mikudagur 19. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 156 - 19. august 2009
Danir ímóti burka
Hóast teir flestu donsku politikararnir eru ímóti uppskotin
um hjá teimum konservativu at banna muslimskum kvinn
um at ganga í burkaklæðum á almennum støðum, taka teir
flestu donsku veljararnir undir við uppskotinum. Tað vísir
ein kanning, sum TV2 hevur latið gera. Har svara 56 prosent
av teimum spurdu, at tey taka undir við uppskotinum. Bara
30 prosent siga, at tey eru ímóti. Tað eru serliga veljarar hjá
stjórnarflokkinum, Danska Fólkaflokkinum og Sosialdemo
kratunum, sum taka undir við burkaforboðnum. Veljarar hjá
teimum radikalu, SF og Eindarlistanum eru ímóti.
Eingin almenn royking
Stjórnin í Spania hevur sett sær fyri at banna fólki at roykja
á almennum støðum. Heilsumálaráðharrin, Trinidad
Jiménez, sigur við fjølmiðlarnar, at stjórnin fær stuðul
fólkinum og sipar til meiningakanningar, sum hava víst, at
umleið 70 prosent av spanska fólkinum eru fyri einum
forboði. Spania fekk eina roykilóg í 2006, og hon bannar
fólki at roykja á arbeiðsplássum og í almennum bussum og
tokum og avmarkar royking í vertshúsum og á matstovum.
Trinidad Jiménez sigur, at lógin frá 2006 hevur vant fólk so
mikið, at tíðin er búgvin til at banna royking á øllum
almennum støðum.
er landaður til Havsbrún,
sum síðan hevur virkað ali
fóður úr svartkjaftinum.
Bæði nótaskipini og Havs
brún hava tjent pening og
peningurin, sum Havsbrún
hevur tjent, er í stóran mun
lagdur aftur í føroyskt vinnu
lív.
Bergur Poulsen vísir á, at
tá alivinnan var í tungum
sjógvi, var Havsbrún við til
at taka um endan og endur
reisa hesa vinnu.
Í dag er alivinnan aftur
ein týðandi partur undir før
oyska búskapinum, leggur
stjóri á Havsbrún aftrat.
Í roknistykki, sum hann
hevur sett upp, kemur Berg
ur Poulsen eftir, at virðis
økingin, sum svartkjafturin
skapar, um hann verður
veiddur av føroyskum skip
um og kemur til sættis í Før
oyum, er 315 miljónir krón
ur um árið.
Hinvegin er virðisøkingin
hjá flakatrolarunum eystan
fyri, sum veiða tosk, keypt
ur við føroyskum rávørum,
negativ við umleið 42 milj
ónir krónur um árið, sigur
stjórin á Havsbrún.
Svartkjaftastríð
Hartvig Joensen væntar, at
tað verður eitt rættiligt svart
kjaftastríð til heystar, tá
strandalondini fyrst skulu
taka støðu til, hvussu stór
samlaða svartkajftakvotan
skal verða og síðan, hvat
okkara heimligi landsstýris
maður velir at gera við
kvotuna.
Tá samlaða svartkjafta
kvotan var størst, var hon
2,2 miljónir tons, harav av
okkara partur sum stranda
land er 26,13%. Hetta er
framvegis okkara prosent
partur, men trupulleikin er
bara, at samlaða kvotan í ár
einans er 543.000 tons.
Hugsandi er, at samlaða
kvotan fyri 2010 kanska
bert verður 200.000 tons,
og tá verður lítið í part – og
enn minni at lata til aðrar í
býti við eitt nú tosk úr Bar
entshavinum.
Uttan at fara út í smálutir
við við svartkjaftakvotuni,
kunnu vit upplýsa, at partur
in, sum eftir var til føroysku
nótaskipini av svartkjafta
kvotuni fyri 2009, einans var
38.000 tons. Aftrat hesum
komu so 29.000 tons, sum
lógu eftir frá árinum fyri.
Hetta merkir, at samlaða
svartkjaftakvotan hjá før
oyskum skipum fyri 2009
einans var 67.000 tons.
Hartvig Joensen vísir á,
at føroyski parturin uppruna
liga var 141.870 tons av
svartkjafti, men av hesum
gjørdi landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum av at lata
russum 100.000 tons av
svartkjafti afturfyri tosk í
Barentshavinum umframt
12.000 tons av makreli.
Vit mugu tí bara síggja í
eyguni, at verður samlaða
svartkjaftakvotan
nógv
minni komandi ár enn í ár,
samstundis sum landsstýris
maðurin framhaldandi letur
russum ein so stóran part
av kvotuni, verður einki
eftir til føroysku skipini –
og ei heldur sum rávøra til
virksemið hjá okkum, sigur
deildarleiðarin á Havsbrún.
Keypa uttanlands
Fyrimunirnir hjá Havsbrún
í Fuglafirði í mun til flestu
onnur fóðurvirki um heimin
hevur verið, at virkið hevur
havt framleiðslu av mjøli
og lýsi við síðuna av – ella
hurð um hurð – við sjálva
fóðurframleiðsluna.
Men við alt ov lítlari
rávøru
er
nú
hesin
fyrimunur at kalla burtur.
Hartvig Joensen vísir á,
at Havsbrún í ár hevur inn
flutt eini 10.00015.000
tons av lýsi og eini 5.000
10.000 tons av mjøli fyri at
kunna framleiða tað fóður,
sum alivinnan hevur brúk
fyri.
Vit hava keypt hesa
rávøru frá útbjóðarum í okk
ara granalondum, leggur
hann aftrat.
Meðan Havsbrún í fleiri
ár hevur havt stórt avlop á
rakstrarsíðuni, sum hevur
verið við til at skapt menn
ing á virkinum og eitt nú
innan føroysku alivinnuna,
er hugsandi, at raksturin
verður munandi tyngri í ár,
nú neyðugt verður at keypa
ein so stóran part av rávør
uni uttanlands.
Vit vóna kortini, at árið
í ár fer at geva eitt avlop, tá
samanum
kemur,
sigur
deildarleiðarin á fóðurog
lýsideildini, Hartvig Joen
sen.
Havsbrún hevur í fleiri ár havt umleið 100 ársverk
knýtt at síni framleiðslu og sínum virksemi í
Fuglafirði. Nú landaða rávørunøgdin er minkað
so kolosalt, tí svartkjaftakvotan er vorðin so lítil,
er eitt landingarlið minni, og eitt lið minni er á
fóðurdeildini
Mynd: Vilmund Jacobsen