mikudagur 19. august 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 156 - 19. august 2009
Skal sita í fongsli
Amerikanararnir krevja, at ein libyskur yvirgangsmaður, sum er situr í
fongsli í sambandi við Lockerbie-atsóknina, skal verða sitandi í
fongslinum. Ein dómstólur í Skotlandi kom í síðstu viku til ta
niðurstøðu, at Ali Mohmet al-Megrahi kann fáa grið, tí hann er illa
sjúkur av krabbameini. Men Robert Gibbs, sum er talsmaður fyri
Hvítu Húsini, sigur nú, at USA er ímóti, at maðurin fær grið. Ali
Mohmet al-Megrahi fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava verið
við til at leggja eina bumbu umborð á eitt amerikanskt flogfar, sum
sprongdist uppi yvir skotyska býnum Lockerbie í 1988. 270 fólk
doyðu. Libyski maðurin hevur alla tíðina noktað seg sekan.
Karzai ódámligan stuðul
Fyri at tryggja sær sigurin á forsetavalinum í morgin hevur afghanski
forsetin, Hamid Karzai, útvega sær stuðul frá fleiri heldur ivasomum
leiðarum so sum tí illa gitna herleiðaranum Abdul Rashid Dostum.
Hann er fyrrverandi generalur og tiltikin fyri sína harðrendu
framferð og er fleiri ferðir skuldsettur fyri grov brot á altjóða
mannarættindini. Dostum býr í útlegd í Turkalandi, men er nú í
Afghanistan og eggjar fólki til at velja Karzai. Eygleiðarar halda, at
hansara stuðul kann útvega sitandi forsetanum eina hálva millión
atkvøður.
um, at tað er ikki skilagott
at fáa seks til átta børn, tá
ið tey ikki hava ráð at for-
syrgja fleiri enn tveimum.
Alt gekk væl við at fáa
viðurkenning fyri ætlanini.
Í apríl í ár fór Oluf Mort-
ensen aftur til Kenya, og
hesa ferð fóru tey tvey fólk
fleiri úr Danmark.
Ger stóran mun
- Tað var hent nógv, síðan
vit vóru har tvey ár framm-
anundan, og hetta segði
okkum, hvussu gagnligt
slíkt arbeiði er, sigur Oluf
Mortensen.
Stuðulin úr Føroyum í ár
fór m.a. til at keypa upp-
vørpu, hátalarar o.a., alt
drigvið við agregati, ti
streymveiting er eingin.
Hendan útgerð er neyðug í
upplýsingararbeiðnum fyri
at basa sjúkuni.
Felagsskapurin
Vest-
Kenyas Venner ger eitt stórt
arbeiði í Danmark til frama
fyri fótbóltsskúlan og hini
tiltøkini í Vesturkenya. Tey
hava havt skúlarenning í
Danmark, og felagsskapurin
teknar limir, sum gjalda
limagjald. Aftur fyri kunnu
limirnir fara til økið og
gista í smáttum, sum gjørd-
ar eru til gestir.
Hjálp til sjálvhjálp
Oluf Mortensen dámar væl
henda mátan at veita menn-
ingarhjálpt.
- Vit koma ikki við einum
bunka av peningaseðlum. Í
staðin royna vit at læra tey
at liva meira skipað og at
fyribyrgja seg móti HIV-
smittu.
Tá ið fótbóltsskúlin og
hini tiltøkini vóru av, hildu
fyriskipararnir frí í nakrar
dagar eftir seks harðar
dagar við arbeiði frá morgni
til myrkurs.
Ansa væl eftir
ommuni
Ein av teimum døgunum
fekk Oluf Mortensen høvi
at fara at vitja ommu Barak
Obama, sum búði 30 min-
uttir at koyra frá bygdini,
har fótbóltsskúlin var.
Omman eitur Sara Obama
og er mamma pápa Barak
Obama.
Gestirnir skuldu gjøgnum
nógv trygdarlið fyri at
sleppa at vitja. Eina ferð
hevur verið innbrot hjá
ommuni, og tí ansa bæði
vaktir og politistar væl eftir
24 tímar um samdøgrið.
