mánadagur 31. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 164 - 31. august 2009
Annika Olsen
hevur onki at gera
uttan at halda seg
til semjuna, sum er
gjørd í samgonguni
og tað merkir at
arbeiðið upp á
Sandoyartunnilin
skal byrja í 2011.
Verður tað broytt,
skal eg nokk taka eina
avgjørda støðu, sigur
Gerhard Lognberg
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg taki tað púra róligt!
Tað nervar ikki Gerhard
Lognberg,
løgtingsmann
fyri
Javnaðarflokkin
úr
Sandoy, at bæði samgongu-
tingmaðurin úr Sambands-
flokkinum, Helgi Abrahams-
en, og enntá Annika Olsen,
landsstýriskvinna í innlend-
ismálum, nú ikki vilja lova,
at farið verður undir arbeið-
ið at gera Sandoyartunnilin í
2011, soleiðis sum Løgting-
ið annars hevur samtykt.
Landsstýriskvinnan sigur,
at málið skal nú til umrøðu
í samgonguni í sambandi
við, at almennu íløgurnar
skulu raðfestast, men hon
leggur dent á, at vit mugu
hugsa
um
búskaparligu
støðuna.
- Annika Olsen hevur onki
annað at gera enn at halda
seg til tað, Løgtingið hevur
samtykt og tað er at gjaldið,
sum higartil er farið í
Norðoyatunnilin, nú skal í
Sandoyartunnilin
og
at
farast skal ígongd í 2011.
- Tú ert einaferð farin úr
eini samgongu, tí hon ikki
vildi fara undir Sandoyar-
tunnilin. Ert tú til reiðar at
gera tað einaferð afturat?
- Eg fari ikki taka eina
slíka støðu beint nú, tí eg
havi ongan trupulleika av
málinum. Eg hava ta álit á
samgonguni, at hon heldur
gjørdar avtalur og tí stúrir
eg ikki.
- Men skuldi samgongan
kortini lopið frá avtaluni,
skal eg nokk taka eina púra
greiða og avgjørda støðu í
málinum,
leggur
hann
afturat.
Vigar ikki upp ímóti
Og Gerhard Lognberg ávar-
ar eisini samgonguna:
Samgongan hevur sam-
tykt, at landið skal byggja
íróttarhøll í Sandoy. Men
tað skal ongin halda, at
hetta nóg mikið til at kyrra
sandoyingar og at hetta er
nóg mikið til at fáa okkum
at sleppa tunlinum.
Tað hevur annars ljóðað,
at samgongan hevur sam-
tykt at byggja íróttarhøllina,
fyri at kyrra Gerhard Logn-
berg, tí tey vita, at tunnilin
kemur ikki enn á sinni.
Men hesum vísir løgtings-
maðurin avgjørdur frá sær.
- Tað verður undir ongum
umstøðum
góðtikið,
at
itróttarhøllin verður mett
sum ein alternativ íløga
ístaðin fyri undirsjóvartunn-
ilin. Skuldi samgongan havt
hug til at viga ítróttarhøllina
upp ímóti sandoyartunlin-
um, so er betri at strika
ítróttarhøllina aftur, tí tunn-
ilin skulu vit hava, sigur
Gerhard Lognberg.
Hann heitir nú á Anniku
Olsen um at seta nevndina
fyri partafelagið og at fáa
tað á føtur, so at peningurin,
sum higartil er farin í Norð-
oyatunnilin, nú kann setast
í Sandoyartunnilin.
Hann minnir eisini á, at
nú alt landið er eitt valdømi,
hava samstundis eisini allir
tinglimir fingið ábyrgdina
av støðuni í Sandoy.
Gerhard er púra róligur
- Skuldi nakar hildið, at tað fær okkum at gloyma undirsjóvartunnilin, at landið nú fer at byggja
ítróttarhøll í oynni, taka tey dyggiliga feil. So skulu tey heldur strika ítróttarhøllina aftur, sigur
Gerhard Lognberg
- Vit hava mist
sambandið við
grasrøturnar og tað er
ein stórur trupulleiki,
sum vit mugu
arbeiða við, staðfestir
John Johannessen,
politiskur formaður í
Javnaðarflokkinum
SjálvrannSaking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Ein høvuðstrupulleiki hjá
okkum er, at vit hava mist
sambandið við grasrøturnar.
John Johannessen, polit-
iskur formaður í javnaðar-
flokkinum, sigur, at hetta er
ein niðurstøða av sjálvrann-
sakanarfundi í flokkinum
fríggjadagin og leygardagin.
