingar hava ført
fram tað sjónarmið, at tað
er sera óheppið at hava eitt
mál í skrift og eitt annað í
talu. Tað er serliga við hes-
um sjónarmiðinum sum
grundarlag, at tað í lógini
verður ásett, at nøvn, sum
longu eru til í føroyskum
sniði bert vera loyvd í
føroyskum sniði.
Anfinnur Johansen, mál-
frøðingur, sum bæði er lim-
ur í málnevndini og í limur
í nevndini, ið varð sett at
endurskoða navnalógina,
vísir á, at tað er eingin
orsøk til, at vit skulu taka
útlendskar formar inn í tað
føroyska málið. Hann vísir
eisini á, at tað tykist sum
um, at føroyingar líkasum
hava tikið lógina til sín.
Hetta sigur hann í sam-
bandi við, at navnanevndin
ikki fær eins nógvar fyri-
spurningar um útlendsk
nøvn sum áður. Eisini vísir
hann á, at fleiri av okkara
grannalondum hava strang-
ari lógir enn vit hava hesum
viðvíkjandi.
Eisini Bjarni Bæk, dóm-
próstur, sigur, at tað eru
færri og færri umbønir um
»óvanlig« nøvn. Prestar
kunnu undir virkandi lóg
ikki bara doypa eitt barn
tað navn, ið teir hava hug
til, tá hetta er at meta sum
lógarbrot, tá navnið ikki er
góðkent á navnalistanum
ella av málnevnd ella lands-
stýrismanni.
Grundlógarnevndin hev-
ur í sínum arbeiði eisini tik-
ið hetta sama evni upp at
venda. Á heimasíðuni hjá
Grundlógarnevndini stend-
ur at lesa um, hvørt tað er
eitt mannarættindi at geva
børnunum tað navn ein
ynskir.
Á
heimasíðuni
verða tvey sjónarmið førd
fram: – Skulu mannarætt-
indini – rætturin til eitt
navn, tað persónliga frælsið
ella
framsøgufrælsið
–
trumfa føroysku navnalóg-
ina og seta hana til viks ?
– Er atlitið til føroyskt
mál ein nóg góð grundgev-
ing fyri at hava eina.
Hesir spurningur tykist tó
meira ósvaraðir enn nakað
annað.
Høgni
Hoydal,
landsstýrismaður, sigur, at
hetta viðvíkjandi talufrælsi
er ein stór misskiljing.
– Tað snýr seg um,
hvussu títt navn verður
skrásett. Annars hevur tú
allar møguleikar at kalla
teg júst hvat tú vilt, sigur
Høgni Hoydal. Hann heldur
als ikki, at hann á nakran
hátt er við til at skerja
frælsið.
Heldur
ikki
Anfinni
Johansen,
málfrøðingi,
dámar hetta við at skerja
frælsið við nanvalógini.
Hann vísir á, at útlendsk
nøvn í føroyskum við útl-
endskum sniði hava einki at
gera í føroyskum máli.
Tað verður væntandi ein
løta enn, áðrenn Ánanias og
lítli Tarzan fara at spæla
saman.
Endurskoðaða navnalógin á gáttini
Høgni Hoydal hevur lagt eitt
uppskot um broytingar í
navnalógini fyri løgtingið.
Fyrsta viðgerð verður
væntandi í komandi viku
Navnalógin – ein spurningur um mál
og mannarætt
Hugurin at geva børnum føroyskum nøvn tykist at vera
vaksandi.
C
M
Y
K
11
10