Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 208 - 27. oktober 2001 Nr. 208 - 27. oktober 2001 35 HEILSANIR Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum gjørdu brúdleyps- dagin tann 14. juli 2001 sera hugnaligan og ógloymandi fyri okkum. Tøkk fyri gávur, blómur, heilsanir, og ikki minst fyri alla hjálpina. Eyðvør og Martin Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum, sum gleddu meg á konfirmatións- degnum 01.04. Rakul Vest Højgaard, Hoyvík Góða, elskaða Beinta Tillukku við 4 ára føðingardeg- num 29. okt. Alt tað besta ynskja vit tær. Kærar heilsanir, omma og abbi á Heiðavegi Elskaða langomma! Hjartaliga tillukku við 95 ára føðingardegnum í dag. Alt tað besta í framtíðini ynskir Annika Góða, fitta Marin Hjartaliga tillukku á 1 ára føðingardegnum í morgin. Jesus pápi signi framtíð tína. Kærastu heilsanir, omma og abbi í Hoyvík Góði Dávid Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á tínum 1 ára føðingardegi tann 27. okt. og alt tað besta. Jesus pápi veri hjá tær ynskja Rói, mamma og babba Góðu Rói og Dávid Omma og abbi ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku á 9 og 1 ára føðingardøgunum 26. og 27. oktober. Góða Gunnbjørg Tillukku við degnum. Takk fyri at tú avloysir okkum. Vit gleða okkum til ballið. Heilsan, tvøgurnar P.S. Eisini ein heilsan til gemalin. Góða, fitta Beinta Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardeg- num 29. okt. Nú ert tú so stór blivin. Heilsan, mamma, babba og Vagnur Góði Rói Hjartaliga tillukku á 9 ára føðingardegnum tann 26. okt. og alt tað besta í framtíðini. Jesus pápi veri hjá tær ynskja mamma, babba og Dávid Góði Hilbert Nú! Skriðar? Verri verður um 2 ár, tá ið piparið kemur á! Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum. xxx Góða Katrin Hjartaliga til- lukku á 16 ára føðingardegnum 25. okt. Heilsan, mamma, babba, Høgni og Martin Gudstænastur 20. sunnud. e. trinitatis Sørvágur: kl. 12, altarg., David Johannesen. (Komandi sunnudag, 28. okt., verður farið í kirkju kl. 12 í Sanda- vági, Miðvági, Sørvági og Bø) Norðskála: kl. 17, altarg., (kirkjukaffi aftaná). Peter O. K. Olofson Viðareiði: kl. 12, Elsa Funding Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen Vágur: kl. 11, deyvagudstæn- asta, altarg., (Talvan gongur fyri deyvameinigheitina). Jónsvein Bech Á Leiti: kl. 12, Erland Beder Christianskirkjan: kl. 11, útvarpsgudstænasta, Niels Pauli Danielsen Haldarsvík: kl. 12, familju- gudstænasta, Uni Næs Vesturkirkjan: kl. 11, altarg., Bergur D. Joensen Argir: kl. 11, altarg., Heri Joensen Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Nólsoy: kl. 12, altarg., Sonja Klein Skála: kl. 11, altarg., (Talvan gongur fyri Guds orðs boðan). Jóannis Fonsdal og Jógvan Fríðriksson Oyndarfjørður: kl. 17, altarg., Selatrað: kl. 19, altarg., Jógvan Fríðriksson. (Komandi sunnudag verður farið í kirkju kl. 12 í Seltraðar kirkju) Saksun: kl. 11, Marjun Bæk Hvalvík: kl. 12, altarg., M. R. Jacobsen Glyvrar: kl. 11 altarg., Meinhard Bjartalíð Tvøroyri: kl. 11 altargangs- gudstænasta við konfirm- antum, Ólavur Rasmussen »Tíð til Gud« Úti í Pállsstovu sunnukvøldið kl. 21.00. Evni: Eg, hini og Satan! Aftaná er drekkamuð- ur. Verið hjartaliga vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18.00 Møti við bønarsamskipara hjá Aglow Nansy MacDaniel úr USA. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti við major Turid Gamst. Eingin sunnudagsskúli, kl. 17.00 Familjumøti har skótarnir stíla fyri. T. Gamst og onnur lut- taka. Drekkamunnur. Mánadagin kl. 17.00 og 19.00 skótamøti. Hvønn mikudag kl. 15.00 Bønarmøti. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Fríggjakvøldið kl. 20.00 ungdómsmøti v/ Jaspur Langgaard Sunnukvøldið kl. 17.30 bønarløta Sunnukvøldið kl. 18.00 møti. Hebron, Argir Sunnudagin: kl.10.30 Minnis- máltíð Harrans, kl.12.00 Sunnudagskúli, kl.18.00 Fundur. Poul Jóhan Djurhuus talar og greiðir frá útvarps- arbeiðinum hjá Evangelisku Røddini. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 húsmøti hjá Mariann og Jákup Eli Jacobsen, Ovaragøta 66, Havn. Fríggjakvøldið kl. 18-19.30 ATAP Kids. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli, Høgni Johannesen talar. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 sunnudags- skúli, kl. 18 møti v/ Bergur í Garði. Mánakvøldið kl. 20 venur Manskórið. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgun- møti, kl. 18: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardagin kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11 hámessa v/ Michal Bienkowski í Mariu- kirkjuni. Meinigheitskvøld verður mánakvøldið 29. okt. kl. 19.30 við pastor Michal Bien- owski, ið talar um »Einglar«. Øll eru vælkomin. Ebenezer Sunnudagin kl. 10.00 Breyð- bróting, kl. 12.00 Sunnudags- skúli, kl. 18.00 Sangmøti, kl. 21.00 Útimøti. Mánakv. kl. 20.00 Bønarløta. Týsdagin kl. 17.00 Byrjar frítíðararbeiðið aftur. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 9.30 temadagur fyri hjún v/ Símun Absalonsen, kl. 17 landsbøn. Í morgin kl. 11.00 morgun- møti v/ Tummas Jacobsen, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18.00 Kvøldmøti v/ Rúna Rasmussen. Mánakvøldið kl. 20.00 Bønar- skúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.00 Møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoman, Guttorm Zachariasen sigur frá. Unitum, Kollafjørður Í dag kl. 19.00 Útimøti í Hósvík. Í morgin kl. 18.30-21.15 Alpha-skeið í Kollafirði. Mikudagin kl. 17.30-19.30 Miðdepilin. Hósdagin kl. 16.00-17.30 Urtagarðurin. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18.00 Evangel. møti við Cabin og Dana úr Rumenien. Mánadagin kl. 20.00 Bíbil- og bønarmøti. Tlf. andaktin 424741. Missiónsvika í Funningi Leygardagin kl. 17.00 Barna- møti við Nils Jacob Nilsen. Kl. 20.00 talar Marius Jacob- sen, Leila Højgaard syngur. Sunnudagin kl. 15.00 Sunnudagsskúli við Jónu Thomsen, kl. 18.00 Nils Jacob Nilsen talar. Jónhilda og Gulak syngja. Innsavnan til Heimamissiónina. Gjógv Emil Olsen prestur, heldur fyrilestur í Gjáar samkomu- húsi sunnukvøldið kl. 19.00. Evni: Missión, kirkja og embæti. Barnakonsert Sunnudagin 28. okt. verður barnakonsert í Ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni verður: Vit eru glað, barnakór, sang- bólkur, drama, dukkur og felagssangur. Atgongumerki á kr. 30,00 fáast við dyrnar. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús við Alice Frederiksberg. Sunnudagin kl. 17 Familju- møti í ítróttarhøllini á Skála. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 19.00 Møti v/ Margeir Toftegaard. Mánakvøldið kl. 19.30 kemur sjómanskvinnuringurin sam- an. Mint verður á jólapakkar til sjófólkið. Allar kvinnur vælkomnar. Missións og ungdóms- húsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudags- skúli, kl. 18.00 Møti v/ Tór- fríður Magnussen. Øll eru hjartaliga vælkomin. TILTØK 15. oktober fingu Catherine T. Steinberg og Poul Nicolai Steinberg, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 17. oktober fingu Herborg á Mýrini, Sandavágur og Kári Næss Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3500 gr. 18. oktober fingu Daniela og Willi Budure Olsen, Hósvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4300 gr. 19. oktober fingu Klara á Kósini og Petur Martin Sol- munde, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vig- aði 3700 gr. 19. oktober fingu Rúna og Adrian Fløtt, Eiði, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. 20. oktober fingu Guri og Eyðun Mørkøre, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3000 gr. 21. oktober fingu Guðrun Olsen og Egil D. Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4400 gr. 23. oktober fingu Hansa Maria og Martin Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 24. oktober fingu Elsa og Andreas Berg, Porkeri, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2715 gr. 24. oktober fingu Gunnleyg og Jón Nolsøe Olsen, Kambs- dalur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr. 24. oktober fingu Anna og Alfred Marsten, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850 gr. 25. oktober fingu Fríða Johannesen og Petur Fonsdal Johannesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4200 gr. 25. oktober fingu Oda og Hans Petersen, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3380 gr. 25. oktober fingu Fríðbjørg D. Joensen og Jørgin