Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 156 - 19. august 2009 finna eina loysn á lønarlagnum hjá prestum og eru í holt við tað arbeiðið í Prestafelagnum. Síðan kirkjan varð yvirtikin á ólavsøku 2007, eru lønar- og setanarviðurskiftini ikki fingin uppá pláss, og ger tað at eingin prestur verður settur í fast starv. Skal vera sjónligur Umframt oman fyri nevndu uppgávur, skal presturin avtala við dekn og organist um hvør sálmur skal syngjast hvønn sunnu dag, og neyvan er sunnu- dags prædikan avgreidd, áðrenn hann fer undir at fyrireika næstu prædiku. Eg hyggi beinanvegin eftir tekstinum fyri næsta sunnudag, og royni gjøgnum vikuna at finna íblástur til prædikuna. Inni- haldið skal sjálvandi vera við- komandi fyri lesturin, og tað snýr seg um at møta fólki har tey eru og duga at miðla boðskapin rætt. Prædikan kann gott hava stíl, men samstundis skal hon vera skilj andi fyri móttakaran, og nevn ir hann Johannes Møllehave og Jan Lindhardt sum fyrimyndir. Í arbeiðnum hjá presti er telefonin tað mest umráðandi amboðið. Fólk vilja altíð práta, og tað er til eitt sindur av hvørj- um, presturin leggur oyra til. Tøl- ini siga, at 85 prosent av Før oya fólki hoyra til Fólka kirkjuna, men tað eru eisini onnur enn tey, ið seta seg í samband við prest. Tað kann vera ein trúarspurn ing- ur, um dópurin er tað rætta ella kanska sjúka hóttir, fólk ynskja at tosa við prest um. - Tí er ein almenn kirkja so góð. Og fyri meg er tað er gott at vita, at eg kann hjálpa. Mín upp- gáva er at vera sálarhirði. Eg skal vera sjónligur, og vísa á, hvat kristindómurin hevur at bjóða í dag. Kortini er alt ikki so formelt kring ein prest. Tað er t.d. ikki óvanligt, at fólk verða gift inni í stovuni hjá presti. Einsligt, men gott Eg kann ikki siga, at eg havi havt nakrar heilt keðiligar hendingar, sjálvt um allar jarðarferðir eru syrgiligar. Viðvíkjandi jarðarferðum, har presturin ofta kemur tætt at teim- um nærmastu í eini syrgiligari støðu, er prestakjólin eitt slag av styrki. Prestakjólin skapar ein ávísan ordan í. Tá eri tað ikki bara eg, men presturin, ið er har. Tá hann verður spurdur um eina góða uppgávu í arbeiðnum, er hann skjótari at svara. Tað eru konfirmatiónirnar. Mær dámar væl at konfirmera tey ungu. Og eg haldi, at tað hevur nakað at siga fyri tey. Tey ganga høgt upp í tað, sigur Theo- dor Olsen. Hann viðgongur, at tað kann gott vera einsligt arbeiði, men at ein í starvinum kemur í samband við nógv fólk, og at hann hevur fólk at venda sær til um hann ivast í onkrum. Bispur er eisini raskur at skipa fyri at prestarnir í Føroyum hittast. Til dømis bowl- ing. Frítíðina fær hann at ganga við at vitja fólk, lurta eftir tón- leiki, at skriva og annars tað ung fólk finna uppá. Hann hevði als einki havt ímóti einum føst um starvi sum prestur. Hvat við víkur prestagerninginum, er hann held- ur ikki í iva. Hann hevði ikki valt øðrvísi í dag. Theodor Olsen er prestur í Kvívíkar kirkju. Hann varð vígdur 21. desembur 2007, og varð settur í fyribils starv 6. januar 2008. Starvið er júst longt fyri sættu ferð, og er hann fyribils settur til 31. oktobur Prestakjólin skapar ein ávísan ordan í. Tá eri tað ikki bara eg, men presturin, ið er har, sigur Theodor Olsen