mánadagur 3. august 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2009
7
tíðindi
13
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Allir føroyingar áttu
at verið kannaðir
fyri CTD. Men heilsu
verkið er ikki til
reiðar at kanna allar
føroyingar í senn.
Tí skulu fólk, sum
eru nær skyld við
børn ella vaksin, sum
doyðu knappliga ella
av ókendum orsøk
um, sum tað fyrsta
kannast, siga læknar
nir
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sum kunnugt eru føroyskar
ílegur sermerktar, tá tær
verða lagdar undir sjóneyku:
Eitt satt paradís fyri ílegu
granskarar og arviligar sjúk
ur. Hetta kemst av, at vit
hava livað so avbyrgd og
leingi saman her í úti á klett
unum.
Føroyingar hava óivað
havt hesa sjúkuna, CTD, í
mong harrans ár, men vit
hava ikki vitað av henni. Tí
eru heilt sikkurt nógv ung
fólk deyð av henni undir
meira og minni løgnum
umstøðum; fólk, sum høvdu
verið á lívið í dag, um vit
kendu sjúkuna og settu tey í
viðgerð beinanvegin, sigur
Fróði Joensen, yvirlækni á
barnadeildini á Landssjúkra
húsinum.
Umleið ein
tilburður árliga
Vísindaligar kanningar av
CTD í Føroyum vísa, at ein
av hvørjum 18 føroyingum,
ella 5,5 prosent, eru berarar
av sjúkuni, meðan ein av
hvørjum 1.300 longu hava
sjúkuna. Um teir kendu til
burðirnir verða drignir frá,
merkir tað, at einir 3040
føroyingar hava sjúkuna.
Her skulu vit minnast, at
allir føroyingar ikki teljast
millum teir 48.000, sum
búgva her á landi. Til saman
beringar er títtleikin av
CTD í USA ein av hvørjum
100.000 og í Japan ein av
hvørjum 40.000.
Øll menniskju eru berar
ar av fýrafimm ymiskum
útbrøgdum (mutatiónum).
Hetta er ikki vandamikið.
Men um tveir berarar av
somu sjúku fáa børn saman,
er stórur vandi fyri, at børn
ini fáa sjúkuna, sigur danski
professarin við Sosialin.
Hann greiðir frá, at við
einum títtleika í Føroyum
uppá ein av hvørjum 1.300,
so verður eitt barn við CTD
føtt hvørt ár – ella í minsta
lagi annaðhvørt ár.
Hjartað gongur fyri
Sjúkueyðkennini vísa seg á
tvinnanda hátt: Hjá pinku
børnum við at kroppurin
orkar ikki at standa ímóti
infektiónum,
so
sum
spýggjusjúku ella annað. Tí
verða tey nógv sjúkari enn
neyðugt. Hjá vaksnum vísir
hon seg eisini við manglan
di orku, sum ger, at hjartað
veksur og verður ovbyrjað,
so tey í veruleikanum eru
hjartasjúklingar. Í báðum
førum kunnu sjúklingarnir
doyggja, um teir skulu
brúka eyka orku, til dømis í
sambandi við smittu ella
aðra strongd.
Kanska ljóðar hetta ikki
serliga álvarsligt, men fyri
tey, sum eru sjúk, er tað
sera álvarsligt. Og verða
tey ikki funnin, so doyggja
tey helst av sjúkuni longu
sum smábørn, ella knapp
liga av hjartaslagi, tá tey
eru vaksin. Og hetta er púra
óneyðugt, tá tað ber til at
liva við sjúkuni, um hon
verður staðfest og viðgjørd,
sigur Flemming Skovby,
professari.
Løgin deyðsføll
Í Føroyum kom sjúkan fyrs
tu ferð í kikarin hjá týska
barnalæknanum
Ulriku
Steuervald á Landssjúkra
húsinum fyri eini 13 árum
síðan. Hetta var millum ann
að eftir, at tvey smábørn
við eins sjúkueyðkennum
doyðu undir løgnum umstøð
um á barnadeildini. Eftir
fylgjandi
kanningar
av
blóðinum hjá børnunum vís
tu, at veruliga deyðsorsøkin
var arviliga sjúkan CTD.
Tá vórðu tiltøk sett í verk.
