mánadagur 31. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 164 - 31. august 2009
Olmert ákærdur
Ísraelska ákæruvaldið kunngjørdi í gjár, at Ehud Olmert
er ákærdur fyri trý ymisk lógarbrot. Ákæruritið, sum er
61 síður, varð lagt fyri ein dómstól í Jerusalem í gjár.
Olmert er ákærdur fyri fíggjarligt svik, skjalafalsan og
fyri at hava dult ólógligar inntøkur. Tann 63 ára gamli
Olmert hevur alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur,
og tað endurtók talsmaður hansara í gjár. Ehud Olmert,
sum tók við eftir Ariel Sharon fyrst í 2006, legði frá sær
sum forsætisráðharri í september í fjør.
Straw svarar atfinningum
Bretski løgmálaráðharrin, Jack Straw, vísir aftur skuldsetingum
um, at avgerðin hjá myndugleikunum at lata libyska
yvirgangsmannin Abdelbaset Ali Mohmed al Megrahi leysan hevði
samband við ein oljusáttmála millum Bretland og Libya. Sambært
Straw er púrt einki hald í skuldsetingini, og hann leggur afturat, at
bretska stjórnin kundi ikki funnið uppá at tengt Lockerbie-
bumbumannin at einum møguligum oljusáttmála við Libya. Blaðið
Sunday Times heldur hinvegis uppá, at stjórnin metti tað vera ein
fyrimun fyri handilssamstarvið við Libya, um al Megrashi bleiv
latin leysur.
Hatur móti
samkyndum og
hevndarhugur eru
evni í ungdómskrimi,
sum júst er komin út
á føroyskum
Bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í vikuni kom seinasta
bókin í krimirøðini fyri
ung
hjá
svenska
høvundanum Mats Wahl
út á føroyskum. Bókin
hevur
heitið
Fortíðar
syndir, og eisini hesuferð
eru tað børn og ung, ið
bæði eru brotsmenn og
offur, og kunnu tey vera
eins
hatursfull
og
hevndarhugað, sum tey
vaksnu.
Rættvíst hatur?
Fyri trettan árum síðani
bleiv ungi maðurin Hilmar
sparkaður til deyðis av
sera
høgravenda
tannáringinum Anneli. Nú
Anneli er sloppin út aftur
úr fongslinum, stillar hon
upp
fyri
ein
sera
víðgongdan
politiskan
flokk, sum heldur, at
samkynd og innflytararar
ikki hoyra heima í svenska
samfelagnum.
Dóttir Hilmar, Tove, sum
nú er 14 ár, hatar kvinnuna,
sum drap pápan, av øllum
sínum hjarta. Og nú, hon
heldur seg kenna Anneli
aftur, dylur hon ikki yvir,
at hon hevur sett sær fyri
at drepa hana.
Stutt eftir verður Anneli
funnin illa viðfarin í heimi
sínum. Ikki óvæntað halda
mong at 14 ára gamla Tove
er
brotskvinnan,
og
brádliga er hennara lív
eisini í vanda. Men hóast
Tove hevur allar orsøkir at
hevna seg inn á Anneli,
hevur hon rætt til at verða
vard, og hesa uppgávuna
átekur politisturin Harald
Fors sær.
Um somu tíð er grikkin
Seferis
fyri
einum
rasistiskum álopi. Møguliga
var álopið bara dreingjalótir,
men meðan Harald Fors
kannar
málið,
avgerð
familjan hjá Seferis at gera
sítt egna kanningararbeiði
og
seta
sína
egnu
dómsnevnd.
Fortíðar syndir er ein
óhugnalig søga um hatur,
hevnd og rættvísi. Hóast
høvundurin setur einfaldar
spurningar, er heimurin í
bókunum ongantíð svartur
og hvítur og ongi einføld
svar finnast.
Í bókunum hjá Wahl eru
børn og ung sjáldan so
ósek, sum vit fegin vilja
halda. Heldur eru tey børn
av síni samtíð, bæði so og
so, og bøkurnar eggja
lesaranum til at síggja seg
sjálvan og onnur sum lið í tí
veruleika, vit øll eru partur
av
Tað er Bókadeild Føroya
Lærarafelags, sum gevur
krimirøðina fyri ung hjá
Mats Wahl út á føroyskum.
Ein gamal gittari hjá pápa nyttar lítið, tá tú
vilt verða poppstjørna, sum í nýggju bókini
um Rósu
BarnaBók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú er onnur bókin um Lívið sum Rósa, sum nógv børn
uttan iva kenna, er komin út á føroyskum. Í bókini
Túsund míl frá tær hevur Rósa brúk fyri einum nýggjum
gittara. Tann gamli hjá pápanum, sum hon fann á ovasta
lofti, nyttar onki. Í hvussu er ikki, um hon ætlar at verða
poppstjørna.
Men Rósa hevur ikki ráð at keypa ein gittara sjálv, og
tað eru hundrað ár, til hon hevur føðingardag.
Men so gera Rósa okkurt ordiliga býtt. Og so verður
hon eisini forelskað í Diego, sum er ein rættilig stjørna.
Og Villi verður illur, og so kemur Foppa, og alt verður
ein ruðuleiki.
Tað eru Måns Gahrton og Johan Unenge, sum skriva
bøkurnar um Rósu - teir somu, sum hava skrivað
teknirøðina Ádam og Eva, ið allir Strok lesarar kenna.
Bøkurnar um lívið hjá Rósu eru eisini gjørdar til
sjónvarpsrøð, og skjótt verður ein spælifilmur eisini
gjørdur um hana.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bøkurnar um
Rósu
Bókavinnan hevur brynjað seg óvanliga væl
til nýggjastu bókina frá Dan Brown, sum
kemur út í metstórum upplagi í komandi viku
nýggj Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Meðan kreppan andar partar av bókavinnuni í nakkan,
kemur ein bók nú út í óvanliga stórum upplagi.
Rithøvundurin er heldur ikki hvør sum helst tá tað ræður
um metseljarar. Tað er nevniliga Dan Brown, ið tók allan
heimin á bóli við The Da Vinci Code, sum nú gevur út
bókini The Lost Symbol.
Bókin kemur út í Amerika 15. september, og tástani
kunnu týðarar kring heimin sleppa til arbeiðis. Men longu
nú er greitt, at bara fyrsta upplagið av donska týðingini
verður 110.000 eintøk. Váðin hjá forlagnum er tó neyvan
so stórur, tí seinasta bókin hjá Dan Brown "Da Vinci
Mysteriet" varð seld í 600.000 eintøkum bara í
Danmark.
Eftir ætlan kemur danska týðingin út 16. november,
men kappingin er hørð. Í Svøríki eru heili seks týðarar
settir á uppgávuna.
Í alt eru bøkurnar hjá Dan Brown seldar í meir enn
einari millión eintøkum í Danmark.
Hvat er at gera, tá man vil verða poppstjørna, men ongan
gittara eigur?, spyr Rósa í nýggju bókini "Túsund míl frá
tær"
Fyrsta upplagið á donskum av nýggju bókini hjá Dan Brown
verður heili 110.000 eintøk.
Hatursgerðir frá fortíðini
spøkja í svensku krimisøguni
fyri ung, sum júst er komin út
á føroyskum
Rósa vil
verða popp
stjørna
Nýggj Dan
Brown bók í
metstórum
upplagi
Eyga fyri
eyga í ung
dómskrimi