Javnaðarflokkurin
fekk
ein rættiligan skelk eftir at
ein veljarakanning í farnu
viku avdúkaði, at veljarin
mestsum hevur flýggjað
undan flokkinum.
Hetta fekk floksleiðsluna
at kalla saman til snarfund
at viðgera støðuna og í tí
sambandinum hittust lands-
stýrisfólk, løgtingslimir og
starvsnevnd floksins á ein-
um slagi av kreppufundi
allan fríggjadagin.
- Hetta var ein ærligur
fundur, har nógv viðurskifti
vóru til umrøðu, sigur John
Johannessen.
Men hann vil ikki út í
æsir við tí, sum varð umrøtt,
tí viðgerðin í flokkinum er
ikki liðug enn.
- Vit skulu hava fleiri
fundir fyri at bøta um støð-
una hjá flokkinum og í hes-
um sambandi skulu fleiri
fundir vera, har eisini lima-
feløgini verða umboðað.
Mist sambandi
Hóast hann ikki vil út í
æsir, ásannar hann, at ein
høvustrupulleiki er, at sam-
bandi við røturnar hevur
ikki verið nóg gott.
- Sambandið við grasrøt-
urnar hevur meiri verið
ígjøgnum miðlarnar enn
tað hevur verið upp ígjøgn-
um skipanina innanfloks,
sigur hann og tí er neyðugt
at fáa floksskipanina at
virka betri.
Kortini ásannar hann eis-
ini, at teir fólkavaldu politik-
ararnir mugu bera sína
skyld av støðuni.
- Tað hava verið ein stórur
truppuleiki hjá okkum at
tala við einari rødd tí tað
hava verið ov nógvar óhepn-
ar fráboðanir ymsastaðni
frá. Vit hava verið ov vingl-
ut, tí fráboðanirnar hava
verið so ymiskar.
Hann vil hvørki nevna
dømi ella nøvn, men ongin
ivi er um, at Gerhard Logn-
berg er ein politikari, ið
hugsað verður um, tí hann
hevur fleiri ferðir verið í
andstøðu til flokkin annars
og eitt skifti fór hann enntá
úr samgonguni, tí at hann
ikki fekk trygd fyri, at farið
verður undir Sandoyartunn-
ilin.
Kortini heldur hann, at
Javnaðarflokkurin
hevur
fingið verri orð á seg enn
hann hevur uppiborið, tí
onkusvegna er tað eydnast
at draga alt tað negativa
fram í ljósið í sambandi við
pensjónirnar uttan at tað
verður nevnt, at pensjónin
er munandi hækkað hesi
árini, Javnaðarflokkurin hev-
ur verið í samgongu.
Leita eftir sær sjálvum
- Tað hevur verið ein trupulleiki hjá okkum, at fráboðanirnar
frá flokkinum hava verið so vinglutar og at tað hevur gingist
illa at tosa við einari rødd, heldur John Johannessen, politiskur
formaður javnaðarfloksins
Sjey funnin myrd
Leygarkvøldið boðaði løgreglan í amerikanska statinum
Georgia frá, at sjey fólk vórðu funnin myrd í einum
íbúðarøki í Glynn County. Umframt tey sjey myrdu fann
løgreglan tvey fólk, sum vóru illa særd, og sum alt fyri
eitt blivu flutt á sjúkrahús. Sambært einum blaði var talan
um tvey børn. Løgregluovastin í Glynn County sigur við
CNN, at tilburðurin er tann versti av sínum slagi tey 25
árini, hann hevur verið løgreglumaður. Hann vildi ikki
siga meiri um málið, men sambært einum blaði var tað
ósemja um eitt ella annað, sum elvdi til drápini.
Cheney vildi leypa á
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Dick Cheney viðgekk
í einari sjónvarpssamrøðu í gjár, at hann hevði verið
talsmaður fyri, at USA skuldi leypa á Iran fyri at noyða
landið at gevast við sínum kjarnorkuætlanum. Men George
W. Bush, forseti, var ímóti at leypa á og vildi heldur royna
samráðingarleiðina. Sambært Cheney høvdu ráðgevar
forsetans mælt Bush frá at leypa á Iran, tí tað hevði gjørt
støðuna í Miðeystri uppaftur verri, enn hon longu var. Í
samrøðuni segði Cheney, at kanska var tað hann, sum hevði
havt rætt, tí Iran heldur fram við sínum ætlanum.