Eitt nú vórðu foreldur og
systkin hjá teimum deyðu
kannað, og seinastu fimm
árini hava foreldur at nýføð
ingum harafturat fingið til
boð um at lata børn síni kan
na fyri CTD í sambandi við
regluligu
blóðroyndina,
sum skal staðfesta ávísar
álvarsligar sjúkur hjá nýføði
ngum. Hesar blóðroyndir,
róptar PKU, verða eisini
goymdar, um so er, at tørvur
verður á at kanna eitthvørt
seinni.
Meiri ansin á
barnadeildini
Fróði Joensen er yvirlækni
á Barnadeildini á Lands
sjúkrahúsinum, og hann
hevur fylgt málinum um
CTD.
Tíbetur hava vit seinastu
árini fingið longu staðfest
nakrar
tilburðir
millum
nýføðingarnar.
Men
tey
vaksnu kunnu í prinsippin
um ganga runt við sjúkuni
uttan at vita av tí, greiðir
hann frá. Og hann forklárar
víðari, at hesi fólk kunnu
liva eitt normalt lív, men
kenna seg kanska troytt ella
eru hjartasjúk.
Vanliga hava vit sagt, at
tey, sum verða kannað, sku
lu vera í familju við onkran,
sum longu er sjúkur ella
deyður av CTD. Men sjálv
andi hevði tað verið best,
um allir føroyingar vórðu
kannaðir, sigur hann.
Kanna familjurnar
Báðir læknarnir, sum Sosial
urin hevur tosað við, eru
samdir um, at fólk, sum eru
nær skyld við børn ella
vaksin, sum doyðu knapp
liga ella av ókendum orsøk
um, eiga sum tað fyrsta at
verða kannað. Sum áður
nevnt, verða bert foreldur
og systkin kannað. Men
Flemming Skovby heldur,
at vit áttu at farið longri út í
familjuni.
Um hetta hevði verið í
Danmark, so hevði tað ver
ið óneyðugt at kannað so
nógvar familjulimir. Men í
einum fólkabólki, sum er
so arvfrøðiliga einsháttaður,
og sum livir so tætt, sum
tann føroyski, hevði tað
verið rættari at farið longri
út, sigur hann.
Krevur fígging
og førleika
Fyri Fróða Joensen, sum
starvast á Landssjúkrahúsi
num, er hesin spurningurin
ikki so greiður. Tí hann stúr
ir fyri, hvussu man skal lyf
ta ta ovurstóru arbeiðsupp
gávuna, um allir føroyingar
í einum fara at krevja at
verða kannaðir.
Vit hava als ikki
umstøður at kanna allar før
oyingar bara soleiðis, sigur
hann. Tað er bæði ein spurn
ingur um fígging og førleik
ar; at vera til reiðar at møta
fólki, sum sjálvandi seta
nógvar spurningar í slíkum
førum. Um vit skulu hava
eina screeningsætlan fyri
alt landið, krevur tað bæði
pengar, tíð og førleikar at
taka ímóti so nógvum fólk
um, sigur hann.
Men hvat skulu fólk gera,
um tey veruliga halda seg
vera í vandabólki, til dømis
um tættir familjulimir eru
deyðir knappliga og óvænt
að, undir løgnum umstøð
um?
Hesi kunnu venda sær
til egnan kommunulækna,
sum síðani ávísir tey til nær
ri kanningar á Landssjúkra
húsinum, sigur Fróði Joen
sen.
Ynskja ílegubanka
Í fleiri ár hava føroyskir
læknar havt eitt ynski um,
at føroyingar verða kannaðir
fyri ymsar álvarsligar arvi
ligar sjúkur, sum ofta koma
fyri í Føroyum. Eitt nú sen
di ein arbeiðsbólkur fyri
nøkrum árum síðan eitt til
mæli til Almanna og heilsu
málaráðið um ein íleguban
ka. Har hevði borið til at
kannað, um tvey, sum skulu
hava barn saman, eru berar
ar av somu sjúku ílegum. Í
hesum sambandi hava lækn
arnir gjørt eitt yvirlit yvir
tær vanligastu og vanda
miklastu arviligu sjúkurnar,
harímillum CTD.
Skuldi eg raðfest onkra
av hesum sjey sjúkunum
fram um, so hevði tað verið
CTD. Tí hon er so vanda
mikil, skjót at staðfesta og
løtt at viðgera, sigur Fróði
Joensen.
