Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 156 - 19. august 2009 Fogh til Íslands Tann 1. august tók fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen við sum aðalskrivari í verjusamgonguni NATO, og í morgin kemur hann til Reykjavíkar at hitta teir politisku myndugleikarnar í tí vestasta evropeiska NATO-landinum. Hetta er hansara fyrsta vitjan í Íslandi, síðani hann bleiv aðalskrivari. Í Reykjavík skal Anders Fogh Rasmussen hitta Jóhonnu Sigurðardóttur, forsætisráðharra, Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharra og Ástu Ragnheiður Jóhannesdóttur, sum er formaður í Altinginum. Herumframt skal NATO-aðalskrivarin hava fund við uttanríkismálanevndina hjá Altinginum. Tarvur drap drong Ein 16 ára gamal drongur doyði av løstunum, sum hann fekk, tá ein tarvuur stangaði hann undir einari bygdarveitslu í sponsku bygdini Cabanillas í gjár. Har eins og so manga aðrastaðni í Spania hava tey tann sið at sleppa fleiri tarvum leysum í gøtunum í sambandi við bygdarveitslur. Borgarstjórin í Cabanillas sigur við fjølmiðlarnar, at drongurin kom aftur á føtur aftan á álopið, men sakk saman løtu seinni og doyði. Í einari aðrari bygd bleiv ein 16 ára gamal drongur stangaður sunnudagin, og hann liggur nú á sjúkrahúsi við álbvarssomum løstum, skrivar Reuters. Havsbrún Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havsbrún í Fuglafirði, sum er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleið- ir fiskamjøl, lýsi og alifóð- ur, hevur seinastu nógvu árini havt út við 100 ársverk knýtt at síni framleiðslu og sínum virksemi. Fíggjarligi raksturin av virkseminum hevur eisini verið stak góður. Avlopið hevur seinastu trý árini ligið um 50 miljónir krónur um árið, sum aftur hevur skapt grundarlag fyri, at vit í dag hava eitt nútímans virki í Fuglafirði. Eitt virki, sum framleiðir fóður til alivinnu, er sam- stundis eitt góðskingarvirki, sum alla tíðina arbeiðir við at gera vøruna betri. Fyri hetta arbeiði hevur virksem- ið í Fuglafirði vunnið álit og stóra viðurkenning, bæði í Føroyum og uttanlands. At kalla øll tann føroyska alivinnan keypir í dag sítt fóður frá føroyska veitaran- um, men hetta er í harðari kapping við aðrar stórar útbjóðarar uttanlands, eitt nú stóru fóðurfeløgini, Evos, Skretting og Biomar. Samlaða fóðurnøgdin, sum Havsbrún framleiðir, liggur um 60.000 tons um árið. Í tíðini, tá føroyska ali- vinnan var í tungum sjógvi, og lítið alivirksemi var um oyggjarnar, leitaði Havsbrún í størri mun uttanlands við síni fóðurframleiðslu, hagar kanska eini 25.000-30.000 tons vórðu seld. Framleiðsluorkan á virk- inum er útbygt, soleiðis at virkið í Fuglafirði í dag er ført fyri at framleiða eini 90.000 tons av fóðuri um árið. Men í staðin fyri at leita upp útlendskar marknaðir, hevur Havsbrún í Fuglafirði nú meira enn áður lagt seg eftir at nøktað fóðurtørvin hjá føroyskum alarum, sum aftur er øktur við eini ali- vinnu, sum hevur reist seg aftur eftir kreppu. Fóðursølan uttanlands er minkað við, at sølan í Før- oyum er økt, og nú altjóða fíggjarkreppa er farin sum kaldur gjóstur um lond, hev- ur Havsbrún við stórari minking í ráfiskanøgd ikki lagt so nógva orku í at selja fóður út um landoddarnar. Kolosal minking Tað krevur stórar nøgdir av rávøru til at framleiða 60.000 tons av alifóðuri umframt at hava ein útflutn- ing av fiskamjøli og lýsi. Høvuðsrávøran hjá Havs- brún hevur verið svartkjaft- ur, men nú samlaða svart- kjaftakvotan millum stranda- londini er so nógv minkað, samstundis sum stórur partur av tí, ið eftir er, verður latið russum í býti við tosk í Barentshavinum, hevur Havsbrún verið fyri einum kolosslum rávørumissi. Rávørugrundarlagið und- ir virkinum í Fuglafirði hev- ur heilt síðan 1999 og fram til ár 2008 ligið úr 197.000 tonsum og upp í 332.000 tons um árið. Í 2003, 2004 og 2006 var rávørugrundar- lagið soleiðis omanfyri 300.000 tons hvørt árið. Hartvig Joensen, deildar- leiðari á mjøl-og lýsideildini hjá Havsbrún, sigur, at so seint sum í fjør eydnaðist virkinum at keypa 205.000 tons av rávøru. - Men í ár sær alt annan enn væl út við rávøru, og hetta verður árið, har rávøru- nøgdin neyvan kemur upp á 100.000 tilsamans. Hann vísir á, at higartil í ár er nøgdin av rávøru til framleiðsluna júst farin um tey 80.000 tonsini, men útlit eru ikki til, at virkið kemur upp á tey 100.000 tonsini, sum framvegis er eitt ógvuliga lítið tal í mun til rávørutørvin hjá Havsbrún. - Føroysku skipini eru nú á sild, sum verður landað til matna, og tað er einki at siga til, tá hetta sjálvsagt gevur ein betri prís. Vit hava keypt nakað av sild við íblanding av makreli frá íslendskum skipum í summ- ar, men íslendingar fylgja væl við, hvar teirra rávøra fer. Tí eru fólk frá íslendska fiskiveiðieftirlitinum komin til Føroya at fylgja við, tá fiskurin er landaður. Eins og norðmenn, hava íslend- ingar neyvar reglur um fisk, sum verður landaður í øðr- um havnum. Hartvig heldur, at tað ser- liga er makrelurin, sum íslendingar soleiðis vilja hava eyguni eftir. - Vit hava so gott sum ongar føroyskar landingar havt í Fuglafirði í longri tíð. Hinvegin hava vit keypt slógv frá gulllaksavirkinum Tavuni í Leirvík, sum hevur gjørt mun, nú rávørugrund- arlagið er so veikt. Men Tav- an gevst skjótt við gulllaks- inum, og so verða vit eisini ta rávøruna minni, leggur hann aftrat. Kjak um virðisøking Tíðliga í summar hevði Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, áhugaverda grein á heimasíðuni hjá virkinum um gagnnýtslu av svart- kjafti. Í greinini vísir stjórin á, at tað eru føroysku nótabát- arnir, sum hava gingið á odda at fiska svartkjaft, og soleiðis hava hesir í mong ár fiskað okkum rættindi til føroyska partin av svart- kjaftakvotuni. - Stórur partur av hesum Rávørunøgdin hjá Havsbrún er í fríum falli Rávørugrundarlagið undir Havsbrún í Fuglafirði hevur heilt síðan 1999 og fram til ár 2008 ligið úr 197.000 tonsum og upp í 332.000 tons um árið. Í 2003, 2004 og 2006 var rávørugrundarlagið soleiðis omanfyri 300.000 tons hvørt árið. - Men í ár sær alt annan enn væl út við rávøru, og hetta verður árið, har rávørunøgdin neyvan kemur upp á 100.000 tilsamans, sigur Hartvig Joensen, deildarleiðari á virkinum