Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 207 - 26. oktober 2001 Óli Holm hevur ongar ætlanir um at lata Rás 2 fáa bita av lurtaragjaldinum hjá føroyingum, sum í løtuni fer til Útvarp Føroya ÚTVARP Eyðun Klakstein – Tað er ikki við lóg álagt Rás 2 at røkja nakrar ávísar skyldur, og tí havi eg ongar ætlanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpsstøð fáa part av lurtaragjaldinum. Hetta svar gav Óli Holm, landsstýrismaður, upp á skrivligan fyrispurning, sum Jógvan á Lakjuni, ting- maður, hevði sett honum. Óli Holm helt, at tað var gott við útvarps- støðum afturat Útvarpi Føroya, men ÚF er í eini serligar støðu sum public- service rás. Útvarp Føroya hevur fingið álagt at røkja nakrar skyldur, og tí skal ÚF eisini hava lurtara- gjaldið til sítt virksemi. Gev Rás 2 ein part Jógvan á Lakjuni vísti í sínum fyrispurningi á, at Rás eftir hálvumøðrum ári er vorðið fólksins útvarp, og at rásin eisini røkir public-service uppgávur, sum hava stóran týdning. Tí helt tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, at tað Rás 2 kundi fingið eitt part av lurtaragjaldinum, sum før- oyingar í løtuni gjalda til Útvarp Føroya. Jógvan á Lakjuni nevndi, at Rás 2 kundi fingið eini 15 prosent av lurtara- gjaldinum, men hetta upp- skotið fekk ikki undirtøku í Mentamálastýrinum, har landsstýrismaðurin ongar ætlanir hevur um at taka ein part av lurtaragjaldinum frá Útvarpinum. Broyta kringvarpslógina Kjakið á tingfundinum mikudagin gjørdist drúgt, og nógvir tingmenn lut- tóku. Nógv varð tosað um, at Útvarp Føroya sum public-service rás eisini kappaðist við Rás 2 á lýsingamarknaðinum. Fleiri tingmenn hildu, at Útvarpið skuldi ikki hava loyvi til hetta, um ÚF samstundis skuldu fáa lurtaragjaldið. Óli Holm, landsstýris- maður, helt, at fyrispurn- ingurin hjá Jógvani á Lakjuni var áhugaverdur og viðgjørdi nógv prinsipiell viðurskifti. Landsstýris- maðurin ætlar í heyst at koma við uppskoti til broytingar í kringvarps- lógini, og tá helt hann, at tað fór at verða gott høvi at kjakast um hesi viðurskifti. Rás 2 fær einki lurtaragjald Faroe Salmon er nú farið undir framleiðsluna av lidnari laksavøru á virki í Danmark Faroe Salmon í Klaksvík, sum hevur keypt seg inn í danska felagið Vendsyssel Denmark, og samstarvið er nú farið í gongd. Interseafood skrivar, at klaksvíkingar ætla at fram- leiða um 1000 tons av síni laksaframleiðslu, sum ligg- ur oman fyri 8000 tons, á virkinum í Danmark. Faroe Salmon keypti her fyri helvtina av partapen- inginum í Vendsyssel Dan- mark, men felagið hevur fingið meirilutan í nevndini. – Tað gevur ein meira støðugan prís at framleiða lidna vøru úr laksinum, sigur Heini Gregersen, sum saman við Jón Purkhús eigur Faroe Salmon, við Interseafood. – Framleiðslan á Vend- syssel er ein luksusfram- leiðsla, og tí er ikki so hørð kapping um ta framleiðsl- una, sigur hann. Faroe Salmon er í løtuni í holt við at byggja nýtt kryvjivirki í Klaksvík. ek Framleiða nú lidna vøru í Danmark Frá fríggjadegi 26. oktober til hósdagin 1. november Okkara matstovur Fres Rangt og rætt 2:8 Metro - farligere end politiet tillader Mánakvøldið kl. 20.50 Leygarkvøldið kl. 20.00 Fríggjakvøldið kl. 18.30 Ferðslusendingin hjá Rás 2 er nú aftur á skránni. Breytin hevur ligið still í nakrar vikur, men í samráð við Ráðið fyri Ferðslutrygd er avrátt, at ferðslan verður umrødd á Rás 2 hvønn fríggjadag millum klokkan 15.15 og 16.00 í samstarvi við øll, sum varða av ferðsluni. Og tað eru vit øll. Ferðslan verður umrødd so at siga eftir sama leisti sum higartil, men sendingin varir nú í trý korter í staðin fyri ein tíma. Ferðslusendingin á Rás 2 verður endursend leygardag. Vertur er Sonne Smith. Breytin - ferðslusending Fríggjadagin kl. 15.15 Gesturin Mánakvøldið kl. 20.25 Vibeke Larsen. Fyrsti kvinnuligi ríkisumboðsmaðurin í Føroyum hevur takkað fyri seg eftir sløk sjey ár í starvinum. Hon verður nú statsamtmaður í Danmark. Seinna partin av tíðarskeiði hennara í Føroyum hevur sjálvur ríkisfelagsskapurin staðið uppá spæl. "Hetta hevur verið ein rættuliga strævin, men samstund- is sera spennandi tíð", sigur Vi- beke Larsen í opinskáraði sam- røðu við Leiv Hansen, har hon eisini viðgongur, at hon ofta hev- ur kent seg ógvuliga einsamalla og at hon hevur havt mangar svøvnleysar nætur. Vibeke Lasen væntar, at Føroyar og Danmark framvegis eru í ríkjasambandi um 10 ár, "tó undir heilt øðrvísi karmum enn nú", sum hon tekur til. Lagt til rættis: Leivur Hansen. Leygarkvøldið kl. 20.40 C M Y K 13 12