Í dag verður CTD staðfest
við einari blóðroynd. Vísir
hon ov smáar nøgdir av
karnetin í blóðinum, verður
ein ílegukanning gjørd. Ein
blóðroynd kostar umleið
2500 krónur, og ein ílegu
kanning einar 5.000 krónur.
Í einari screening av øllum
føroyingum hevði tað helst
verið nóg gott at kanna
karnetin við einari blóð
roynd.
Heilivágur
til
sjúklingar við Karnitin kos
tar umleið 100 krónur dag
liga.
Eru varnari í dag
Á barnadeildini eru tey
vorðin nógv varnari síðstu
árini. Kemur eitt barn við
sjúkueyðkennum
inn
á
deildina í dag, verður tað
beinanvegin kannað fyri
CTD. Men longu meðan
bíðað verður eftir svarinum,
verður viðgerð við karnitin
sett í verk, tí hon skaðar
ikki vanlig fólk, men er lívs
neyðug fyri CTDsjúkling
in.
Hann endar prátið okkara
millum við at avdúka, at
hann ikki sjálvur hevur lat
ið seg kannað enn.
Men tað átti man kanska
at gjørt nú, hugleiðir hann.
Eitt sindur um sjúkuna
Í stuttum kann sigast, at CTD, ella Karnitin Transporter
Defekt, eru vantandi evni til at umseta feitt til orku.
Kroppurin nýtir orku í fleiri stigum, fyrst verða sukurevnini
brúkt. Tá tey eru um at vera uppi, fellur blóðsukrið, og
kroppurin skiftir yvir til at brenna feitt.
Kroppurin brúkar karnitin til at niðurbróta feitt, so tað
kann brúkast til brennievni. Til hetta endamál fer ein
støðugur flutningur av karnitin fram millum blóð og
kyknur. Hesum flutningi syrgir eitt serligt protein, karnitin
transporter, fyri. Er hetta í ólagi, missur kroppurin karnitin
í stórum nøgdum gjøgnum landið. Tí má sjúklingurin
hava ískoyti av karnitin sum heilivág.
Fyri sjúklingin er tað tí av lívsneyðugum týdningi, at
kroppurin ikki brúkar meira orku enn hann fær inn sum
sukurevni. Tí eta sjúklingarnir eftir ávísari kostætlan.
FAKTA
landsstýrismaður, sum fer
at venda sær til Landslæknan
og biðja hann gera eina
heilsufakliga
lýsing
og
tilráðing av málinum.
Útfrá einari heilsufaklig
ari lýsing, má Landslæknin
vísa á, hvørji stig hann
heldur, at vit eiga at taka í
hesum álvarsmáli, sigur
landsstýrismaðurin at enda
við Sosialin.
Føroyingar mugu
kannast fyri deyði
ligu sjúkuna
Føroyingar hava óivað havt hesa sjúkuna, CTD, í mong harrans ár, men vit hava ikki vitað av
henni. Tí eru heilt sikkurt nógv ung fólk deyð av henni undir meira og minni løgnum umstøðum;
fólk, sum høvdu verið á lívið í dag, um vit kendu sjúkuna og settu tey í viðgerð beinanvegin, sigur
Fróði Joensen, yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum
Verða sjúklingarnir við CTD
ikki funnir, doyggja teir helst
longu sum smábørn, ella
knappliga av hjartaslagi, tá
tey eru vaksin. - Hetta er
púra óneyðugt, tá tað ber til
at liva við sjúkuni, um hon
verður staðfest og viðgjørd,
sigur Flemming Skovby,
professari og gengranskari á
Ríkissjúkrahúsinum
Nr. 192 • týsdagur • 7. oktober 2008 • 82. árg. • Kr. 15,00
Tá 13 ára gamli
kollfirðingurin,
Jann Dávur Dam,
var pinkubarn,
kom hann í tøk
um tíma í viðgerð
fyri arviligu og
deyðiligu sjúk
una, CTD, sum
tók lívið av trý ára
gomlu systrini.
Millum 30 og 40
aðrir føroyingar
hava eisini deyð
iligu sjúkuna utt
an at vita av tí
Húsa
sølan
rapar
í Havn
Tilvild avdúkaði
deyðiliga sjúku
Síða 8
12 ára
gomul
tryggjar
ferðslu
Síða 13
djúpt vón
loysi kveikti
vinnarasang
Ragnar
syngur
kanska
føroyskt
Stórt úrval av
patrónum í
Gamebore
og Eley
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
Suzuki Grand Vitara
persónbilur til sølu
Suzuki Grand Vitara persónbilur frá 2005. Km. 30.000, aut.
