Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 53

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

104 Ólavsøkublaðið – juli '09 105 Ólavsøkublaðið – juli '09 Hvat bjóða vit ólavsøkugestum at eta og drekka í 2009? Hesin spurningur kann tykjast sjálvsagdur og sum so lættur at svara. Tað sama sum vit altíð gera! Stóra kalda borðið við siðbundnum føroyskum brellbitum: turra grind og spik, turrur fiskur, køld epli, skerpikjøt, rullipylsu. Bjór og snaps afturvið Á ólavsøku, tjóðarhátíð føroyinga, skal maturin vera føroyskur og heimagjørdur burturav. Tá leypa vit ikki til handils og keypa innfluttar vørur, men kanska heldur tvørturímóti kappast um at seta mest forkunnuga og tjóðskaparliga matin á borðið. Gjarna líka frumkendur og føroyski búnin! Hetta er sjálvandi sagt í speisemi, tí ólavsøku-borðið kann viðhvørt tykjast nakað bundið eins og maturin á jólum. Rituellur. Skal tað ikki vera loyvt at menna ólavsøku- borðið við øllum tí tilfeingi í føroysku náttúruni, sum vit í dag ikki gagnnýta? Uttan at vera skírdur »avanseraðu«? Her hugsi eg serliga um plant- urnar og taran. Men ilt at siga hvat av hesum er etandi. Fleiri vísindalig føroysk bókaverk finnast um plantur og taran, men tað er sera avmarkað hvat er fest niður á blað um hvat er etandi. Tað er vitan sum í flestu førum er borin á mannamunni. Og sum tí ikki kemur øllum í Føroyum at gagni. Tó, so finst kortini eitt brot í »Matur og matgerð« um plantur og tara til matna, ið nógv ivaleyst ikki hava givið gætur. Tað er í kapitlinum um súltutoy, at Óluva Skaale og Marius Johannesen skriva um broðberjabøkk, bjøllukannu, sýru, hvonn, røtur, epli , ber og tara í føroysku náttúruni. Sera forvitnisligur lesnaður, har millum annað verður greitt frá at fólk á Trøllanesi plagdu at eta sýrukompott aftur við kókaðum lunda. Hvar er hesin siðurin farin! Hvør veit um sovorðið í dag. Havi ikki roynt sjálvur, men haldi tað ljóðar sera leskiligt og sera spennandi. Okkurt súrt og grønt til tann næstan livurkenda lundan. Ein vakur føroyskur matrættur til eitt ólavskuborð? Og hvør hevur hvítarøtur longur? Er alt bara kålrabi? Er tað ov nógv stríð? Søgan um tang – etandi taran – kenna tey flestu, men hví er hetta grønmeti í sjónum, ið bæði er gott fyri okkum at eta og smakkar væl ikki vorðið gerandiskostur í Føroyum? Ella finst sum ein fínur aðalmatrættur á ólavsøku? Plantur í haganum og urtagørðum nýtist ikki bara vera at eta sum lystimeti og tarin at vera etin sum kosttilskot av frelstum, ið altíð skula júka um heilsu. Hví ikki fara út í haga, bø og strond at finna nýggjar leikarar til sjónleikin vit rópa ólavsøku-borðið? Har kundi verið ruddað upp og dagført bæði eitt og annað. Tey kreativu matlistafólkini kunna leita saman við teimum vitandi plantu- og tara-kennarunum og skapa nýggja føroyska matmentan. Tí matmentanin stendur ongantíð í stað. Hon skal flyta seg fyri at vera livandi. Annars gerst hon bara ein láturlig og grátulig anakronisma. Tað krevur vitan at finna etandi plantur og eg vil mæla fólki til at leita saman við kønum fólki. Harafturat vil eg beinanvegin siga, at hetta er ikki nøkur áheitan at fólk í óðum verki skula fara út og rudda hagan fyri plantur. Alt við máta. Sjálvur havi eg í vikuni verið úti í náttúruni og leitað fram rávørur at nýta í matgerð. Sum tað sæst á myndunum fann eg fræ av søtum urtakervili, ið hava kraftigan lukt og smakk sum kongabomm. Eisini fann eg brenninotur, ið hevur sín heilt serliga smakk. Hylliblóma, ið er sera aromatisk. Bótarurt, ið hevur sterkan smakk. Og mínsann eisini bylgjut karsi. Hetta finst alt rundan um okkum. Saman við góðum fólki havi eg eisini verið í fjøruni og leitað eftir etandi tara. Hetta er alt so nýtt, at ilt er at siga hvussu vit kunna nýta hesar smakkir í matgerð, men tað er eingin ivi um at søtur urtakervil er framúr at nýta bæði í fiskarættum, dessertum og sum krydd í snapsum og te. Brenninotur hóskar væl sum te, men eisini sum stúvningur í róma. Hylliblóma kann kókast í sukurvatni og síðani gagnnýtast til alskyns endamál, kanska serliga dessertum. Bótarurt er framúr at geva smakk í grýturættum og súpanum. Bylgjut karsi smakkar sera væl saman við nýggjum eplum og ísakøldum smøri. Tarin er ein heilur kapittul fyri seg, men tað er eyðsæð, at hann hevur uppiborið týðandi leiklut í fiskarættum. Og ikki bara sum pynt. Hin føroyski snapsurin, Lívsins Vatn, sum eg herfyri í ummæli næstan kolldømdi afturvið tí snikuta siðbundna føroyska matinum hevði tó veruliga komið til sín rætt um plantur og tari var sett á borðið. Her er veruliga talan um feminima harmoni! Ja, kanska er tað tað, meira feminimur matur á føroyska døgurðaborðið! Allur tann tungi, feiti, salti og maskulini maturin er við yvirvág. Javnstøða á døgurðaborðið! Og so eri eg sjálvur sera forvitin um hvørt tað longu í ár fer at síggjast um frámælda grindin og spikið er tikið av ólavsøku- borðunum. Vælgagnist og góða ólavsøku! ______________________________________ Mortan í Hamrabyrgi mortan@hamrabyrgi.com Karsi Plantutilfeingi Tari Bótarurt Brenninotur Søtur urtakervil Matur og drekka á ólavsøku Mortan í Hamrabyrgi Hylliblóma