Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 156 - 19. august 2009 Ungi sálar hirðin í Kvívík Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Her arbeiði eg Prestar arbeiða meir enn tann eina tíman um vikuna tá guðstænasta er. Í veruleikanum eru uppgávurnar nógvar og fjølbroyttar við konfirmatiónum, kirkjubókarføringum, fundum og øllum hinum, ið fylgja við starvinum. Theodor Olsen, prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi, trívist væl í prestakjólanum, sum skapar ordan í tingini, og ger hann til sálarhirða hjá fólkinum Theodor Olsen tíðliga av at byrja uppá teologilesturin. Hann var bert 21 ár í 1998, tá hann byrjaði á Universitetinum í Keypmanna­ havn. Ja, eg visti hvat eg ætlaði mær. Eg havi altíð havt mína barna­ trúgv, og visti, at eg vildi lesa guð frøði. Tá sigi eg ikki, at eg ikki ivaðist nakrar ferðir. Men tað ger einki at ein ivast. Ein skal ivast. Tey fyrstu tvey árini vóru hørð. Eg minnist, at vit vóru 20 lesandi, tá vit byrjaðu, og tá heyst frí tíðin kom, vóru bert fýra eftir í flokkinum, greiðir Theodor Olsen frá. Umframt kravdu lærugrein ar­ nar, skuldi hann læra grikst og latín til fulnar, sum tók honum 20 tímar um vikuna. Hann er uppvaksin í Hoyvík, ikki í Havn. Familjan er vanlig kirkju fólk, og sum sagt fann hann tíðliga út av, at hann vildi vera prestur. Mær dámar betri at siga, at eg havi lisið teologi enn at siga, at eg havi lisið til prest, tí prestur er nakað, sum onnur skulu velja teg at verða. Sjálvur lesnaðurin er mettur at taka seks ár, men fyri meg tók tað eitt sindur longri, tí eg valdi at taka retorikk og jura við síðuna av. Tá eg so var lið­ ugur, tók eg pastoralseminariið, har eg lærdi alt tað praktiska við at arbeiða sum prestur. Men tá útbúgvingin varð fing­ in í hús á vetri 2007, hevði hann eitt heilt annað arbeiði á hondini. Eg hevði fingið arbeiði á lýs­ ingarstovu. Men sum tað eitur í prestaverðini, varð eg kallaður til starvið her í Kvívík. Eitt fyribils starv í tríggjar mánaðir. Eg tók av, og flutti úr Keyp manna havn til Kvívíkar eftir fáum døgum, sigur Theodor Olsen. Teori brynjar til prestagerningin Fyrrverandi presturin í Norð­ streym oyar prestagjaldi fekk boðið annað starv, og Theodor helt fram í prestagjaldinum. Starv ið er júst longt fyri sættu ferð, og er hann fyribils settur til 31. oktober í ár. Ein kann siga, at eg fekk ein ordiligan elddóp. Eg varð liðugur við mína útbúgving 21. desember, og varð vígdur longu 6. januar, sum var neyðugt fyri at eg kundi taka við starvinum her. Eftir stuttari tíð hevði eg tikið mær av sjey konfirmatiónum í fimm ymiskum kirkjum, greiðir hann frá. Tað er ymiskt hvussu teologi lesnaðurin verður uppbygdur í ymsu londunum, og hvussu nógv ein sleppur at royna seg. Men hóast tú kanst læra tað praktiska, meðan tú lesur, er neyvan sann­ líkt, at tú kanst ogna tær so nógv av teoriini, tá tú ert byrjaður sum prestur, er kvívíkspresturin sann­ førdur um. Eftir sjey ára lesnað skuldi ein verið væl fyri at fara undir prestagerningin. Ein partur av útbúgvingini er praktikkin. Eg sjálvur var í Vestur kirkjuni og í Vestre Fæng­ sel. Í Vestur kirkjuni slapp eg at gera nógv ymiskt, tí at presta­ gjaldið er so stórt og fevnir um fleiri bygdir. Í Vestre Fængsel var eg hjá teimum, ið kanska mest høvdu brúk fyri einum presti. Tað er eitt øðrvísi slag av presta­ gerningi. Vestre Fængsel er eitt arresthús, har tey sita, ið enn ikki hava fingið dóm. Har var kø at sleppa til guðstænastu sunnu­ dagar, og eg mátti leggja meg eftir ikki at gera prædikurnar ov torskildar. Tað var eitt hart pláss at vera. Eftir tríggjar dagar merkti eg, at eg var kropsliga sera troyttur av at vera har, sigur Theodor Olsen. Lønarviðurskifti á láni Men nú er hann langt frá Vestre Fængsel. Norðstreymoyar presta­ gjald við sínum átta kirkjum eitur arbeiðsplássið, og vit skulu tosa um ein arbeiðsdag hjá ein­ um presti. Tað er nakað torført at greiða frá einum vanligum arbeiðs degi hjá prestinum, tí dag­ ar nir eru sera skiftandi. Her er ikki talan um nakað 8­17 arbeiði, tí presturin skal altíð vera tøkur. Eg royni altíð at fara nøkun­ lunda tíðliga upp. Eg eti morgun­ mat, kanni teldupost og vanliga postin. Eg fái rættiliga nógvan post frá jarðarmóðrini um føð­ ingar, sum allar skulu førast í kirkju bókina. Fólk skulu eisini hava dópsbrøv ella navnabrøv til pass, og so taki eg mær sjálvandi av jarðarferðum, brúðarvígslum og dópum, greiðir hann frá. Av uppgávunum eru tað kon­ firmatiónirnar, ið kunnu taka drúgva tíð. Í arbeiðnum liggur ofta nógv fyrireiking, og nógv av arbeið num fer fram um kvøld­ arnar og vikuskiftini. Hann hevur til dømis til uppgávu at hava guðs tænastur á ellisheimum, hvørt leygarkvøld er hann at hoyra í sendingini Hetta heilaga evangeli ið skrivar, og í kirkju­ ráðunum skulu fundir haldast, m.a. skal fíggjarætlan leggjast fyri hvørt ár. Harafturat hevur hann undirvíst eitt sindur, m.a. á Læraraskúlanum. Prestar hava rætt til ein frídag um vikuna, men tað er torført at finna tann frídagin. Eg áni ikki hvussu nógvar tímar, eg arbeiði um vikuna. Vit arbeiða enn við at Millum mongu uppgávurnar hjá prestinum í Kvívík, er handfaringin av kirkjubókunum