Bensin, krók o.a. til sølu fyri 159.000 v/mvg.
Eldri bilur kann møguliga takast í býti. Tlf. 210564
Síða 10-11
Hickers
berger
vildi ikki
til Føroya
Síða 4
Ítr 32-34
Síða 12
ngamannalandi
urnar á tilvildini, og ongin
almenn kunning hevur ver
ið um sjúkuna, sum ávísar
familjur í Føroyum hava
verið so sera meint raktar
av.
Hetta, hóast sjúkan bæði
er løtt at staðfesta og at
viðgera.
Men tað kostar pengar.
Nógvar pengar.
Tilvildin ræður
So framvegis er tað soleiðis,
at ein og hvør kann ikki
verða ókeypis kannaður
fyri óhugnaligu sjúkuna.
Bert avvarðandi til sjúk, og
tey, sum longu hava mist
síni kæru, verða ókeypis
kann að í føroyska heilsu
verkinum.
Øll onnur bíða enn við
tolni eftir, at myndug leik
arnir gera eina tilbúgving á
økinum. Hetta hevur nú
ver ið ávegis í einar 10
mánaðir. Tí tað eru bæði
løg frøðilig, fíggjarlig, polit
isk, etisk, medisinsk og
menn iskjaslig atlit at taka
– og tað tekur eftir øllum at
døma nógvar tíð og kostar
pengar.
Pressan pressar
Tað var hin 6. oktober í fjør,
at vit skrivaðu um drepara
sjúkuna,
sum
óvanliga
nógvir føroyingar hava, og
uppaftur fleiri eru berarar
av. Roknað verður við, at
tað liva millum 30 og 40
føroyingar
við
sjúkuni,
harav bert umleið helvtin
veit av tí. Uppgávan er tí at
finna tey, sum ikki vita av
tí, so tey kunnu koma í við
gerð. Tí tey liva hvønn dag
upp á náði.
Men, sum sagt var al
menningurin ikki varugur
við sjúkuna fyrr enn á
heysti í fjør, tá sjúkan
kravdi enn ein ungt manna
lív.
Tá søgdu bæði komm
unu læknar ella táverandi
landsstýrismaður í heilsu
málum, Hans Pauli Strøm,
seg onki kenna til sjúkuna.
Og tað kom ikki sørt óvart
á almenningin, at vit hava
ein slíkan duldan drepara
millum okkum.
Greinirnar í Sosialinum
høvdu við sær, at heilsu
verk ið mátti taka málið
upp, tí læknarnir vórðu
kim aðir niður av óttafullum
fólkum, sum brádliga fingu
illgruna um, at tey, ella
onnur í familjuni, vóru sjúk
ella berarar av CTD.
Eisini høvdu greinarnar
við sær, at summar familjur,
sum fyrr høvdu mist børn/
ung av óforkláriligum or
søkum, endiliga fingu eina
diagnosu at halda seg til, tá
gamlar
turrblóðroyndir
vórðu funnar fram aftur og
kannaðar. Og fólk við ófor
kláriligum sjúkueyðkenn
um lótu seg kannað, fingu
eina diagnosu og komu í
viðgerð. Hjá øðrum var tað
longu ov seint.
Alt hetta undir sera óskip
aðum
og
tilvildarligum
um støðum, har tað fram
vegis er upp til einstaka
kommunulæknan ella væl
vild frá heilsuverkinum, um
fólk hava verið kannað. Tí
kanningarnar eru kostnað
armiklar og sendast av
landinum.
Men, ikki mist umráðandi,
høvdu greinarnar eisini við
sær, at føroyskir og danskir
heilsumyndugleikar
nú
vórðu at noyddir at taka stig
til eina tilbúgving, har før
oyingar kunnu verða kann
aðir og fáa ráðgeving.
Hetta var eitt, sum Hans
Pauli
Strøm,
táverandi
heilsu málaráðharri kravdi,
eftir at greinarnar høvdu
staðið í blaðnum.
Tí vendi lands stýris mað
urin sær til Høgna D. Joen
sen, landslækna, fyri at fáa
hann at heita á danska
heilsu stýrið um at gera eitt
tilmæli um eina tilbúgving
fyri føroyingar.