- Vit skuldu vísa pass og
vera væl klødd. Eg var møtt-
ur i ov stuttum sjorsum og
noyddist tí at skifta, sigur
Oluf Mortensen.
Tey vórðu víst inn í ein
urtagarð niðan fyri hús
hennara, og har skuldu tey
bíða.
Hús hennara vóru ein
smátta, sum landsmyndug-
leikarnir hava bygt uppí
fyri hana. Streymveiting
var til hennra hús, men vatn
hevði omman ikki. Í mun
til hini var hon væl fyri,
men hon hevði valt at liva
sum hini.
Ein blíð omma
- Tá ið vit høvdu bíðað í
okkurt um ein hálvan tíma,
kom ein prúð kona í
nýmótans sandalum ragg-
andi omaeftir. Henda 86 ára
gamla konan kom smílandi
og setti seg niður. Mamma
Sarah fortaldi á sínum máli,
og ferðaleiðarin umsetti.
Hon skilti tó enskt, sigur
Oluf Mortensen.
Fyri hann var tað ógvuliga
rørandi at hoyra ommuna
greiða frá sambandinum
við ommusonin, sum nú er
forseti í USA. Barak Obama
hevur fleiri ferðir búð hjá
ommuni í Kenya, og tey
bæði standa hvør øðrum
nær. Omman fortaldi, at
Barak Obama longu sum
smádrongur setti sær fyri at
blíva til nakað. Hann hevur
veruliga stríðst, segði tann
erna omman.
Oluf Mortensen fekk eis-
ini høvi til at seta seg hjá
ommuni, tosa um fótbólts-
skúlan, sum hon visti um,
og siga, hvaðani hann kom.
Hann fortaldi henni, hvussu
vakrar Føroyar vóru, og
hon svaraði:
- It must be at very pretty
place.
Sama dag sum tey vitjaðu
ommuna, hevði hon tosað í
telefon við ommusonin í
Hvítu húsunum.
- Henda løtan var fyri
meg nógv størri enn at hava
tikið í hondina á Bill Clin-
ton og øðrum mætum fólk,
sigur Oluf Mortensen.
Fastir
Barak
Obama
fingu tey eisini høvi at
heilsa uppá. Hon er sjálv
við í eini aðrari verkætlan,
sum er ein kvinnurørsla, ið
somuleiðis arbeiðir við at
upplýsa um fyribyrging
móti AIDS.
Gera meira
- Eg ætli mær avstað aftur,
tí tað var so stór uppliving.
Eingin, sum ikki hevur ver-
ið har, kann ímynda sær,
hvussu illa stendur til.
Mangan bæði grótu og
flentu
vit
at
vánaligu
umstøðunum, sigur Oluf
Mortensen.
Hann leggur aftrat, at
VestKenyas Venner heldur
fram við at víðka verkætl-
anina. Roynt verður at fáa
fótbólt inn á timatalvurnar í
skúlanum og at undirvísa
kvinnum i reinføri.
Oluf Mortensen er fegin
um stuðulin, sum Uttanrík-
isráðið hevur veitt, og hann
rósar fulltrúanum Barbaru
á Tjaldafløtti fyri góðan
samstarvsvilja.
Obama
VestKenyas Venner hevur gjørt ymist annað í bygdini. Hetta er
ein vatnbrunnur
Eldsálin í VestKenyas Venner eitur Ruth Lange. Hon hevur selt
hús síni og læt felagsskapin fáa peningin av søluni. Her situr
hon við grøvina hjá pápa Barak Obama. Grøvin er beint við
húsini hjá mammu hansara
Øll børnini fingu mat, meðan tey vóru í fótbóltsskúlanum, og matgerðin gav arbeiði til fleiri
kvinnur teir dagarnar. Hesar kvinnurnar sluppu við at vitja ommu Obama, og hjá nógvum var
hetta fyrstu ferð, tær vóru heimanifrá
Plakatir vórðu
eisini settar upp
fyri at fáa børn
og ung at skilja,
hvssu neyðugt tað
er at fyribyrgja seg
móti HIV/AIDS