Djurhuus, Kolbeinargjógv, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4150 gr. FØÐINGAR ANDLÁT EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins (Jóh. 4,42). Jesus er staddur við Sikarbrunnin í Samariu, har fólk í stórum tali koma út til hansara. Um hesa stóru mannfjøld, sum komin er út hagar, nýtir Jesus so myndina av akrinum, sum staðin er. Hóast tað enn eru fýra mánaðir til vanliga akurskurðartíð, so er akurin tó longu hvítur til skurðar. Og hin stóri, búni akurin er sjálvsagt mannamúgvan, ikki bert her, men aðrar staðir við, sum leitar til Jesusar fyri at hoyra orð hansara og er til reiðar at taka ímóti frelsuboðskapinum. Tí ræður tað um at arbeiða, meðan tíð er, og Jesus er so upptikin av hesum arbeiði, at hann hevur lív sítt í tí, tað er matur hansara, sigur hann. Men tað er ikki hansara egni gerningur, tað er Guds gerningur, hann er komin at gera, so satt sum matur hansara er at gera vilja hansara, sum sendi hann, og fullføra gerning hansara. Tað var hesin gerningurin, sum full- gjørdur varð langa fríggjadag og páskamorgun. Langa fríggjadag gav Jesus seg í deyðan fyri heimsins syndir og gjørdi aftur slætt borð millum Gud og menniskju. Tá varð ólívissár syndarinnar grøtt, og lagnutungu fylgjur hennara fyribeindar. Og páskamorg- un varð frelsugerningur hansara staðfestur, tí tá varð lívsins evsti og seinasti fíggindi gjørdur til einkis, sjálvt um hann enn eina tíð sleppur at halda fram við oyðandi gerningi sínum á hesum fold- um, og tí hvílir hóast hetta ævinleikans vissa aftur yvir mannalív- inum. Páskamorgun var paradísleiðin, sum vegna syndafallið varð stongd fyri menniskjum, latin upp aftur, og menniskjað eig- ur nú vón um ævigt lív, tað lívið, sum Gud av fyrstantíð skapti okkum til. Men frelsugerningur Jesusar og fylgjur hansara eru ikki at sammeta við natúrlógirnar, sum eru galdandi øll, antin tey vilja geva seg undir tær ella ikki. Gud virðir tað frælsi, hann sjálvur hevur givið okkum sum menniskju, og tí ræður tað her um trúgv, so satt sum tað einans er við trúnni, at vit fáa lut í frelsugerningi Jesusar og tí, hann hevur at týða. Hetta er eisini samfeldi vitnis- burðurin í Nýggja Testamenti. Og tí kundi bygdarfólkið í Sikar við ein munn siga við konuna: »Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt, tí vit hava sjálvi hoyrt hann, og vit vita, at hesin av sonnum er heimsins frelsari«. Og raðfylgjan er altíð: fyrst hoyra, síðani trúgva. Fyrst ljóðar gleðiboðskapurin, síðani kemur trúgvin. Har henda raðfylgja verður skift um, har skal eingin ivast í, at kristindómurin er hóttur, tí tá stendur einum og hvørjum í boðið at mynda hann eftir sínum høvdi. Tað er tí ikki av tilvild, at Paulus í Rómverjabrævinum sigur trúnna koma av prædikuni, sum sprettur úr orði Krists. Tí tað er nettupp gudsorð- ið og einans tað, ið skapar kristnu trúnna, á sama hátt sum trúgvin í øllum øðrum viðurskiftum stendst av tí, ið vit hoyra ella uppliva ella síggja. Men so satt sum trúgvin kemur av Guds orði, so satt má hon eisini liva av tí, og tí er tað ikki nóg mikið eina ferð í lívinum at hoyra Guds orð. Sum maturin er neyðugur fyri likamið, soleiðis er Guds orð neyðugt, um vit skulu verða varðveitt í trúnni. Og tí hevur gudstænastan, har Guds orð ljóðar og sakramentini verða givin okkum, avgerandi týdning fyri lívið hjá einum kristnum menniskja. Um ikki keldan sjálvt, so er hon tó staðið – um ikki hitt einansta, so tó tað týdningarmesta – har keldan við livsins vatni rennur, og skulu vit verða varðveitt í trúnni, tá er tað neyð- ugt at drekka av hesum vatni. Latum okkum tí gera bønina hjá skaldinum til okkara: »Gud, lad os leve af dit ord sum dagligt brød på denne jors«. Amen Hans Jacob Joensen 17. oktober Kristina Hammer, úr Froðba, 80 ár. 20. oktober Edel Olsen, úr Hvalba, 87 ár. Birgir Danielsen, Tórshavn, 73 ár. 21. oktober Johanna Jacobsen, vanliga nevnd Hanna, fødd Rasmuss- en, av Skála, 85 ár. Talitha Joensen, í Vági, 92 ár. 23. oktober Hendrik Magnussen, úr Søldarfirði, 83 ár. Læknavaktir Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 27. okt.: Hálvdan Simonsen, tlf. 441490 Sunnudagin 28. okt.: Andreas Petersen, tlf. 441086 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. C M Y K 35 34