Eisini varð heitt á týska
barnalæknan,
Ulrike
Steuer wald, um at gera eitt
tilmæli um eina føroyska
tilbúgving.
Seint í vár tók Dimma
lætting eisini málið um
CTD upp, og sum skilst,
hevur sjónvarpið hjá Kring
varpinum tikið stig til eina
sjónvarpssending,
sum
verð ur sýnd í heyst.
Men kortini er eftir øllum
at døma langt eftir til
føroyingar allir fáa tilboð
um at verða kannaðir fyri
duldu dreparasjúkuna.
Draga hvør sína línu
Vit hava fingið innlit í sam
skiftið millum partarnar í
danska og føroyska heilsu
verkinum fyri at kunna
fylgja við í, nær eitthvørt
ítøkiligt fór at henda. Sam
skiftið hevur verið drúgt og
rúgvismikið, men enn er ilt
at hóma nakað mál.
Sum sagt liggur málið
framvegis og bíðar eftir
ein ari
niðurstøðu
um,
hvussu føroyska tilbúgv
ing in fyri CTD, og nú eisini
møguliga aðrar serføroyskar
arvaligar sjúkur, skal vera.
Men útlitini fyri einari
niðurstøðu eru ikki bjørt í
løtuni, tí tilmælini frá
ávika vist Ulriku Steuerwald
og danska heilsustýrinum
eru rættiliga ymisk. Sí um
røðu aðrastaðni í blaðnum í
dag.
Stóri politiski spurning
urin er, hvussu nógvar
pengar skulu vit brúka til at
kanna føroyingar fyri CTD,
og møguligar aðrar arva
ligar sjúkur. Nær skal hetta
setast í verk? Hvør skal
fremja
kanningarnar?
Hvussu nógv vilja vit brúka
til at finna einar 20 sjúkar
føroyingar og so framvegis.
Týðandi og
komplekst!
Áðrenn landsstýrismaðurin
í heilsumálum, Hans Pauli
Strøm fór frá, spurdu vit
hann, hvussu týðandi mynd
ug leikarnir meta málið um
CTD at vera. Til hetta svar
aði hann soleiðis:
Føroysku myndugleik ar
nir meta málið vera sera
týdningarmikið og tað er
eisini tí at Heilsumálaráðið
hevur vent sær til Lands
læknan, sum síðani hevur
vent sær til Heilsustýrið,
fyri at fáa fakliga ráðgeving
í hesum sera kompleksa
máli.
Seinasti stóri fundurin
var hin 24. juni har umboð
fyri heilsuverkið, politisku
myndugleikarnir ogonnur
vóru til staðar. Sambært
Heilsu málaráðnum
er
niður støðan frá tí fundinum
ikki góðkend av pørtunum
enn, og tískil ikki atgeingilig
hjá almenninginum. Men
onnur, sum vóru á fundinum
hava upplýst fyri okkum, at
Poul Geert Hansen, aðal
stjóri í Heilsumálaráðnum,
metti, at áðrenn endalig
niðurstøða
kundi
gerast
viðvíkjandi CTDkanning
unum, varð neyðugt, at
Heilsumálaráðið heitti á
Statens Serum Institut um
at koma við eini kostn aðar
meting av at kanna PKU
kortini
hjá
føroyingum,
sum liggja á Statens Serum
Institutt. Harumframt varð
neyðugt at fáa eina løg
frøðiliga
niðurstøðu
frá
leiðandi løgfrøðinginum í
Heilsumálaráðnum, um tað
er
innanfyri
lógarinnar
karm ar at kanna PKU
kortini uttan at fáa samtykki
frá teimum, ið verða kann
aði.
Bólturin sparkaður
víðari
Sostatt liggur málið sum so
hjá føroysku myndugleik
unum, sum skulu taka støðu
til tey bæði tilmælini frá
ávikavist danska heilsu stýr
inum og Ulrike Steuer
wald.
Í fyrstu atløgu við at
spyrja danir, hvat teir høvdu
tikið fyri at kanna føroysku
PKUkortini hjá fólki fødd
eftir 1986.
Samstundis
sita
fólk
kring landið og bíða eftir
einari tilbúgving. Og ør
kymlað sita vit, saman við
familjunum hjá teimum,
sum ongantíð náddu í við
gerð og spyrja okkum
sjálvi: hvussu leingi skulu
vit bíða?