Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 217 - 9. november 2001 Nr. 217 - 9. november 2001 17 Møguleiki er nú hjá føroyskum sjófólki, hvar enn tey eru stødd í heiminum, at lesa føroysk tíðindi heimanífrá hvønn dag – skjótt, lætt og bíliga. Einasta fortreytin er tann, at tey hava eina teldu- adressu at senda til FØROYSK TÍÐINDI TIL SJÓFÓLK Jan Müller Sosialurin hevur nú í fleiri ár saman við telduvirkinum Dynamic Paper við Jens Paula Rasmussen og øðrum roynt at útvikla eina skipan, sum ger tað møguligt hjá sjófólki á øllum heimsins høvum at fáa fesk og nýggj tíðindi heimanífrá hvønn dag. Talan er um eina so- kallaða E-mailskipan. Allur teksturin í blaðsosialinum, sum kemur út fimm dagar um vikuna, verður “pakk- aður” niður, sum tað eitur á fakmáli, til at fylla so lítið til ber. Myndir og grafikkur eru fyribils undantikin, tí hesi fylla nógv. Men arbeitt verður at fáa tað við seinni. Við at lata Sosialinum eina telduadressu til egna teldu umborð á skipi ella til teldu á brúnni fáa føroyskir fiskimenn og sjófólk ann- ars, antin tey eru stødd á nærleiðum, miðleiðum ella fjarleiðum ella tey eru við fremmandum skipum úti í heimi, sendandi ein heilan Sosial hvønn dag. E-mail- skipanin ger, at reiðarí og sjófólk sleppa undan at skula gjalda í dýrum dómum fyri at leita eftir tíðindum á internetinum. Nú verður meylurin tikin inn og sambandið sløkt. Eftir tað kann meylurin, sum inniheldur blaðið, pakkast upp skjótt og lætt. Eingi serstøk forrit skulu brúkast í hesum sambandi. Til ber so at lesa tíð- indagreinar, ítróttatíðindi, viðmerkingar oa. á sjálvari telduni, ella dagsins blað verður printað út og síðani lagt fram í messuni, har so øll manningin fær atgongd til tíðindini heimanífrá. At tú hevur printmøguleikan eisini ger, at øll manningin kann fáa atgongd til at lesa blaðið alt døgnið uttan at skula lesa tað á telduskíggj- anum. Talan er í fyrstu atløgu um eina royndartíð, har sjófólk fáa blaðið ókeypis – men fortreytin er tann, at tey lata inn telduadressu hjá skipinum tey eru við. Ein av høvuðsmeinbog- unum at geva sjófólki um- støður at kunna fáa tíðindi heimanífrá hvønn dag um internetið hevur verið og er telefonrokningin. Tí skal tú t.d. inn á internetið at lesa føroysku bløðini, tekur tað tíð, og telefongjaldið verð- ur hareftir. Byrjaðu í 97 Tað var í 1997, at Sosial- urin sum fyrsta føroyska blaðið fór undir at gera sítt egna blað á internetinum – Internetsosialurin. Skips- sosialurin, sum nú fer av bakkastokki, er menning av internetblaðnum. Íløgurnar og royndirnar, sum eru gjørdar við internetblað- num í blaðhúsinum á Argj- um, eru grundarlagið undir hesi nýggju vøruni og tæn- astuni, sum verður boðin øllum føroyingum, ið hava sítt arbeiðspláss á sjónum víða hvar. Internetblaðið var fyrst og fremst ætlað føroying- um, ið búgva í útlandinum. Nú Skipssosialurin er vorðin veruleiki verður roynt at nøkta tíðindatørvin hjá sjófólki eisini. Tað hevur eisini víst seg at vera stórur eftirspurningur eftir tíðindum dag um dag og ikki bert eina ferð um vikuna, soleiðis sum tað hevur verið praktiserað fyrr. Eitt nú fylgja før- oyskir fiskimenn sera væl við fótbóltskappingini og er ætlanin hjá nýggju elek- tronisku e-mailútgávuni av Sosialinum at nøkta henda tørv. Tað er Kauphting Før- oyar, sum hevur stuðlað menningini av Skipssosial- inum. Tá skipið er í havn er lagamanni at lesa pappírblaðið. Bárður Lydersen er dekkari við frálandaskipinum Faroe Connector hjá ESVAGT-THOR í Hósvík. Saman við restini av manningini gleðir hann seg til at lesa nýggja teldutøka Skipssosialin úti á feltinum. Faroe Connector fór mikudagin út til boriskipið West Navion, sum leitar eftir olju í bretskum øki skamt frá markinum. Við Skipssosialinum í messuni kann føroyska manningin m.a. fylgja við, hvussu gongur við boringini hjá Sovereign Explorer beint hinumegin markið Mynd: Jan Müller Sosialurin til føroysk sjófólk um allan heim F ørja ferð hann kemur út. Henda útgáva er gjørd á ein slíkan hátt, at hon fyllir minst møguligt og tískil skjót at heinta niður. Hetta er gjørt við at grafikkurin er tikin burtur, so einans teksturin er eftir og síðani pakkaður niður. Blaðið er sjálvútpakkandi á telduni og verður lisið við browsara, umframt at møguleiki er fyri at skriva alt blaðið út. Útgávan er serliga ætlað okkara sjófólki, ið hevur atgongd til e-mail umborð á skipinum. Stuðlað hevur N gjørligt hjá okkara sj ð hvat hendir - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 17 16